hósdagur 10. september 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 10. september 2009 – Nr. 172
Tað kann kanska tykjast
nyttuleyst at meta um
spælaraavrikini, tá
fagnaðurin um sigurin
skuggar yvir alt annað.
Ein roynd verður kortini
gjørd at lýsa taðs, um
stríðshugaðu føroysku
spælararnir sýndu,
tá nummar 62 á FIFA-
styrkislistanum varð
gúppað stigaleyst av
Svangaskarði
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
1. Jákup Mikkelsen, KÍ
(65 dystir/0 mál)
Í seinasta heimadysti sínum fyri
A-landsliðið segði Jákup Mikkelsen
áskoðarunum farvæl á best
hugsandi hátt. Brotssparkið fekk
hann so einki gjørt við, og hann
hevði onkra kanónbjarging í seinna
hálvleiki, tá trýstið var støðugt og
stórt. Hinvegin var hann nakrar
ferðir fangaður upp á millumhond,
tá litavar sendu langt móti handara
stólpa, men lukkutíð slapp hetta
ikki at oyðileggja góða dagin.
2. Johan Troest
Davidsen, NSÍ (13/0)
Var komin fyri seg eftir skaða í
fótliðnum, men hóast fráveran frá
dysti hevur vart einar tríggjar vikur,
tóktist hetta ikki at nerva tað
minsta. Var sera tryggur í
verjuspælinum, har hann sjáldan
varð yvirspældur, og vann hópin av
nærdystum. Eisini við at trekkja inn
at hjálpa miðverjuni. Staðfesti aftur,
at hann er sjálvskrivaður partur av
føroysku verjuni – mest sum
líkamikið, hvat at teimum fýra
plássunum hann verður settur at
røkja.
3. Einar T. Hansen, NSÍ (8/0)
Fekk endurval hóast ikki so
sannførandi avrik í Eysturríki. Og
hann reisti seg við manér. Var frá
fyrsta bríksli í krovinum á beinleiðis
mótstøðumanni sínum, sum
sjáldan slapp serliga væl framat í
álopspartinum. Var kanska ikki altíð
so beinrakin í avspælinum, men tað
konsekvensur og ferð yvir
spælinum, og við avrikinum
staðfesti Einar, at hann framvegis
skal roknast sum ein seriøsur
kandidatur til bakkplássið, hóast
hann er leikabnnaður næstu ferð.
4. Atli Gregersen,
Víkingur (4/0)
Hóast landsdystartalið ikki er tað
heilt stóra enn, so er hugaligt at
síggja, hvussu autoriteturin hjá Atla
tykist at veksa fyri hvønn dystin.
Virkaði í longum løtum
mikukvøldið sum veruligur
stýrimaður í verjuni, har hann
sjáldan lat nakran litava fáa nakað
sum helst í nærdystum. Mongu
innleggini hóskaðu honum heldur
ikki illa, og saman við nýggja
makkaranum gjørdist Atli ein
rættiliga sentralur persónur í
dystinum.
5. Bartal Eliasen, ÍF (6/0)
Kanska óvæntað gjørdist hann
partur av verjuni, og tað skuldi vísa
seg sum eitt framúr skilagott val av
Brian Kerr. Tað kann væl vera, at
Bartal hevði havt trupulleikar móti
einum liði, sum hevði hildið
bóltinum meira á jørðini. Men tað
gjørdu litavar ikki, og tí var tað eitt
framúr skilagott val. Var kanska eitt
sindur nervøsur fyrstu løtuna, og
hann var maðurin, sum framdi
heldur bíliga brotssparkið, men so
er ikki meira negativt at siga. Átti
loftrúmið, har sum hann var, og
neyvan verður litaviski
landsliðsvenjarin bilsin, um onkur í
dag sigur honum, at talan altso var
um ein av bestu
flogbóltsspælarunum í landinum.
6. Jann Ingi Petersen,
NSÍ (15/0)
Skuldi yvirtaka leiklutin hjá Fróða
Benjaminsen, og lyfti hetta við
einum framúr arbeiðsavriki. Var
serstakliga sjónligur fyri steðgin, tá
hann vann eitt hav av nærdystum,
umframt at hann mest sum altíð
slapp sær skilagott av við bóltin
aftur. Avspælið haltaði kanska
nakað eftir steðgin, tá trýstið á
føroyska liðið bara vaks. Men
arbeiðsavrikið var framvegis tað
sama, og tá var tað eisini hetta, sum
hevði størsta týdningin.
7. Jákup á Borg, B36 (59/2)
Varð settur á offensiva miðvøllin, og
framdi har eitt framúr avrik, har
hann eisini var við í uppspælinum
til bæði málini. Var fyri steðgin ein
av krumtappunum í freka og
avbjóðandi føroyska spælinum, og
vann eisini hópin av bóltum. Hóast
stóra arbeiðsavrikið byrjaði at seta
síni merki eftir steðgin, stríddist
hann ótroyttiliga í verjupartinum,
eins og hann fleiri ferðir var frammi
at stressa litaviska upspælið.
Prógvaði fyri øllum, at hann
framvegis er ein týðandi partur av
hópinum, men má so bíða til
Rumenia, áðrenn hann fær
møguleikan at runda teir 60
dystirnar.
8. Símun Samuelsen,
Keflavík (26/1)
Hevur veruliga ferðina til at bjóða
av, og fyri steðgin varð hetta eisini
prógvað óteljandi ferðir við góðum
renningum og gjøgnumbrotum.
Tað var eisini eitt av hesum kastaði
frísparkið til fyrsta málið av sær.
Hevði eisini dirivið til at royna seg
við skotum, og hóast hesi ikki raktu
heilt har, sum tey skulu, var hetta
avgjørt við til at órógva
mótstøðuverjuna. Er eisini millum
leikbannaðu spælararnar til næsta
dystin, og tað verður ein veruligur
saknur í føroyska álopsspælinum.
9. Súni Olsen, Víkingur (37/3)
Var maðurin, sum, við einum
dreymahøggið sparkaði Føroyar á
sigurskós eftir lítlum korteri.
Var aftur hesa ferð ein
týðandi partur av føroyska
miðvøllinum, men dysturin,
sum sat í beinunum, hevði
við sær, at hann ikki dekkaði
eins stórt arbeiðsøki, sum
miðvallarfelagararnir gjørdu tað.
Djúpu sendingarnar vóru tó sera
týðandi partur av føroyska
álopsspælinum, og tekniski
førleikin bar við sær, at hann ofta
slapp væl úr nærdystunum, eins og
hann vann fleiri fríspørk.
10. Christian Lamhauge
Holst, Silkeborg (17/2)
Var nakað óvæntað tikin út á kantin
hesaferð, og tóktist hann ikki trívast
Sekkjaður fyri opnum skíggja
Leo Beenhakker, hollendski venjarin hjá Póllandi, fekk í gjár sekkin. Fyri
opnum sjónvarpsskíggja staðfesti forsetin í pólska
fótbóltssambandinum, Grzegorz Lato, at Beenhakker ikki longur er
venjari, eftir at liðið í gjár tapti 3-0 móti Sloveina. Pólland hevur
framvegis møguleikan at gerast nummar tvey í sínum bólki og harvið
vinna sær rættin til play-off dyst um HM-billettir.
Claus til Fleetwood
Claus Bech Jørgensen, sum undir Henrik Larsen var
týðandi partur av føroyska landsliðnum, hevur nú
funnið sær nýtt felag. Eftir eina miseydnaða roynd
at fáa sáttmála við Port Vale, hevur Claus Bech
Jørgensen nú skrivað undir sáttmála við Fleetwood
Town FC, sum spælir í fimtu bestu ensku røðini.
Sáttmálin er galdandi fyri eitt ár, skrivar bold.dk.
Stríðsviljin
var framúr
Teir 11, sum byrjaðu inni í dystinum mikukvøldið. Hvør sum ein framdu teir e