Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 172 - 10. september 2009 Í besta live8-stýli verð ur innsavning til Krabba meinsfelagið gjørd í heyst við undir haldi og sam- røð um. – Tá til tak ið er byrjað, fer hvør einasta króna til Krabba meins felag- ið, so vit fáa hjálp krabba meins sjúk- ling um, sigur Jákup N. Olsen, formaður í felag num StuðulStiltak Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Symfoniorkestur, rokk tón­ leik ur, dansur, poppur og eitt sindur av skemti. So leið is verður ein partur av skránni til leygardagin 31. oktobur, tá savnað verð­ ur inn til Krabba meins­ felag ið. Men hetta verður ikki tað einasta. Fólk, sum kenna krabbamein frá sær sjálv um og teimum tey hava nær, fara at greiða frá sjúku ni, og hvørja ávirkan hon hevur. Tiltakið hevur ligið á lunn um í meira enn eitt ár, og tá tað fer av bakkastokki er tað Kringvarp Føroya, ið legg ur kraftina í, fyri at senda beinleiðis frá átaki­ num, bæði í útvarpi og sjón varpi. Tað er í samband við, at Krabbameinsfelagið verður 30 ár, at skipað verður fyri hesum tiltakinum, sum skal veita stuðul til sjúklingar og gransking í krabba­ meini. Gamalt hugskot Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum, er feg in um at hetta tiltakið endi liga verður veruleiki. – Vit hava hugsa um eina tílíka innsavning í nógv ár, og endiliga sær tað út til at gerast veruleiki, at vit kunnu varpa ljós á krabba mein, samstundis sum vit vón andi fáa eitt sindur av pen ingi inn í hjálpargrunnin hjá okkum, tí vit fáa øgiliga av markaðan almennan stuðul, sigur hann. Spurdur um tey hava ímynd að sær nakra ávísa upp hædd, er hann avgjørd­ ur. – Hvør einasta króna kemur væl við, so vit vóna bara tað besta, sigur for­ maður in í Krabba meins­ felag num. Kostar at gera Talan er um eitt rættiliga stórt kvøld í Norður landa­ húsi num, og tí kostar tað eisini fitt av peningi at fáa til takið upp á beinini. – Vit fáa stuðul frá yms­ um fyritøkum og Norður­ landa húsinum, men Krabba meinsfelagið rindar eisini sín part, greiðir Jákup N. Olsen frá. Hann staðfestir tó, at tað ikki fer av innkomna peningi num at rinda út reiðsl ur av tiltakinum. – Tá tiltakið er byrjað, fer hvør einasta króna til Krabba meinsfelagið, so vit fáa hjálp krabba meins sjúk­ lingum, sigur hann. Sjálva upphæddina fyri at fáa tiltakið upp á beinini sig ur Jákup N. Olsen seg ikki kunna upplýsa, tí tað er so nógv sjálvboðið arbeiði, sum verður gjørt. Stór sending Ein partur av gjaldinum hjá Krabbameinsfelagnum fer til Kringvarpið, sum ger fýra tímar longu inn savn ing ina. – Hetta er ein long bein­ leiðis sending, sum gevur okkum stórar avbjóðingar og nógvar royndir, sigur Solby Eliasen, programm leiðari í Kringvarpinum. Hon leggur dent á, at hóast Krabbameinsfelagið hev ur útreiðslur av send ing ini, so gevur hetta ikki Kring varp­ inum nakað avkast. – Vit fáa vónandi gjørt eina góða sending, sum varp­ ar ljós á krabbamein, sum helst øll í Føroyum hava uppliva tætt at lívinum, men tað kostar sjálvandi eina ávísa mongd av peningi at gera sendingina, sigur Sol by Eliasen. Hon vil tó ikki koma inn á upphæddina Kringvarpið fær fyri at gera sendingina. Fjølbroytt skrá Tiltakið verður skipað sum inn savningar vit kenna úr øðr um londum, og tað er Kring varpið, sum saman við Norðurlandahúsinum og Krabbameinsfelagnum, sum leggur skránna. Enn er ikki alt klárt, men Føroya symfoniorkestur og nøkur onnur verða heilt víst við, samstundis sum arbeitt verður við onkrum skemti. Fýra vertir vera helst í send­ ing ini, men tað er ikki fast­ lagt, hvørji hesi verða. – Vit royna at fáa skránna upp á pláss, og tað verða altíð vit, sum avgera, hvat kemur við í sendingina, tí vit mugu taka nøkur journalis tisk atlit, hóast onkr ir partur av sendingini kunnu tykjast eitt sindur komersiellir, greiðir Solby Eliasen frá. Hon staðfestir eisini, at hóast talan er um eitt sera álvar samt evni, so er ikki æt lanin, at tað skal verða eitt syrgiligt kvøld. Krabbi í Norðurlandahúsinum Vil hava virðiligan enda Málið um tey 22 grønlendsku børnini, sum blivu tvingsilsflutt til Danmarkar í 1951, skal fáa ein virðiligan enda. Tað er høvuðsmálið hjá grønlendska landsstýrisformanninum, Kuupik Kleist, tá hann í næstu viku fer til Keypmannahavnar at hitta Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra. Landsstýrisformaðurin, sum hevur lýst málið sum "eina byrðu í tí søguliga ryggsekkinum", sigur við KNR, at loysnin kann vera ein donsk umbering, ein kanning ella ein fyrigeving. Umframt børnini skal fundurin eisini umrøða veðurlagsbroytingar og annað. Keglast aftur um gass Russland og Ukraina eru aftur farin at keglast um gass. Tann seinasta álvarssama gassósemjan millum londini var seinasta vetur og mundi evlt til stórt gasstrot í fleiri evropeiskum londum, sum fáa gass úr Russlandi ígjøgnum leiðingar í Ukraina. Nú er aftur vátt komið í reiðrið, tí Ukraina vil hava russar at rinda fyri flutningin, áðrenn gassið verður latið ígjøgnum leiðingarnar. Men í Moskva hevur leiðslan í gassfelagnum Gazprom svarað, at tað kemur ikki upp á tal, og eygleiðarar siga sambært Reuters, at tað stendur í botni partanna millum. Enn hevur Ukraina ikki hótt við beinleiðis tiltøkum. Tað er ikki endaliga greitt, júst hvørji nøvn verða á skránni á kvøldinum »Føroyar móti krabbameini«, men Føroya symfoniorkestur verður í hvussu so er við