Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 10. september 2009 – Nr. 172 Føroyska verjan, ið annars hevur verið stinn sum kletturin í undanfarnum dystum, fótaði sær ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, tá hon líktist sær sjálvari. Men tá hevði Lettland longu skotið trý mál, og tað eydnaðist ongantíð at fáa spenning í aftur dystin einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Onkur hevur sagt, at til eru trý sløg av lygnum: Hvítar lygnir, svartar lygnir og hagtøl. Ikki er sørt, at serliga triðja slagið av lygnum, hagtølini, gjørdu vart við seg í U21- landsdystinum millum Føroyar og Lettland í Gundadali í gjár. Tá alt var liðugt, vístu hagtølini, at Føroyar høvdu havt 10 skot upp á mál og Lettland 14, og eisini høvdu Føroyar fleiri hornaspørk, sum ofta plaga at vera ein góð ábending um gongdina. Men tað var alt samalt ein sannleiki við stórum modifikatiónum, tí á máltalvuni stóð altso, at Lettland hevði skorað trý mál og Føroyar eitt. Og hesi hagtølini siga fyrst og fremst nakað um tað, sum hendi í fyrra hálvleiki, tá dysturin í roynd og veru varð taptur. Føroyska offensivinum var sum so einki galið við, men tað hjálpti bara so lítið, tá verjan slett ikki var til reiðar og ongantíð veruliga fekk fatur í trífalda málslúkinum hjá lettum, Edgars Gauracs, sum tóktist vera ein spælari, ið minst var ein klassa betri enn alt annað, sum gekk á tveimum beinum á vøllinum. Eftir tvey frálík úrslit í teimum báðum síðstu dystunum, vóru vónirnar sjálvandi settar høgt, nú U21-manningin fyri fjórðu ferð á rað spældi á heimavølli. Serliga 1-0 sigurin á Russlandi fyri júst trimum mánaðum síðani og 1-1 javnleikurin ímóti Moldova leygardagin kyndu undir bjørtu vónirnar. Men ein skelkandi byrjan í Gundadali í gjár gav øllum eitt skot fyri bógvin. Føroyar-Letland 1-3 (1-3): Avgjørt fyri steðgin Grammari enn vit B68- og U21-miðverjin, Pól Jóhannus Justinussen, helt størsta munin á liðunum í gjár vera, at lettarnir vóru grammari enn føroysku spælararnir. – Vit vóru kanska ikki nóg klárir í byrjanini, og har vóru støður, serliga í byrjanini, har teir vóru grammari enn vit, spældu okkum niður og fingu bóltarnar inn, segði Pól Jóhannus. – Vit fara altíð inn við tí fyri eyga, at vit skulu geva okkum 100 prosent og fáa trý stig, men tað gekk bara ikki í dag. Scolari forvinnur mest Luiz Filipe Scolari angrar neyvan, at hann fór til Bunydkor í Uzbekistan at gerast venjari, eftir at hann fekk sekkin í Chelsea. Scolari er nevnliga tann venjarin í heiminum, sum forvinnur mest pening. Ársløn hansara er 16,6 milliónir eurur ella knappar 125 mió krónur. Næstu níggju venjararnir eru hesirvið upphæddinum í milliónum eurum: Mourinho (Inter) 11,0; Capello (Ongland) 8,8; Alex Ferguson (Man Utd.) 7,0; Mancini (Inter rindar lønina) 6,0; Ancelotti (Chelsea) 6,0; Pelligrini (Real Madrid) 5,5; van Gaal (Bayern M.) 5,2; Hiddink (Russland) 5,0 og Wenger (Arsenal) 4,8. Undanfarnu dystirnar hevur verjuspælið verið styrkin hjá U21-landsliðnum, men hesin parturin av spælinum skinklaði heilt alvorliga fyrstu trý korterini í Gundadali Mynd: Álvur Haraldsen