Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 10. september 2009 – Nr. 172 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Framtiðin hjá Morten í leysum lofti Tað er enn ikki greitt, um Morten Olsen eisini verður landsliðsvenjari, tá HM-endaspælið í Suðurafrika er av. Morten Olsen hevur sitið tryggur í sessinum seinastu níggju árini, og hóast atfinningar hava verið, er lítil ivi um, at leiðslan í DBU fegin vil leingja samstarvið. – Aftalan er, at vit seta okkum saman, tá seinastu undankappingardystirnir eru av, og vit vita, um vit koma til endaspælið ella ikki, sigur aðalskrivarin í DBU, Jim Stjerne Hansen, við BT. Seta dómara í starv Besti spanski dómarin, tey bæði seinastu kappingarárini, Carlos Megía Dávila, verður ikki arbeiðsleysur, hóast hann ikki stóð fysisku royndina til hetta kappingarárið. Real Madrid hevur nevnliga sett dómaran í starv sum maðurin, sum skal kunna øll í felagnum um fótbóltsreglurnar og broytingarnar, sum verða gjørdar í hesum. Hartil skal hann virka sum millumlið millum leiðslu og venjarar hjá Real Madrid. heilt so væl á plássinum, sum hann ger sentralt. Arbeiddi tó støðugt fyri sakini, og dugdi væl at leita inn í vøllin, og á tann hátt skapa órógv í litavisku verjuni. Við knappari vending var hann eisini maðurin, sum vann málgevandi frísparkið til 1-0. Stríddist framúr væl allan dystin á tamb, hóast beinini at enda tóktust meira moyr enn gott er. 11. Arbjørn T. Hansen (6/1) Kom úr ongum og beint inn í byrjunaruppstillingina, og við málinum prógvaði hann, at venjarin hevði tikið røttu avgerðina. Arbeiddi serstakliga hart, tá hann sum einsamallur framherji skuldi leggja trýst á, og jagstraði alt tað, sum kundi jagstrast. Er tó fyrst og fremst virðismikil við ótrúliga máltevi sínum, og er hetta intakt, eigur Arnbjørn at vera sjálvskrivaður í hópinum. 12. Andreas Lava Olsen, Víkingur (5/1) Avloysti ein útlúgvaðan Arnbjørn Hansen av, og skuldi tá vera maðurin, sum kundi gagnnýta alsamt vaksandi gloppini í tunnu litavisku verjuni. Var eisini í góðum støðum einstakar ferðir, men møðin hjá viðspælarunum gjørdi, at sendingarnar tá ikki vóru heilt so neyvar, sum tað hevði verið ynskiligt. 17. Brian Olsen, EB/ Streymur (1/0) Kom á vøllin seinastu lítlu løtuna, og fekk harvið sín landsliðsdebut í einum minningarríkum dysti. Tíðin á vøllinum var tó alt ov lítil til at gera nakra meting av avrikinum. Venjari: Brian Kerr Sýndi stórt diriv – ov stórt hildu summi – tá føroyska liðið skuldi setast. Men við sigrinum er ilt at seta fingurin á nakra dispositión yvirhøvur. Heldur ikki, hóast tað var eitt sindur merkisvert, at bert tvær útskiftingar vórðu framdar hjá deyðamøddu monnunum. Men kanska mugu vit bara læna standardsetningin hjá Manchester United-fjepparum. Brian Kerr is always right! Kortini raktu meint Fimm gul kort fullu í okkara lut í gjár, og ikki færri enn fýra teirra bera leikbann við sær jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Undan teimum báðum landsdystunum móti Eysturríki og Litava høvdu átta av føroysku spælarunum gult kort á kontini. Í Eysturríki fullu fýra gul kort til okkum, og trý teirra góvu leikbann til mikukvøldið. Nevnliga tey hjá Fróða Benjaminsen, Atla Danielsen og Boga Løkin. Teir verða tøkir, tá farið verður til Fraklands í oktober mánaði, men tað verða fýra aðrir spælarar ikki. Jákup á Borg, Einar T. Hansen, Christian Lamhauge Holst og Símun Samuelsen høvdu nevnliga allir gult kort undan dystinum mikukvøldið, og soleiðis var tað bert gula kortið hjá Jákupi Mikkelsen, sum ikki gav nakað leikbann í hesum umfarinum. Soleiðis kann róliga staðfestast, at kortini sótu rættiliga illa hesar báðar seinastu dystirnar. Av teimum átta, sum høvdu gult kort undan fráferðini til Eysturríki, er tað soleiðis bert Atli Gregersen, sum ikki fekk kort í teimum báðum dystunum. eitt framúr arbeiðsavrik, tá fyrsti føroyski sigurin í undankapping í átta ár varð vunnin Mynd: Álvur Haraldsen