Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. september 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 • 11. september 2009 Vikuskifti 20 Hansara hjarta bankar fyri sosialari rættvísi. Hann himprast ikki við at kalla seg ein gløðandi kommunist. Og hann vil ikki hoyra um eitt lív eftir deyðan. Sosialurin hevur hitt Tórð Jóansson, sum undir avvenjing á Velbastað seinast í nítiárunum bleiv bitin av kristnari gudfrøði. Í dag starvast hann sum prestur í Glasgow, og hugburðurin til dagsins politisku mál kemur við uppá prædikustólin Tey umleið hálvtannað hundrað fólkini, sum høvdu leitað sær oman í Havnar kirkju til sokallaðu aftankvirruna seinasta fríggjakvøld, fingu ein øðrvísi boðskap at hoyra í mun til tað, sum vanliga verður borið fram í føroysku fólkakirkjuni. Á pall trein ein prestur, sum vanliga starvast sum hjálparprestur í presbyteriansku Church of Scotland í Glasgow, og sum einans vitjar klettarnar í sambandi við sína Ph.D. ritgerð í gudfrøði um føroysku brøðrasamkomurnar. Politikkur á prædikustólinum 68 ára gamli maðurin er best kendur sum málfrøðingur, sum svorin kommunistur, sum gløðandi tjóðveldismaður og sum skribentur og redaktørur á Fríu Føroyum og 14. September. Í 2004 fekk hann prógv í gudfrøði á University of Glasgow, og fríggjakvøldið stóð hann fyri fyrstu ferð á prædikustólinum í føroyskari kirkju. Tó uttan hvíta kragan, sum hann bedýrar, at hann ongantíð fer í. Og boðskapurin? Ja, hann var alt annað enn ein meinaleys andakt um hin góða hirðan, sum ansar sínum seyði. Tórður Jóansson er framvegis at finna uttast á vinstravonginum, og framløga hansara í Havnar kirkju fríggjakvøldið var ein samfelagsrevsandi kritikkur, sum eins væl kundi verið eitt manifest hjá Villy Søvndal ella Jóanes Nielsen á altjóða arbeiðaradegnum. Fíggjarkreppan, kapitalisman, tann globali stættamunurin, sosialt órættvísi og mannaelvdar veðurlagsbroytingar vóru flættað inn í ein kristnan boðskap á ein hátt, sum rárur er at hoyra: “Hendingarnar úti í heimi seinasta hálva ella heila árið eru fullgott prógv um (...), at teir búskaparligu, fíggjarligu og handilsligu bygnaðir, sum kanska virkaðu hampiliga væl fyri tveimum øldum síðani, eru rapaðir. Og avleiðingarnar av girnd, misbrotum og kradding kennast um allan heim – eisini her hjá okkum”. Og víðari prædikaði tann sosialistiski presturin: ”Tað er tann evarska lítli minnilutin av teimum, sum hava sett seg á ognir heimsins, hendan lítla teyggja av illgerðarmonnum, kraddarum og spekulantum, sum í veruleikanum hevur valdið á felags tilfeingi allra”. Segði nakar, at kirkjan ikki skal taka støðu til aktuell politisk mál? At politikkur ikki skal dragast inn í Guds hús? Well, Tórður Jóansson ætlar so ikki at spæla eftir hesum reglunum. Tað slær hann rimmar fast, tá eg havi funnið mær sess í einum lítlum køki við lágum lofti og gulum veggjum í eini kjallaraíbúð í Fuglafirði. Á tóma køksborðinum stendur eitt øskubikar, og við síðuna av liggur ein pakki av Prince og ein tendrari. Tórður skeinkir kaffi, festir sær í og byrjar at práta. – Sum stovnur hevur kirkjan altíð verið politisk. Hon hevur verið nýtt til allan tramansskap ígjøgnum søguna, ikki minst sum kúgingaramboð hjá alskyns evropeiskum yvirvøldum. Fyri meg snýr kristindómurin seg um sosialt rættvísi, um solidaritet við teimum veiku, um opinleika og um næstrakærleika. Bíblian hevur ein greiðan sosialpolitiskan boðskap, og hann prædiki eg í relatión til tað, sum hendir í míni samtíð, sigur Tórður, meðan eg hosti og harki og við táravátum eygum má biðja hann opna eitt vindeyga fyri berum royki. Almenna roykiforboðið hevur sanniliga gjørt nøkur okkara til viðbreknar sálir. Í Glasgow búleikast Tórður í einum illa lýddum fátækrabýlingi, og tvær ferðir um vikuna luttekur hann í vælgerandi arbeiði fyri heimleys. Hann luttekur í friðargongum í bretskum stórbýum, tað verið seg ímóti hópoyðingarvápnum ella krígnum í Irak, og hann elskar at hvørva á grandiøsum bókasøvnum og stórum akademiskum ráðstevnum. – Tony Blair nýttist ikki at fara til Irak fyri at finna hópoyðingarvápn, sum kortini ikki vóru har. Hann kundi fyrst hugt at sínum egnu goymslum, t.d. einum stórum kavbáti á tremur við kjarnorkuvápnum beint uttanfyri havnina í Glasgow, sigur Tórður speiskliga. Brennivínið hvarv Áhugin fyri tí átrúnaðarliga fór av sonnum at spíra, tá Tórður seinast í nítiárunum var farin á Tann samfelagsrevsa Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Samrøða ” – Kirkjan hevur verið nýtt til allan tramansskap ígjøgnum søguna