leygardagur 17. november 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 223 - 17. november 2001
Nr. 223 - 17. november 2001
9
– Samgongan, sum nú
situr, er í ferð við at
rigga samhaldsfasta
samfelagið av. Tí
mugu vit øll gera,
hvat vit kunnu, fyri at
venda gongdini, sigur
Tummas Arabo, sum
aftur stillar upp til
fólkatingsval
FÓLKATINGSVALIÐ
Áki Bertholdsen
– Tað er harmiligt at síggja,
hvussu samhaldsfestið í
føroyska samfelagnum er
viknað seinastu árini. Men
tað kemst av, at landsstýrið
førir ein sosialpolitikk, har
fólkaflokkurin einsamallur
sleppur at seta treytirnar.
Tummas Arabo sigur, at
hetta er ein grund til, at
hann hevur játtað at stilla
upp
til
fólkatingsvalið
hesuferð.
Tummas Arabo mest sum
hvarv úr fólkareygum eftir
løgtingsvalið í 1998, tá ið
hann ikki varð afturvaldur.
Tá ið hann ikki var í pol-
itikki, var hann kortini
javnan frammi, tí hann sat
sum stjóri á Strandferðsluni
og hana var ljóskastarin
mangan varpaður á. Men
síðani segði Sámal Petur í
Grund hann upp – seinni
kom fram at tað var av
órøttum,
sum
Tummas
Arabo fekk stórt endurgjald
frá landskassanum fyri
órættvísa viðferð.
Síðani hevur hann arbeitt
hjá
Tryggingarfelagnum
Føroyum, har hann hevur
lagt oljutryggingarnar til
rættis og framvegis umsitur
tað arbeiði. Hann undirvísir
eisini í virkisfyriskipan og
samfelagsfrøði á fiski-
vinnuskúlanum
í
Vest-
manna.
At undirvísa ungum fólki
er eitt arbeiði, sum passar
honum ómetaliga væl, sig-
ur hann.
Men nú, hann stillar upp
til fólkatingsval, er tað tí, at
hann framvegis metir, at
hann hevur okkurt at bjóða.
Rigga av
Hann sigur, at júst tí at
samgongan, sum nu situr,
er farin at rigga tað sam-
haldsfasta samfelagið av, er
tað so ómetaliga týdningar-
mikið, at fáa javnaðarflokk-
in uppí landsins stýri aftur.
– Og í tí sambandinum
eigur hvør einstakur at gera
tað, hann, ella hon, eru
ment fyri at venda teirri
gongdini. So tá ið javnað-
arflokkurin heitti á meg um
at stilla upp, játtaði eg, tí eg
haldi, at gongdin hevur
víst, at tað er einans javnað-
arflokkurin,
sum
kann
venda gongdini aftur, sigur
Tummas Arabo.
Men um hetta samstundis
merkir, at hann eisini stillar
upp til Løgtingsvalið er
óvist.
Hann fyllir 61 ár sjálvan
valdagin og hann dylir úr-
slitið av fólkatingsvalinum
verður fyri ein part avgerð-
andi fyri, um hann eisini
stillar upp til løgtingsvalið.
Eitt nú vísir hann á,
hvussu samgongan eftir
hansara tykki hevur hund-
vaða aðalmálini hjá javnað-
arflokkinum. Hann hugsar
fyrst og fremst um vælferð-
artænasturnar, heilsuverk-
ið, almannaverkið og skúla-
verkið.
– Eg havi serliga ilt av, at
skúlaverkið er so illa farið
og at samgongan ikki vil
játta tí so frægt av pengum,
at tað fær ráð til at bjóða
tær lærugreinar út, sum tað
eigur.
Men hann harmast eisini
um, at Landssjúkrahúsið
enn skal standa stongt ein
part av árinum.
– Tað er harmiligt at
síggja, at hesar vælferðar-
tænasturnar enn skulu vera
á sama støði, sum tey vóru
á í kreppuárunum. Tað nytt-
ar onki at siga, at játtanirn-
ar eru hækkaðar nógv sein-
astu árini, tí veruleikin er,
at støðið er ikki hækkað.
Hyggja vit eftir tølunum
fyri 1989, eru játtanirnar
hækkaðar ómetaliga lítið
og tað er í veruleikanum
eitt stórt bakkkast, tí tað er
nógv hent hesi seinastu 12
árini.
Og tá ið hann nevnir, at
samhaldsfesti er minkað,
hugsar hann eitt nú um
pensjónirnar.
– Landsstýrið ætlar av
avtaka
samhaldsføstu
fólkapensjónina, sum vit
kenna hana og at seta eina
skipan í gildi, har hvør bara
skal hugsa um seg sjálvan.
– Tað eru júst tey grund-
leggjandi, samhaldsføstu
virðini í samfelagnum, al-
mannaverkið, heilsuverkið
og skúlaverkið.
– Og at skerja tey, sum
tað er gjørt hesi seinstu
árini, er so grundleggjandi
í stríð við hugsjónirnar hjá
javnaðarflokkinum, at øll
mugu gera sítt til, at fáa
vent gongdini. Og tað kann
gerast við at veljarin vísir
samgonguni misálit á valin-
um týsdagin.
Ein strævin tíð
Tummas Arabo er annars
ikki óroyndur í politikki,
verri enn so. Hann varð
valdur á ting í 1984 og sat
til 1988. Í 1990 varð hann
afturvaldur og kom í lands-
stýrið, har hann skuldi um-
sita vinnumál, eisini fiski-
ídnað, men eftir at lands-
stýrið varð umskipað í
1993, tá ið fólkaflokkurin
fór úr samgonguni, fekk
hann øll fiskivinnumálini at
umsita. Hann sat í Lands-
stýrinum til 1994.
Hesi árini vóru ómetaliga
stríggin, tí tá skuldi nógv
tøk takast fyri at bjarga før-
oyska samfelagnum. Nógv-
ar av hesum kreppuloysn-
unum raktu meint og
kanska vóru tað tær, sum
kostaði honum tingsessin í
1994, tá ið hann ikki varð
afturvaldur.
– Vit tóku nógvar avgerð-
ir, men eftirtíðin hevur víst,
at nógv av teimum avgerð-
um vóru rættar, tí samfelag-
ið var aldrin komið so
skjótt fyri seg aftur, gjørdu
vit ikki tær kreppuloysnir,
sum vit gjørdu.
Ein av teimum mest um-
stríddu avgerðunum var at
stovna Føroya Fiskavirk-
ing.
– Eisini tann avgerðin var
røtt, tí Fiskavirking vísir
seg at virka á heilt góðari
leið, sigur Tummas Arabo.
Hann sigur, at hann er
ómetaliga fegin um, at tað
júst var javnaðarflokkurin,
sum sat við endan tá, tí
fekk fólkaflokkurin makt,
sum hann hevði akt, hevði
tað verið nógv øðrvísi.
– Vit høvdu tað moralska
støðið, sum kravdist fyri at
loysa kreppuna á virðiligan
hátt. Tí eru vit eisini fegin
um, at vit sluppu undan
nývali, tá ið fólkaflokkurin
fór úr samgonguni í 1993,
men ístaðin fyri kom tjóð-
veldisflokkurin uppí.
Orsøkin til, at fólkaflokk-
urin fór burturúr, var, at
landskassin hevði júst yvir-
tikið alla skuldina hjá bank-
unum og flakavirkjunum.
– Men tá ið tað var gjørt,
kravdi fólkaflokkurin, at øll
flakavirkini skuldu latast
gomlu eigarunum aftur fyri
lítið og lætt, samstundis
sum landskassin skuldi
hanga upp á skuldina.
– Tá máttu vit seta teim-
um stólin fyri hurðina og tí
fóru teir úr samgonguni.
Úrslitið av tí var, at
Fiskavirking varð sett á
stovn.
Tummas
Arabo
minnist, at nógv kjak var
um tað, men tað hevur
virkað hampiliga væl.
– Í øllum førum mugu vit
staðfesta, at samfelagið
kom óvanliga skjótt á føtur
aftur. Og tað er stuttligt at
sita nú og líta afturá og
kunna ásanna, at tað, vit
gjørdu, var rætt sigur
Tummas Arabo.
Men hann sigur, at tíverri
eru tey tjóðveldisfólk, sum
loystu kreppuna saman við
javnaðarflokkinum,
nú
skúgvað út í myrkrið í
flokkinum. Og tey, sum nú
stinga politikkin hjá flokk-
inum út í kortið, hava full-
komiliga givið seg undir
fólkaflokkin á sosialpolit-
iska økinum, og tí er sam-
haldsfestið so nógv viknað
hesi seinastu árini.
Ongin miðja eftir
Tummas Arabo er sam-
stundis sannførdur um, at
skulu nøkur sum helst
framstig gerast í viðurskift-
unum ímillum Føroyar og
Danmark, er einasta loysn-
in at velja javnaðarflokkin á
fólkating.
– Tjóðveldislokkurin og
sambandsflokkurin standa
fyri hvør sínum víðgongda
sjónarmiði. Men tað ein-
asta,
hesi
sjónarmiðini
tryggja okkum, er, at onki
kann henda, tí tað er ikki
undirtøka í fólkinum fyri
hvørgum
hesum
sjónarmiði.
– Tað, sum fólkið vil
hava, er ein loysn, sum
gongur ímillum loysing,
sum tjóðveldisflokkurin vil
hava og fullkomið sam-
band, sum sambandsflokk-
urin vil.
Men sum er, er ongin
miðja eftir í føroyskum pol-
itikki. Og tað er ein sann-
roynd, at skal nakað henda í
viðurskiftunum
ímillum
Føroyar og Danmark, er tað
neyðugt at styrkja miðjuna
í føroyskum politikki.
– Men skal hendan mill-
umloysnin finnast, er tað
bara
javnaðarflokkurin,
sum kann vera tann savn-
andi kraftin, sum førir til
eina loysn, sigur Tummas
Arabo.
Harmiligt at síggja
hvussu landið er farið
– Tað er harmiligt at síggja, hvussu tey tjóðveldisfólk, vit
samstarvaðu við og loystu kreppur saman við í nítiárunum,
nú eru skúgvað til viks í flokkinum. Nú er tað fólkaflokkurin,
sum setir treytirnar. Tann gongin má steðgast og tí mugu øll
gera sítt til, at javnaðarflokkurin fær ávirkan aftur, sigur
Tummas Arabo
Nú eru nýggjar reglar
gjørdar fyri tey, sum
søkja um at fáa
grundstykki frá Tórs-
havnar Kommunu
GRUNDSTYKKI
Áki Bertholdsen
Tórshavnar Býráð hevur nú
samtykt at gera nyggjar
reglur fyri tey, sum søkja
um grundstykki frá Tórs-
havnar kommunu.
Tað var á býráðsfundi
hóskvøldið,
at
býráðið
samtykti tær nýggju regl-
arnar, sum nú koma ístaðin
fyri reglarnar, sum hava
verið í gildi.
Leivur Hansen, býráðs-
limur helt, at í grundini var
talan um eitt ovurhonds
stórt og grundleggjandi mál
og tí mælti hann til at hava
borgarafund um málið, so
at almenningurin fekk høvi
at siga sína hugsan um
nýggju reglugerðina, og at
vit fingu eitt alment kjak
um hana, áðrenn hon
verður endaliga samtykt.
Men tað helt meirilutin
ikki vera neyðugt, hildið
varð ikki, at tað var rætt at
hava borgarafund um alt
møguligt.
Reglugerðin, sum nú er
samtykt, er soljóðandi:
1. Umsøkjarin verður sett-
ur á umsóknarlistan í
raðfylgju eftir umsókn-
ardegi
2. Umsøkjarin kann velja
at standa á hesum um-
sóknarlistum:
a) Tórshavn, Argir og
Hoyvík
b) Kaldbak og Kald-
baksbotnur
c) Hvítanes
d) Kollafjørður og
Signabøur
e) Norðradalur
f) Syðradalur
Til ber hjá umsøkjara at
standa á einum ella fleiri
listum. Men tó kann bert
verða boðið honum eitt
stykki, og tekur hann við
tilboðnum, verður hann
strikaður av øllum list-
um.
3. Fyri at verða settur á
listan skal umsøkjarin:
a) vera tilmeldaður Tórs-
havnar kommunu ella
vera
frámeldaður
í
lestrarørindum
ella
arbeiðsørindum.
b) ikki áður hava bygt
hús á grundstykki, sum
hann hevur keypt frá
kommununi.
c) ikki eiga annað hósk-
andi hús ella grund-
stykki í kommununi.
d) vera fyltur 18 ár
4. Umsøkjari, ið stendur
fremst á listanum, fær
fyrst boðið grundstykki.
Er talan um nýggja út-
stykking, verður lutakast
um, hvør skal hava hvørt
stykki.
5. Umsøkjari, ið ikki tekur
við bodnum stykki, kann
verða standandi á listan-
um, um hann ynskir tað,
og verður hann fyrstu
ferð standandi í sama
stað og síðani fluttur
aftast á listan.
6. Umsøkjari, ið tekur við
bodnum stykki, verður
strikaður av umsóknar-
listanum. Letur hann
stykkið inn aftur, áðrenn
bygt er á stykkið, kann
hann koma á listan aftur,
men skal søkja av nýggj-
um.
7. Víkjast kann frá hesum
reglum, tá ið talan er um
serstakar grundir, ið
býráðið kann góðkenna.
Tilvildarligt
Tað, sum elvdi til mest kjak
á
býráðsfundinum,
var
grein sjey, har tað er ásett,
hvussu undantøk skuldu
viðgerast.
Onkrir býráðslimir førdu
fram, at tað tað var ógvu-
liga tilvildarligt, hvussu
umsóknir um frávbik vórðu
viðgjørd í Býráðnum og at
tað kundi ikki ganga.
Jógvan Arge, sum er limur í
byggi- og býarskipanar-
nevndini, førdi fram, at á
fundi í nevndini varð sam-
tykt, at umsóknir um at
víkja frá reglunum eftir
punkti 7, skulu leggjast fyri
byggi- og býarskipanar-
nevndina.
Men nú málið verður lagt
fyri býráðið, er tað fíggj-
arnevndin, sum skal gera
tilmæli um, hvussu frávik
kunnu gerast og tí helt hann
ikki, at málið varð lagt fyri
býráðið samsvarandi teim-
um avtalum, sum vórðu
gjørdar frammanundan.
Tí mælti hann til, at
málið fór aftur í nevnd so at
greiðar reglur kundi gerast
fyri, hvussu punkt sjey
skuldi umsitast.
Men tað fekk hann ikki
meiriluta fyri og ístaðin
samtykti býráðið reglu-
gerðina, sum hon er prent-
að omanfyri.
Greiðar reglur fyri at
fáa grundstykki í Havn
Nógv verður bygt, men kortini standa eini 700 fólk á bíðilista eftir at fáa grundstykki í Havn. Nú hevur býráðið samtykt nýggjar
reglur fyri, hvussu umsóknirnar skulu viðgerðast
C
M
Y
K
9
8