Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 10. september 2009 – Nr. 172 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 Maradona í trongum skóm Argentina rendi seg aftur í eitt vónbrot, tá liðið hjá Maradona tapti 1-0 á útivølli móti Paraguay. Argentina hevur havt tað sera trupult seinastu tíðina, og heldur ikki setanin av størstu fótbóltslegenduni í landinum tykist hava bøtt um hetta. Paraguay vann seg við sigrinum til HM-endaspælið, meðan Argentina í komandi dystunum móti Peru (heima) og Uruguay (úti) skal royna at toga seg upp aftur á fjórða plássið í suðuramerikanska undankappingarbólkinum. 11 eru nú klár Tríggjar fótbóltstjóðir afturat bíløgdu sær í gjárkvøldið atgongumerkini til HM-endaspælið í Suðurafrika. Í Europa staðfestu Ongland og Spania, at tey eru nógv sterkasta landið í sínum bólki, og við sigrinum á Argentina vann Paraguay seg eisini í endaspælið. Umframt vertirnar úr Suðurafrika høvdu Holland, Brasil, Ghana, Australia, Norðurkorea og Suðurkorea longu spælt seg til endaspælið undan dystunum í gjárkvøldið. Føroyar-Litava 2-1 (2-1) HM undankappingardystur á Svangaskarði mikudagin 9. September 2009 kl. 17.15. Dómarakvartett úr Ungarn: Istan Vad, Zsolt Szpisjak, Gyorgy Ring og Mihaly Fabian 1942 áskoðarar 1-0: Súni Olsen13. 2-0: Tomas Danilevicius br 21. 2-1: Arnbjørn Hansen 33. Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen, liðformaður, 65/-146, KÍ – 2. Jóhan Troest Davidsen, 13/0, NSÍ, 4. Atli Gregersen, 4/0, Víkingur, 5. Bartal Eliasen, 6/0, ÍF, 3. Einar T. Hansen, 7/0, NSÍ – 10. Christian Lamhauge Holst, 17/2, Silkeborg IF, 7. Jákup á Borg, 59/2, B36 (17. Brian Olsen, 1/0, EB/ Streymur, 89.), 6. Jann Ingi Petersen, 15/0, NSÍ, 9. Súni Olsen, 37/3, Víkingur, 8. Símun Samuelsen, 26/1, Keflavík – 11. Arnbjørn Hansen, 6/1, EB/Streymur (12. Andreas Lava Olsen, 3/1, Víkingur, 69.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 13. Egil á Bø, 9/0, EB/Streymur, 14. Jónas Þór Næs, 9/0, Frem, 15. Andrew av Fløtum, 33/1, HB, 16. Gunnar Nielsen, 1/-1, Manchester City, 18. Jóan Símun Edmundsson, 1/0, B68. Gult kort: Christian Lamhauge Holst, 35., Jákup á Borg, 36., Einar Hansen, 39., Símun Samuelsen, 50., Jákup Mikkelsen, 62. Venjari: Brian Kerr Hjálparvenjari: Jens Martin Knudsen Litava: 1. Zhidrunas Karchemarskas – 4. Marius Stankevicius, 5. Andrius Skerla, 3. Ignas Dedura, 15. Arunas Kilmavicius (13. Saulius Mikoliunas, 63.) – Deividas Semberas, 17. Linas Pilibaitis (14. Valdas Trakys, 61.) – 8. Edgaras Cesnauskis, 16. Kestutis Ivaskevicius (10. Mindaugas Kalonas, 82.), 11. Darvydas Sernas – 9. Tomas Danilevicius Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 6. Vidas Alunderis, 7. Mindaugas Panka, 12. Giederius Aslauskas, 18. Marius Zaliukas Gult kort: Arunas Kilmavicius, Kestutis Ivaskevicius, Saulius Mikoliunas Venjari: geva teimum stigini. Tey vórðu verandi í Føroyum, har dag fest- ingin, 09.09.09, nú verður høgd inn í føroysku fótbóltssøguna, sum dagurin, har troystarleysu tapini fyri eina løtu vórðu gloymd. Súni Olsen hevur bankað bóltin í litavisku meskarnar, og so eru Jann Ingi, Símun, Arnbjørn og Jákup skjótir at siga tillukku við málskjúttan Mynd: Álvur Haraldsen Ein sera sigandi mynd frá seinna hálvleiki. Litavar trýstu og trýstu, men í á leið 80% av førunum endaðu innleggini í høvdinum á Bartali Eliasen. Neyvan mundi litaviski venjarin vitað, at talan her var um landsliðsspælara í flogbólti... Mynd: Álvur Haraldsen