leygardagur 17. november 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 223 - 17. november 2001
Nr. 223 - 17. november 2001
5
Læknar beina rusk
burtur á Landssjúkra-
húsinum, men hóast
hetta er arbeiði, sum
portørarnir í verkfalli
plaga at gera, so ætlar
Havnar Arbeiðs-
mannafelag einki at
gera við tað
VERKFALL
Eyðun Klakstein
Læknarnir á Landssjúkra-
húsinum beina nú rusk
burtur, tí portørarnir, sum
plaga at taka sær av ruskin-
um, eru í verkfalli.
Men hóast hetta arbeiðið
er umfatað av verkfallinum,
ætlar
Havnar
Arbeiðs-
mannafelag einki at gera
fyri at steðga læknunum í at
gera hetta arbeiðið.
– Ruskið kann ikki liggja
og sløðast, tí tað kann ger-
ast beinleiðis vandamikið,
so tað má onkursvegna
fáast av vegnum. Vit fara
ikki at berjast við læknar,
sum hava hug at taka rusk
upp, sigur Karl Johansen,
formaður í Havnar Arbeiðs-
mannafelag.
Fútarætturin uppí
Portørarnir á teimum trim-
um
sjúkrahúsinum
eru
framvegis í verkfalli, og tað
verður ikki roknað við, at
nakað hendir í málinum,
fyrr enn verkfallið kemur
fyri í fútarættinum týsdag-
in.
Leiðslan á Landssjúkra-
húsinum heldur upp á, at
verkfallið er ólógligt, og fer
tí at royna at steðga tí um-
vegis fútarættin.
Orsøkin til verkfallið er,
at ein portørur á Lands-
sjúkrahúsinum varð sagdur
úr starvi. Hesa uppsøgn við
Havnar Arbeiðsmannafelag
ikki góðtaka, og tí hevur
tað sent allar hinar portør-
arnar í landinum í verkfall.
Læknarnir
rudda
Læknar taka nú rusk upp á
Landssjúkrahúsinum. Hetta
er vanliga uppgávan hjá
portørunum, men teir eru í
verkfalli
Mynd: Jens Kristian Vang
– Tað er hugaligt at
síggja, at tað eru lut-
víst nógvir blóðgev-
arar í Klaksvík, sigur
Thomas Oldrup, sum
vitjar Klaksvíkar
Blóðdonorlið
BLÓÐ
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Tað eru nógv
fleiri blóðdonorar í Klaks-
vík enn í Danmark, og
Blóðdonorliðið riggar væl.
Tað
heldur
Thomas
Oldrup, sum starvast hjá
blóðdonorunum í Dan-
mark. Hann stendur fyri at
gera blaðið Donor Nyt,
sum eisini føroyskir blóð-
gevarar fáa.
– Í Danmark verður sagt,
at okkurt um fimm prosent
av fólkinum eru blóðgevar,
men her eru lutvíst nógv
fleiri, kanska ein 10 pros-
ent av klaksvíkingum, og
tað er sera gott, sigur hann.
Skriva um Føroyar
Hóskvøldið var Thomas
Oldrup við á hugnakvøldi
hjá Klaksvíkar Blóðdonor-
liði, sum varð hildið í
kantinuni á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi.
Hann ætlar sær eisini at
gera eitt sindur burtur úr
ferðini hjá sær til Føroya í
komandi blaðnum hjá blóð-
gevarunum.
Fingið nýggja
trygging
Blóðgevarnir
hava
eitt
árligt hugnakvøld, tá okk-
urt serligt verður gjørt burt-
ur úr, og hesaferð var
Thomas Oldrup boðin við
at greiða frá, hvussu skip-
anin við blóðdonor virkar í
Danmark.
Harafturat greiddu um-
boð frá Tryggingarfelagn-
um Føroyar frá, hvussu
nýggja
tryggingin
fyri
blóðgevar virkar, og hvat
hon umfatar. Hetta er ein
nýggj trygging, sum blóð-
gevarar í Føroyum hava
fingið.
Gera burturúr
Endamálið
við
hugna-
kvøldinum hjá Klaksvíkar
Blóðdonorliði er at gera
okkurt serligt burturúr.
– Vanligt er, at donorarn-
ir møta upp á sjúkrahúsin-
um, lata blóð og fara avstað
aftur. Eina ferð um árið
bjóða vit tó donorunum til
eitt hugnakvøld, har vit
gera eitt sindur burturúr,
sigur Ólavur Samson, sum
saman við Christiani Jør-
gensen og Karin Jacobsen
er í nevndini fyri Blóðdon-
orliðið í Klaksvík.
Undirtøkan fyri kvøldin-
um er vanliga góð, og so-
leiðis var eisini hesaferð.
Nógv fólk møttu til tiltakið,
sum tey halda eydnaðist
væl.
Til Klaksvíkar at vitja
blóðgevarar
Thomas Oldrup, sum stendur
fyri blaðnum Donor Nyt, vitj-
ar í hesum døgum Klaksvíkar
Blóðdonorlið
C
M
Y
K
5
4