Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. september 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 173 - 11. september 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og stórt hjálpsemi, tá okkara elskaði sonur, maður, pápi, verpápi, abbi, bróður og svágur Jákup Johnsson Thomsen Fuglafjørð andaðist og varð jarðaður Tøkk til prestarnar fyri góð og troystarík orð í kapellinum, til kórsetingina og til jarðarferðina. Tøkk til Essa fyri vakran sang í kirkjuni, somuleiðis tøkk til Tummas Frank fyri vøkur orð á grøvini. Tøkk til berarar, sangarar, kirkjutænarar og gravarar. Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og fyri peningagávu til leguhúsið í Nesvík. Tøkk til tykkum øll sum so trúføst vitjaðu Jákup hansara síðstu tíð, og annars veittu honum og okkum stuðul undir sjúkraleguni. Hjartans tøkk til øll, sum hjálptu til og gjørdu mat til ervið. Hjartans tøkk til øll, sum fylgdu Jákup til gravar. Vegna familjuna Signhild, Marin, Bára, Mortan, Jonn og Marta Gud sá teg blíva troyttan, ein kurur var ikki at finna. So Hann tók armarnar rundan um teg og teskaði: »Kom við mær«? Við tárum í eygum sá eg teg fara, sjálvt um vit elskaðu teg innarliga, so kundu vit kki fáa teg at verða eftir. Eitt gullhjarta steðgaði at banka tínar eymu hendur at hvíla, Gud tók teg heim fyri at vísa okkum, at hann tekur tey bestu. Marin Minni um beiggja mín Dánial Hentze á Sandi F. 29. okt. 1949 - d. 11. sept. 2008 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á so ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálptu til, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og systir Marjun Elida Joensen Klaksvík doyði og varð jarðað. Fyri tey avvarðandi Jón, Petur og Malvinus Tøkk Hjartans takk til øll tykkum, ið sýndu samkenslu tá góði maður, pápi, verpápi og abbi Sverri Patursson Kirkjubø doyði og varð jarðaður. Stóra takk fyri alla góða hjálp. Elsa, Torstein, Sjúrður, Tórður, Guðrun og Bjørg Ikki hevði eg væntað, at eg fór at skriva tær hesi orðini so skjótt. Eg sakni teg so ómetaliga nógv, men tað eri eg ikki einsamallur um. Tað veit eg, tí tú stóð jú so nógv­ um nær. Eg minnist einaferð at tú segði; »Kanska eg ikki var ein so góður pápi, men eg eri ein óluksáliga góður abbi« Og ja, tað var tú so heilt sikkurt, tann besti abb­ in, ein kundi ynskja sær, eingin ivi í tí. Altíð vart tú har fyri meg óansæð hvat. Minnist so væl, tá ið tú fortaldi mær, at tá eg einaferð lá á sjúkrahúsi við menigittis, vildi tú hava at vita, hvussu stóð til. Læknin, sum var dani segði »vi mister ham«, tølini vóru ikki góð, og tá segði tú við Gud, at um tú vilt taka lív, so tak mítt. Tá fóru øll tølini upp aftur og eg kom fyri meg aftur og bleiv frískur. Tað vil eg takka tær fyri, tí eg veit, at tú meinti tað av øllum tínum hjarta. Eisini vil eg takka Gudi fyri, at eg slapp at hava teg í 28 ár, hóast eg so fegin vildi havt teg longur. Í skrivandi løtu siti eg í kamarinum hjá mær umborð og royni at skrivi nøkur orð. Tað fer at kennast undarligt, tá ið Enniberg leggur at bryggju aftur, at tú ikki fert at standa og taka ímóti mær. Tað hevur tú gjørt hvørja einastu ferð, síðan eg fór fyrsta túrin til skips fyri 13 árum síðani. Tú hjálpti mær altíð at bera í land. Eg minnist sum í gjár, at tú fylgdi mær fyrsta túrin til skips. Minnist at tú hevði hug at reypa eitt sind­ ur fyri Mortani, reiðaranum, hvussu raskur eg var. Og soleiðis vart tú. Altíð stuðl­ andi. Tað fer eisini at kenn­ ast løgið at hoyra »sirenuna« á sjúkrabilinum aftur. Tí hvørja ferð eg hoyrdi hana, visti eg, at fáar minuttir aft­ aná fórt tú at ringja til mín. Og tað sló ikki feil. Tú ringdi fyri at tryggja tær, at alt var í lagi. Ongantíð segði tú nei, um eg spurdi teg um nakað. Tá eg hevði hug at fáa eitt ross, ja so gingu ikki nógvir dag­ ar, so fóru vit vestur í Vágar eftir einum rossi, sum tú gavst mær. Tá eg so vildi hava eitt gásapar, ja so hevði tú beinanvegin eitt øki, sum eg kundi brúka, einki var óført. Eg havi altíð følt meg so vælkomnan oman til tín og ommu í Sortudíki. Tað gjørdu øll, tí øll vóru so hjartaliga vælkomin um tykkara gátt. Altíð hevur tú verið so hjálpsamur og stuðl­ að øðrum. Tú hugsaði altíð um okkum fyrst, sjálvur komst tú í aðru rekkju. Men abbi, fyri mær vart tú ovast á listanum. Eg minnist, at einaferð kom eg til at bróta ein lampu­ skerm. Tá ið omma hevði hug at harmast, segði tú: »Anna, lampuskermar fær man allastaðni«. Dugdi altíð so væl at siga tað. Mær dámdi so væl, tá tú sat við klaverið. Eg fari ongantíð at kunna hoyra tónar frá einum klaveri uttan at hugsa um teg. Tað ljóðaði altíð so fantastiskt. Øll, sum stóðu tær nær, hildu so nógv av tær. Heil­ brigdið gekst tú upp í við lív og sál, og har veit eg, at tú hevur hjálpt mongum at fóta sær aftur og bjarga mongum familjum. Eg eri so stoltur av tær abbi. Tá ið onkur spyr, hvør eg eri, so kennist tað altíð so gott at siga, at eg eri abbasonur Inga Mohr. Eg eri so glaður um, at eg fekk ringt til tín dagin fyri, tú fórt. Sjálvandi spurdi tú fyrst, hvussu eg hevði tað. Ja sjálvt tá, hugsaði tú fyrst um hini. Eg hoyrdi á tær, at har vóru ikki nógvar kreftir eftir, men væntaði so ikki, at hetta varð seinastu ferð eg tosaði við teg. Tú endaði samrøðuna við: »Hav tað gott Bjarni og Jesus verið hjá tær«. Eg havi hoyrt fam­ iljuna siga frá, at tú skemtaði líka til tað síðsta, og at tú hevði sagt, at nú fóru tú og Samson abbi skjótt at rógva út saman. So nú fari eg at ynskja tykkum báðum ein góðan fiskiskap, soleiðis sum tú so mangan hevur ynskt mær. Beint áðrenn tú fórt, segði tú, at tú tókst bara bilettina. Hvat er tað ikki fantastiskt at síggja so lætt upp á tað. Eg kann ímynda mær abbi, at síðan tú ert komin har, tú ert nú, er blivið nak­ að nógv stuttligari at vera. Síggi teg fyri mær sita og undirhalda við tónleiki og onkrari góðari, tí tú dugdi so ótrúliga væl at siga frá og var eitt satt lívsstykki. Ein dag so fái eg somu bilett sum tú abbi. Og tá veit eg, at tú stendur har við tín­ um smíli og tekur ímóti mær við opnum ørmum. Og eg veit, at líka til tann dag sleppi eg undan at hugsa um, hvør mín verndar­ eingil er. Nú fari eg at tørna inn her. Eg vil bara takka tær fyri alt, tú hevur verið fyri meg. Tú hevur gjørt lívið hjá mær so ríkt, og fert altíð at vera í mínum tonkum. Eg skal eisini lova tær, at omma ikki skal føla seg einsamalla. So abbi góði, hvíl í friði til vit síggjast aftur ein dag. Bjarni Samson Minningarorð um verðins besta abba Inga Mohr