Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. september 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 173 - 11. september 2009 Um dómarin í Føroya rætti er samdur við Fiskiveiðieftirlitinum og ákæruvaldinum og dømir Vesturvarða og Vesturskin at missa fiskiloyvini í 14 dagar, er stýrimaðurin á Vesturskin í vanda fyri at vera skuldsettur fyri at hava sagt ósatt í rættinum ÓlÓgligur fiskiskapur Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Í seinasta lagi mánadagin kem ur Føroya rættur við úrskurðinum, um Fiski veiði­ eftirlitið bar seg rætt at, tá ið tað 5. september tók fiski­ loyvini frá par trol arunum Vesturvarða og Vestur skin fyri at hava trol að í einum stongdum kassa á Fugl oyar­ banka. Sektaruppskotið, sum skip ar arnir fingu, var 100.000 krónur í bót hvør, og at halda varð lagt á veiðu og reiðskap. Tað hava teir góðtikið, og teir hava eisini við gingið, at teir trolaðu á kass anum, sum stongdur varð 18. august á Fugl oyar­ banka til vernd av ungfiski. Men teir góðtaka ikki eyka revsingina, at skipini skulu missa fiskiloyvi síni í 14 dagar. Advokaturin hjá teimum helt tað vera órímiligt at taka fiskiloyvini frá teimum í 14 dagar, í øðrum lagi var ynskið, at loyvini vórðu tikin fyri eitt styttri tíðar­ skeið. Ætlaðu at ávara Tað var vaktarskipið Tjald­ rið, sum varnaðist, at trol­ ararnir vóru inni í einum stongdum kassa á Fugl oyar­ banka, kassa U. Hesin kassin varð stongd ur 18. august fyri allari trolveiði fyri at verja ung fiskin. Stýrimaðurin á Tjaldr i­ num ringdi umborð á Vest­ ur skin, og dagin eftir kom Tjaldrið til trolararnar, sum tá vóru uttanfyri kass an. Tað kom fram í rætti­ nunum, at fiskurin fjór um ­ borð á Vesturvarða, og at bara hendinga ungfiskur var uppií. Trolararnir vórðu bidnir um at fylgja við til Havnar. Tann stóri spurningur í hes um málinum var, um skipini vistu, at teir trolaðu á einum stongdum øki. Stýrimaðurin á Vesturskin var á vakt, tá ið Tjaldið ringdi umborð og spurdi, um teir vistu, at teir trolaððu ólógliga. Tjaldrið bað teir um ikki at fara inn aftur á økið. Visti tað ikki Í rættinum hósdagin segði stýrimaðurin á Vesturskin seg hava svarað, at tað visti hann ikki. Hann visti, at okkurt øki var stongt, men ikki hvat. Hann hevði so boðað frá til skiparan á Vesturvarða, hvat Tjaldrið hevði ringt um. Meira hevði hann ikki gjørt. Skiparin á Vesturvarða segði, at hann ikki var greiður yvir, at økið varð stongt. Hann hevur altíð hildið, at tá ið eitt øki verð ur stongt, eigur tað at verða lýst í Tórshavn Radio, sum øll skip lurta eftir, og ikki bara í útvarpinum umframt í Kunngerðablaðnum. Hann hevði eisini hoyrt í útvarpinum, at eitt øki varð stongt á Fugloyarbankanum, og hann hevði gjørt sær tann ómak at biðja Fiski­ veiðieftirlitið um at faksa sær kunngerðina. Kunn­ gerð arblaðið fekk hann, men teir vóru seinkaðir frá landi henda fyrsta túrin, og hann valdi at fara í koyggjuna, meðan teir sigldu út á fiskileið, tí fyri stavn stóð ein long vakt. Hóast hann ikki hevði kannað, hvart stongda økið var, helt hann tað vera ólogiskt, at júst har fór at verða stongt. Hann visti, at ungfiskur gongur á grunnari sjógvi, og teir høvdu bara trolað, har djúpt var. Ein onnur søga Spenningur kom í á rættar­ fundinum, tá ið stýrimaðurin á Tjaldrinum varð avhoyrdur sum vitni. Hann greiddi frá, at hann hevði ringt umborð á Vest­ ur skin, og tað var av til vild, at hann ringdi til Vest urskin og ikki til Vest ur varða. ­ Eg spurdi stýrimannin á Vesturskin, um hann var greiður yvir, at teir høvdu verið inni á stongdum øki, og hann segði ja. Eg byrjaði so at lesa upp posisjónirnar fyri stongda økinum, men tá ið eg hevði nevnt ta fyrstu, segði hann, at teir høvdu posisjónirnar, segði stýri­ maðurin á Tjaldrinum, sum enn eina ferð svaraði spurn­ ingum. Hann var vísur í, at hann segði seg hava posi sjón­ irnar. Frágreiðingin hjá stýri­ manninum á Tjaldrinum fekk ákæran at biðja um at sleppa at avhoyra stýri­ mann in á Vesturskin um aft­ ur. Hann fekk fyri aðru ferð at vita, at sum vitni hevði hann skyldu til at tosa satt, tí tað er revsivert at lúgva í rættinum. Hann helt fast við sína fyrstu forkláring. Hann visti ikki frammanundan, at teir høvdu verið á stongdum øki, og hann kendi einki til, hvar tað var. Hann mintist einki til, at Tjaldrið hevði bjóðað honum at fáa posisjónirnar. Teir vistu So kom inn Ellintgur Abra­ hamsen, skipari á Tjaldr­ inum. Hann var farin umborð á Tjaldrið 27. august, og tá fekk hann at vita, at Stelkur og Bakur høvdu verið á stongdu leið á Fugloyar­ banka. Hann hevði ringt um borð til teirra, segði hvussu var, og bað teir halda seg burtur haðani. Síð an hevði hann ráðført seg við Elmar Højgaard, stjóra á Fiski veiði eftrir litinum, og teir vóru samdur um, at Stelkur og Bakur skuldu sleppa við eini ávaring, tí so fáir dagar vóru gingnir, frá tí at økið var stongt, og skipini visti tað ikki. Við Vesturvarða og Vestur skin var støðan øðr­ vísi. Stýrimaðurin á Vestur­ skin hevði greitt sagt við Tjaldrið, at hann kendi posisjónirnar, og harnæst hevði skiparin á Vesturvarða biðið um at fáa Kunn gerð­ arblaðið faksað umborð. Høvdu teir verið líka lítið vitandi sum hinir, høvdu teir eisini sloppið við eini ávaring, segði Ellintur Abrahamsen, sum hevði fult álit á, at stýrimaður hans ara talaði satt. Elmar Højgaard, stjóri á Fiskiveiðieftirlitinum segði, at skip mangan fáa ávaring, hava tey verið á stongdari leið, men hesir áttu at vita, hvat teir gjørdu. Hann kom inn á, at slík lógarbrot mugu merkjast. Álvarsmál Í drúgvu proseduru síni kom ákærin Linda Hessel berg inn á, at munur er á at bróta eina lóg og eina kunn gerð. Í hesum førinum snúði tað seg um brot á eina lóg, sum løtingið hevur samtykt við endamálinum at verja ungfisk. Løgtingið umboðar fólkið, og fiskurin er fólksins ogn. Skipini mugu fiska eftir teimum reglum, sum ásettar verða. Fiski veiði­ eftir litið umboðar fólkið og skal ansa eftir, at reglurnar verða fylgdar. Linda Hesselberg gjørdi púra greitt, at hon ikki trúði tí, sum stýrimaðurin á Vesturskin hevði greitt frá. Tað kundi ikki passa, at hann ikki segði tað fyri nøkrum, sum hann hevði hoyrt í útvarpinum, at eitt øki var stongt. Hennara fat­ an var, at hann segði so bara fyri at verja reiðaríið, men tað var óklókt segði hon. Hon helt tað eisini vera ov bíligt, tá ið skiparin á Vesturvarða umbar seg við, at hann ikki hevði lisið Kunngerðarbllaðið, tí hann skuldi sova. Eisini kom hon við ábreiðslum móti reiðara­ num, sum ikki hevði greiðar og fastur reglur fyri at tryggja seg ímóti, at skipini fiskaðu ólógliga. Mannamunur Sakførarin hjá reiðarínum helt tað vera órímiligt at taka fiskiloyvini í tvær vikur frá Vesturvarða og Vesturskin, tá ið aðrari eru slopnir við ávaring. Hann helt tað eisini vera løgið, at skip kunnu sleppa uttan revsing, bara tí tey ikki kendu reglrunar, tí soleiðis er ikki við øðrum lógar­ brotum. Eitt nú sleppur eing in við eini ávaring, um tey bróta ferðslulógin, koyra við kenning ella koyra ov skjótt. Komið var ikki nærri inn á mótstríðandi upplýs ing­ arnar frá stýrimanninum á Vesturskini og stýri mann­ inum á Tjaldrinum. Tað verður kanska ein onn ur søga. Dómarin kemur sum nevnt við úrskurðinum í sein asta lagi mánadagin. Skiparar kundu sloppið við ávaring Loppumarknaður á Handilsskúlanum í Havn Í morgin, leygardagin, frá klokkan 10­17 skipar 2. HHB á Handilsskúlanum í Havn fyri loppumarknaði á handilsskúlanum í Marknagili í Havn. Næmingarnir siga, at har verður alt millum himmal og jørð at fáa til keyps. Tey hava savnað alskyns lutir saman til endamálið. Eisini selja tey kaffi og vaflur – og alt verður selt sera bíliga, siga næmingarnir. Vestgurvarð og Vesturskin liggja í Havn og bíða eftir úrskurðinum hjá Føroya rætti Chavez styðjar loysingarmenn Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, segði í gjár, at hann styðjar tær kreftirnar í Abkhasia og Suðurossetia, sum gjørdu av at loysa tey bæði lýðveldini frá Georgia og at leita sær russiska vernd ístaðin fyri. Chavez er á almennari vitjan í Russlandi, og tað var á einum fundi við Dmitrij Medvedev, forseta, at hann segði seg styðja loysingarkreftirnar í Abkhasia og Suðurossetia. Seinasta summar var kríggj ímillum Georgia og Russland um tey bæði lýðveldini, sum seinni hava lýst sjálvstøðug við stuðuli frá russum.