fríggjadagur 11. september 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 • 11. september 2009
Vikuskifti
24
Tað fór ikki ótalað fram við
borðinum, at 11 glaðir
amatørar, sum enn ikki
áttu sín veruliga heimavøll,
sparkaðu, stríddu, tacklaðu
og skutu mótstøðuna niður
Mikudagin vann føroyska
A- lands liðið í fótbólti á Litava,
sum í løtuni er styrkismett 101
pláss framman fyri okkum á
heimsstyrkislistanum yvir fót-
bólts tjóðir.
Hetta hevur givið ekkó kring
allan fótbóltsheimin, men tó langt
ífrá eins hart, sum tað ljóðaði fyri
nú neyvt 19 árum síðani.
12. september í 1990 verður
nevn liga standandi sum dagurin,
tá Føroyar skutu seg inn í alheims
fót bólts hjørtu. Dagurin, tá
Torkil Nielsen feldi eysturríksku
arrogans una. Og dagurin, tá Før-
oy ar komu á alheimsins ítróttar-
breddar.
Tí ongan tíð áður er lítla
oyggja land okkara á hendan hátt
komið í fokus. Og sum so kann
róliga sigast, at tað heldur ong an
tíð fer at henda aftur við somu
sjokkeffekt. Líkamikið um fót bólt-
ur ella onnur viðurskifti eru atvold
til hetta.
Tí í dag vita fólk, hvat Føroyar
er fyri nakað. Kanska ikki øll,
men nógv. Og nógv tey flestu av
hesum nógvu, vita tað av einari
einstakari orsøk. Nevnliga fót-
bólts lands liðnum.
Svakligt
Tað var annars ikki tað, sum lá í
kor t u num, tá Torleif Sigurðsson
sáli ein kaldan heystardag í
1989 boðaði Føroya fólki frá,
at FSF hevði tikið avgerð um at
tekna seg til komandi EM-
undan kappingina.
Nú mundi maðurin í minsta
lagi hava fingið stór heits-
van vid. Eitt var, at Før oy ar
sannførandi høvdu vunn ið
gull á oyggjaleikum. Móti
hetlendingum og grøn lend ing-
um vóru vit eisini vanliga við
yvir lut an, og vit høvdu enntá
vunn ið á Canada annan av
tveim um venjingardystunum,
sum vórðu spælir í 1989, og
Fótbóltshugleiðing
Jákup Mørk
blaðmaður
jakup@sosialurin.fo
Føroyar á heimsin
Føroyar stóðu á alheimsins breddum, tá yvirskriftirnar eftir tann 12. september í 1990 skuldu prentast