fríggjadagur 11. september 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 - 11. september 2009
15
Tøkk
Eg takki øllum hjartaliga, sum á ymiskan
hátt mintust meg á 90 ára føðingardegnum
tann 1. april 2009.
Miebeth Jacobsen Kirkja
(Sambýlið á Heygnum)
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu,
tá góði bróðir okkara
Joen Jacob Gaard Joensen
Vanliga nevndur Jack
andaðist og var jarðaður.
Systkini við familjum
Dagurin
11. september. Hildibjartur. Føroyskt navn fyri Hillebert,
sum var biskupur í Tours í Fraklandi og doyði í 1134.
Upprunaliga týskt navn, ið merkir stríð og bjartur.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
85 ára føðingardagur
Leygardagin 12. september verður Dania Dam, Kolla
fjørður, 85 ár. Dagurin verður hildin í Missiónshúsinum
í Kollafirði frá kl. 1218. Øll eru hjartaliga vælkomin
Prógv
Týsdagin 24. august varð Malan Ludvig, Tórshavn,
cand. mag í námsfrøði frá Københavns Universitet
Sunnudagin 13. september
fyllir Heðin 50 ár. Heðin
hevur fingið nógv á skafti
hesa tíðina, hann hevur liv
að. Hann hevur ikki ligið á
latu síðuni, tað kunnu vit
róliga siga.
Heðin kom upp í politikk
sum 32 ára gamal, tá hann
bleiv valdur inn í kommun
una. Fyrsta skeiðið sum
varaborgarstjóri, síðan bleiv
hann borgarstjóri til 2005,
tá kommunurnar løgdu sam
an við Sunda kommunu.
Heðin bleiv fyrst valdi borg
arstjóri í Sunda kommunu.
Tað starvið røkti hann til
seinasta val, tá hann valdi
ikki at stilla uppaftur.
Umframt at hava verið
virkin í kommunal og lands
politikki
seinastu
árini,
hevur Heðin eisini nakrar
fyritøkur, sum hann nú
hevur betur tíð til at røkja.
Við ynskjum um blíðan
byr framyvir.
Heðin, hjartaliga tillukku.
E
Heðin Zachariasen 50 ár
Ein Fuglfjarðardama í Havn verður 65
ár leygardagin 12. september. Eg má
ásanna, at tíðarbilið er komið eitt sindur
óvart á meg, men árstølini eru ikki at
taka feil av. Kanska er ein mamma altíð
er ein mamma – treytaleyst av áramál
um... Og so heldur hon sær eisini væl.
Tillukku við degnum!
Mamma mín, Hjørdis Sigurðsdóttir
Christiansen (f. Simonsen), varð borin
í heim 12. september 1944. Hon var
tann 6. í røðini av 9 børnum. Sigurð,
bróður hennara, sum eisini varð føddur
undir krígsárunum, hevur skemtiliga
tikið til, at tað ikki var so nógv tilfar
tøkt tá. Tey bæði eru nakað lægri á
vøkstri enn eldru og yngru syskinini.
Veit ikki, um tað hevur týdning uppá
aðrar mátar, men tað er ikki sørt, at
Hjørdis er knøpp í vendingini og altíð
klár, tá eitthvørt er á skránni. Helst
hava umstøðurnar eftir kríggið sett síni
spor og ávirka lyndið eisini.
Hjørdis fór 14 ára gomul til Havnar at
tæna. Fyrst í Skálabúðini, síðani hjá
Eigil Gunnarsson og til síðst hjá Viggo
Planck. Í 1962 fekk hon arbeiði í Sápu
húsinum. Um kvøldarnar tók hon hand
ilsskúla, fyri síðani at fara á sjúkrasystra
skúla í 6468. Hjørdis giftist Jóhan
Christiansen, syni Eli Christiansen, 10.
august 1969. Børnini fekk hon í 1970
(Eli), 1972 (Elsu Mariu) og 1987 (Jóhan
Martin).
Hjørdis hevur upplivað Havnina í
eina hálva øld. Tíðarnar eru alsamt
vorðnar betri, men tað er ikki so sjálv
dan, at hon tekur til gomlu hugnaligu
Havnina í 60’árunum. Hetta var ein
góð og lukkulig tíð hjá eini ungari
bygdardamu. Eisini í mun til trongligu
eftirkrígsárini. Tá var meira friður, enn
tað er í dag, vildi hon sagt.
Hjørdis er á ein hátt av gamla
slagnum, arbeiðir við trúfesti og stendur
ikki í fremstu røð at krevja. Tó ivast tú
ikki í, hvar tú hevur hana. Hon er ítøki
lig og kontant. Og hon fylgir væl við tí,
sum fyriferst runt hana og í samfelagnum.
Hjørdis hevur altíð verið trúføst í stað
bundnu samkomuni og móti sínum
egna heimi og húsi, sum altíð hava verið
væl røkt. Hon hevur gingið til matgerð
og fimleik í eitt mannaminni. Hon
gongur nógvar túrar. Og mín sann, um
hon ikki av og á fer niðan á Tórsbreyt.
Av lyndi er Hjørdis løtt, nærverandi
og blíð. Hetta hevur verið eyðmerkið
í heimi hennara. Hon hevur eggjað
børn síni til sjálvsvirði, men eins nógv
at vísa virðing og gestablídni mót
vegis øllum fólkum.
Í Orðtøkunum 31, 2531 er brot av
lýsing av eini dugnaligari konu, sum
kemur mær til hugs, tá eg hugsi um
mammu mína:
“Klædd í styrki og heiður gongur hon
við smíli hini komandi tíð ímóti. Hon
letur upp munnin við vísdómi, og kær
leiksáminning er á tungu hennara. Hon
hevur eyga við, hvussu gongur í húsi
hennara, og letibreyð etur hon ikki.
Synir hennara stíga fram og prísa hana
lukkuliga; maður hennara reisist og
rósar henni: „Mangar dugnaligar kvinn
ur eru, men eingin er móti tær!“ Væn
leiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd;
tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal
verða róst. Lat hana fáa ávøkst handa
hennara, og verk hennara skulu prísa
henni í býportrunum!”
Eg fari við hesum at takka tær fyri
farnu góðu árini, sum hava gingið væl
og skjótt. Og ynski tær alt tað besta
framyvir!
Vegna børnini, Eli
Hjørdis 65 ár
Sunnudagin 13. september verður Salo
mon Johannesen, vanliga kallaður Salli,
í Fuglafirði 95 ár.
Salli er annars hellumaður. Foreldur
hansara vóru Sigurbjørg, sum var ættað
úr Íslandi og Magnus av Hellunum. Tey
vóru fýra systkin.
Lívið hjá Salla hevur verið á sjónum.
Hann fór til skips 15 ára gamal, og er
ein av teimum færri og færri føroyingum,
sum hevur upplivað deyðsiglara, t.v.s.
skip uttan motor.
Í 1935 var Salli við Sigurfarinum í
Grønlandi, og teir vóru í sama illveðr
inum sum Blithsome, ið gekk burtur, og
har manningin varð bjargað av Coraliu.
Salli hevur eisini siglt undir krígnum.
Hann var við Forsøk, sum var ein av
norsku bátunum, sum rýmdi undan
norsku hersetingini. Men tíbetur vóru teir
ikki út fyri nakrari ógvusligari hending.
Í 1958 fór Salli við Báruni hjá gøtu
monnum við Meinhard Jensen, ættaður
av Hellunum, búsitandi í Norðragøtu,
sum skipara.
Har kom eg at kenna Salla. Hetta var
mín fyrsti túrur til skips undir Ísland í
sjálvdrátti. Vit gjørdust væl og hava
verið tað til hendan dag. Salli var stak
fittur at vera saman við. Hann var lættur
av lyndi, og hann var góður við teir
ungu. Slíkt verður ikki gloymt.
Seinni var Salli átta ár við Kongshavn,
sum róði út við bátum undir Grønlandi.
Hann var kokkur og kendur sum ein
góður kokkur. Tað var ikki minst stuttligt
hjá honum, tá skipað varð fyri samkomu
fyri manningina á Kongshavn fyri
nøkrum árum síðani.
Í 1967 var Salli við Marité tann til
tikna ringa heimtúrin. Salli hevur vissu
liga upplivað eitt sindur av hvørjum á
sjónum
Síni seinastu ár á sjónum sigldi Salli
við farmaskipinum Svani hjá Skipafel
agnum. Hann fylti 60 ár á Kappanum,
og hann sigldi til hann var 62 ár. Tá
hevði hann eisini verið nærum 50 ár á
sjónum og hevði tænt sína vernaplikt
fyri samfelagið.
Salli er ein fróðarmaður, sum dugur
væl at greiða frá, sum tað sæst í fleiri
frásøgnum hansara í FFblaðnum. Hann
hevur givið sítt íkast til søgu fiski
manna.
Tey, sum hava áhuga fyri hesum,
kunnu fara inn á: www.fiskimannafelag.
fo og síðan fara inn á pdf fílir av FF
blaðnum nr. 357 og 365.
Salli flutti fyri nøkrum árum síðan á
Vesturstovu í Fuglafirði, har tey eisini
hava havt nógva gleði av honum.
Nú eru sporini tó farin at tyngjast.
Salli giftist ikki, men hann hevur góða
ætt um seg.
Góði Salli, hjartaliga tillukku við tín
um kempualdri. Tað hevur verið stuttligt
at kenna teg.
ó.
Salli á Hellunum 95 ár
Leygardagin, 12. septem
ber kl. 14, verða eftirkoma
rar bodnir til fyrireikandi
fund í Vágs Bridge &
Billiardfelagshúsi í sam
band við, at Tummas í
Tøðuni 7. august 2010
hevði fylt 200 ár.
Tummas
Jacobsen
(18101883) giftist í 1833
við Elsebeth JoenWillum
sdatter (18121861). Tey
fingu 9 børn: Elisabeth
Maria Thomasdatter, Lisa
á Mýri (18331907), Anna
Sofía Thomasdatter (1835
1912), Ole Johan Thomas
sen, Óli í Tøðuni (1836
1906), Thomas Vinther
(19381838),
Elsebeth
Frederikka Vinther, Elspa
í
Líðini
(18391931),
Thomas
Pauli
Vinther
(18431843), Niclas Vinth
er, Niklas í Brekkugerði
(18441896),
Magnus
Vinther, Magnus í Brekku
gerði
(18481936),
og
Thomas Vinther, Tummas
á Oddafløtti (18511912).
Tummas í
Tøðuni í Vági
– Keisarin - 200 ár
nøvn