Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. september 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 11. september 2009 13 viðmerkingar At Sands bygdaráð skildar Sandoyar Meginskúla eina millión er óheppi. Men nakað eindømi er tað ikki. Sjálvur var eg bygdaráðs­ limur í Skálavík frá mið­ skeiðis í sjeyti árunum, og gott og væl tjúgu ár. Øll tey fyrstu árini var eg limur í Skúlastýrinum fyri Sandoyar Meginskúla. Tað hoyrdi næstan til, at onkur av kommununum var í afturhond við sínum gjaldi. Tað vanliga var, at for­ maðurin á fundi gjørdi teir ið umboðaðu viðkomandi kommunu varar við, at teir vóru í afturhond. tá krepp­ an kom, aftaná áttatiárini, vóru tað kommunur um landið, ið ikki megnaðu síðar skyldur til teir felagsskúlar tær hoyrdu til. Tær kundu søkja Lands­ stýrið um hjálp, so tær fingu greitt sína eftirstøðu á tann hátt. Vit komu tíbetur ongantíð í ta støðu. Tað rennur hóast alt nakað í kommunuassan hvønn mánaða, so løgið skal tað verða, um ikki milliónin hjá Sands bygdaráð kemur at minka munandi um ikki so langa tíð. Tað skiltu vit eisini á tí, formanninum fyri skúlastýrið, Gerhard Lognberg, segði við Útvarpið Kjakið um slík mál hoyra ikki heima í bløðunum, men á einum bygdaráðs­ fundi. Hjá einum fleirtali er væl einki til hindurs fyri at fáa fund í lag, nær tað skal verða. Fyri okkum, sum búgva í Sandoynni er hendan skrivingin so keðilig sum hugsast kann. Hvar vit koma og fólk fáa at vita at vit eru av Sandoynni, so hoyra vit orðini: »Tað er ónátúrligt sum tit klandrast har suðuri«! So okkara um­ dømi verður eftir hondini so sum so. Í vissum førum er hendan skriving óbúgvin. Ovseint goldin skuld Palli DalsgaarD Í samband við ólavsøkupakkan og vision 2015 verður víst á týdningin av at fáa altjóða flogvøll og at seta almenn arbeiði í gongd. Kanningar higartil hava greitt víst, at økið við Skorhæddina á Eystnesi er besta staðið í Føroyum til altjóða flogvøll. Her kunnu tvørbreytir gerast. Breytin í landnyrðing/ útsynning kann gerast góðar 2000 metrar long, og tann av Eystnesi í útnyrðing tað dupulta ella meira. Økið við Skorhæddina er tað frægasta í Føroyum til javnan vind. Høg fjøll eru so langt burtur, at tey gerast ikki stórur trupulleiki. Flogvøllurin verður mitt í Føroyum og tætt við kyrrasta fjørð, vit eiga. Hetta hevur alstóran týdning. Flogbreytin í landnyrðing/útsynning er tann áhugaverda í fyrstu syftu. Hon nøktar tann akutta tørvin ­ er ríkiliga long til nýggju flogførini. Altantic Airways hevur umbiðið. Hertil er lendið slætt, so breytin kann gerast skjótt og bíliga. Samskipan Undirsjóvartunnil millum Suðurstreymoy og Eystur­ oy loysir seg at gera, tí fíggingin kann klárast við rímiliga lágum bummgjaldi, og so bindur hon meginpartin av Føroyum nógv betur saman. Tað skuldi verið sjálvfylgja at tunnilsgerð og flogbreytar­ arbeiði verður samskipað, so nógvar milliónir krónur verða spardar. Latið Landsverk sum skjótast fara í holt við tunnilsgerð og flogvøll. Íløga sum loysir seg lækni Óli Mikkelsen Eg fari at royna at greina hetta eina ferð afturat, tí Rolf Guttesen sigur seg enn ikki skilja tað (viðm. í Sosialinum 8. sept. 2009). Orsøkin til, at eg skrivaði fyrsta lesarabræv mítt, var tann, at eg vildi vísa á, at um vit broyttu stavraðið, so fór tað at fáa avleiðingar fyri skriftmálið. Sum nevnt hava vit í nógv ár lagað fremmandaorð og tøkuorð til okkara stavrað, og tískil er ein ørgrynna av slíkum tillagaðum orðum í máli­ num. Men sum tey, ið fáast við at týða, rættlesa o.a. vita, koma alsamt nýggj orð inn í málið, eitt nú í sambandi við frøðiligar ella tøkniligar tekstir, kunngerðir og lógartekstir, men orð kunnu eisini stinga seg upp á fyrsta sinni í matuppskriftum, skúlabókum, skaldsøgum, tíðindaskrivum o.ø. Hetta er nakað, ið tey fæstu gera sær far um, men sum tey, ið hava málsligt arbeiði um hendur, vita av og stríðast við. Og fyri at vit kunnu gera okkara arbeiði til lítar, mugu vit hava eina stav­ setingarliga regluskipan at halda okkum til. Annars fáa vit ikki umsitið málið. Hetta vildi eg gera vart við, so fyrilit kundi havast fyri hesum í viðgerðini av málinum. Tann leistur, ið vit hava havt, byggir á føroyska stavraðið, og hann verður fyrst og fremst umsitin av Málstovuni, ið hevur um hendur almennu mál­ røktina. Frammanundan var tað Málstovnurin við Jóhannesi av Skarði á odda, ið tók sær av mál­ røktini, og hesin stovnur bygdi á tað sama grund­ støðið, so hetta hevur langar røtur. Sjálvt um vit – tíverri – ikki hava eina lógarfesta rættskriving­ arorðabók, so halda vit okkum til ta regluskipan, ið er grundstøðið, og til tær orðabøkur, ið eru tøkar. Men sigast má, at ein rættskrivingarorðabók saknast. Sjálvt um tú hevur eina aðra meining enn tey, ið greiddu Heimsatlasið úr hondum, so hevur tann almenni stovnur, ið hevur tikið sær av hesum, ein lógarfestan myndugleika til tess (sí www.skulaboka­ grunnur.fo), og til hjálpar í arbeiðinum var almenna Málnevndin, ið eisini hevur ein lógarfestan myndugleika til tess (sí Reglugerð fyri Føroysku málnevndina, www.fmn. fo). Tískil snýr tað seg ikki um at vera samdur ella ikki samdur. Hesir stovnar hava myndugleika til at útinna sítt starv. – Fyri at venda aftur til Heimsatlasið, so verður tað nýtt á øllum skúlum og nógvum skriv­ stovum o.tíl., og tískil verður “forvirringurin” uppaftur størri, ikki minst hjá teimum ungu, um vit ikki halda okkum til tann leist, ið er í Heimsatlasin­ um, men fara at stava landa­ nøvn o.a. á ymsan hátt. Snýr tað seg um fólka­ nøvn, so er tað tann almenna navnanevndin, ið umsitur tey og hvussu tey skulu stavast. Viðvíkjandi skriftmáli­ num, so er tað ikki tann einstaki, ið ger av, hvussu orð skulu stavast. Soleiðis er tað ikki í øðrum lond­ um, og hví skal tað vera soleiðis her? Tað er ein ávísur regluskipaður leist­ ur, ið vit øll mugu laga okkum eftir. Niðurstøðan er tískil, at tað hvørki er Rolf Guttesen ella eg, sum avgera hvussu orð og nøvn skulu stavast. Forvirringurin kann gerast størri Marjun a. siMonsen Nú er avgerðin tikin: morgunlesturin verður endursendur kl.10.05. Tá ið vetrarskráin hjá kringvarpinum byrjar av álvara mánadagin 14. september, er endursendingin av morgunlestrinum aftur á skránni. Hesum hevur stjórin í kringvarpinum nú boðað frá. Kristiligt Lurtara­ og Hyggjarafelag (KLH) fegnast stórliga, at endursendi morgunlesturin verður aftur á skránni. Nógv hava saknað hesa góðu tænastuna hjá kringvarpinum. Takk Kringvarp Føroya! Morgunlesturin verður endursendur formaður, Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag uni næs Landið skal spara. Tað er eitt faktum. Men at tað skal ganga út yvir tey veikastu í samfelagnum líkist ongum. At tað skal ganga út yvir pensiónistar, sum eru úts­ litnir og hava stríðst og stev­ ast alt lívið, líkist ongum. Landssjúkrahúsið slepp­ ur heldur ikki undan at spara, og tí sleppur psyki­ at­riski depilin heldur ikki undan. Men at psykiatr­ iski depilin niðurleggur eina heila deild, deild 1, sum fungerar so væl, er bæði synd og skomm. Hvar skulu tey sálarliga sjúku fara? Skulu tey bara liggja heima uttan viðgerð? Verða tað bara tey, sum eru allarringast fyri, sum sleppa inn á eina deild at liggja? Hetta er óforsvarligt! Verða tey sálarliga sjúku als ikki tikin í álvara?? Hanna Vang Eg eri ørkymlað av úttalil­ sunum hjá Petru Joensen, Almannastjóra, um at tað liggja fakligar grundgev­ ingar aftanfyri ætlanirnar um at taka fleiri ungfólk við serligum tørvi ella breki heim til Føroya, mitt í einum skúlaári. Hon sigur at tað kunnu liggja tvær grundgevingar aftanfyri at enda eitt uppihald. Onnur er, at málið er rokkið, og tað er í øllum førum at fegnast um. Hin er, at mett verður, at málið ikki kann røkkast, og er hetta ein sera álvarslig niðurstøða. Tað løgna í hesum er, at fleiri av teimum, sum hava fingið boð um at koma heim í úrtíð, hava fingið sama freist; tey skulu koma heim 1.oktobur. Eisini hava fleiri av teimum sum hava finigð boð at koma heim í úrtíð, fingið við sær ”handlepl­ an” ella støðumeting og málsetning frá viðgerðar­ staðnum, sum sigur júst tað mótsatta av tí sum Almannastovan leggur til grund fyri heimtøkuni. Tað er óhugsandi, at foreldur ynskja at teirra ungu ella børn skulu búgva í Danmark, um uppihaldið ikki er gott fyri tey. Eg haldi at framløgurnar í fjølmiðlunum seinastu dagarnar tosa fyri seg. ”Søgan um hini” endur­ tekur seg og dømini frá 70´unum, tá fólk við sálarsjúku komu heim til Føroya aftur, eftir hospitals­ uppihald í Danmark eru skelkandi. Tey flestu fluttu inn á LSH og har hava tey haft sín bústað til doyggj­ andi dag og einki arbeiðs­ tilboð av nøkrum slag. Onkur hevur skarað framúr og roynt at gera vanligt útiarbeiði saman við teimum og tað hevur givið lívsgleði og hevur bøtt um heilivágsnýtsluna hjá tí einstaka sjúklinginum. Nú, nærum 40 ár seinni, liva summi av hesum fólkum enn uttan líkinda samleika. Er tað tað Almanna­ stjórin vil bjóða okkara børnum og ungu við breki? Hvar hevur Almannastjórin fakligu grundgevingarnar frá? MauD Wang Hansen Synd og skomm