fríggjadagur 11. september 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 173 - 11. september 2009
Jákup Sverri Joensen var
í mong ár sjálv ímyndin
av fiskifrøðini í Føroyum.
Tann 14. september verður
hann 90 ára gamal. Vit
hava fingið eitt prát við
Jákup Sverra
Pápi Jákup Sverra, Pól, var úr Bø,
mamman Margreta var elst av
teimum 13 systkjunun á Rógvi úr
Vestmanna. Foreldur teirra vóru
Dora og Jákup. Margretha var
bert 17 ára gomul, táið mamman
doyði. Tá mátti Margreta taka um
endan í heiminum. Nøkur børn
fóru til onnur at vera, men fram
vegis var uppgávan stór hjá hesi
ungu gentu.
Pól var fyrst lærari í Vestmanna,
og hann gjørdist lærari Sandavági
í 1919. Hann var virkin sjálvstýr
ismaður og hevði eisini sæti á
tingi í fimm ár. Tað sigst, at hann
var ein av teimum meira hóvligu í
flokkinum. Frá 1927 til 1947 var
hann kommunustýrisformaður í
Sandavági, umframt at hann hevði
mong onnur álitisstørv. Hann
doyði í 1969 og Margretha í
1973.
Tey vóru fýra systkin. Elstur
var Jens Pauli, sum búði í Havn.
Maria giftist við einum bretskum
hermanni frá krígnum. Hann var
prestur, og tey búsettust í Bret
landi.
Leivur býr í Sandavági.
Jens Pauli var føddur í Vest
manna, men hini systkini vóru
fødd í Sandavági. Fyrstu tíðina
búðu tey í skúlanum, sum bert
hevði eina skúlastovu. Seinni
fluttu tey í onnur hús, og skúlin
varð øktur samsvarandi.
Niður at lesa
Farin úr skúlanum róði Jákup
Sverri út í tvey ár. Teir royndu við
snøri, og tað var nógv at fáa til
tíðir.
Men Jákup Sverri vildi sleppa
at útbúgva seg meira. Pápin mælti
honum til at fara í Realskúla í
Havn, men sjálvur vildi hann held
ur sleppa niður, og tað eftirlíkaði
pápin eisini.
Tískil fór Jákup Sverri niður á
Høng í 1936. Fyrst fór hann í real
skúla og síðan til student. Á Høng
var gott at vera. Her vóru fýra
aðrir føroyingar, millum hesar
vóru systkinabørnini Jógvan og
Niels Winther av Sandi.
Jákup Sverri var liðugur í 1940.
Tá var Danmark hersett av Týs
landi og Føroyar av Bretlandi, so
tað slapst ikki heim til Føroya
aftur.
Jákup Sverri fór tískil til Keyp
mannahavnar, har hann í fyrsta
umfari búði hjá pápabeiggjanum,
prestinum Emil Joensen, sum var
kendur fyri síni umsorgan fyri
føroyingum í Danmark.
Emil var formaður í Kristiliga
Ungmannafelagnum, og hann var
ein slík ímynd av felagnum, at tað
millum
manna
varð
kallað
Mílafelagið.
So var spurningurin, hvat ið var
at gera. Jákup Sverri skrivaði seg
upp at fara at lesa til verkfrøðing.
Men hetta vísti seg ikki júst at
vera hansara áhugi, so hann gavst
skjótt. So fyribils fekst Jákup
Sverri við fyrifallandi arbeiði.
Føroyingar lítlan fantasi
Eina ferð kemur Jákup Sverri á
tal við professaran Christian Matr
as. Hann tók til, hvussu lítlan fant
asi føroyingar høvdu. Fóru teir
niður at lesa, so var tað til prest
ella lækna og okkurt sum líktist.
Vit føroyingar livdu mitt í fiski
og av fiski. Men eingin hugsaði
um útbúgving innan tað økið.
Hetta gav Jákup Sverra nakað
at hugsa um, og hann fór at kanna
møguleikarnar.
Hann varð ráddur til at fara á
lærda háskúlan at lesa zoologi við
fiski sum sergrein. Men tá mátti
hann eisni hava tvær eykagreinir.
Hann kundi velja millum geologi,
geografi og botanik. Hann hevði
ikki tann stóra áhugan fyri
plantum, so hann valdi tær fyrru
av nevndu greinum. Hann skuldi
so eisini hava eina roynd í kemi.
Næsta stigið var sjálv fiskifrøð
in. Jákup Sverri fór til leiðaran á
Danmarks Fiskeri og Havunder
søgelser, Vedel Tåning, og segði
honum frá sínum áhuga fyri fiski
frøði. Hetta var á Charlottenlund
Slotti, har stovnurin helt til. Vedel
Tåning av ovurfegin. Endiliga ein
føroyingur, sum hevði áhuga fyri
fiski!
Jákup Sverri kom beinanvegin
at arbeiða í Charlottenlund. Hann
fekk enntá lykil til slottið, so hann
kundi arbeiða, tá ið hann vildi.
Finnur Beggu
Umftramt at koma í Kristiliga Ung
mannafelagið kom Jákup Sverri
nokkso nógv í Føroyingafelag, og
har kom hann at kenna Beggu,
sum var komin niður at tæna undan
krígnum, og sum heldur ikki slapp
heim aftur. Hon var systkinabarn
nevndu systkinabørnini av Sandi.
Tað gjørdi kanska sítt at tey komu
at kennast.
Begga var dóttir Mourits Winth
er, ættaður av Sandi, og Doru úr
Oyndarfirði. Tey vóru búsett í
Klaksvík, har Mourits hevði
handil. Mourits var eisini kendur
sjálvstýrismaður.
Begga fór seinni at læra til fysio
terapeut. Tey bæði giftust í 1946.
Høgni var føddur í 1947 og seinni
komu Ingi og Heini. Tað var ringt
at fáa íbúð, men fyrst fingu tey
eina í Brønshøj og síðan eina í
Bellahøj í útriðini av Keypmanna
havn. Har var gott at búgva.
Jákup Sverru átti mostrar í
Keypmannahavn. Ein var Astrid,
sum hevði eina føðiklinikk. Allir
synirnir eru føddur har, og einki
vildi hon hava fyri tað. So tætt var
familjusambandið.
Ein onnur systir var Gunhild,
sum búði í Moskva til mitt undir
krígnum. Maðurin var fjarritari.
Ein sonur hennara Knud er eisini
sera virkin at varðveita fiskastovn
arnar.
Var við til at finna sildina
Undir síni útbúgving var Jákup
Sverri var kanningarferð við fiski
rannsóknarskipinum Dana í fýra
mánaðir í 1948. Teir gjørdu
royndir og yngulkanningar undir
Føroyum, Íslandi, Vesturgrønlandi
og Eysturgrønlandi. Teir trolaðu
eisini í Faksaflóðini saman við
íslendskum skipi.
Aftaná fóru teir á sildaleiðirnar
norðanfyri og raktu við sild saman
við øðrum kanningarskipum. Leit
að var við ekkoloddi, asdikki og
gørnum, sum teir settu og fingu
nógva sild í. Hetta var ein veiða,
sum kom at hava stóran týdning
fyri Føroyar.
Tá byrjaði samstarvið millum
Føroyar, Ísland og Noreg um at
kanna sildina. Tað var Vedel Tån
ing, sum stóð fyri hesum royndum.
Heim at ”gera” eina
fiskirannsóknarstovu
Jákup Sverri var liðugur við sína
útbúgving í 1951 og fekk beinan
vegin starv hjá Danmarks Fiskeri
og Havundersøgelser.
Spurningurin varð tá reistur um
at fáa eina deild í Føroyum. Tån
ing byrjaði í 1950 at tosa við
Christian Djurhuus, sum tá var
landsstýrismaður, um hetta.
Tað varð avrátt, at Jákup Sverri
skuldi taka hetta uppá seg við at
vera helvt um helvt í Føroyum og
Danmark. Kostnaðurin skuldi eis
ini býtast millum Føroyar og Dan
mark.
Jákup Sverri byrjaði at arbeiða
í kjallaranum í ytsta húsinum í
Tinganesi, har løgmaður nú situr.
Hann ferðist tískil ímillum 23
ferðir árliga.
Begga helt áfram at arbeiða á
kommunuhospitalinum í Keyp
mannahavn sum fysioterapeut.
Henda skipan helt á til 1959.
Jákup Sverri svav í Tinganesi og
át hjá madam Ellingsgaard.
Tåning doyði í 1959. Hansara
eftirmaður
Einar
Berthelsen
segði, at sjálvandi skuldi Jákup
Sverri búgva fast í Føroyum.
Tey fluttu so heim og keyptu
húsini á Hvítanesvegnum . Hetta
var tá langt uttan fyri býin, og tað
var ein stór broyting, ikki minst
hjá Beggu, at flyta. Teimum kom
tó at dáma her sera væl.
Bygdi fiskirannsóknar
stovuna upp
Høvuðsarbeiðið hjá Jákup Sverra
gjørdist at kanna toskastovnin. Í
fyrsta umfari við niturkanningar
og máting av fiskinum. Seinni
varð byrjað uppá yngulkanningar.
Til hetta endamál vóru bátar
leigaðir.
Men arbeiðsuppgávurnar vórðu
alsamt øktar, og tað kravdi meira
av fólki.
Fyrsta hjálparfólk kom í 1958,
og var tað Andreas Reinert. Aftaná
hann komu menn sum Arnold
Henriksen og Osmund Justinus
sen. Osmundur hevði roynt í Eyst
ursjónun eftur laksi, og hann var
við í eini verkætlan at finna útav,
um laksur fekst á føroyskum øki.
Tað gjørdi hann, og hetta kom at
vera ein góð veiða í fleiri ár.
Osmund letur sera væl at Jákup
Sverra. Hann var fittur og hjálp
samur. Osmundur sigur, at hetta
var ein spennandi tíð við nógvum
royndum, sum nógvar komu at
fáa stóran týdning fyri okkara
fiskiveiðu. Tað, sum eisini gjørdi
tað so áhugavert at arbeiða hjá
Jákup Sverra var, at hann altíð var
so opin fyri hugskotum frá sínum
medarbeiðarum.
Aðrar kanningar vóru eisini
gjørdar, sum t.d. eftir nebbasild.
Her var tað Kúrberg við skila
manninum Johan Simonsen, sum
stóð fyri hesum kanningum.
Tað bøttu nógv um møguleik
arnar, at Fiskirannsóknastovan
fekk trolaran Jens Christian Svabo
til fiskirannsóknarskip í 1964, og
at tað varð flutt í egnan bygning á
Debesartrøð í 1967.
Uppaftur betri gjørdist tað, tá ið
Fiskirannsóknarstovan fekk Magn
us Heinason. Hann var eitt rættu
ligt frambrot tá, hóast tíðin nú er
farin frá honum.
Jákup Sverri hevur eisini verið
nógv við til samráðingar um fiski
rættindini
sum
til
dømis
í
NEAFC.
Her tekur hann serliga til Atla
Dam sum ein framúr samráðingar
mann. Tá hann var við, kom úrslit
ið altíð at gerast munandi betri,
enn nakar hevði roknað við. Hann
var virkuliga ein góður maður
fyri Føroyar, sigur Jákup Sverri.
Lívið aftaná
Fiskirannsóknarstovuna
Jákup Sverri gavst á Fiskirann
sóknarstovuni 68 ára gamal.
Begga doyði í 1995. Hetta var ein
stórur smeitur fyri hann og fyri
tey øll. Begga var eisini ein merk
isverd kvinna. Hon hevði greiðar
meiningar um øll viðurskifti, og
hon bakkaði ikki fyri at siga tær á
røttum staði.
Ítrivið hjá Jákup Sverra er seyð
urin, sum hann hevur á stykkinum,
har hann býr. Væl er seyðurin
røktur, tí hansara 6 ær hava í ár
fingið 11 lomb, t.v.s. fimm av
seks hava tvílembur .
Tað sum harmar Jákup Sverra
nógv beint nú er, at tjaldrið hjá
honum tykist at vera horvið.
Fyrst í 80unum kom eitt tjald
urspar at halda til á stykkinum.
Tey vórðu púra spøk, og ótu av
hondunum. Tey bygdu eisini reið
ur og fingu pisur.
Eitt ár kom bert annað tjaldrið
aftur. Tað kom eisini í vár, men nú
hevur tað verið horvið. Tað plagdi
annars at pikka uppá rútin og tað
át úr hondunum.
Synirnir búgva allir í Havn, og
er hetta Jákup Sverra ein góður
stuðul. Hann eigur níggju abba
børn.
Sjálvur havi eg kent Beggu og
Jákup Sverra frá tí eg kom í FF.
Kann siga, at vit gjørdust sera
væl. Tað var altíð hugnaligt at
hitta tey bæði og eisini at vitja tey.
Tey bæði vóru sera ymisk, men
væl riggaði.
Hóast Jákup Sverri hevur búð
rímiliga langt frá sínum arbeiðs
plássi, so hevur hann ikki havt
koyrikort. Hann gekk frá og til
arbeiðis. Hetta hevur gjørt sítt til,
at hann ber seg so væl.
Hiðani verður ynskt Jákup
Sverra hjartaliga tillukku við
teimum 90 árunum.
Tað ber til at heilsa uppá Jákup
Sverra í Havnar Klubba føðingar
dagin frá kl. 1619.
ó.
Jákup Sverri Joensen 90 ár
nøvn
Jákup Sverri Joensen bygdi Fiskirannsóknarstovuna frá grundini av
Bergljót var Jákup Sverra ein góður
stuðul