Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. september 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 - 11. september 2009 7 lýsing TF-Holding, sum m.a. eigur Tryggingarfelagið Føroyar P/F og Betri pensjón P/F, skal liva upp til herd roknskaparkrøv í samband við nýggja tryggingarlóggávu og er í hesum sambandi í holt við at styrkja um fíggjarligu stýringina og stýringina av virkseminum. Fyri at lúka herdu og øktu krøvini hava vit tørv á einum controllara/roknskaparfólki, sum skal vera við til at byggja víðari á og viðlíkahalda hesa rapportering. Vit kundu hugsa okkum at tú Hevur roknskaparførleika og førleika at arbeiða við fíggjarstýringsskipanum og rapportering úr hesum og/ella hægri útbúgving sum t.d. HD-R, Cand. Merc. ella líknandi. Og harumframt hesar fakligu og persónligu eginleikarnar: > Góðan førleika í Excel rokniarki > Góðan KT førleika > Góð samstarvs – og samskiftisevni > Áræði > Nátúrligan myndugleika > Analytisk evnir > Broytingarsinni > Kann arbeiða sjálvstøðugt > Góð/ur at halda freistir Vit kunnu bjóða tær Fjølbroytt og avbjóðandi starv í eini spennandi fyritøku, sum er í stórari menning. Eitt starv í eini fyritøku við greiðum málum, virkisfúsum starvsfólkum og góðum arbeiðsumstøðum. Ein fyritøka við fimm ítøkiligum kjarnuvirðum. Har vit hava vilja til lønandi vøkstur, virða heildina, eru ágrýtin og nærløgd, hava eina langtíðar- hugsjón og eru broytingarsinnað. Til rætta fólkið hava vit eitt gott og avbjóðandi starv við kappingarførari løn, góðum setanartreytum, sjálvstøðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri støðugari førleika- menning, har viðkomandi sjálvur/sjálv verður við til at byggja starvið upp og mynda tað frameftir. Talan er um nýtt starv, so tillagingar kunnu møguliga ávirka uppgávuinnhaldið. Lønar-og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Trygdina og Arbeiðsgevarafelagið fyri fíggjarstovnar í Føroyum. Lønin verður ásett í mun til royndir og førleika. Er hetta nakað fyri teg, ella hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Heina Joensen, deildarstjóra á tel 34 56 00 ella far. tel 21 57 09. Umsóknarfreistin er 30. september 2009 kl. 12.00. Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum skal sendast til: Tryggingarfelagið Føroyar Starvsfólkadeildin Postsmoga 329 FO-110 Tórshavn Nýtt spennandi starv sum controllari/roknskaparfólk í TF-Holding