Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-10, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 172 - 10. september 2009 lýsingar BYGMA BALSLEV SØKIR... leiðara til Byggibúðina. Byggibúðin hjá Bygma Balslev, ið er tann elsta í landinum, er nýliga ístandsett og dagførd, so tað er ein nýmótans handil, ið tú kemur at verða leiðari fyri. Tú fært ábyrgdina av dagliga rakstrinum av Byggibúðini, og ein munandi partur av arbeiðinum verður at motivera starvsfólki, og geva íblástur soleiðis at Bygma Balslev heldur fast um leiðandi leiklutin á marknaðinum. Harumframt fært tú eisini ábyrgdina fyri marknaðar- føringini av Bygma Balslev. Tú mást vænta ymsar arbeiðstíðir og nakrar langar dagar av og á, og vit vænta at tú, við ágrýtni og góðum keyp- mansskapi, tryggjar framhaldandi framgongd. Best er um tú hevur hóskandi leiðsluroyndir/útbúgving, og er stinn/ur í teldunýtslu. Bygma Balslev kann bjóða tær eitt gott, trygt starv, við góðum arbeiðsfeløgum, og góðum umstøðum annars. Lønin verður ásett eftir avtalu. Ljóðar hetta áhugavert, so er at senda umsókn sum skjótast, og viðhefta avrit av møguligum prógvum og viðmælum. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinastalagi 28. september. Nærri upplýsingar fáast við at tosa við Bent á Lava - bent@balslev.fo Bygma Balslev • Vegurin Langi • 188 Hoyvík • tlf. 345000 • www.balslev.fo Folk & Blues Hvørt hóskvøld kl. 21