Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-11, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. september 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 • 11. september 2009 Vikuskifti 25 tvær ferðir høvdu vit tapt tepurt móti grannum okkara úr Íslandi. For rest in við Arnór Guðjónsson mill um málskjúttarnar. Eitt lítið kurios um, tí Arnór er pápi at Eidur Smára, sum í kapping við Asgeir Sigur ðvins son er mest gávaði spælar in, sum Ísland hevur fostr­ að. Og sum eisini hevur skorað móti Føroyum. Men bæði Ísland og Canada tald ust millum pinkurnar í altjóða fót ból ti. Í undankapping rendi tú teg eisini í stóru kanónirnar, so tað kundi næstan bara enda galið vóru fólk á einum máli um. Og so var tað eisini spurn­ ing urin u m heimavøllin. Altjóða dyst ir kravdu grasvøll og stadion­ facili tet ir, sum als ikki funnust í Før oyum. Og at gera avtalu við okkurt bygdafelag í Svøríki var um nakað enn meira ørligt enn sjálv av gerð in um at taka lut í undan­ kapp ingini. Turrgeldar álopsstjørnur Og tosið gjørdist ikki minni, tá lond ini vórðu drigin úr pottinum hjá UEFA. Bara Danmark í sjálvum sær gjørdi lutakastið til nakað heilt serligt. Jugoslavisku bólt snill ing­ arn ir gjørdu tað ikki verri, og so var tað eisini Eysturríki. Eitt land, hvørs stórtíð kanska var farin, men sum við Polster og Rodax sum hartskjótandi framherjum í sponsku la Liga nú brádliga varð nevnt sum ein av outsidarunum til koman di HM­kappingina í Italia. Tað gekst tó ikki eftir vild hjá Polst er, Rodax og hinum í Italia. Og enn minni gekk tað eftir vild í Landskrona henda minniliga heyst ar dagin. Polster, sum nøkur ár sein ni varð kosin vandamesti áleyp ar in í heiminum av altjóða fót bólts­ hag frøði ngum, hevði annars sagt, at alt undir 10­0 var ein fiasko fyri eysturríkarar. Og venjarin, Hickers berger, helt tað vera eitt fínt høvi hjá hópinum til eina lítla ferð í Keypmannahavn. At venja og fyrireika seg til dystin annars, høvdu teir so ikki fyri neyðini. Sjálvandi var hepnið við okkum, tí eysturríkar høvdu sínar møgu­ leik ar. Men teir vóru ikki nóg kon sentr er aðir, tá møguleikarnir vóru har, og á tann hátt løgdu teir sjálvir upp til sensatiónina við síni líkasælu og arrogansu í fyrireikingunum. Ja, at enda mátti núverandi Dimmu­stjórin og táverandi sjónvarpsspeakarin bara gruna um, hvat liðfelagarnir hjá Polster í spanska Sevilla fóru at siga, tá hann nipin mátti greiða frá, at ein maskinmeistari úr Mið vági hevði hildið sær væl og virði liga niðri alla tíðina. Effektin livir enn Fram um Mikkjal, Tummas Eli, Jóan nes, Jan, Julian, Allan, Kára, Abraham og Kurt, so vóru tó tveir mans, sum stjólu yvirskriftirnar. Annar var ikki óvæntað Torkil Niel sen, sum við máli sínum – og stór spæli annars – feldi risan. Hin var Jens Martin Knudsen – ella the keeper with the bubble cap, sum hann brádliga varð rópt­ ur kring allan heim. Júst hetta skuldi síðani at vísa seg at gerast sterkasta ímyndin av føroyskari tjóðarbranding nakr an tíð. Vit kunnu tosa leingi um, at list sel ur fisk og Føroyar í fjør vórðu kosnar sum heimsins vakrasta oyggja samfelag. Veruleikin er, at topphúgvan hjá Jens Martini man hava selt fleiri ferðaseðlar til Før oya enn nakað annað einstakt fyri brigdi. Ja, helst man hon vera einas ta topphúgva, sum er sýnd fram á einum altjóða virdum savni. Og hvussu nógvar lýs inga her­ ferðir føroyskar fyritøkur enn hava staðið fyri, so kunnu hesar neyv an máta seg við ta umtalu, sum føroyska fótbóltslandsliðið seinastu 19 árini hevur givið okk­ um í eitt nú týskum, fronskum og italsk um miðlum. Og herfyri fingu útsendu tíðinda fólkini í Graz eisini at ken na, at Landskrona enn livir sítt góða lív í Eysturríki. Tað kann væl vera, at Eystur ríki hesa ferð vann 3­1 á Før oy um. Men á ferðini vórðu vit støðugt mint á eina fortíð, sum onkurs­ vegna støðugt verður dyrkað í alpu landinum, hóast tey mest av øll um vilja gloyma hana. Soleiðis vóru størstu stjørnur­ nar á føroyska landsliðnum teir báðir hjálparvenjararnir, sum áttu hvør sín lyklaleiklut í Landskrona. Og tá Jan Dam, ið var komin nið­ ur at hyggja, gekk út frá spælara­ hotellinum, varð hann alt fyri eitt kend ur aftur, sum ein av teimum, ið vóru í Landskrona. Neyvan vildi tað hent fyri nakr an av føroysku toppunum á opnari gøtu í fremmandum landi. Tað skuldi líka verið løgmaður. Men tað hevði ikki verið grundað á núverandi støðu hansara, at tey høvdu kent hann! s breddum Maskinmeistarin úr Miðvági pakkaði toppskjúttan hjá Sevilla so ruddiliga inn. Polster hevði annars tosað um tveysiffrað máltal, men tað varð nú av ongum