Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-10, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 10. september 2009 – Nr. 172 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25 Yvirspældir Rógvi Holm, sum aftur hesa ferð var annar av miðverjunum, hóast hann stutt undan dystinum var ivasamur, helt ikki, at avrikið hjá U21-landsliðnum ímóti Lettlandi var nóg gott. – Vit vóru ikki nóg tættir í teimum, og tí blivu vit ofta yvirspældir. Av tí sama komu teir í yvirtal framman fyri málinum hjá okkum, segði Rógvi, sum helt, at liðið hjá Lettlandi var eitt klárt eitt betri lið enn Moldova. – Nú hava vit fýra útidystir, og av tí vit annars hava gjørt tað gott higartil, so hava vit góðar vónir undan hesum dystunum, sjálvt um teir eru á útivølli. Ovurfegin Fabregas Cesc Fabregas hálovar nú styrkini hjá spanska landsliðshópinum, eftir at Spania við áttanda sigrinum á rað hevur vissað sær oddasessin í bólki fimm. Hesar ferð gjørdist talan um 3-0 sigur á Estlandi, og hesa ferð hevði landsliðsvenjarin skift út á fýra plássum. – Vit hava ein somikið sterkan hóp, at tað er ikki rúm fyri øllum. Tað stendur í øllum førum greitt, at vit hava ein serstakliga breiðan hóp, har vit hava nógvar møguleikar fyri at skifta út, sigur Frabregas við enska Soccernet. Trífaldur málskjútti Føroyska verjan var ikki til reiðar, tá lettarnir í sínum fyrsta álopi fingu eitt fríspark í vinstru síðu í sínum fyrsta álopi. Bólturin var sendur innfyri, og stadionurið vísti 38 sekund, tá Edgars Gauracs setti bóltin inn til 1-0. Løtuna eftir tóktist føroyska liðið fóta sær frammi á vøllinum, og bæði Róaldur Jacobsen og Finnur Justinussen høvdu góðar royndir á lettiska málið, áðrenn tað í 20. minutti aftur endaði galið. Hesa ferð endaði eitt skot á føroyska yvirliggjaranum, so bólturin stakk himmalhøgt upp í loft og datt niðuraftur beint fyri málinum, har Gauracs enn eina ferð var á blettinum og økti til 2-0. Nú sá einki serligt út, og føroysku spælararnir hingu við høvdinum. Men burtur úr mestsum ongum tók Rógvi Poulsen sakina í egnar hendur í vinstru síðu, tá hann sjey minuttir fyri steðgin fekk fatur á bóltinum og rak ímóti lettiska brotsteiginum. Meðan verjuspælararnir hjá gestunum royndu at halda eyguni við møguligum fríspælingum frá honum, gjørdi hann ikki mætari enn at gera eitt trekk inn í vøllin og smekka til úr 20 metrum. Nú var munurin minkaður, og bjartskygni hómaðist aftur. Gleðin var tó stokkut, tí fyri triðju ferð var Edgars Gauracs upp á spæl tríggjar minuttir fyri steðgin, tá hann mitt fyri slapp leysur og setti bóltin í føroyska málið til 3-1. Hetta skuldi vísa seg at gerast avgerandi málið í dystinum. Verjan væl við Lítið man vera at ivast í, at bæði Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham hava tosað við stórum bókstavum í hálvleiksstegðinum. Teir høvdu eisini fyrr víst, at teir tordu at taka stórar avgerðir, um tað var neyðugt, tá teir millum annað skiftu sjey spælarar út millum 0-4 tapið fyri Rumenia og 1-0 sigurin á Russlandi. Men hóast veikleikarnir í føroysku verjuni høvdu verið opinberir, góvu teir báðir venjararnir øllum spælarunum afturval til seinna hálvleik, so teir kundu sleppa at prógva, at teir vóru meira verdir, enn teir høvdu víst fyrstu trý korterini. Og sigast má, at serliga verjan av álvara tók seg saman og vísti nógv betri spæl. Serliga, eftir at Viljormur Davidsen var komin inn á vinstra bakk stutt inn í seinna hálvleik, hekk defensivurin betur saman, og samstundis vóru miðverjarnir nú slett ikki til at sleppa framvið. Hinvegin gekk striltið at fáa ítøkiligar álopsroyndir fram eftir vøllinum. Fyrst og fremst, tí Lettland fyri tað nógva sat tungt á miðvøllinum, og tað tí bar illa til at fáa nóg gott samband millum miðvøll og álop. Tó gekk liðformaðurin, Christian Restorff Mouritsen, undan við einum ótrúligum yvirskoti og – ikki minst – góðum hugflogi, ið fleiri ferðir setti lettisku mótstøðumonnunum grá hár í høvdið. Størsta føroyska møguleikan átti Vodafone-toppskjúttin, Finnur Justinussen, tá hann í yvirtíðini smekkaði á stongina, men tá var ov seint at venda nøkrum, og tískil eydnaðist ikki U21-landsliðnum at fáa nakað í stigaposan hesa ferð. Nógvir áskoðarar Nú fýra heimadystir hava verið á skránni á rað, hevur liðið tó fingið fýra stig til høldar, sum er ófør úrtøka, og enn eru nógvir dystir eftir. Teir fýra komandi eru allir á útivølli, og hóast tað kanska ger tað heldur torførari at vinna stig, so hevur U21-landsliðið víst, at tað kann gera tað óvæntaða. Og bara tað ger tað ótrúliga spennandi at fylgja ungu monnunum, sum um nøkur ár eru bulurin á A-landsliðnum. Annars var tað ótrúliga stuttligt at síggja, at næstan 1.500 áskoðarar høvdu leitað sær í Gundadal at stuðla liðnum, hóast dysturin var spældur tíðliga seinnapartin í gjár, tá fólk flest eru bundin av arbeiði og ikki hava møguleikan. Bróðurparturin av teimum uppmøttu vóru skúlabørn, sum sanniliga gjørdu sítt til, at karmarnir um dystin vóru teir bestu! Dysturin í tølum Føroyar Letland 1. hálv. 2. hálv. Íalt 1. hálv. 2. hálv. Íalt Málspørk 4 6 10 6 1 7 Fríspørk 6 11 17 10 14 24 Innkøst 9 11 20 21 18 39 Hornaspørk 4 3 7 2 3 5 Brotsspørk 0 0 0 0 0 0 Rangstøður 0 3 3 0 0 0 Skot á mál 7 5 12 11 4 15 - Innanfyri 3 3 6 6 2 8 - Uttanfyri 4 2 6 5 2 7 Mál 1 0 1 3 0 3 Gul kort 0 1 1 2 1 3 Reyð kort 0 0 0 0 0 0 FAKTA um dystin Føroyar-Lettland 1-3 (1-3) U21-landsdystur í Gundadali, 9. september 2009 kl. 13.00 0-1: Edgars Gauracs, 1. 0-2: Edgars Gauracs, 20. 1-2: Rógvi Poulsen, 38. 1-3: Edgars Gauracs, 44. Dómari: Christof Virant (Belgia) Hjálpardómarar: Dirk Gilon & Michaël Gerard (Belgia) Fjórðidómari: Claude Bourdouxhe (Belgia) UEFA-umboð/- dómaraeygleiðari: Patrick A. Daly (Írland) Føroyar: Jóan Pauli Dahl Jakobsen – Pætur T. Jørgensen, Rógvi S. Holm, Pól Jóhannus Justinussen, Heri Nesá (Viljormur Davidsen, 52.) – Róaldur Jacobsen, Kristoffur Jakobsen (Hallur Hansson, 87.), Christian R. Mouritsen – Johan Ellingsgaard (Páll Klettskarð, 60.), Finnur Justinussen, Rógvi Poulsen Gult kort: Rógvi S. Holm Venjarar: Bill McLeod Jacobsen & Heðin Askham Lettland: Kaspars Ikstens – Jevgenijs Kosmacovs, Toms Mezs, Jevgenijs Kazura, Aleksejs Kuplovs – Vadims Zulevs (Vadims Gailus, 89.), Stanislavs Pihockis, Aleksandrs Gramovics (Igors Tarasovs, 83.), Ritvars Rugins (Artjoms Osipovs ,74.) – Edgars Gauracs, Artjons Rudneus Gult kort: Jevgenijs Kosmacovs, Artjons Rudneus, Aleksandrs Gramovics Venjari: Mihails Zemlinskis Áskoðarar: 1.492 Rógvi Poulsen stóð fyri frálíka føroyska málinum, tá hann við bóltvinning skapti yvirtalsstøðu. Men í samlaða roknskapinum munaði hetta ikki tað heilt stóra Mynd: Álvur Haraldsen Slett ikki klárir Málverjin á U21-landsliðnum, Jóan Pauli Dahl Jakobsen, hevði ikki so lítið at gera í gjár í dystinum ímóti Lettlandi, og eisini borðreiddi hann við onkrari klassabjarging. Men tað bjargaði honum tó ikki tann góða hýrin: – Hetta var ikki gott, og slett ikki í mun til tað, vit hava avrikað teir báðar undanfarnu dystirnar. Serliga í fyrra hálvleiki vóru vit slett ikki klárir, segði hann. – Nú var so nógv fólk komið at stuðla okkum, so tí eru vit sera keddir yvir, at vit ikki fáa givið teimum og okkum eitt gott úrslit, og tað eru vit skuffaðir av. Jóan Pauli segði, at U21-landsliðið til teir næstu dystirnar heilt víst fer at arbeiða við nøkrum av tí, sum endaði galið í Gundadali í gjár. -hil Ikki nóg góðir Bill McLeod Jacobsen, sum saman við Heðini Askham hevur ábyrgdina av U21-landsliðnum, var sera vónsvikin eftir 1-3 tapið fyri Lettlandi í gjár. – Vit møttu einum liði, sum er á sama stigi sum Moldova, men vit vóru bara ikki nóg góðir, og tí taptu vit, staðfesti hann. – Vit megnaðu betur at vinna nærdystirnar í seinna hálvleiki, og til tíðir vóru vit væl við. Við einum máli ímóti sær, tá bara 38 sekund vóru farin, gjørdust fyritreytirnar ikki tær bestu, men Tó helt Bill McLeod Jacobsen, at vánaliga byrjanin ikki skyldaðist, at hansara menn ikki vóru klárir: – Áðrenn dystin vóru vit ordiliga klárir, men longu í fyrsta minutti fingu vit eitt mál ímóti okkum, og so gekk tað bara ikki eftir vild, staðfesti hann. – Vit spældu ein góðan dyst leygardagin og kundu fingið eitt uppaftur betri úrslit tá, men í dag vóru vit ið hvussu er ikki nóg svangir, og tað var keðiligt. -hil Luftin úr ballónini Málskjúttin frá Moldova-dystinum leygardagin, Kristoffur Jakobsen, kom í gjár ongantíð so langt fram á vøllin, at hann kundi koma til nakran kjans, tí lettarnir fyri tað nógva løgdu trýst á føroyska miðvøllin. Tí var heldur einki at siga til, at Kristoffur ikki var serliga nøgdur, tá dysturin í Gundadali var av. – Eg eri fyri tað fyrsta heilt ótrúliga vónbrotin av okkara egna avriki, og við einum máli í fyrsta minutti og aftur einum mitt í hálvleikinum, fer luftin líkasum úr ballónini, segði hann. – Og hóast vit minka um munin, svara teir beinanvegin aftur, og so fáa vit ikki aftur fatur í rætta endanum. Kristoffur Jakobsen ásannaði, at lettiska liðið spældi betur enn Moldova, og serliga var hann hugtikin av teirra bóltteknikki – og ikki minst trífalda málskjúttanum hjá gestunum, Edgars Gauračs. – Serliga var hasin 10-arin hjá teimum ótrúliga góður. Men hóast bakkastið í gjár, hevur okkara 10-ari ikki mist mótið um at fáa góð úrslit, nú nakrir útidystir standa fyri framman. – Næstu dystirnir verða á útivølli ímóti Russlandi og Rumenia, so tað krevur sjálvandi ein stóran arbeiðsinnsats, men vit fara at gera okkara besta, segði Kristoffur Jakobsen. -hil