Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 172 - 10. september 2009 eisini hava verið á gull­ laksaveiði í ár, eru Vest­ menningur og Fram, sum partvís hava lagt veiðina upp í Vestmanna og partvís uttanlands. Í seinastuni hevur stórur trolari ligið á Vestmanna, sum hevur tikið ímóti gull­ laksi til frystingar frá eitt nú vestmannatrolarunum. Upsi í vetur Nú Tavan hevur arbeitt seinastu nøgdirnar av gulllaksi í ár, og arbeiðsfólk á virkinum hava verið á uttanlandsferð í Týsklandi, verður virksemið á virki­ num lagt um til upsaframleiðslu. Soleiðis hevur verið á hvørjum ári í fleiri ár, har gulllaksur er høvuðsgrund­ arlagið – og upsin ískoytis­ grundarlagið, sum ikki minst hevur til endamáls at halda saman um arbeiðs­ fólkið, sum er knýtt at virkseminum. Jóan Magnus Rasmussen sigur, at Tavan vanliga keypir og virkar stívliga 2.000 tons av upsa um árið, og hetta er fiskur, sum í fyrsta lagi verður virkaður til portiónir. Hann heldur, at útlitini til upsaframleiðsluna í vetur eru hampilig og heldur eisini, at líkindi eru til, at eisini hetta virksemi fer at hanga saman. ­ Vit plaga eisini at arbeiða við tveimum vaktum, tá vit virka upsa. Vanliga eru fleiri fólk á dagvaktini enn á kvøldvaktini, sum soleiðis er lutfalsliga lítil. Jóan Magnus Rasmussen dylur ikki fyri, at virksemið, sum Tavan hevur við upsa í vetrarhálvuni, ikki minst hevur til endamáls at halda saman um arbeiðsfólkið. ­ At kalla øll, sum annars eru við í gulllaksavirksemi­ num, eru eisini við í upsa­ framleiðsluni, og tað er neyðugt, at vit hava hesi fólk tøk, tá gulllaksa­ virksemið byrjar aftur seint um várið, sigur stjórin. Væntandi fer Tavan í Leirvík at keypa og virka upsa aftur í komandi viku. - Hóast tonsini í vertíðini í ár hava verið nógv fleiri enn nakað annað ár, hevur framleiðslan gingið upp á stás, sigur Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni Mynd: Vilmund Jacobsen Nógvar tvingsilssølur Munandi fleiri fastogtnir eru seldar á tvingsilssølu í Reykjavík higartil í ár enn um somu tíð í fjør, skrivar Morgunblaðið. Teir fyrstu átta mánaðirnar vórðu 130 fastognir seldar á tvingsilssølu samanborið við 78 somu mánaðir í 2008. Í vár samtykti Altingið eina lóg, sum hevur havt við sær, at nógvar tvingsilssølur eru útsettar, men tann lógin fer úr gildi í oktober, og tí verður roknað við, at nógvar fastognir fara á tvang í november. Morgunblaðið skrivar, at sýslumaðurin í Reykjavík hevur fingið næstan 1.400 áheitanir um tvingsilssølu, sum ikki eru avgreiddar. Nógvar uppsagnir í Japan Arbeiðsloysið í Japan er nú komið upp á 5,7 prosent, og so stórt hevur tað ikki verið síðani seinna heimsbardaga, skrivar Reuters. Higartil í ár hava 230.000 japanar mist arbeiðið, og eru tað serliga framleiðsluvirkir, ið hava sent fólk til hús. Eitt nú hevur bilaverksmiðjan Toyota koyrt nógv fólk úr arbeiði. Umstøðurnar hjá fólki í Japan, sum missa arbeiðið, eru ikki heilt sambæriligar við tilsvarandi umstøður á okkara leiðum. Eitt nú búgva nógvir japanar í íbúð, sum arbeiðsgevarin eigur, og tí kann uppsøgn hava við sær, at fólk noyðast út á gøtuna. Virðið í gulllaksinum er ivaleyst nógv størri, enn mangur ímyndar sær. Umframt tær umleið 65 miljónir krónurnar, sum gulllaksurin hevur givið í veiðivirði, hevur Tavan goldið einar 9 miljónir í lønum í vertíðini Gulllaksur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tavan hevur, sum nevnt í hinari greinini á hesi opnu, keypt og virkað meira enn 10.000 tons av gulllaksi í vertíðini í ár. Hetta er í fyrsta lagi veiðan frá trimum av seks skipum, sum hava fiskað gulllaks í ár. Virkið í Leirvík hevur goldið skipum og manningum 3,25 krónur fyri kilo, og siga vit, at samlaða gulllaksaveiðan í ár – hjá øllum seks skipunum tilsamans – liggur um eini 20.000 tons, er talan um eitt samlað veiðivirði upp á einar 65 miljónir krónur. Hetta er so fyrstahondsvirði av veiðini. 9 mió í lønum Tavan í Leirvík, sum er virkið, ið virkar gulllaks til fars, hevur í vertíðini goldið einar 9 miljónir krónum í lønum. Aftrat hesum kemur, at Atlantis í Vestmanna, sum eisini hevur keypt og fryst gullaks í summar, eisini hevur goldið nakað av peningi í lønum. Skipini í Vestmanna, Vestmenningur og Fram, hava annars landað fleiri lastir uttanlands, og í seinastuni hava tey landað veiðina umborð á ein stóran trolara, sum hevur ligið á Vestmanna. Nógv landing Umframt fyrstahondsvirði, sum sjálvt veiðivirðið er, hevur gulllaksurin eisini havt nógva landing við sær. Tað er serliga Landingarmiðstøðin í Saltangará, sum hevur tikið sær av at fáa fiskin upp úr skipunum, og fyri hetta arbeiði hevur felagið, sum stendur aftanfyri miðstøðina, goldið lønir. Eyðvitað er, at gulllaksurin, sum hesi seks skipini hava veitt í summar, soleiðis hevur skapt nógvar og góðar inntøkur, bæði hjá reiðaríum, manningum, landarum, arbeiðsfólki – og í útflutningsvirði. Gulllaksur fyri 65 mió í veiðivirði Lítið hoyrist um gulllakaveiði og gulllaksavirksemi, men eyðvitað er, at hetta tilfeingi skapar fiskimonnum og arbeiðsfólki góðar inntøkur kring um landið Mynd: Vilmund Jacobsen