Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-10, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 10. september 2009 – Nr. 172 Skert Frakland fekk stig Longu eftir níggju minuttum misti Frakland málverjan, tá Hugo Lloris fekk reytt kort í Beograd í lykladystinum móti Serbia. Men hóast Serbia kom á odda eftir 13 minuttum, so eydnaðist tað skerdu fraklendingunum at stríða seg til eitt stig. Thierry Henry javnaði eftir hálvum tíma, og so stríddu fraklendingar seg annars til einsamalla stigið, sum framvegis gevur teimum eina góða støðu í royndunum at halda fast um annaðplássið í okkara undankappingarbólki. Risa-bonus til Capello Fabio Capello, enski landsliðsvenjarin, situr framvegis væl í sessi sínum. Knúsandi 5-1 sigurin á Kroatia hevur tryggjað bretum luttøku í endaspælinum, og nú hevur italski venjarin fingið eina nýggja gularót at medda eftir. Vinnur Ongland HM, fær Capello eina bonus- upphædd upp á £5 milliónir, og hetta er størsta upphæddin, sum nakran tíð er sett av sum bonus-løn til nakran venjara, vita enskir miðlar at siga. Tað vóru ikki bert Føroyar, sum sendu ein hvøkk gjøgnum fótbóltseuropa mikukvøldið jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Aftur í gjár var stórt fótbóltskvøld í HM-undankappingini, og fleiri staðni gjørdist talan um hálvar og enntá heilar sensatiónir. Í bólki eitt kom Danmark so ruddiliga niður á jørðina, tá teir hálvsnávaðu á útivølli móti Albania. Tað sama mundi Svøríki gjørt móti stigaleysa Malta, men bara fimm minuttir fyri leiklok gjørdi Malta sjálvmál, og so er framvegis lív í svensku HM-vónunum. Í bólki fimm steðgaði Armenia øllum belgiskum tosi um HM-luttøku, tá Belgia mátti stigaleyst heim, og í mini- uppgerðini millum Andorra og Kazakhstan, sum bæði hava tapt venjingardystir móti Føroyum, eydnaðist tað Kazakhstan at fara avstað við stigunum. Men tað var nú ikki hjá øllum smátjóðum, at tað gekst somikið væl. Luxemburg tapti 7-0 móti Ísrael, og tølini vóru tey somu, tá San Marino vitjaði Kekkia. Fleiri smá tjóðir stóðu seg væl Úrslitini mikukvøldið Bólkur 1 Malta-Svøríki 0-1 Albania-Danmark 1-1 Ungarn-Portugal 0-1 Bólkur 2 Ísrael-Luxemburg 7-0 Moldova-Grikkaland 1-1 Letland-Sveits 2-2 Bólkur 3 Kekkia-San Marino 7-0 Norðurírland-Slovakia 0-2 Slovenia-Pólland 3-0 Bólkur 4 Wales-Russland 1-3 Týskland-Azerbadjan 4-0 Bólkur 5 Armenia-Belgia 2-1 Bosnia/Herze- govina-Turkaland 1-1 Spania-Estland 3-0 Bólkur 6 Hvítarussland-Ukraina 0-0 Andorra-Kazakhstan 1-3 Ongland-Kroatia 5-1 Bólkur 7 Føroyar-Litava 2-1 Rumenia-Eysturríki 1-1 Serbia-Frakland 1-1 Bólkur 8 Montenegro-Cypros 1-1 Italia-Bulgaria 2-0 Bólkur 9 Noreg-Makedonia 2-1 Skotland-Holland 0-1 HM-undankappingin 2010 Bólkur 1 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Danmark 8 5 - 3 - 0 15 4 11 18 2 Svøríki 8 4 - 3 - 1 9 3 6 15 3 Portugal 8 3 - 4 - 1 10 5 5 13 4 Ungarn 8 4 - 1 - 3 9 5 4 13 5 Albania 9 1 - 4 - 4 5 9 -4 7 6 Malta 9 0 - 1 - 8 0 22 -22 1 Bólkur 2 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Sveits 8 5 - 2 - 1 15 8 7 17 2 Grikkaland 8 4 - 2 - 2 13 7 6 14 3 Letland 8 4 - 2 - 2 13 8 5 14 4 Ísrael 8 3 - 3 - 2 17 9 8 12 5 Luxemburg 8 1 - 2 - 5 3 20 -17 5 6 Moldova 8 0 - 3 - 5 3 12 -9 3 Bólkur 3 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Slovakia 8 6 - 1 - 1 21 8 13 19 2 Slovenia 8 4 - 2 - 2 13 4 9 14 3 Norðurírland 9 4 - 2 - 3 13 9 4 14 4 Kekkia 8 3 - 3 - 2 15 6 9 12 5 Pólland 8 3 - 2 - 3 19 11 8 11 6 San Marino 9 0 - 0 - 9 1 44 -43 0 Bólkur 4 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Týskland 8 7 - 1 - 0 24 4 20 22 2 Russland 8 7 - 0 - 1 18 4 14 21 3 Finnland 8 4 - 2 - 2 11 12 -1 14 4 Wales 8 3 - 0 - 5 6 10 -4 9 5 Liktenstein 8 0 - 2 - 6 2 19 -17 2 6 Azerbadjan 8 0 - 1 - 7 1 13 -12 1 Bólkur 5 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Spania 8 8 - 0 - 0 21 2 19 24 2 Bosnia-Herzegovina 8 5 - 1 - 2 21 8 13 16 3 Turkaland 8 3 - 3 - 2 11 8 3 12 4 Belgia 8 2 - 1 - 5 11 18 -7 7 5 Estland 8 1 - 2 - 5 7 22 -15 5 6 Armenia 8 1 - 1 - 6 5 18 -13 4 Bólkur 6 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Ongland 8 8 - 0 - 0 31 5 26 24 2 Kroatia 9 5 - 2 - 2 17 12 5 17 3 Ukraina 8 4 - 3 - 1 14 6 8 15 4 Hvítarussland 8 3 - 1 - 4 15 11 4 10 5 Kazakhstan 8 2 - 0 - 6 10 23 -13 6 6 Andorra 9 0 - 0 - 9 3 33 -30 0 Bólkur 7 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Serbia 8 6 - 1 - 1 16 6 10 19 2 Frakland 8 4 - 3 - 1 10 8 2 15 3 Eysturríki 8 3 - 2 - 3 11 11 0 11 4 Litava 8 3 - 0 - 5 7 8 -1 9 5 Rumenia 8 2 - 3 - 3 9 12 -3 9 6 Føroyar 8 1 - 1 - 6 4 12 -8 4 Bólkur 8 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Italia 8 6 - 2 - 0 13 3 10 20 2 Írland 8 4 - 4 - 0 10 6 4 16 3 Bulgaria 8 2 - 5 - 1 10 7 3 11 4 Cypros 8 1 - 3 - 4 8 12 -4 6 5 Montenegro 8 0 - 5 - 3 7 13 -6 5 6 Georgia 8 0 - 3 - 5 4 11 -7 3 Bólkur 9 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Holland 8 8 - 0 - 0 17 2 15 24 2 Noreg 8 2 - 4 - 2 9 7 2 10 3 Skotland 8 3 - 1 - 4 6 11 -5 10 4 Makedonia 8 2 - 1 - 5 5 11 -6 7 5 Ísland 8 1 - 2 - 5 7 13 -6 5 Nicklas Bendtner legði Danmark á odda, men hann og liðfelagarnir fóru vónbrotnir úr Tirana, har danska landsliðið bert fekk snópisligan javnleik. Danmark er tó enn oddalið í undankappingarbólki eitt