hósdagur 10. september 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 172 - 10. september 2009
Í vertíðini í ár hevur
Tavan í Leirvík tikið
ímóti tilsamans
10.770 tonsum av
gulllaksi. Hetta er
soleiðis nógv tað
størsta árið í nøgd,
síðan felagið í 1994
fór undir at virka fars
úr gulllaksi
Gulllaksur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú gulllaksavertíðin í ár
nærkast endanum, er greitt,
at Tavan í Leirvík hevur tik
ið ímóti heili 2.520 tonsum
meira, enn felagið hevur
gjørt nakað annað ár í 15
ára longu søgu felagsins.
Í ár hevur felagið soleiðis
keypt tilsamans 10.770 tons
av gulllaksi, sum tey umleið
seksti fólkini, ið eru knýtt
at virkseminum í Leirvík,
hava virkað til fars.
Stjórin í Tavuni, Jóan
Magnus Rasmussen, sigur,
at næst besta árið í nøgd hjá
felagnum var í 2002, tá tey
keyptu og virkaðu 8.250
tons.
Upp á stás
Vertíðin byrjaði tíðliga í
ár, og veiðan hjá skipunum
hevur verið góð. Vit hava
arbeitt við tveimum vaktum,
har hvør vaktin hevur verið
í sving í 10 tímar, og vit
hava eisini arbeitt nógvar
leygardagar, síðan vertíðin
byrjaði í apríl.
Jóan Magnus sigur, at hóast
tonsini í ár eru nógv fleiri enn
nakað
annað
ár,
hevur
framleiðslan gingið upp á
stás, sum hann tekur til.
Jú, eg haldi, at tað hevur
gingið sera væl at fáa fiskin
til høldar. Hetta hevur
eydnast okkum við røskum
og dugnaligum arbeiðsfólki,
sum virkuliga hava lagt
rygg til, at hetta hevur latið
seg gera.
Stjórin sigur, at Tavan
hevur eina góða ”stammu”
av arbeiðsfólki, har nógv
hava verið í starvi hjá felagn
um í fleiri ár – og onnur eru
nýggjari í hesum virksemi.
Vit hava soleiðis eina
góða samanseting av fólki,
bæði tilkomnum og ungum,
sum hava gjørt tað møguligt
hjá okkum at fáa so stórar
nøgdir av fiski til høldar,
leggur hann aftrat.
Avtalu um alt
Jóan Magnus Rasmussen
sigur, at allur gulllaksurin,
sum Tavan hevur keypt í ár,
er virkaður til fars, og í
minsta lagi 70% av fram
leiðsluni verður selt til
Noregs.
Vit hava avtalur um
levering og sølu av allari
framleiðsluni, men seinastu
nøgdirnar verða ikki seldar
fyrr enn seint í apríl næsta
ár, sigur hann.
Eitt sindur ymiskt hevur
verið ár undan ári, hvussu
leingi Tavan hevur keypt og
virkað gulllaks.
Vanliga
plagar
fram
leiðslan at vara fram til
umleið hálvan august, og
soleiðis var bæði í fjør og í
ár, men eitt nú í fyrraári
keypti virkið gulllaks fram
til umleið hálvan september.
Tað er ikki at taka munnin
ov fullan at siga, at Tavan er
einasta felag í Føroyum,
sum veruliga hevur fingið
tað at bera til við gulllaksi
– og í øllum førum við farsi
úr gulllaksi.
Virksemið, sum byrjaði
longu í 1994, hevur øll árini
givið avlop og í nøkur ár,
meðan stórur partur av
føroysku fiskavirkisvinnuni
lá í andaleypi við stórum
reyðum tølum á botnlinjuni,
hevði Tavan góð avlop.
Besta árið hjá felagnum í
Leirvík var í 2006, tá avlop
ið var heilar 7,5 miljónir
krónur.
Í fjør hevði Tavan eitt
avlop upp á 2,7 miljónir
krónur.
Góð gulllaksaveiða
Eins og undanfarin ár, hava
aftur í vertíðini í ár verið
seks skip á gulllaksaveiði.
Trý
av
hesum
hava
burturav lagt veiðina upp til
Tavuna í Leirvík. Tey eru
Polarhav og Stjørnan, sum
partrola og Eysturbúgvin,
sum partrolar saman við
Vesturbúgvanum.
Tavan hevur eisini keypt
nakrar lastir hjá Vestur
búgvanum.
Skipini hava fingið 3,25
krónur fyri kilo í ár, og
prísurin hevur verið hin
sami alla vertíðina.
Hini tvey skipini, sum
Tavan
sló øll
met í ár
Í vertíðini í ár hevur Tavan goldið 3,25 krónur fyri
kilo av gulllaksi. Tað eru serliga Polarhav, Stjørnan
og Eysturbúgvin, sum hava landað til virkið
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tavan hevur sett met í nøgd í gulllaksavertíðini í summar. Nú verður
lagt um til upsaframleiðslu, og í næstu viku er ætlanin, at virkið fer
at leggja seg út í kappingina um upsan
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fá børn fáa hjálp
Í Grønlandi vísa aknningar, at alt ov fá av teimum
børnunum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, fáa
ta neyðugu hjálpina. Tí hevur felagsskapurin Bedre
Børneliv sett sær fyri at útvega eitt barnahús, sum skal
taka sær av børnum, sum hava verið fyri kynsligum
ágangi. Kynsligur ágangur ímóti børnum er evnið á
einari ráðstevnu, sum er í Nuuk í hesari vikuni. Tøl hjá
grønlendsku hagstovuni fyri 2007 vísa, at tað árið
vórðu 37 fólk dømd fyri samlegu ella annað kynsligt
samband við børn undir 15 ár.
Obama bað um frið
Amerikanski forsetin, Barack Obama, bað í nátt limirnar í
Senatinum og Umboðsmanantinginum gevast við at keglast
um uppskot hansara um eina nýskipan á heilsuøkinum. Í
røðuni fyri Kongressini segði forsetin, at keglið er merkt av
skeivum upplýsingum, sum ørkymla fólk. Hann mælti
politikarunum til at arbeiða saman fyri at fáa nýskipanina
framda í verki. Uppskotið hjá Obama skal hjálpa teimum 46
milliónum amerikanarunum, sum onga sjúkratrygging hava,
samstundis sum uppskotið skal gera amerikanska
heilsuverkið bíligari.