hósdagur 10. september 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 10. september 2009
27
Á
einum lítlum grav
steini í gamla kirkju
garði liggur Helge Hoff
Madsen, sum er jarðaður
19. februar 1878, 5 mán
aðir mánaðir gamal.
Longu árið eftir verður
beiggi hansara Holger Hoff
Madsen jarðaður 10. juni,
eisini 5 mánaðir gamal.
Hetta er uttan iva synir
Emil Hoff Madsen, sum
var amtslækni í Føroyum
árini 187282, og sum
hesin gravsteinur er eitt
ítøkiligt minni um.
Emil Madsen, sum hann
upprunaliga kallaði seg, var
føddur í 1844. Hann varð
studentur í 1863 frá Borger
dydsskolen á Christians
havn í Keypmannahavn.
Hann gjørdist landslækni í
Føroyum 18721883, tá
hann eisini arbeiddi dúgliga
fyri fráhaldssakina. Árini
187577 var hann byráðs
limur í Havn, og hann var
eisini valdur løgtingsmaður
fyri Norðurstreymoy 1879
1883.
Apotek
Longu í síni fyrstu ársfrá
greiðing til danskar heilsu
myndugleikar gremur Hoff
seg um, at einki apotek var
í Føroyum. Myndugleikar
nir taka spurningin upp og
biðja amtmannin kanna,
hvussu nógvur heilivágur
verður brúktur í Føroyum.
Hoff metir, at tað verður
keypt fyri 1.200 ríkisdálar
árliga.
Hóast ikki allir starvs
brøður Hoffs tykjast at
vera samsintir, ber hann
aftur í 1874 hetta ynski
fram, men hildið verður, at
fíggjarliga og fólkagrundar
lagið fyri apoteki er ov
vánaligt. Málið verður
tikið upp aftur í 1881 við
stuðul frá Hoff, og nú
kemur Svaneapotekið í
1883 við Olaf Finsen.
Fleiri læknar
Í embætistíðini hjá Hoff
var nógv tosað um at fáa
fleiri læknar. Meðan hetta
mál var fyri í tinginum í
1879 var Hoff løgtings
maður, valdur fyri Norð
streymoyar valdømi. Hann
sat bert hetta eina árið. Í
1880 bað hann um at verða
loystur úr tingsessinum, tí
at hann hevði ikki stundir
til tingarbeiðið. Hann segði
seg at hava tikið av áheitan
at fara í tingið, tí at lækna
málið var honum eitt hjarta
mál. Eitt annað hjartamál
hansara var at fáa lóg um
heilsusamtyktir.
Sum tingmaður hevði
hann møguleika at ávirka
avgerðina hjá løgtinginum.
Eftir sum svarið frá løg
málaráðnum var, at tað ikki
vildi játta pening til lækna
bæði í Sundalagnum og
Vágum, vann landslæknans
sjónarmið, at lækni skuldi
vera í Vestmanna, ið lá
miðskeiðis í hesum parti
av landinum. Har komu
eisini nógv útlendsk skip,
sum kundu hava
læknaørindi.
Jarðamóðurlóg
Í februar 1875 legði Hoff
eitt uppskot fyri tingið til
eina ljósmøðralóg. Tað
miðaði ímóti at seta 2728
ljósmøður í øllum oyggjum
uttan Dímun. Tær skuldu
allar hava verið í skúla í
Keypmannahavn í 9 mán
aðir. Her var eisini uppskot
um lønir og aðrar starvs
treytir. Eftir eina drúgva
viðgerð varð uppskotið við
broytingum samtykt í 1878.
Hospitalið
Hoff legði frá byrjan av
eisini stóra orku í at betra
umstøðurnar á hospitali
num sum at fáa nútímans
“luftcloset” í staðin fyri
uttandura nátthús, og
“vindovnar” í staðin fyri
bileggaraovnar.
Í heilsulagslýsing frá
1875 kundi hann upplýsa,
at viðurskiftini á hospitali
num nú vóru við at koma í
rættlag.
Størsta íløgan var, at
løgtingið samtykti at játta
kr. 5.000 til at byggja
serstøk hús til sinnissjúk,
tann sokallaða Cellan, sum
stóð uppi heilt til 1977.
Í 1891 var eitt hart orða
skifti í Ugeskrift for Læger
um, hvussu tað var at vera
lækni í Føroyum. Fimm
læknar, sum høvdu arbeitt í
Føroyum, luttóku í orða
skiftinum. Teir ídnastu
vóru Hoff og hansara eftir
maður hansara Jón Gud
mundsson Effersøe, sum
hevði verið amtslækni
18831890.
Effersøe, sum var føroy
ingur, gav eina dapra mynd
av støðuni. Umstøðurnar
vóru so vánaligar, at tað
var beinleiðis vandamikið
at vera lækni í Føroyum.
Tveir landslæknar í øldini
høvdu verið nær við at
drukna.
Tað, sum tó gjørdi, at
Emil Hoff stóð sterkari í
orðaskiftinum var, at hann
var ein framburðsmaður,
sum henda frásøgn eisini
váttar. Hann hevði roynt at
nútímansgera sjúkrahús
verkið, meðan Effersøe
kanska var meira aftur
haldssinnaður. Hann heldur
eisini, at danskir læknar
hava trupulleikar við at
seta seg inn í viðurskifti
hjá vanliga føroyinginum.
Framvegis samband við
føroyingar í Danmark
Hoff fór aftur til Danmark
ar og gjørdist lækni i Keyp
mannahavn. Hann luttók
dúgliga í orðaskiftinum um
heilsumál. Hann varð í
1896 býarlækni í Keyp
mannahavn og frá 1912
1918 formaður fyri Sund
hedsstyrelsen. Framvegis
arbeiddi hann eisini fyri
fráhald.
Tá Hoff kemur úr Før
oyum fóru hann og konan
frá hvørjum øðrum, og
hann giftist aftur við teirri
18 ár yngri Alvilda Har
bou, sum gjørdist ein kend
ur lækni og kommunal
politikkari í Keypmanna
havn. Hon hevur fingið
meira umrøðu í Dansk
Biografisk Leksikon, enn
hann hevur fingið.
Væl lýddur í Føroyum
Danski læknin Hjalmar
Heerup segði í eini grein í
1959 í Fyens Stiftstidende
um Hoff:
Den sidste landkirurg var
den senere formand for
sundhedsstyrelsen etatsråd
Hans E.E. Madsen Hoff.
Han studerede, lige som
Panum havde gjort i 1846,
mæslingernes forhold
under epidemien i 1875.
Han var en ualmindelig
flink læge og mindes
endnu på Færøerne. Han
var min første chef, da jeg
blev distrikslæge i Klakks
vig. Han var meget elsk
værdig og hjælpsom.
Jeg kan ikke lade være
med at at berette om en
pudsig episode, som
professos Monrad fortalte
mig. Etatsråd Hoff var på
det tidspunkt formand fyri
sundhedsstyrelsen. Han var
en meget fremtrædende
afholdsmand. Nu holdt
lægeforeningen årsmøde i
Horsens, og medlemmerne
var efter en animeret
middag ved at gå til ro. De
opholdt sig på hotellets
gang og var ved at sige:
“God nat” til hverandre i
en noget løftet stemning.
Der kommer da en lille
mand op ad trappen. Hoff
var lille og skaldet. Pro
fessor Monrad går hen til
trappen og klapper den
lille mand på den skaldede
isse: “Nå, kommer du nu
med morgenavisen, min
dreng.” Han opdagede til
sin rædsel, hvem det var og
tog straks hans kuffert og
viste ham til rette.
Etatsråden sagde den
følgende dag, at i går så
jeg vrangsiden af den dan
ske lægestand. Den eneste,
der var pæn, var Monrad!
Hoff hevur eisini víst
vælvild móti føroyingum,
eftir at hann er komin aftur
til Danmarkar.
Sámal á Krákusteini
hevur greitt frá í sínum
endurminngum, at tá ið
hann var á embætisferð
sum politistur í Danmark,
plagdi hann at vitja Hoff,
og hann var eisini
beinasamur, tá ið okkurt
mál var at loysa.
Hoff doyði í 1929.
Keldur
Elin Súsanna Jacobsen
Beinta í Jákupsstovu
Amtslæknin Hoff Madsen
eigur tveir synir í kirkjugarðinum
Tað hevur verið eitt ótal av donskum embætismonnum í Føroyum, sum einki sæst til, eftir at teir eru
farnir avstað aftur. Men danski læknin Emil Hoff Madsen “eigur” tveir synir í gamla kirkjugarði
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Elsta mynd hjá Fornminnissavninum av Gamla Hospitali.
Myndin er tikin í 1870-unum um ta tíðina Hoff Madsen
virkaði í Føroyum
HELGE HOFF MADSEN
FØDT DEN
12. SEPTEMBER 1857
DØD DEN
16. FEBRUAR 1858
Komandi partur
verður greitt frá Ingu og
Zacharis hjá Bøkjaranum
Emil Madsen Hoff var ein
framburðsmaður
Cellan til sinnissjúk, sum Hoff fekk bygt. Í lægra bygninginum var vaktarstova og nátthús