fríggjadagur 11. september 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 - 11. september 2009
17
Í dag, fríggjadagin 11. sep
tember frá kl. 1517 verður
ein almenn móttøka í sam
bandi við at barnatannrøktin
í Tórshavnar Kommunu
hevur 50 ár á baki. Byrjað
verður í Eikilund á skúlan
um í Kongagøtu ( nýggjasti
partur av Kommunuskúl
anum.) Aftaná verður opið
hús, myndaframsýning og
drekkamunnur á tannlækna
stovuni í Tórsgøtu.
Í 1959 kom tann fyrsta
skúlatannlæknastovan
við
kommunalt settum tann
lækna í Havn sum tann fyrsta
av sínum slagi í Føroyum.
Barnatalið 016 ár, ið fá
tilboð um tannrøkt í Suð
urstreymi, eru í dag sløk
5.000 børn. Tilsamans 20
starvsfólk arbeiða í barna
tannrøktini
Tórshavnar
kommunu, harav fimm tann
læknar og tveir tannrøktarar.
mg
Barnatannrøktin 50 ár
nøvn
Føðingar
30. august fingu Christian og William eina lítlasystir, sum eitur
Kendra. Hon var fødd í Oslo, var 50 cm long og vigadi 3200 g.
Foreldur teirra eru Randi og Nicholas Holm.
30 august fingu Ingun Hentze og Teitur Heindriksson, Tórs
havn/Kirkjubøur, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði
4400 gr.
2. september fingu Bjørg Einarsdóttir Olsen og Jákup Mortensen,
Argir, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3300 gr.
3. september fingu Aranya Siamthaisong og Mourits Eyðunsson,
Tórshavn, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3300 gr.
3. september fingu Saranja Hammer og Roy Kilgour, Tórshavn,
ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 2800 gr.
4. september fingu Anna Sofía og Henrik Mellemgaard,
Tórshavn, ein son. Hann eitur Andrias Mellemgaard. hann var
53 cm langur og vigaði 3250 gr.
5. september fingu Bennvør Ferjá Eyvindsson og Benjamin
Foged, Keypmannahavn, ein son á Hvidovrehospital. Hann var
53 cm langur og vigaði 3478 gr.
5. september fingu Hansi í Kálvalíð og Súni Jacobsen, Hósvík,
eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3800 gr.
6. september fingu Ranveig Meinhardsdóttur og Helgi Hansen,
Strendur, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 4000 gr.
6. september fingu Judith Eysturtún Rubeksen og Jógvan
Rubeksen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði
3950 gr.
7. september fingu Lillian Djurhuus og Bjørn Thorsteinsson
Hoyvík ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4800 gr.
7. september fingu Edda Hjartvardsdóttir og Jan Odmarsson,
Argir, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 3550 gr.
7. september fingu Beinta Dalsgarð og Jónsvein Bærentsen,
Argir, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 2910 gr.
9. september fingu Vanja Dam og Ragnar Joensen, Klaksvík,
eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3150 gr.
10. september fingu Linda og Dánjal Debes, Oyri, ein son.
Hann var 56 cm langur og vigaði 4350 gr.
10. september fingu Anna Maria Sivertsen og Mourits Søren
sen, Streymnes, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 4000
gr.
6. sept. fingu Karina og Heini eina lítlasystir. Hon vigaði
3950 g. og var 55 cm long. Foreldur teirra eru Judith Eystur
tún Rubeksen og Jógvan Rubeksen og tey búgva í Hoyvík
3. august fingu
Sára og Linn
Augustinussen
Keypmannahavn
eina dóttur. Hon
vigaði 2730 g og
var 50 cm long.
Her situr
stórasystir
Hjørdis við
didduni
Her eru starvsfólkini á tannlæknastovuni íklødd sum Karius og Baktus í samband við
mentunarnáttina 2009
Klædnahandilin
„hjá
Kissa“, sum er ein partur av
býarmyndini í Havn, verður
45 ár mánadagin 14. sep
tember 2009.
Mánadagin eru 45 ár liðin
síðan Jens Christian Christi
ansen (Kissa) byrjaði at
handla við mannfólkaklæð
um í miðbýnum í Havn. Eft
ir at hava arbeitt í handlinum
hjá Hans Joensen í Niels
Finsensgøtu í meira enn 30
ár, stovnaði Jens Christian
Christiansen, vanliga nevnd
ur Kissa, sín egna klædna
handin við mannfólkaklæð
um á horninum Sverrisgøta/
Tórsgøta í 1964.
Kissa varð føddur í Havn
27. juni 1916. Hann var ser
liga kendur sum sílaveiðu
maður, og hann var ein av
undangongumonnunum
í
Føroya Sílaveiðufelag. Tær
flestu fríløturnar á yngri
árum brúkti hann við tráð
uni. Eitt annað av frítíðar
ítrivum hansara, var frí
merkjasavningin, og har var
hann mettur at vera ein
rættiligur „kapasitetur“.
Saman við svágrinum Pet
uri Háberg stovnaði Kissa
„Norrøna Forlagið“. Teir
góvu út bøkur og annað til
far á føroyskum. Eftir nøkur
ár gevast teir við forlagnum
og við endan av fýratiárun
um fóru teir at innflyta bilar
úr Onglandi og stovnaðu
Bilasølan Norrøna.
Kissa var eisini ein av stovn
arunum
av
Barnahjálp
argrunninum
saman
við
Peturi Háberg, Ludvík Breck
mann og øðrum. Grunnurin
varð stovnaður undir krígn
um, og hevði sum endamál at
hjálpa neyðstøddum børnum.
Kissa andaðist 14. desem
ber 1996, 80 ára gamal.
Eftir tað yvirtók dótturin,
Elin Guttesen, handlinum. Í
dag eru tað Elin og sonurin
Birgir Carlsson sum stjórna
handlinum.
45 ára stovningardagurin
verður hátíðarhildin við eini
stórari útsølu hjá Kissa, sum
byrjar mánamorgunin og
verður alla komandi viku.
mg
Klædnahandil 45 ár
Leygardagin 12. septembur
verður Trygvi Midjord í
Hvalba 65. Trygvi sleit sínar
barnaskógvar í býarpartinum
við Neyst, sum einasti
beiggi í einum systkinaflokki
uppá fimm. Tríggjar av systr
unum Anna Elisa, Margit og
Sólgerð búgva í Hvalba,
meðan tann elsta systurin
Paulina býr í Tórshavn. For
eldrini vóru Kristianna og
Jacob Midjord.
Trygvi royndi sum ungur
sjólívið, og fiskaði hann
bæði í Grønlandi og undir
Íslandi. Sum nógvir aðrir
Hvalbingar arbeiddi Trygvi
eisini á kolinum.
Miðskeiðis í 60árinum
fór Trygvi undir at koyra
rutu millum Hvalba og
Tvøroyri. Tey fyrstu nógvu
árini privat, inntil 1984 tá
hann fór at koyra fyri Bygda
leiðir. Í 1973 giftust Trygvi
við Rutt Jensen av Tvøroyri.
Stutt eftir fluttu tey frá
barnaheimunum hjá Trygva
og niðan á Neystabø. Trygvi
og Rutt hava trý børn: Ják
up, sum býr í Nesi í Hvalba,
Diana sum býr í Hvalba og
Kristian, sum býr í Dan
mark. Abbabørnini eru sjey
í tali og eru tey sera góð við
Trygva abban.
Trygvi hevur haft ómeta
ligan stóran týdning fyri
Bóltfelagið Royn, har hann
hevur havt sína dagligu
gongd í mong ár. Trygvi er
enn virkin í felagnum sum
venjari. At Trygvi hevur ver
ið Royn ein hollur stuðul í
mong ár, sæst aftur við at
felagið hevur gjørt hann til
heiðurslim.
Trygvi er sera handaligur
og sæst hetta aftur í nógvum
heimum í Hvalba. Ikki
minst hevur hetta komið
børnunum væl við, nú tey
hava sett sær búgv. Nógv
kundi verið skrivað aftrat
um Trygva abban, men vit
vilja við hesum fáu orðum,
takka tær so hjartaliga fyri
alt og ynskja tær hjartaliga
tilukku við degnum.
Ójavnt Harrin gávur býtir,
ein fær færri, annar fleir,
hvør sum væl tær gávur nýtir,
honum vil Guð geva meir,
vist vit fingu øll so frægt,
at um vit tað nýta rætt,
heim til Guðs vit skuldi náa,
ævigt lív og sælu fáa.
Kona, børn, svigarbørn
og abbabørn
Trygvi Midjord 65 ár
Starvsfólkini hjá Kissa f.v.:
Birgir Carlsson, Elin Guttesen
og Jona á Borg
Mynd: Jens Kristian Vang