fríggjadagur 11. september 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 • 11. september 2009
Vikuskifti 21
Heilbrigdið á Velbastað. Í tjúgu
ár hevði hann roynt at tveitt
fløskuna á øskudungan, men
hvørki antabus ella limaskapur í
losjuni batti. Tórður skræddi fýra
vikur úr kalendaranum, og síðani
hevur hann verið turrur.
– Eg fór at grunda meiri á teir
stóru tilveruspurningarnar. Og eg
upplivdi, at kristni boðskapurin
gjørdist eitt uppbyggjandi amboð.
Einki medisinskt hevði hjálpt,
men nú upplivdi eg, at ein øðrvísi
andalig reflektión gav mær
megi til at fullføra tað, eg vildi.
Eg fekk beinanvegin tørv á at
fordjúpa meg fakliga og fór undir
gudfrøðilestur í Glasgow í 2001,
minnist Tórður aftur. Í 2004 fekk
hann prógv í gudfrøði, og eftir
tvey ára praktikktíð fekk hann
starv sum hjálparprestur í Church
of Scotland, meðan hann um
kvøldarnar frískaði upp aftur sítt
franska og týska á kvøldskúla.
Ivin
Men hvat er kristindómurin so
fyri Tórð Jóansson? Hvat hevur
hann funnið, sum hann ikki hevði
áðrenn?
– Eg havi ikki funnið nakra
vissu um nakað sum helst. Og eg
haldi, at full vissa um lívsins stóru
spurningar er vandamikil og ber
við tað fanatiska. Eg ivist í øllum.
Eisini í Gudi. Og tann dagin, at
eingin ivi er longur, ja, so eri eg
andliga deyður. Kristindómurin
er ein háttur at seta orð á ta
frummegi, sum eingin veit nakað
um. Gudamyndir eru skaptar av
menniskjum og broytast, sum vit
broytast. Bíblian er mannaverk,
eins og allur bygnaðurin kring
kristindómin er mannaverk. Men
eg vil onkursvegna fyrihalda
meg til “tað hægra valdið”. Til
tað dulda og tað ókenda. Og har
hevur kristindómurin givið mær
nøkur amboð, greiðir Tórður
frá. Hesaferð lágmæltari og
við longum steðgum ímillum
setningarnar.
Við ivanum sum trúgvum
fylgisveini er kristindómurin
nú vorðin ein eksistentiellur
amboðskassi. Og hóast tráanin
eftir ultimativum niðurstøðum
altíð er til staðar, tvíheldur Tórður
um, at menniskjan má sættast
við, at tað dulda verður verandi
dult. Og tað kann vera hart at
góðtaka.
– Tí finnast so mong, sum
krøkja seg í vissuna. Tey megna
ikki at liva við ósvaraðum
spurningum. Og tað eru hesi, sum
gerast løtt offur fyri propaganda
og fundamentalismu, heldur
Tórður.
Lívið áðrenn deyðan
Men hvat hevur Tórður so at
bjóða sum prestur? Boðskapin
um, at einki er vist her í verðini?
At vit mannabørn eru dømd til
eitt lív í royktámi uttan haldgott
kjølfesti?
– Eg havi fyrst og fremst ynskið
um at borðreiða við teimum
perlum, sum Bíblian inniheldur.
Og eg havi trúnna uppá, at tað
ber til at skapa ein betri heim. At
fokusera uppá lívið eftir deyðan
er vandamikið, tí tað snýr seg
um at skapa ein rættvísari heim
her og nú, sigur Tórður, og eg
kann ikki lata vera við hugsa um
kenda setningin hjá Marx um
opium fyri tað kúgaða fólkið,
sum í dryppandi kroysum bíðar
eftir sæluni hinumegin deyðan.
Og so hugsi eg um slagorðið
hjá Folkekirkens Nødhjælp, sum
sigur, at “vi tror på et liv før
døden”.
– Ja men tað er júst hatta!,
rópar Tórður og flennir so hart,
at smáfuglarnir uttanfyri lága
vindeyga sleppa sær burturúr í
skundi.
Maðurin er týðiliga upptikin av
lívinum her og nú. Av korunum
hjá tí lítla manninum. Hann finnur
stóran íblástur í sonevndari
liberatiónsgudfrøði, ein serliga
sjónlig rørsla í Latínamerika,
hvørs missión er at vinna
teimum fátæku rættvísari kor
við politiskari aktivismu. Og
hann tvíheldur um sín rætt
til at luta sína sannføring frá
prædikustólinum, soleiðis sum
hann gjørdi í Havnar kirkju
seinasta fríggjakvøld.
Men skulu verðslig stríðsmál
dragast inn í kirkjuna? Er
idealið ikki at varðveita eitt
apolitiskt rúm, har øll kunnu
savnast um ein og sama andliga
boðskap? Skulu fíggjarkreppur
og veðurlagsbroytingar veruliga
viðgerast í kirkjuni? Hesir
spurningar eru í hæddini í
Danmark, eftir at Brorsons
Kirke á Nørrebro hevur hýst og
eftir øllum at døma fjalt irakisk
flóttafólk, sum ikki hava fingið
asyl frá donsku myndugleikunum,
og sum nú eru handtikin og send
aftur til krígsherjaða heimlandið.
Presturin í Brorsons Kirke, Per
Ramsdal, er nú vorðin ímyndin
av mótstøðuni ímóti landsins
útlendingapolitikki.
– Kirkjan eigur at rúma kjaki og
ymiskum sjónarmiðum, eisini um
tað, sum rørist í okkara samfelagi.
Eingin prestur er neutralur, og
ein og hvør gudstænasta ella
andakt endurspeglar onkursvegna
tað, sum presturin persónliga
stendur fyri. Tað eru t.d. nógvir
prestar, sum kýta seg almikið
fyri at fortelja fólki, hvussu tey
skulu liva, og ikki minst hvussu
tey ikki skulu liva, sigur Tórður,
sum sjálvur livir sum biseksuellur.
Hann greiðir frá, at Church of
Scotland júst hevur samtykt
at loyva samkyndum prestum,
og tað metir hann, at føroyska
kirkjan kundi lært nakað av.
– Illviljin ímóti at gifta fráskild,
ímóti kvinnuligum prestum
og homoseksualiteti er ein
mannafíggindaligur kristindómur
og markar mangan til tað reinu
fasismu, sigur Tórður Jóansson.
Fyrimyndin úr
Betlehem
Tórður sigur seg hava funnið
eina harmoni ímillum tað, sum
hann kallar tað materiella
og tað andliga universið.
Sosialt og materielt játtar
hann seg til ta kommunistisku
hugmyndina um forholdið
ímillum arbeiðarastættina og
arbeiðsgevaran, hóast hann
staðiliga tekur frástøðu frá Stalin,
Mao, Pol Pot og øllum tí blóði,
sum kommunisman hevur á
sínum hondum. Og andliga játtar
hann seg til ein humanistiskan
kristindóm og sær absolutt onga
andsøgn ímillum hesi bæði
parallellu universini.
– Bæði kommunisman og
kristindómurin hava staðið fyri
øtiligum ræðuleikum ígjøgnum
søguna. Um eg skal ákærast
fyri tað, sum hendi eystanfyri,
so skulu eg og øll kristin eisini
ákærast fyri allar teir ræðuleikar,
sum kirkjan hevur framt í Guds
navni. Og so skulu øll borgarlig
forrestin eisini taka ábyrgd
fyri øllum tí, sum vesturlendsk
imperialisma hevur avrikað, sigur
Tórður avgjørdur.
Fyri føroyska prestin í Glasgow
er kristindómurin ikki ein ideologi
ella ein heildarfatan. Tað er
ein komponentur í hansara
lívsáskoðan undir liðini á
humanismuni og eini politiskari
filosofi uttast á vinstravonginum.
– Átrúnaður fer altíð at
innihalda leiðreglur fyri,
hvussu vit innrættað okkum
samfelagsliga. Og Jesus var í
roynd og veru ein sosialpolitiskur
aktivistur, hvørs lív og boðskapur
hevur politiskar avleiðingar. Og
hetta fer altíð at endurspegla
mín prestagerning, sigur føroyski
gudfrøðingurin í Glasgow, sum
nú hevur fest sær í eina nýggja
sigarett í lítla, gula køkinum.
ndi presturin
– Nógvir prestar kýta seg almikið fyri at fortelja fólki,
hvussu tey skulu liva, og ikki minst hvussu tey ikki
skulu liva. Prestar, sum t.d. eru ímóti at gifta fráskild,
ímóti kvinnuligum prestum og homoseksualiteti. Slíkur
kristindómur er mannafíggindaligur og markar mangan
til tað reinu fasismu, sigur 68 ára gamli presturin í
Glasgow, Tórður Jóansson, sum í hesum døgum vitjar í
Føroyum
Mynd: Jens Kristian Vang
Føddur: 1. mai 1941.
Útbúgving: Læraraprógv í 1964. MA í málfrøði í 1981. Ph.D.
í málfrøði í 1996. MA í gudfrøði í 2004 (alt á University of
Glasgow). Styttri skeið í málfrøði, bókmentum og samfelagsfrøði
á Fróðskaparsetrinum og universitetinum í Moskva í 1968-71 og
1983-85. Ph.d. lestur í gudfrøði síðani 2007.
Starvsroyndir: Undirvísari í fólkaskúlanum á Tvøroyri 1964-68,
skribentur og blaðstjóri á 14. September og Fríu Føroyum frá
1971-77, á Fróðskaparsetrinum, Føroya Handilsskúla og Føroya
Læraraskúla frá 1982-1993, á skeiðseplinum á Langasandi frá
1996-99. Hjálparprestur í Glasgow síðani 2006.
Fakta
”
– Tann dagin, at eg
ikki ivist longur, eri eg
andliga deyður
”
– Slíkur kristindómur er
mannafíggindaligur og
markar mangan til tað
reinu fasismu