fríggjadagur 11. september 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 173 - 11. september 2009
Tinglimir halda, at
Kringvarpið skal
missa inntøkurnar
av lýsingum, tí tað
setir trúvirðið hjá
stovninum í vanda
og kann elva til, at
stórir lýsarar verða
friðhalgaðir
Kringvarpið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Verður
trúvirðið
hjá
Kringvarpinum sett í vanda
av tí, at stórir sponsorar
fíggja ávísar sendingar og
av tí, at lýsingar eru í Kring
varpinum?
Hetta er ein av nógvum
spurningum, sum kemur til
grundiga viðgerð á Føroya
Løgtingið
í
allarnæstu
framtíð.
Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna í menta
málum, hevur nú boðað frá,
at um einar tvær, tríggjar
vikur, fer hon at leggja upp
til orðaskiftið á Føroya
Løgtingið um Kringvarp
Føroya í breiðastu merking.
Í hesum sambandi sleppa
tinglimir og landsstýrisfólk
at siga sína hugsan um
Kringvarpið um rættindi og
skyldur hjá Kringvarpinum
og um, hvørji krøv skulu
setast Kringvarpinum.
Friðhalga sponsorar
Ein týðandi spurningur í
øllum hesum orðaskiftinum
verður: Hvussu skal Kring
varpið fíggjast.
Akkurat hendan seinasta
spurningin tók Løgtingið
ein forsmakk upp fyrr í
vikuni,
tá
ið
Bjarni
Djurholm, løgtingsmaður,
spurdi landsstýriskvinnuna
um hon heldur at tað er
ílagi, at Kringvarpið er
fíggjað við lýsingum og
sponsorum, hóast tað hevur
lógartryggjaðan
rætt
til
lurtara og hyggjaragjald.
Seinasta dømi um hetta
er, at nú er tað Trygging
arfelagið
Føroyar,
sum
fíggjar
veðurtíðindini
í
Sjónvarpinum.
Ein spurningur, sum varð
reistur um vandi ikki er
fyri, at stórar fyritøkur
verða friðhalgaðar afturfyri
at figgja sendingar í Kring
varpinum.
Men umframt vandan
fyri trúðvirðinum, vildu
tinglimir verða við, at hetta
er ein hóttan ímóti privatu
miðlunum.
Skattur ella
brúkaragjald
Helena Dam á Neystabø
sigur, at í upplegginum,
sum hon fer at leggja fyri
Løgtingið um tvær, tríggjar
vikur, sleppur tingið at
skifta orð um framtíðina
hjá Kringvarpium.
Men í hesum sambandi
skal tingið eisini skifta orð
um, hvussu løgtingssamtykt
in um, at inntøkurnar hjá
Kringvarpinum av lýsing
ingum, skulu niðurlagast.
Men í hesum sambandið
er tað eisini umráðandi at
skifta orð um, hvussu Kring
varpið so skal fíggjast, tí
missur Kringvarpið inntøk
ur av lýsingum, má tað fáa
aðrar inntøkur ístaðin.
Hinvegin staðfestu ting
limir, at, hóast tað varð
samtykt,
at
lysingarnar
skuldu niðurlagast, er akku
rát tað øvugta hent, tí lýsinga
inntøkurnar eru dubbaðar.
Sjálv heldur landsstýris
kvinnan, at tað er skeivt, at
Kringvarpið hevur spon
sorar sum ein fastan tátt av
rakstrinum og at stovnurin
hevur inntøkur av lýsingum
yvirhøvur.
Annars vóru politikarar
úr
bæði
Tjóðveldinum,
Javnaðarflokkinum,
Mið
flokkinum og Fólkaflokk
inum samdir um, at tað er
ein óskikkur, at Kringvarpið
hevur inntøkur av lýsingum
og sponsorum.
Men samstundis vóru
politikarar greiðir yvir, at
Løgtingið máttu gera upp
við seg sjalvt, hvussu Kring
varpið so skal fíggjast.
Teir róðu eisini fram
undir, at politiska skipanin
máttu eisini seta greiðar
karmar rundan um Kring
varpið og gera greitt, hvussu
nógv tað skal senda.
Men tað er eisini ein
spurningur um at gera Kring
varpinum
greitt,
hvørjar
skyldur tað hevur fyri tað
játtanina, tað hevur.
Higartil hoyra vit bara
um, hvat ikki ber til, siga
politikarar, sum saknaðu
heldur at hoyra meiri um,
hvat ber til.
Tað má nevniliga ikki
henda,
at
Kringvarpið
sleppur at leggja politisku
skipanina undir trýst fyri at
fáa hægri játtan, tí tá er
vandi fyri, at vælviljaðir
politikarar fáa betri sømdir
í Kringvarpinum, men at
aðrir verða lagdir á ís, sum
ikki eru so hugaðir fyri at
játta
stovninum
meiri
pening.
Spurningurin
er,
um
Kringvarpið skal fíggjast
umvegis skattin, men eftir
at hava loddað dýpið, er
Helena Dam á Neystabø
komin til ta niðurstøðu, at
hesum er ikki meiriluti fyri
í Løgtinginum.
Spurningurin varð eisini
reistur um, Kringvarpið
skal hava alla játtanina, ella
um aðrir miðlar skulu hava
sín part, tí eisini bløðini
hava átikið sær ein part av
teimum skyldum, sum átti
at áligið Kringvarpinum.
Kringvarpið skal
missa lýsingarnar
Nú mugu vit
taka støðu til ES
limaskapin ongantíð
ov skjótt, men fara
vit upp í, er ongin
ivi um, at vit fáa
ongar sersømdir á
fiskivinnuøkinum,
sigur Reiðarafelagið
Føroyar og ES
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Føroyingar mugu ongantíð
ov skjótt taka søðu til
spurningin
um
ES
limaskap ella ikki.
Tað staðfestir Reiðara
felagið nú.
Á heimasíðu síni stað
festir felagið, at fara íslend
ingar upp í ES, sum teir
hava søkt um, verða eisini
vit tvingað at taka støðu
til málið.
Tí eiga vit sjálvi at taka
spurningin
upp
beinan
vegin.
Men samstundis ávarar
Reiðarafelagið:
Hetta málið er so stórt,
at endar tað sum politisk
kastibløka, verður tað ein
vanlukka.
Annars heldur felagið,
at tað er onki undarligt, at
so nógvir føroyingar ikki
vita, hvørja støðu teir
skulu hava til ES.
Vanligi føroyingurin
hevur ikki fingið nakra ser
liga kunning um fyrimunir
og vansar og kunnu sostatt
illa taka støðu.
Samstundis
stingur
Reiðarafelagið
nakrar
møguleikar út í kortið.
Eitt sum freistar, er tann
stóri fíggjarligi stuðulin,
ES letur fiskivinnuni, tí
vit
merkja
sera
væl,
hvussu
kappingaravlag
andi hann er fyri okkum.
Hinvegin var boðskap
urin á ES ráðstevnu í
Norðurlandahúsinum
í
summar, klokkuklárur.
Og tann boðskapurin
var, at hvørki vit, ella
íslendingar, fara at fáa
sersømdir, tí tað, sum ES
samtykkir, verður galdandi
fyri allan felagsskapin.
Treytirnar fyri fiski
skapin koma at verða
avgjørdar í Brússel, har er
so eingin ivi, staðfestir
Reiðarafelagið.
Í hesum sambandi vísir
Reiðarafelagið á, at spani
ólar og fransmenn fara teir
eisini at kunna eiga skip í
Íslandi
javnbjóðis
íslendingum.
Vilja hesir hava broyt
ingar í íslendskum sjógvi,
so er tað ikki nógv íslend
ingar kunnu gera við tað,
sigur Reiðarafelagið.
Tvinga føroyingar at taka støðu til ES
Tinglimir úr flestu flokkum halda, at
Kringvarpið skal ikki longur fíggjast við
lýsingum ella sponsoravtalum, men so má
semja fáast um, hvussu tað so skal fíggjast
Nýggj kirkjusókn
í Tórshavnar kommunu
Til komandi kirkjuráðsval í november verða Hoyvík, Hvítanes og Sund
nýggj kirkjusókn, og nýtt kirkjuráð skal veljast til Hoyvíkar kirkju. Í hesum
sambandi verður fundur um kirkjuráðsvalið í Hoyvíkar kirkju sunnukvøldið
klokkan 19 fyri áhugaðum. Umboð fyri kirkjuráðið og valstýrið fara at
greiða frá um kirkjuráðsvalið, uppstilling, mannagongdir v.m.