Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 172 - 10. september 2009 Hoyriklikkin Hoyrnin í N.Finsensgøtu 51 í Havn hevur mót­ tøku og opið hús fríggjadagin 11. sep­ tember frá kl. 14 til 17 Tað var í mars 2008 at hoyri­ klinikkin Hoyrnin læt upp í leigaðum hølum í J.C. Svabosgøtu. Hoyrnin er fyrsta einskilda hoyriklinikk í Føroyum. Fyri­ tøkan ynskir at bjóða føroy­ ingum ein valmøguleika til ta almennu hoyriklinikkina. Dentur verður lagdur á at fyribyrgja hoyriskaðum og at veita fólki við niðursettari hoyrn hjálp. Mánadagin 10. august í ár flutti Hoyrnin og læt upp í nýggjum hølum í N. Fin­ sensgøtu 51. Hetta passaði væl við ætlanir felagsins um at víðka virksemi sítt, sigur Jutta Helgadóttir, sum eigur og rekur klinikkina. Hon er útbúgvin hoyrnaat­ støðingur frá hoyriklinikkini á Vejle Sjúkrahúsið í 2003. Jutta sigur, at tað er sera umráðandi, at brúkarin kem­ ur væl frá byrjan við at læra at brúka eitt hoyritól til fulnar. Hoyrnin er ein snotisligur og modernaður handil har til ber hjá brúkarinum at koma inn og síggja hvat vit selja og fáa eitt prát um vørur og tænastur okkara. Hoyrnin hevur tætt samstarv við nógv­ ar leiðandi fyritøkur í heimi­ num og vit verða javnan dag­ førd um nýggjastu tøknina. Umframt hoyritól selja vit eisini oyravernd, samskifti­ tútgerð, útgerð til fartelefonir og annað. Tað at Hoyrnin er ein handil ger tað lættari fyri brúkaran at støkka inn á gólvið, tá hann sjálvur hevur hug og tíð tað, sigur Jutta. Handilin er opin mánadag til hósdag frá kl. 9­16 og fríggjadag frá kl. 9­14. Umframt Juttu eru tvey onnur starvsfólk í Hoyrnini: Heidi Simonsen, sum er skrivstovukvinna Sigmund Signarsson, maður Juttu, tekur sær av bókhaldi og umsiting. Fríggjadagin millum kl. 14 og 17 fáa fólk høvi at síggja nýggju hølini og fáa okkurt lætt at eta, sigur Jutta Helgadóttir, sum bjóð­ ar øllum at vera vælkomin. mg Hoyrnin í nýggjum hølum Starvsfólkini í Hoyrnini f.v.: Jutta Helgadóttir, Sigmund Signarsson og Heidi Simonsen Mynd Jens Kristian Vang 5. oktober 2009 á Hotel Føroyum Lars KLingert - miðlafólk og ráðgevi í samskifti sebastian nybo - ráðgevi í arbeiðssálarfrøði og stjóri í SEB gruppen A/S eFtirmeting Best umtókta skeið hjá Confex (stór skeiðsfyritøka) “Eindømi! Stutt, greitt, skorið til beinið og ógvuliga stuttligt. Eg havi fingið nógv nýtilig uppskot til loysnir.” Hanne Skovsted, skrivstovustjóri, Statens Luftfartsvæsen Tilmeldingarfreist 14. september 2009 Tá tú hevur við fólk at gera, slepst ikki undan, at tú eisini møtir truplum fólkum. Summi eru trupul í eitt tíðarskeið, onnur eru tað altíð. Tað kann vera ein starvsfelagið ella ein kundi. Trupul fólk kunnu vera óbehagilig, ill og óhøflig • grenja og seta órímilig krøv • klaga um hvat sum helst • geva tær skuldina fyri nakað, tú • ikki hevur ávirkan á Diskussiónin koyrir kanska runt í høvdinum og dagurin hjá tær er oyðilagdur. Við hvørt fyllir tað alt ov nógv. Tú følir teg órættvíst behandlaðan, tí tú gjørt eitt abeiði, sum ikki verður virt. Tá tað er ringast kanst tú missa svøvnin. Gleð teg til eina tætt stúgvaða skrá, fulla av góðum ráðum og teknikkum um, hvussu tú skalt handfara truplu fólkini á arbeiðsplássinum. Fá innlit í ymiskar persónstypur og í teirra atburð. Lær ítøkilig amboð og hættir, sum gera teg føra at greiða tær orrustir, sum koma, har menniskju hittast. Brellbitar úr skránni - full skrá á www.synergi.fo Hvussu bert tú teg at, um tú • kennir teg álopna? Hvat gjørt tú, tá fólk klaga • og seta órímilig krøv? Hvussu skalt tú gera, tá tú • missir tamarhaldið? Hvussu loysir tú gamlar • ósemjur? Lær at seta mørk • Lær at takla atfinningar • Legg dent á tína persónligu • megi Tú fert heim við størri megi og við ítøkiligum hættum og amboðum at loysa støður, har naggatódn er ko- min í. Og við betri førleika at varð- veita friðin í spentum støðum. Skeiðið er fyri teg sum dag- liga hevur við fólk at gera. Eitt nú fólk, ið arbeiða við kunda- avgreiðslu, leiðarar, starvsfólk innan almanna- og heilsuøki, hand- ilsfólk, innan ferðavinnuna, starvs- fólk á dagstovnum, starvsfólk í stressaðum arbeiðsumhvørvi v.m. Tilmelding og les meira á tel. 322355 ella á www.synergi.fo. Skeiðleiðarar Soleiðis handfer tú trupul fólk les meira og tekna teg á www.synergi.fo ella ring 32BEll (322355) / 22rING (227464)