Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. november 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 223 - 17. november 2001 Nr. 223 - 17. november 2001 11 Seinasta veljarakann- ingin vísir, at Sam- bands- og Tjóðveldis- flokkurin standa til at vinna teir báðar før- oysku sessirnar á fólkatingi. Hinvegin vísir kanningin, at Javnaðarflokkurin verður størsti flokk- urin við komandi. Samfelagsfrøðingur dugir ikki at meta um, hví so er VELJARAKANNING Heri á Rógvi Seinasta veljarakanningin í røðini, sum Fregnir hevur staðið fyri, varð almanna- kunngjørd hósdagin. Kann- ingin hjá blaðnum vísti, eins og kanningin hjá Út- varpi Føroya, at Sambands- flokkurin og Tjóðveldis- flokkurin fara at fáa um- boðan á fólkatingi eftir val- ið 20. november. -Kanningin skal metast sum ein støðumynd, og sjálvandi eiga eisini fyri- varni at verða tikin, sigur Jógvan Mørkøre, samfel- agsfrøðingur við Søgu- og samfelagsdeildina á Fróð- skaparsetri Føroya. Teir mest markantu spurningarnir í veljara- kanningini, eru spurningar- nir um, hvør verður valdur á danating og í løgtingið. Kanningin gevur Sam- bandsflokkinum og Tjóð- veldisflokkinum sessirnar. Sambandsflokkurin fær 27,6%, og Tjóðveldisflokk- urin fær heili 29,5 %. Har- við standa hesir báðir flokkar til at fáa umboðan á fólkatingi við stórum meiriluta, tá ið Javnaðar- flokkurin einans savnaði 19,7 prosent saman, og Fólkaflokkurin, ið hevur átt umboðan á fólkatingi eitt mans minni, liggur heilt niðri á 17,5 prosentum í veljarakanningini. Sjálv- stýrisflokkurin og Mið- flokkurin fingu ávíkavíst 2,5 og 3,1 prosent, tá ið talt varð saman frá 882 spurdu fólkunum. Er kanningin eftirfarandi, so er valstríðið so gott sum avgjørt, og teir báðir ytstu flokkarnir á loddrætta ásan- um í føroyskum politikki kunnu finna sær hvør sín sess á danatingi. Av royndum vita vit, at veljarakanningar kanska ikki altíð eru so eftirfar- andi, og valluttøkan er van- liga rættiliga lítil til fólka- tingsval í Føroyum. Flestu eygleiðarar meta, ábendingarnar í veljara- kanningini koma av tí, at ein polarisering er farin fram í føroyskum politikki. Tá ið Sambands- og Tjóð- veldisflokkurin standa við hvør sín enda, so eru tað hesir, ið njóta gott av hes- um. Samgonga? Kanningin hjá Fregnum vísti eisini eina kanning av, hvussu hevði verið, um løg- tingsval stóð á skránni. Henda støðumyndin gav ikki sama úrslit sum við kanningini um fólkatings- valið. Hevði løgtingsval verið, so metir kanningin, at Javn- aðarflokkurin við 27,5% hevði verið størsti flokkur, og Tjóðveldisflokkurin, við 26,6%, eins og Javnaðar- flokkurin hevði fingið 9 tingmenn. Fólkaflokkurin við 19,4% og Sambands- flokkurin við 20,4% høvdu fingið sjey tingmenn hvør. Hetta vendir í veruleika- num myndina á høvdið, tá ið Javnaðarflokkurin gong- ur so mikið nógv fram. Vit spurdu Jógvan Mørkøre um orsøkina til hesa vend, og hann segði seg ikki kunna koma við nakrari fullgreið- ari frágreiðin. -Í fyrstu atløgu hugsi eg um, at tað var ein bólkur av veljarum, sum skifti frá Sambands- til Javnaðar- flokkin, men vísti seg ikki at passa. Jógvan sigur harafturat, at veljarakanningin vísir tað greiðu polariseringina, har javnaðarprofilurin ikki hevur verið eins klárur og teir hjá ávíkavíst Sam- bands- og Tjóðveldisflokki- num. Um tað verður soleiðis, sum veljarakanningin sigur, so merkir hetta, at vit fáa bert fýra flokkar á ting, og teir báðir »veingirnir« fáa 16 tingmenn í part. Um tað verður soleiðis, so hevði Jógvan Mørkøre gott kunna ímynda sær, at sitandi samgongu fór at halda fram, men kanska Tjóðveldisflokkurin fór at krevja meira. Høgni Hoydal vil ikki gera viðmerkingar til hetta sum støðan er nú. Jógvan Mørkøre undir- strikar, at tað er møguligt, at hetta fer at henda, men vit eiga at taka hetta við størsta fyrivarni. Sjónvarpið ger veljarakanning Tað er nógv, sum røkist fyri, at ein triðja veljara- kanning fer at síggja dags- ins ljós. Í øllum førum arb- eiðir Sjónvarp Føroya við einari veljarakanning, sum eftir ætlan skal gerast í vikuskiftinum og almanna- kunngerast mánakvøldið. Um veljarakanningin verð- ur gjørd, so verður vænt- andi bert tann eini spurn- ingurin um, hvønn flokk fólk fara at velja. Myndin vend á høvdið Sambært seinastu veljarakanningini, so skal Jóannes Eidesgaard av fólkatingi, men er væl á veg í løgmanssessin. Mynd: Jens Kristian Vang Fríggjamorgunin var veljarafundur hildin á Handilsskúlanum í Havn. Umboð fyri politisku flokkarnar vóru við. Áðrenn fundin lógu Tjóð- veldisflokkurin og Sambandsflokkurin á odda. Eftir fundin gekk Tjóðveldið nógv fram, og Sambandið vardi sína støðu. Kanningin varð tó gjørd á einum eitt sindur skeivum grundarlag, sigur skúlastjórin VELJARAFUNDUR Heri á Rógvi Eina løtu fríggjamorgunin sluppu næmingarnir á Handilsskúlanum í Havn undan at fara í tíma. Henda morgunin var nevniliga veljarafundur á skránni. Umboð fyri allir flokkarnar uttan Miðflokkin vóru møtt upp á fundinum. Fyri Fólkaflokkin Óli Breck- man, fyri Sambandsflokkin Olav Enomoto, fyri Tjóð- veldisflokkin Sjúrður Skaale, fyri Javnaðarflokk- in Jóannes Eidesgaard og Eyðun Elttør var møttur fyri Sjálvstýrisflokkin. Fundurin var skipaður soleiðis, at poltikikararnir fingu í tveimum rundum ávíst tal av minuttum til at koma við sínum hugsanum, og eftir hetta fingu næm- ingarnir eisini høvi at seta spurningar. Veljarafundir eru ikki nakað, sum er vanligt nú, tá ið fjølmiðlarnir kanska meira enn nakrantíð ávirka valini. Fyrr var vanligt at halda veljarafundir alment, men hetta er vorðið meira ójavnt við árunum, men tað er framvegis ein áhuga fyri hesum. Næmingarnir á Handilsskúlanum í Havn tóktust áhugaðir í, hvat politikararnir høvdu at siga. Fundurin gjørdist til tíðir lívligur, og næmingarnir fingu eisini eitt sindur afturfyri stríðið at sita og lurta. Hvussu vanligir velj- arafundir fara at vera í framtíðini er tó ilt at spáa um. Á fundinum fríggjamorg- unin nýtti politikararnir nógva tíð og orku at skjóta eftir hvørjum øðrum. Til tíðir gjørdist prátið eisini eitt sindur heitt. Kanning Áðrenn fundurin byrjaði, so kunngjørdi skúlastjórin, Ragnar Magnussen, úrslitið av einari veljarakanning millum næmingarnar, sum varð gjørd áðrenn fundin. Henda kanning vísti, at Tjóðveldisflokkurin lá á odda við 28,5%, Sam- bandsflokkurin var numm- ar tvey við 25,5%. Fólkaflokkurin hevði fingið 23,1%, og Javnaðar- flokkurin kundi vísa á, at 14,6% prosent av veljarun- um á Handilsskúlanum áðr- enn fundir ætlaðu at seta sín kross við hann. Sjálstýrisflokkurin átti áðrenn fundin 3,1%. Eftir fundin var eisini ein kanning gjørd, og hon vísti, at Tjóðveldisflokkurin gekk rættiliga rættiliga nógv fram, og Sambands- flokkurin tepurt varðveitti sína støðu. Ein sovorðin kanning eigur sjálvsagt at verða tik- in við størsta fyrivarni, tá ið eitt nú næmingar undir val- aldur kunnu luttaka. Eisini kann tað hugsast, at ikki somu fólk hava atkvøtt áðr- enn fundin og eftir fundin. Eisini á Kambsdali Á Kambsdali hevur eisini verið skipað fyri líknandi kanning. Á Kambsdali ganga fyri tað nógv eystur- oyingar og næmingar úr Norðoyggjum, og hetta plagar at vera rættiliga blandað fólkaslag, verður sagt. Á tí fundinum fingu Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hvør sítt umboð á fólkatingi. Tá er sagt, so skal tað eisini við, at Sambandsflokkurin áðr- enn fundin átti yvir tríati prosent, men misti oman- fyri seks prosent. Hinvegin gjørdi Javnaðarflokkurin og Jóannes Eidesgaard á tí fundinum eitt risa lop. Einir tríhundrað næming- ar tóku lut í kanningini á Kambsdali. Handilsskúlanæmingar velja Tjóðveldið og Samband Næmingarnir á Handilsskúlanum í Havn fingu høvi til at hoyra sjónarmiðini hjá teimum ymsu flokkunum fríggjamorgunin. Mynd: Jens Kristian Vang Sjúrður Skaale legði í sínum framløgum mest eftir Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum. Mynd: Jens Kristian Vang Barsilsskipanin, sum kom í gildi 12. juni í ár, tykist at vera heldur fýrakantað og stirvin fyri nógv. Eitt nú er orðing í barilslógini, sum krevur, at kvinna, ið er við barn, og verður óarbeiðsfør, skal hava eina læknaváttan, ið sigur, »... at tað fyri fostur og/ella hana sjálva stendst heilsu- vandi av at vera í starvinum.« Um ikki júst henda orðingin verður nýtt, fær kvinnan onga barsils- sløn og heldur ongan dagpening, av tí vit nú hava eina virkandi barsilsskipan BARSILSSKIPANIN Ingrid Bjarnastein Men nær er ein kvinna í heilsuvanda? Er hon í heilsuvanda tá hon fer yvir- um vegin? Ella er fostrið ikki í heilsuvanda um mamman roykir eina sigar- ett? Í móðurmálsorðabók- ini stendur, at »heilsu- vandi« er vandi fyri heils- uni. Tó er hendan orðingin ógvuliga bronglut, tí vit eru jú í heilsuvanda hvønn dag, fleiri ferðir um dagin. – Hendan orðingin er ógvuliga óheppin, sigur Kári Rasmussen, formaður í Kommunulæknafelagn- um. – Hon setir bæði læknar og kvinnuna í eina óhepna støðu, tí kvinnan kann ger- ast óarbeiðsfør meðan hon er við barn, sjálvt um hon ella fostur ikki eru »bein- leiðis« í heilsuvanda. Sum nú er, verður kvinn- an »flutt« frá dagpeninga- skipanini til barsilsskipan- ina tá kvinnan, ið er við barn hevur minni enn 13 vikur eftir at ganga. Hetta vil tí siga, at um kvinnan ikki fær læknaváttan, ið sigur, at hon ella fostur eru í heilsuvanda, stendur hon eftir við ongum. Onki nytt- ar at venda sær til dagpen- ingaskipanina av tí, at dag- peningaskipanin vísir kvinnuni til barsilsskipan- ina. Upp til læknan – Tað er upp til hvønn ein- stakan lækna at avgera, um kvinna ella fostur eru í heilsuvanda, sigur fulltrúin í Vinnumálastýrinum, Søren Pram Sørensen. – Annars er tað ALS, sum umsitur barsilsskipanina, og eru tað tey, ið taka av- gerðir um umsóknir til barsilsløn verða gingnar á møti ella ikki. Tó verður arbeitt við eini vegleiðandi reglugerð til læknar, soleiðis, at lækn- arnir hava eitt hvørt at fyri- halda seg til. Sum er nú hava læknarnir onki at ganga eftir, og noyðast tí at meta eftir egnum førimuni um kvinnan ella fostur eru í heilsuvanda. – Vegleiðandi reglugerð- in til barsilslógina kemur at innihalda nakað av tí sama, sum vegleiðingin til donsku barsilslógina inniheldur. Í donsku vegleiðingini standa dømir um støður ein kvinna, ið er við barn, kann koma í. Hetta fer at gera tað lættari fyri læknarnar, tí soleiðis hava teir nakað at fyrihalda seg til. Sum dømi kann nevnast, at um donsk kvinna hevur kokuloysn, fosturvatnseitr- an, vaginalbløðing og ann- að, hevur hon eftir donsku reglugerðini rætt til barsils- løn. Í Føroyum eru fleiri dømir um, at kvinnur við kokuloysn ella fosturvatns- eitran eru avvístar frá bars- ilsskipanini, tí orðingin um, at kvinna ella fostur eru í heilsuvanda ikki varð skriv- að í læknaváttanina. Føroyska reglugerðin kemur at líkjast donsku nakað nógv, men nær hon kemur er ilt at siga. – Vit hava ikki gjørt nak- að serligt við hetta enn, men ætlanin er tó at hon skal koma, sigur Søren Pram Sørensen. Danska lógin liðiligari Á júst hesum økinum kann sigast, at danska lógin við- víkjandi barsilspeningi, er liðiligari enn tann føroyska. Viðvíkjandi sama evni sigur danska lógin, at »Kvinden er berettiget til dagpenge inden 4-ugers perioden før fødslen, hvis det efter en lægelig bedøm- melse skønnes, at gravidi- teten har et sygeligt forløb, der ved fortsat beskæfti- gelse vil medføre risiko for kvindens helbred eller fos- teret.« Í Danmark verður ikki meira kravt enn, um kvinna við barn, hevur »et sygeligt forløb«. Her undir kemur síðani kokuloysn, fostur- vatnseitran, vaginalbløðing og annað. At Føroyar ikki hava nakran skipaðan politikk viðvíkjandi »heilsuvanda fyri fostur og/ella hana sjálva« setir kvinnur og læknar í eina keðiliga støðu. Læknin skal bæði virka sum lækni og løg- frøðingur, tí metingin um kvinnan er í heilsuvanda ella ikki, má eisini síggjast út frá einum løgrføðisligum sjónarhorni. Tað kann ganga rúm tíð innan vegleiðandi reglu- gerðin til barsilslógina kemur út, og til ta tíð noyð- ast føroyskar kvinnur, ið eru við barn, at vera frískar. Tí eftir 23. viku fáa tær hvørki barsilspening ella dagpening um tær ikki eru í »heilsuvanda«. Barsilsskipanin: Riggar bert í lívsvanda Eftir nýggju barsilsskipanini fáa kvinnur, sum eru við barn, eftir 23. viku, bert barsilsløn um tær eru í »heilsuvanda« Savnsmynd C M Y K 11 10