fríggjadagur 11. september 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 173 - 11. september 2009
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Sólskinssøga
í skúlanum
Seinastu árini hevur tað verið langt millum góðu
søgurnar í skúlanum. PISA úrslitini hava verið væl
lakari, enn tey hava verið í okkara grannalondum,
og skoðsmálini, sum skúlin hevur fingið, hava ikki
verið stimbrandi.
Í morgun legði Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna, úrslitini fram av landsroyndini,
sum tey í 4. og 6. flokki vóru til í vár. Royndin var
í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni, og
úrslitini vóru væl betri, enn tey hava verið.
Ofta verður sagt, at í fjølmiðlahøpi er dapra søgan
tann góða søgan. Soleiðis skal tað ikki vera í
hesum førinum: Føroyska samfelagið - alt sum tað
er – eigur at kenna seg eiga part í næmingunum
og skúlanum, og skúlanæmingarnir verða tey,
sum fara at mynda føroyska samfelagið. Tí eiga vit
øll at fegnast um úrslitini, sum vórðu løgd fram í
morgun. Serliga hugaligt er tað hjá lærarunum,
sum tað so ofta hevur verið fokus á. Ikki minst, tá
ið úrslitini ikki hava verið so góð, hevur tað verið
at hoyrt, at ein av stóru trupulleikunum hevur
verið, at útbúgvingarstøðið og arbeiðslagið í
skúlanum hevur ikki verið nóg gott.
Tá ið sólskinssøgan nú er komin fram, eiga vit at
heilsa skúlunum og lærarunum og ynskja teimum
tillukku og blíðan byr í framtíðini. Næstu árini
fara at vísa, um talan fer at verða um støðuga
menning.
Ivaleyst fer nú at verða spurt og hugsað um,
hvørjar orsøkirnar kunnu vera til, at støðið er
hækkað. Hugburðurin til PISA kanningarnar hevur
verið ymiskur, men uttan mun til, hvat vit halda
um kanningarnar, so er tað eingin ivi um, at tær
hava havt við sær, at tilvitanin um skúlan er nógv
økt, eisini millum foreldrini. Politiski myndugleikin
og umsitingin hava sett tiltøk í verk, sum tað væl
kann hugsast hava havt síni árin.
Nú ræður um at halda tørn um góðu gongdina.
Skúlin eigur framvegis at verða raðfestur so høgt,
sum tað á nakran hátt ber til, og sjálvandi eigur
tað at verða lagt soleiðis til rættis, at tað fæst sum
mest fyri pengarnar – í undirvísing og umstøðum
og tilfarið og møguleikum. Hetta taka landið og
kommunurnar sær av.
Læraraútbúgvingin sigst vera fyri stórum
broytingum. Í fjør fóru tey á Frælsinum undir
nýggja royndarútbúgving. Tað ljóðar frá at vera
mennandi og spennandi útbúgving fyri nútíðina
og framtíðina, sum nú verður boðin komandi
lærarum. Tað snýr seg um at fáa samband millum
tann veruleika, sum lærararnir standa í kring
landið og tað, sum er á skránni í útbúgvingini,
og tað ræður um at skapa tilboð, sum kunnu
førleikamenna tey, sum arbeiða í skúlunum.
Í dag fegnast vit sum sólskinssøguna samstundis,
sum vit vóna, at áralagið framvegis verður gott í
royndini at menna skúlan, sum er so týdningarmikil
partur av grundarlagnum undir okkara alra framtíð.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Í januar 2009 setti lands
stýrið niður kommunala
umskipanarnevnd at gera
uppskot til kommunure
form. Málið er m.a. komm
unusamanlegging og út
legging av fólkaskúlanum
til komandi stórkommunur
nar at umsita fult og heilt.
Landsstýriskvinnan í
mentamálum, Helena Dam
á Neystabø, hevur fleiri
ferð alment boðað frá, at
hon skjótast gjørligt vil
hava fólkaskúlan skipaðan
í skúlaøki. Endamálið við
hesum er lutvíst at fáa
skynsamari og bíligari
rakstur av fólkaskúlanum,
lutvíst at hækka fakliga
støðið í undirvísingini.
Ætlanirnar hjá lands
stýriskvinnuni eru sambært
fjølmiðlunum nú so ítøki
ligar, at tal og navn nú
verða sett á allar teir fólka
skúlar, sum landsstýrið
skal niðurleggja kring alt
landið. Einar 35 í tali.
Kommunalir skúlar
Sambært fólkaskúlalógini
hava kommunur skyldu til
at veita øllum børnum
undirvísing. Kommunurnar
hava til hetta endamálið
bygt – og byggja framvegis
– skúlar kring landið.
Kommunurnar eiga
skúlarnar og avgera tí, hvar
børnini skulu ganga í
skúla. Landsstýrið kemur
við lærarunum.
Sambært lógini eru tað
eisini kommunurnar, sum
hava rættin at avgera, um
ein skúli skal niðurleggjast.
Henda avgerðin er so
mikið týdningarmikil, at
borgararnir kunnu krevja
hana til fólkaatkvøðu.
Í sjálvum sær er ætlanin
hjá landsstýriskvinnuni at
savna skúlarnar í størri
eindir skilagóð bæði fíggj
arliga og undirvísingarliga.
Hetta eru tí eisini ætlanir,
sum Kommunusamskip
anin og kommunurnar í
stóran mun kunnu taka
undir við, men sum krevja
neyva viðgerð, áðrenn
endalig støða kann takast.
Øllum er greitt, at verða
35 skúlar niðurlagdir, er
talan er um kollveltandi
inntriv í nærum hvørja
bygd í Føroyum. Hetta
kann tí ikki gerast uttan
um lokala myndugleikan.
Men enn hevur lands
stýriskvinnan ikki spurt
kommunurnar eftir.
Kommunureformurin og
skúlareformurin
Kommunureformurin er í
veruleikanum eisini ein
skúlareformur. Tá ið tær
komandi stórkommunurnar
fáa ábyrgdina av lærarun
um kanska longu um hálv
tannað ár, hava tær eisini
fulla fíggjarliga ábyrgd av
at skipa raksturin av øllum
skúlunum í kommununi.
Tí hava flestu kommunur
langtsíðan gjørt sær tankar
um, hvussu skúlaskipanin
verður rikin mest skynsamt
í teirra avvarðandi økjum –
ikki bert í mun til
fíggjarligu orkuna og undir
vísingarligu dygdina, men
so sanniliga eisini í mun til
trivnaðin hjá næmingum
og fólkinum á staðnum
annars.
Henda tilgongd er longu
byrjað úti í kommununum.
Hetta er eisini leiðin at
ganga samsvarandi komm
unureformurinum – at tað
er og skal framvegis verða
einstaka kommunan, ið
hevur ábyrgdina at skipa
og fíggja skúlaskapin
lokalt.
Tað er tí sera hugstoytt og
óheppið, at landsstýris
kvinnan í mentamálum
arbeiðir við kollveltandi
broytingum á økinum uttan
at samskifta við kommun
urnar yvirhøvur. Kann tykj
ast, sum ætlar landsstýris
kvinnan at taka sær alt ræð
ið á skúlaøkinum úr hond
unum á kommununum.
Hesum mótmælir
Kommunusamskipanin
harðliga. Hetta er ikki á
nakran hátt fremjandi fyri
kommunureformin ei
heldur skúlareformin.
Kommunusamskipanin
mælir tí staðiliga lands
stýriskvinnuni til alt fyri
eitt at taka kommunurnar
beinleiðis við í arbeiðið.
Eitt er vist, at uttan semju
og felags fatan millum
land og kommunur á hes
um avgerandi øki fyri alt
tað føroyska samfelagið,
spyrst als einki gott
burturúr.
Kommunurnar eiga skúlarnar og
avgerðarrættin at niðurleggja skúlar
formaður,
Kommunusamskipan
Føroya
HEðIN
MortENSEN
Í speiskari viðmerking til
mín vísir Christoffer
Jensen á, at hann sum
diabetikari brúkar ávíst
slag av heilivági, sum ikki
kann skiftast um við sam
svarandi bíligari heilivág
av øðrum merki. Tvørtur
ímóti er avleiðingin fyri
hann av átakinum hjá
Apoteksverkinum, at hann
nú skal gjalda 45 ferðir so
nógv fyri sín serstaka
heilivág, sum hann gjørdi
áður.
Til hetta kann eg siga, at
tað var ein fullkomiliga
greið fyritreyt frá politisk
ari síðu, fyri at Apoteks
verkið skuldi sleppa at
gera hetta átakið fyri at
fremja eitt skiftið frá
dýrum til bíligan heilivág,
at ongin sjúklingar skuldi
gjalda meira, men helst
minni. Altso, at tað eisini
skuldi blíva bíligari fyri
sjúklingin. Og ikki dýrari
sum Christoffer vísir á í
sínum føri.
Hetta er greitt brot á
politisku fyritreytina fyri at
fremja hetta átakið hjá
Apoteksverkinum fyri
skifti frá dýrum til bíligari
heilivág við samsvarandi
góðsku og eginleikum.
Tí vil eg taka upp við
politiska myndugleikan á
økinum at fáa hesi
viðurskiftini í rætt lag, so
skeivleikin, ið Christoffer
vísir á, kann rættast.
Við bestu heilsanum.
Heilsan til Christoffer Jensen um heilivág
løgtingsmaður
HANS PAULI
StrøM