Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. september 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 173 • 11. september 2009 Vikuskifti Nógv er sagt og skrivað um dystin millum Føroyar og Eysturríki. Tó hevur ein ongantíð hoyrt hvussu tann tá 33 ára gamli norski dómarin, Egil Nervik frá Trøndelag upplivdi dystin. Undirritaði slóð navnið “EgiL Nervik” upp á Eniro.no, og nøkur uppskot komu upp á breddan, og so var ikki annað at gera, enn at royna at finna dómarin frá Landskrona. og longu aftaná aðru royndina hevði eg fingið fatur á rætta manninum. Egil Nervik, sum í dag er 52 ára gamal, var sera blíður at tosa við í telefonini. Hann undraðist satt at siga á, at einki føroyskt miðlafólk hevði sett seg í samband við hann áður, og spurt hann um hansara upplivingar frá dystinum. Seinni sama dag stillaði hann upp til beinleiðis samrøðu á Rás2. Serlig uppliving Egil Nervik greiðir frá, at tað var ein ógvuliga serlig uppliving at døma henda minniliga dystin. – Eg minnist, at tá eg fekk boðini um, at eg skuldi døma dystin millum Føroyar og Eysturríki, so hugsaði eg við mær sjálvum: “Ja, ja – hetta verður ein lættur dystur!”. Og eg minnist, at eysturríkski venjarin segði áðrenn dystin, at teir skuldu vinna 10-0, men tað hendi jú ikki. - Tað bleiv jú ein veitsla, og fyri meg sum fótbóltsdómara gjørdist talan um eina ótrúliga uppliving. Eg minnist, at tá Føroyar fekk 1-0 málið, tá hugsaði eg við mær sjálvum: “Hetta fer nú at gerast ein torførari dystur at døma”, tí áðrenn dystin var eg púra vísur í, at Eysturríki fór at vinna. Men hetta hendi als ikki, og dysturin helt á, og vit nærkaðust endanum av dystinum, og Føroyar vóru framvegis á odda, og tað var heilt ótrúligt at vera vitni til. Sera stuttligt Spurdur um, hvussu tað ávirkaði kenslurnar hjá honum undir dysti- num, at eitt lítið land, sum Før- oyar, sum spældi sín fyrsta dyst stóð á gáttini til eina risastóra sensasjón, svarar Egil Nervik: - Tað var ótrúliga stuttligt. Eg havi hugsað nógv um hetta í tíðini aftaná dystin. Síðani dysturin kom út á “YouTube”, hava nógv sett seg í samband við meg um dystin. Og eg haldi tað er ótrúliga stuttligt, at tað gjørdist júst eg, sum dømdi henda týdningarmikla dystin. Spurdur, um tað var ringt at halda kenslunum aftur, svarar Egil Nervik: - Sum fótbóltsdómari, so ert tú altíð uttanveltaður, tú heldur jú ikki við nøkrum liði. - - Men eg má viðganga, at tá dysturin leið ímóti endanum, so vónaði eg, at Føroyar fóru at vinna. Eg rann eyka nógv seinastu løtuna. Hetta var fyri, at eg ikki skuldi gera nakað mistak, sum fór at gera, at Føroyar ikki fóru at megna at fáa sensasjónina í hús. Eg rann eyka nógv, fyri at síggja alt sum hendi, bæði klárt og týðiligt. - Tá dysturin so var liðugur, og eg sá allan gleðisrúsin kring vøllin, og á áskoðaraplássunum, so var ógvuliga nær við at fór at gráta. Tí tað er sjáldsamt at síggja so stóra og ektaða ítróttargleði, sum eg sá hendan dagin. Dømt víða Egil Nervik kom víða sum dómari. – Eg havi dømt nógv ymisk lið kring Europa, og eisini til HM fyri ungdómslið. Eg havi millum annað dømt frammanfyri 100.000 áskoðarum, og í Landskrona vóru kanska 1.000 áskoðarar. Men kortini gjørdist júst hesin dysturin so serstakur, at hann stendur ógvuliga sterkt í minninum. Egil Nervik hevur ikki hugt eftir øllum dystinum á Youtube, men hann hevur hugt eftir málinum hjá Torkili Nielsen, og hann hevur eisini sæð brotini, har spælarnir koma aftur til Føroya, og vera stórliga fagnaðir, og er hann ógvuliga hugtikin av tí, sum hann hevur sæð. – Dóttir mín googlaði eftir mínum navni á internetinum, og hon fann so øll brotini, sum eru á Youtube. Hevur dømt í Føroyum Egil Nervik hevur dømt ein dyst í Føroyum, sum eisini var søguligur. Hann dømdi nevnliga dystin millum KÍ og Skonto Riga í 1992. Hetta var fyrstu ferð, at eitt føroyskt meistaralið tók lut í Europa Cup. – Tað var eitt ótrúliga vakurt landslag í Føroyum, og mær dámdi veruliga væl at vera har. Eg gangi til ein fysioterapaut, og hann er giftur við einari kvinnu úr Føroyum. - Eg havi eisini onkuntíð verið við einum flogfari, har eg eri komin í samband við føroyingar. Tá tey so frætta, at tað var eg, sum var dómarin í hasum ógvuliga serstaka dystinum, so havi eg verið noyddur at skriva autografar, og tað haldi eg vera stuttligt. Altjóða dómari í 10 ár Egil Nervik var altjóða dómari í 10 ár. Hann var dómari tá Michel Platini hjá Fraklandi og Ruud Gullit hjá Hollandi vóru uppá tað besta. Egil Nervik hevur eisini dømt ein dyst hjá PSV Eindhoven, tá brasilski Ronaldo var ein blaðungur og minni kendur fótbóltsspælari. – Eg havi dømt víða hvar, men hesin dysturin millum Føroyar og Eysturríki er millum teir, sum eg minnist best. Eg gjørdi einki mistak í dystinum, og Føroyar vunnu, tí liðið skoraði eitt mál eftir bókini, og har vóru ongar ivasamar avgerðir. So eysturríksku spælarnir vóru ikki óðir inn á meg aftaná dystin, undirstrikar fyrrverandi norski toppdómarin. – Eg minnist, at eysturríkski venjarin var sera harmur um úrslitið, og hann fekk jú sparkið aftaná dystin. Men hann kom so yvir til mín og takkaði fyri dystin, tá alt var liðugt, men vit tosaðu ikki saman. Blíði og fyrikomandi maðurin úr Trøndelag starvast í dag, sum sølumaður. Tað eru nøkur ár síðani hann gavst at døma, men ein fyrrverandi fótbóltsdómari hevur, eins og ein fyrrverandi fótbóltsspælari nógv at líta aftur á. Og soleiðis kom Egil Nervik at gerast partur av størstu føroysku ítróttarhendingini í 20. øld. Millum tríggjar tær størstu Altjóða fótbóltsserfrøðingar siga, at føroyski sigurin á Eysturríki í 1990, sigurin hjá Norður-Korea á Italia í HM- endaspælinum í Onglandi í 1966, og sigurin hjá USA á Onglandi í HM-endaspælinum í Brasilia í 1950, eru tríggjar tær størstu sensasjónirnar í altjóða fótbóltssøguni. Tað, sum tó talar fyri, at føroyski sigurin er tann størsta sensasjónin er, at talan var um fyrsta dystin hjá Føroyum í altjóða kapping. Norður-Korea hevði verið í venjingarlegu í næstan eitt ár aftaná, at teir høvdu spælt seg til HM-endaspælið. Sigurin hjá USA var kanska eyka skelkandi, tí talan var um fyrsta HM- endaspælið, sum Ongland vildi taka lut í, tí teir høvdu hildið seg vera ov góðar at taka lut í slíkum. Dómarin frá Landskrona Fyrrverandi norski dómarin, Egil Nervik slapp at døma dystir við HM-endaspøl fyri ungdómslandslið og nógvar Europa Cup dystir. Men eingin var so serligur, sum dysturin millum Føroyar og Landskrona tann 12. september fyri júst 19 árum síðani Fótbóltur Heri Simonsen blaðmaður heris@sosialurin.fo Torkil Nielsen hevur langað bóltin í netið. Føroyska tjóðin er á gosi og fótbóltsheimurin er skelkaður. Hjá Egil Nervik var hetta tó eitt brotsekund, sum veruliga segði honum, at hann frá fremstu parkett varð vitni til tað, sum gjørdist ein av størstu fótbóltssensatiónunum nakrantíð Egil Nervik 26