leygardagur 17. november 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 223 - 17. november 2001
Nr. 223 - 17. november 2001
7
C
M
Y
K
Ríkisfelagsskapurin
er líka týdningarmikil
fyri okkum, sum
andadrátturin er,
sigur Atli Hansen,
sambandsmaður í
Gøtu, sum vil sleppa á
Fólkating
VALEVNI
Edvard Joensen
Tað er eingin ivi í hansara
sál um, at Føroyar eiga at
vera verðandi partur av
ríkisfelagsskapinum, sigur
sambandsmaðurin í Gøtu,
sum hevur búð 20 ár í
Danmark og kennir nógvar
danskar politikarar, sum
hann fegin vil sleppa at
samstarva við á Fólkatingi.
– Tað kann tykjast nakað
svartskygt at halda, at vit
eru við at venda á topp-
inum á tí hákonjunkturi, vit
hava liva á nú í nøkur ár,
sigur Atli Hansen. Men ein
pessimistur hevur eisini
rætt til at vera kallaður
realistur viðhvørt. Og eg
meti meg liva so mikið nær
veruleikanum, at eg dugi at
síggja, hvussu samfelags-
gongdin er, sigur hann við
einum ikki selriga væl
goymdum priki til ávísar
politikarar,
sum
hann
heldur ganga nakað leysar
frá jørðini.
Blokkurin
Blokkurin er einki mál í
sær sjálvum, sigur Atli
Hansen, sum eisini ætlar
sær at liva, eftir at blokk-
urin er tikin av. Men tað
skal kortini vera í ríkis-
felagsskapi við Danmark,
sigur hann.
– Endamálið hjá okkum
eigur at vera at gerast
búskaparliga sjálvbjargin
innan
fyri
ríkisfelags-
skapin. Og tað gera vit ikki
við tí gongd, sum hevur
verið undir hesari sam-
gonguni, vit hava í Føroy-
um í dag, sigur hann.
Samfelagið er niðurslitið
- og tað eru ikki bara slitnar
klichéeir, tá sagt verður so -
og vit hava, um vit vilja ella
ikki, ikki nóg mikið av
pengum av egnari fram-
leiðslu til at fáa tað upp
aftur á eitt brúkiligt støði í
løtuni, sigur Atli Hansen.
Bara á almanna- og
heilsuøkinum
skulu
so
ógvusligar íløgur til at fáa
tænastuna á tað, hon eftir
okkara tykki eigur at vera,
at tað manglar í alla aðra-
staðni, soleiðis sum fíggj-
arlógin sær út í dag, sigur
hann.
Hann heldur ikki blokkin
vera nakra góða loysn.
Gamla skipanin við aftur-
gjalding til ávísu økini,
tann sonevnda refusións-
skipanin, var nógv betri,
heldur Atli Hansen. Tá vóru
pengarnir
markaðir
og
skuldu brúkast til tað, sett
var á teir.
Hinvegin ber eftir hans-
ara tykki ikki til at fara at
broyta skipanina aftur til ta
gomlu. Tað vil bara ør-
kymla allar partar, um vit
liggja og skifta í millum
skipanir. Henni, sum vit nú
hava, mugu vit liva við, og
so royna at fáa sum frægast
burturúr.
Byggja uppaftur
Atli Hansen, fólkatingsval-
evni hjá Sambandsflokk-
inum, sigur, at tað er átrok-
andi neyðugt at byggja
viðurskiftini millum Før-
oyar og Danmark uppaftur,
eftir at verandi samgonga
hevur brotið tey niður hesi
árini.
– Tað er tíverri ikki bara
tómt tos, tá sagt verður, at
viðurskiftini er versnað
millum londini hesi seinnu
árini, sigur hann.
Konfrontatiónspolitikkur
in hjá okkara samráðingar-
fólki hevur verið av slíkum
slag, at danir hava sett hart
afturímóti. So tað krevur
stórt arbeiði at fáa viður-
skiftini upp á pláss aftur,
sigur Atli Hansen.
Hann ætlar sær at vera
umboðsmaður fyri allar
føroyingar, verður hann
valdur á Fólkating.
– Tað eigur ein fólka-
tingsmaður at vera, sigur
hann. At tosa um, at ein
fókatingslimur skal vera
loyalur móti landsstýrinum,
ber ikki til. Hann er valdur
fyri allar føroyingar, eisini
teir, sum settu krossin við
okkurt annað navn ella fyri
tann skuld lista.
Heima í Føroyum er
øgiliga nógv at byggja upp
aftur eftir kreppuna. Og tað
er rættiliga ótrúligt, at vit
ikki hava klárað okkum
betri í so máta, sigur Atli
Hansen.
Hann ásannar, eins og so
nógv undan honum, at
ongantíð í føroyskari søgu
hava viðurskiftini verið so
við okkum sum hesi seinnu
árini. Við inntøkutølum,
sum mestsum sveima úti í
rúmdini. Men hygg, um vit
hava dugað at fingið nakað
skilagott burtur úr politiskt.
– Nei, vit hava brúkt
pengarnar til at spæla full-
veldi fyri. Annað liggur á
láni. Samfelagstólini eru
niðurslitin, og vit brúka
pengar til at byggja størri
umsitng fyri.
– Jú, tað er brúk fyri
fólki, sum livir í veruliga
samfelagnum og sær hvat
hendir.
Støðið
Um støðið, hann hevur at
standa á, sigur Atli Hansen,
at tað er í lagi til ein
politikara.
Hann
hevur
verið í vinnulívi í mong ár.
Kemur nógv millum fólk
og veit og kennir, hvat
rørist í vinnuliga samfelag-
num, sigur hann.
At júst hann skuldi verið
væl egnaður til at røkt ein
fólkatingssess, ivast han
heldur ikki í. Hann hevur
búð í Danmark í 20 ár, har
hann hevði egna fyritøku,
sum bæði danir og føroy-
ingar komu nógv í samband
við.
Hann metir seg kenna
rættiliga væl til donsk
viðurskifti, eins og hann
kennir nógv fólk. Bæði
professionell og privat sam-
bond.
Millum annað nevnir
hann, at hann kennir nógvar
danskar politikarar per-
sónliga. Serliga eru tað
vinstrafólk, sigur hann. Og
tað metir hann eisini sum
ein fyrimun hjá sær sum
møguligum
fólatings-
manni.
Tí eingin ivi er um, at ein
sambandsmaður á Fólka-
tingi fer at arbeiða saman
við Vinstraflokkinum.
Tó metir hann ikki, at
hann fer at verða so inti-
greraður partur av flokkin-
um, at tað føroyska verður
burtur. Men hann fer ikki at
fella eina borgarliga stjórn í
Danmark, sigur hann.
– Tað verða altíð tey før-
oysku málini, sum fara at
viga mest í tingviðgerðini
hjá einum sambandmanni á
Fólkatingi,
sigur
Atli
Hansen, valevni Sambands-
floksins til fólkatingsvalið.
Ríkisfelagsskapurin er sum andadrátturin
Atli Hansen, sambandsmaður í Gøtu, sum ætlar sær á
Fólkating at umboða Føroyar, heldur, at ríkisfelagsskapurin er
líka umráðandi fyri føroyingar, sum sjálvur andadrátturin er
Vit eru á toppinum á einum hákonjunkturi,
og tað veldur høvuðbrýggj at ásanna, at
landsstýrið ikki hevur fingið betri burtur úr
teimum inntøkum, vit hava havt seinnu
árini, sigur Atli Hansen, fólkatingsvalevni
hjá Sambandsflokkinum
Fyri kommunuvalið
í fjør samtykti
Tórshavnar býráð,
at tørvurin á
barnaansing skuldi
vera nøktaður í
2003. Lyftið verður
ikki hildið, tí nú
sigur býráðið, at
hetta verður ikki
fyrr enn í 2006.
Foreldrafelagið talar
at og sigur, at
politikarar í býráð-
num eru óálítandi
BARNAANSING
Stefan í Skorini
Tann 5. oktober í fjør
samtykti Tórshavnar bý-
ráð einmælt hetta stevnu-
mið:
Tórshavnar Kommuna
setir sær sum mál kom-
andi 3 árini at loysa
barnagarðstørvin,
so-
leiðis at í seinasta lagi í ár
2003 skulu øll børn í
kommununi í aldrinum
1/2 til 8 ár hava tilboð um
mennandi barnagarðs- og
frítíðarvirksemi. Komm-
unan skal á hvørjum ári, í
sambandi við viðgerðina
av fríggjarætlanini, end-
urskoða
málsetningin,
soleiðis at útbyggingin er
í samsvari við barnatalið í
kommununi. Málið er at
beina burtur bíðilistan á
barnagarðsøkinum.
Eitt ár seinni er hetta
stevnumið broytt soleiðis,
tikið úr viðmerkingum til
fíggjarætlanina fyri 2002:
Í 2005 og 2006 kann
kommunan røkka málin-
um um 100% tørvsfulnað
fyri øll børn í Havnar
kommunu millum 0 og
10 ár.
Lyftið, sum varð givið í
fjør, var sjálvsagt ávirkað
av kommunuvalinum, ið
varð hildið í november
mánaði. Tá lovaðu allir
politikarar, at teir fóru at
seta alt inn fyri at loysa
trupulleikan á ansing-
arøkinum, har bíðilistar-
nir høvdu verið vaksandi
síðan 1996, tá býráðið á
fyrsta sinni setti langtíðar
ætlan út í kortið.
Foreldrafelagið er
ónøgt
Tað var Foreldrafelagið í
Havn, ið var við til at seta
barnaansingina á dags-
skránna til valið fyri
einum ári síðani, og
politikarar kendu seg
kanska kroystar at lova
100% tørvsfulnað.
Sámal Johansen er for-
maður í Foreldrafelag-
num. Hann sigur, at tað er
skelkandi, at býráðið
slakar í stevnumiðnum,
ið varð sett seinasta val.
Tó er hann ikki bilsin.
– Eg eri ikki serliga
bilsin av, at politikarar nú
taka lyftið um barna-
ansingina aftur. Sam-
stundis er tað skelkandi,
at teir ikki taka henda
trupulleika í størri álvara,
sigur Sámal Johansen.
Á einum stórum fundi í
Norðurlandahúsinum
í
fjør lovaðu allir politik-
ararnir, at teir fóru at seta
alt inn fyri at nøkta
tørvin. Sámal Johansen
vísir á, at tey í felagnum
ongantíð hava trúð uppá
hetta lyftið, tí trúvirðið er
so vánaligt.
Í viðmerkingum stend-
ur, at tørvsfulnaðurin í ár
er 80,5%. Komandi ár
verður hann 92,7%, í ár
2003 95,3% og í ár 2004
verður
tørvsfulnaðurin
97,9%.
Tað vil siga, at tørvurin
skal økjast við tólv pro-
sentum komandi ár sam-
bært ætlanum býráðsins.
Sámal Johansen ivast
tó í, um býráðið fer at
megna at halda hesa
ætlan. Hann vísir í tí
sambandi á, at býráðið
hevur mangan givið gylt
lyfti, sum bara hava verið
vónbrot hjá foreldrum,
sum hava smábørn, ið
ikki fáa stovnspláss.
Á býráðsfundi hós-
kvøldið vísti Elin Lind-
enskov á samtyktina hjá
býráðnum frá í fjør um at
nøkta tørvin í 2003. Hon
vildi vita, um hendan nú
verður avtikin. Minni-
lutin í býráðnum vísir á,
at býráðið brýtur hesa
samtykt. Hetta varð ikki
svarað.
Á fundinum mælti ein
meiriluti í mentamála-
nevndini býráðnum til, at
arbeiðið uppá nýggjar
dagstovnar í Hoyvík og á
Argjum verður boðið út
av nýggjum í innbodnari
útbjóðing til teir somu,
sum hava latið tilboð inn.
Ein minniluti mælti hin-
vegin til at bjóða arbeiðið
út av nýggjum í almenn-
ari lisitatión, so at øll
hava møguleika at bjóða
seg fram.
Í dag, leygardagin 17.
november, verður góður
loppumarknaður í sam-
komuhøllini í Studenta-
skúlanum í Hoydølum.
Marknaðurin verður opin
frá klokkan 10 til 17, og
nógv gott verður at fáa til
keyps.
Umframt loppumarkn-
að verður eisini køku-
tombola.
Ballóndjór
verða gjørd til børnini, og
kaffi og køkur verður
eisini selt. Um kvøldi
verður barnadiskotek í
kantinuni á studenta-
skúlanum fyri børn í
aldrinum 9-13 ár, og tað
verður frá klokkan 19 til
23. Tiltakið er til frama
fyri námsferð hjá 2.ð í
Hoydølum.
Býráðið hevur brotið lyftið um at nøkta tørvin á
barnaansing í Havn í ár 2003. Foreldrafelagið átalar, at
politikarar soleiðis slaka í teimum stevnumiðum, ið hava
verið lovað teimum
Býráðið brýtur lyftið
um barnaansing
Loppumarknaður í Hoydølum
C
M
Y
K
7
6