Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. september 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 173 - 11. september 2009 Løgreglan gav 20 per són um bót í gjár fyri ymisk lógarbrot í ferðsluni í Havn. Minsta bótin var 150 krónur, men soleiðis verður ikki leingi afturat LøgregLa Eirikur í Jákupssstovu eij@sosialurin.fo Løgreglan var og steðgaði bilum í gjár. Stutt eftir klokk an eitt vóru eini seks løg reglufólk at síggja í Havnargøtu ella røntguni í Havn. Heili 20 bilar vórðu funn­ ir við lógarbrotum hesar stuttu tveir tímarnar løg­ reglan var úti. Mest vanliga lógarbrotið var, at fólk ikki høvdu minst til at spenna trygdarbeltið. Heili 12 fólk høvdu ikki minst til at tryggja seg ella onnur í bilinum, og tað gevur minst eina bót á 150 krónur. Næstvanligasta brotið var at hava trupulleikar við lykt unum. Fýra vórðu steð­ gað fyri hetta, og bótin fyri lyktir liggur millum 150 og 250 krónur. Annars vóru brotini fyri slit in dekk, nøkur høvdu ikki koyrikortið við og onk­ ur hevði onkra týdn ing ar­ mikla samrøðu, sum tey máttu gera í bilinum við telefonini í hondini. ­ Mann kann nokk siga, at summar av bøtrunum eru láturligar, og tað verður torført at verja nakra tíma­ løn, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Men hetta fer eisini at broytast, tí longu 1. oktobur verða lægstu bøturnar settar upp á 500 krónur og hvørt lógarbrot verður lagt saman. Tóku 20 bilar í 2 tímar Mest vanliga lógarbrotið var, at fólk ikki nýttu trygdarbelti, men eisini nøkur høvdu dekk, sum ikki vóru í lagi. Mynd: Jens Kristian Vang Ætla fleiri einskiljingar Vinnur tann konservativi andstøðuflokkurin næsta parlamentsvalið í Bretlandi, fer hann at einskilja fleiri av teimum størstu almennu fyritøkunum og stovnunum. Millum stovnarnar, sum kunnu koma upp á tal, eru kringvarpið BBC, postverkið Royal Mail og nakrir bankar, sum tað almenna hevur yvirtikið í sambandi við fíggjarkreppuna. Parlamentsval verður í Bretlandi í seinasta lagi næsta vár, og soleiðis sum meiningakanningarnar síggja út nú, er lítil ivi um, at tey konservativu fara at vinna á Arbeiðaraflokkinum, sum hevur sitið við ræðið í meiri enn 10 ár. Talibantalsmaður tikin Í Swat­dalinum har norðuri í Pakistan hava pakistanskar trygdardeildir handtikið fimm leiðandi menn í Talibanrørsluni. Ein talsmaður fyri trygdardeildirnar sigur sambært BBC, at millum teir handtiknu er Muslim Khan, sum verður hildin at vera fremsti talsmaðurin hjá Taliban í Pakistan. Tann ovasta leiðslan í Taliban kunngjørdi fyri stuttum, at Muslim Khan var tilnevndur talsmaður fyri rørsluna, eftir at undanmaðurin, Maulvi Omar, bleiv tikin í Pakistan í síðsta mánað. Á pappírinum hevur Landsroyndin gjørt stór framstig. Ein orsøk er, at skúlarnir nú betur skilja, hvør ætlanin er við royndini, staðfestir Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna Landsroynd Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Gráturin var stórur í fjør. Næmingarnir dugdu illa at lesa, gjørdu ov lítla fram­ gongd og serliga hjá sætta flokki var støðan í læru­ grein unum, »støddfrøði« og »náttúru og tøkni«, synd ar lig. Men í ár er alt vent á høvdið. Í hvussu so er á pappír inum. Tí hóast úr slitini í støddfrøði og nátt úru og tøkni ikki er so góð, sum mann hevði vilja, so er ein heilt stór fram­ gongd gjørd í úrslitunum av hesi næstu landsroyndini. Fleiri royndir Landsstýriskvinnan greiðir frá, at ein av mununum millum árini bæði, er, at nú kenna skúlarnir skipanina, tí í fjør var nógvur kritikkur frá skúlunum av kunningini um landsroyndirnar. ­ Skúlarnir kenna betri skipanina og ætlanina við Landsroyndunum, so øll vita, hvat uppgávurnar snúgva seg um, staðfestir hon. Spurd um næmingarnir eru dugnaligari í ár enn í fjør, sigur lands stýris kvinn­ an, at tað er ilt at siga. So um næmingarnir er dugnaligari, undirvísingin betri, royndirnar gjørdar betri, stýringin á skúlunum betri ella um onkur heilt onnur orsøk ger seg gald­ andi, er framvegis ilt at siga. Gleðiboð Tað er ein errin Helena Dam á Neystabø, lands­ stýris kvinna við skúla­ málum, sum greiðir frá úrslitunum. ­ Vit síggja, at framgongd hevur verið í lesi før leika­ num, hóast tíðin til royndina er stytt, greiðir hon millum annað frá. Tað er bara í fyrisøgn hjá fjórða flokki, at tað á pappír inum er afturgongd, og hetta verður grundgivið við, at har vóru orðini trupl­ ari hesaferð. Men aðrir munir eru eisini. Orðingarnar í sjálv­ um uppgávunum eru gjørd­ ar øðrvísi og dupult so long tíð var givin til spurningarnar í mállæru. Munur á fjórða og sætta Hóast hesa stóru framgongd í heildini á kanningini, so kann ein niðurstøða gerast aftur í ár. Næmingarnir klára seg betri í fjórða flokki enn í sætta flokki í nærum um øllum royndu­ num. ­ Tað er framvegis nakað, vit mugu arbeiða við, og tá saman hangandi náms­ ætlanirnar verða klárar, ber bet ur til at samanbera. Og tá fleiri landsroyndir hava verið, so kunnu vit betri samanbera árini. Men vit mugu eisini hyggja eftir, um nakrar tillagingar skulu gerast, staðfestir Helena Dam á Neystabø, lands­ stýris kvinna við menta­ málum. Loynilig úrslit Sjálvi úrslitini fyri serstaka skúl an ella serstaka næm­ ingin verða latin skúlu num, og verða ikki at komulig hjá almenn ing inum, men skulu nýtast innanveggja til betr­ ing, bæði hjá lærarum og næmingum. Úrslitið av landsroyndunum vísir, at útfrá givnu royndini, hava næmingarnir klárað seg munandi betri í ár enn í fjør Tilvildarliga mynd Skúlin fatað landsroyndina 2008 2009 2008 2009 Lærugrein 4. flokkur 4. flokkur 6. flokkur 6. flokkur Lesa og skilja føroyskt 3,53 4,06 4,00 4,89 Fyrisøgn í føroyskum 4,93 4,23 4,78 4,89 Mállæra í føroyskum 3,49 4,36 Støddfrøði 4,48 4,76 3,63 4,12 Náttúra og tøkni 4,14 4,44 2,78 3,81 Stigini, ið verða givin á hesi talvu ganga frá 1-6, har 1 er tað lægsta og 6 tað hægsta