leygardagur 17. november 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 223 - 17. november 2001
Nr. 223 - 17. november 2001
3
FERÐSLUÓHAPP
Maria Kristina Smith,
praktikantur
Mánakvøldið tann 12. nov-
ember um 11-tíðina, hendi
eitt ferðsluóhapp á Sandi.
Fýra ung fólk vóru í bil-
inum, tey vóru á veg til
Húsavíkar, tá ið førarin
misti tamarhaldið á bilin-
um, sum endaði í einum
grótgarði.
Førarin og persónurin
beint aftan fyri hann fingu
ongan skaða, persónurin
undir liðini av føraranum
breyt nøkur rivjabein og
hevur møguliga punkterað
tað eina lunga. Persónurin í
miðjuni
aftanfyri
fekk
skurðsár av trygdarbeltin-
um, og persónurin høgru-
megin aftanfyri breyt annað
kjálkabeinið.
Bilurin hevði píkadekk,
og er tað lívshættisligt tá ið
bilurin ikki hevur brúk fyri
tí, sigur sýðslumaðurin á
Sandi. Hann vil eisini vera
við, at tað uttan iva var
trygdarbeltið sum gjørdi at
tey ungu ikki vóru verri
fyri.
SPÁKINGARTÚRUR
Maria Kristina Smith,
praktikantur
Í dag tann 17. november,
verður skipa fyri áhuga-
verdum spákingartúri í
Kvívík og er tað Ingigerð á
Trønið sum stendur fyri
tiltakinum.
Á túrinum verður greitt
frá og hugt eftir søguligum
tingum, sum t.d Urtagarð-
inum, víkingaútgrevstun-
um, kirkjuni og gomlu
mylluni.
Eisini verður sjálvandi
greitt frá kenda trolaranum
»Stella Argus«, sum gekk
burtur í 1957 við fleiri
kvívíksingum umborð.
Túrar sum hesin verða
gjørdir alt árið, serliga eru
fjallatúrarnir væl dámdir,
kanska tí, at hesir eru
hugnaligir og óhátíðarligir,
men fyrireikarnir kundu
hugsa sær, at túrarnir til
Havnar, høvdu fingið eins
stóra undirtøku, tí at hesir
eru sera áhugaverdir, siga
tey.
Bjargað av trygdarbeltinum
Áhugaverdur Kvívíkstúrur
Vøksturin í altóða búskap-
inum verður nógv minni
enn væntað bæði í ár og
næsta ár, sigur Altjóða
Gjaldoyragrunnurin IMF
Fyri bara einum mánað
síðani væntaðu búskapar-
frøðingarnir hjá grunnin-
um, at framgongdin fór at
verða 3,5 prosent næsta ár,
men útlitini hendan sein-
asta mánaðin eru versnað
so nógv, at grunnurin nú
væntar, at framgongdin
verður 2,4 prosent. Tað er
sama
framgongd,
sum
grunnurin væntar í ár.
Stjórin í IMF, Horst
Köhler, segði í gjár, at tað
er sera trupult at meta um
gongdina í altjóða búskap-
inum eftir yvirgangsat-
sóknirnar í USA fyri góð-
um tveimum mánaðum síð-
ani. Hann skundaði sær tí
at skoyta uppí, at tann sein-
asta metingin er óviss, og
at tað kann gerast neyðugt
at kanna gongdina eina
ferð afturat.
Hóast útlitini hjá fleiri
londum og fleiri vinnu-
greinum eru døpur í løtuni,
væntar Altjóða Gjaldoyra-
grunnurin ein lítlan bata í
heimsbúskapinum næsta
ár.
Roknað verður við, at
vøksturin í amerikanska
búskapinum verður 1,1
prosent í ár og nakað niðan
fyri 0,7 prosent næsta ár.
Næststørsti búskapurin í
heiminum, tann japanski,
fær harafturímóti eitt fall
upp á 0,9 prosent í ár og
ætlandi 1,3 prosent næsta
ár, sigur IMF.
Væntar afturgongd
í búskapinum
Ósemja um fíggjarlógina
næsta ár kann gera enda á
nýggju stjórnini hjá Kjell
Magne Bondevik.
Tað var greitt, eftir at
samráðingar millum teir
tríggjar stjórnarflokkarnar
og stuðulsflokkin Fram-
burðsflokkin endaðu úr-
slitaleysar hóskvøldið.
Stjórnin hevur freist til
tann 20. november at leggja
uppskotið fram, og teir
næstu dagarnar skal fíggj-
arnevndin hjá Stórtingin-
um viðgera uppskotið.
Bæði stjórnarflokkarnir og
Framburðsflokkurin halda
fast um síni sjónarmið, og
tí kann uppskotið ikki fáa
meiriluta í verandi líki, tá
Stórtingið skal atkvøða um
tað tann 28. november.
Kjell Magne Bondevik,
forsætisráðharri sýtti í gjár
fyri at siga, um hann er til
reiðar at lata úrslitið av at-
kvøðugreiðsluni vera av-
gerandi fyri, um stjórnin
fer at halda fram.
– Eg vóni, at Framburðs-
flokkurin heldur uppskotið
hjá stjórnini vera betri enn
tað, sum undanfarna stjór-
nin hjá Arbeiðaraflokkin-
um legði fram, segði Kjell
Magne Bondevik í gjár.
Næstformaðurin í Fram-
burðsflokkinum, John I.
Alvheim, segði í gjár, at
hann fer ikki at atkvøða
fyri fíggjarlógaruppskotin-
um hjá stjórnini. Hann er
sostatt til reiðar at fella
stjórnina.
Framburðsflokkurin
hevur kravt, at næsta fíggj-
arlógin skal umfata størri
skattalætta enn tann, sum
stjórnin hevur skotið upp,
og harafturat krevur flokk-
urin, at avgjaldið á elektr-
iskum streymi og rús-
drekka skal skerjast mun-
andi.
Nýggja norska stjórnin
longu í vanda
UTTAN ÚR HEIMI
C
M
Y
K
3
2