fríggjadagur 11. september 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 | vikuskifti | 11. september 2009 | 83. árgangur
Vikuskifti
Hann skipaði fyri fyrsta
fólkafundinum, var til at stovna
Havnar Bóltfelag, Havnar
Framburðsfelag, hann var fulltrúi hjá
sorinskrivaranum, politikari og
sýslumaður
100 ÁRA MINNI
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í morgin, leygardagin klokkan 16, skipar felagið
Ættarbandið fyri forkunnugum fundi í Miðla
húsinum í Havn, har Ólavur Clementsen fer
at greiða frá um Mads Andreas Winther, sum
var hin fyrsti borgarstjórin í Havn eftir nýggju
skipanini. Tiltakið er samstundis liður í 100 ára
haldinum hjá Tórshavnar Kommunu.
M. A. Winther varð føddur í 1871 á
Sandi, og í skúlanum har fekk hann fyrsta
barnalærdóm sín. Níggju ára gamal varð hann
í 1881 sendur til Havnar at ganga í realskúla,
men alla sína skúlatíð stundaði hann suður
aftur til heimbygdina.
Tá hann hevði gingið til og var fermdur, var
hann í tvey ár skrivstovudrongur sorinskrivar
ans, men fór so suður aftur til Sands og tókst
við fyrifallandi arbeiði.
Næstrafólk hansara vóru skúlahugað
og hámentað fólk, fleiri teirra høvdu verið
skúlaskeið á donskum háskúlum. Nú stuðlaðu
tey honum at leita sær kunnleika og at
víðka sær sjónarringin við at fara á danskan
háskúla. Á heysti 1890 fór hann niður á
Vallekilde.
Heimafturkomin var hann fyrst eitt skifti
í heimbygdini, flutti so aftur til Havnar, har
hann gjørdist skrivstovumaður á sorinskrivara
skrivstovuni.
Hetta var mitt í sprettandi tjóðskapartíðini,
og Mads var ikki seinur at leggja uppí.
Annan hvítusunnudag 1894 skipaði hann
saman við skopuninginum Jóhan Hendrik
Poulsen fyri fyrsta fólkafundinum í Føroyum.
Hann varð hildin undir Traðarhamri á Sandi
við gudstænastu, røðum og sangi. Umframt
innbjóðararnar røddu R. C. Effersøe, Jóannes
Patursson og Just Jacobsen.
Frá 1899 til 1916 sat M. A. Winther sum
skrivarafulltrúi, og hesi árini luttók hann
dúgliga í politiskum eins væl og øðrum
felagslívi.
Í 1903 var hann við til at stovna
veljarafelagið »Føroya Framburðsfelag«, sum
fekk stóran leiklut í politiska stríðnum, sum
tók seg upp fyrst í øldini. Mads varð valdur
á ting í 1905 og í Tórshavnar býráð í 1908
– og hann varð fyrsti borgarstjóri í Havn eftir
nýggju skipanini. Hann var við til at íbirta
Havnar bóltfelag 1904 og var sum longu
nevnt ein av høvuðsmonnunum í Havnar
Ungmannafelag, ið varð stovnsett í 1906.
Í 1916 fekk Mads Andrias Winther
sýslumansembætið í Sandoynni og flutti
suður til føðibygd sína at búgva. Her búði
hann til deyðadags í 1923.
Bókmetaverk:
Tað mesta av tí, M. A. Winther skrivaði,
varð skapað í sambandi við Havnar
Ungmannafelag og blaðið »Baldursbrá«, og
tað varð til á sín serliga hátt. Teir vinmenninir,
sum íbirtu felagið, komu javnan saman til prát
og kjak, og av og á vórðu søgur skrivaðar. Tær
vórðu til á tann hátt, at Mads Andrias segði
søguna, meðan Petur Alberg skrivaði niður
frásøgn hansara. Av hesum er stílurin merktur.
Eftir innihaldi ber til at býta prosaskaldskap
Mads Andriasar upp í tríggjar bólkar.
Hin fyrsti fevnir um prosastubbar í
háfloygdum stíli, har skaldið eldhugað ber
føðilandinum kvøðu. Ein teirra endar soleiðis:
»Latið okkum av røttum virða og elska
okkara land og fólk; latið okkum unna teimum
tað besta! Leggja lív til, um nýtist.
Gud signi mítt føðiland, Føroyar!«
Annar bólkur eru søgubrotini, ið skaldið sjálvt
sigur vera brot úr ætlaðari longri søgu. Vit
kunnu nevna: »Brandur«, »Meðan teir tingaðu
um aldursstyrk«, »Hevnd mín røkkur í triðja og
fjórða lið« og »Tróndur prestur«, sum sipar til
táverandi Sandoyarprest, A. C. Evensen, og
stríð hans at fáa loyvi at nýta føroyskt mál í
kirkjunum.
Triði bólkurin eru tær meira heilskapaðu
stuttsøgurnar.
Tær eru eisini av ymsum slag, søgur,
ið bygdar eru á munnligar frásagnir úr
heimbygdini, t. d. »Eitt heppið bragd« og »Tá
Óli róði deyðaróður sín«, skemtisøgur sum
t.d. »Tá ið Mikkjal bleiv konfirmeraður« og
skúlasøgurnar úr K., og søgur, har nortið verður
við sosialar skeivleikar í samfelagnum.
M. A. Winther er ein hin fyrsti føroyingur,
sum alment ber fram partar av sosialistisku
hugsjónini. Hann visti um vekingina, ið farin
var fram innan arbeiðandi fjøldina seinastu
árini av 19. øld, og hann var hugtikin av hesi
áskoðan, at øll fólk áttu javngóðan rætt til
jørðina.
Sum politikari arbeiddi hann áhaldandi fyri
hesi hugsjón, uttan at vinna stórvegis sømdir,
og sum skald tekur hann altíð hin minni menta
í forsvar. Nóg mikið er at nevna samhugin,
hann sýnir neyðardýrunum í »Snarljós«, og
høggini, hann gevur bæði verðsligu og andaligu
yvirvøldini í søguni »Hungur«.
Kelda: snar.fo
Mads A. Winther (1871-1923):
Heimasandsmaðurin
sum gjørdist fyrsti
borgarstjórin í Havn
Mads Andreas Winther, sum var ættaður heiman
av Sandi, var fyrsti borgarstjórin eftir nýggju
kommunuskipanini í Havn í 1909. Hann var føddur í
1871 og doyði longu 1923. Tá var hann sýslumaður
á Sandi
100 ÁRA MINNI
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Ættarbandið er eitt felag fyri
ættargranskarar. Á hvørjum ári
hevur felagið havt almennar
fundir um ávísar søguligar
persónar.
Við tað at Tórshavnar
kommuna fyllir 100 ár, hevur
nevnd felagsins gjørt av at
hava fyrilestur um fyrsta
býráðsformannin í Havn,
Mass Andrias Winther (1871
1923). Mass Andrias Winther
og Jóhan Hendrik Poulsen
vóru teir í skipaðu fyri fyrsta
fólkafundinum í Føroyum,
hetta var 14. mai í 1894. Hann
kom upp í politik, og saman
við øðrum íbirti hann í 1903,
fyrsta veljarafelagið í Føroyum,
Føroya Framburðsfelag.
Tá ið nýggja býráðslógin kom
í gildi í 1908, var M. A. Winther
valdur á listanum hjá hesum
sama felag og gjørdist hann
soleiðis fyrsti býráðsformaður
í Havn.
Tað verður Ólavur Clement
sen sum fer at hava fyrilestur
um Mass Andrias Winther í
Miðlahúsinum í Havn, leygar
dagin 12 september kl.16.00.
Í nevndini í Ættar
bandinum eru:
Maria Jacobsen, Glyvrar,
formaður
Elin Midjord, Tórshavn,
næstformaður
Jóna Lindenskov, Tórshavn,
skrivari
Katrin Mørkøre, Eiði,
kassameistari
Andras Joensen, Tórshavn,
nevndarlimur.
Ættar-
bandið
minnist
Mads A.
Winther