fríggjadagur 11. september 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 • 11. september 2009
Vikuskifti 27
Rithøvundurin Carl
Jóhan Jensen kallar
til Skjaldrating, nú
hansara skamm
leyst politisku og
ómorgunandakts
ligu skjaldur, sum
hann nevnir tey,
skulu takast upp á
fløgu
Tað verður ikki loyvt at rópa ella
svara til, tá Carl Jóhan Jensen
fer at lesa síni nýskjaldur upp í
annaðkvøld á Gamla Meiarínum.
Men annars skulu fólk ikki
halda seg aftur, tí ljóðið av
teimum skal brúkast sum botnur,
nú nýskjaldrini hjá rithøvundanum
verða fest á fløgu, sum kemur út
til jóla.
Afturfyri ómakin lovar Carl
Jóhan Jensen áhoyrarnum eina
røð av nýskjaldrum, sum eru
skammleyst politisk, ólurtara
vinarlig, pásetlig, ómorgunand
aktslig og sum ongin rættsiktaður
føroyingur átti at lagt oyra til.
Leggja upp til
samspæl
Tey, ið hava fylgt við virkseminum
hjá Carl Jóhan Jensen seinnu
árini, hava uttan iva hoyrt okkurt
av hansara eftirhondini tiltiknu
nýskjaldrum, sum rithøvundurin
millum annað hevur lisið upp á
G!, á Doktaragrund á ólavsøku
og í Føroyahúsinum. Ofta hava
skjaldrini verið skrivað til høvið
og nýggj eru komin afturat alla
tíðina. Í annaðkvøld fer Carl
Jóhan Jensen so fyri fyrstu ferð
at lesa skjaldrini upp í síni heild
fyri áhoyrararum, nú skjaldrini
skulu takast upp á fløgu.
Hetta er ikki fyrstu ferð Carl
Jóhan Jensen gevur fløgu út við
sínum tekstum, men klókur av
royndum frá eitt nú upptøkunum
til fløguna við upplestri av yrking
unum í »September í bjørkum,
sum kanska eru bláar«, vil hann
nú hava áhoyrarar at vera til
staðar undir upptøkunum.
Eg helt beinanvegin, at
okkurt manglaði á tí fløguni.
Eg saknaði eitt mótspæl ella
samspæl av onkrum slag við eina
áhoyrarafjøld, sum kundi givið
upplestrinum meir lív, sigur Carl
Jóhan Jensen, sum heldur, at
upplestur uttan áhoyrarar kennist
eitt sindur at lesa nótar uttan at
hoyra tónleikin
Eisini leggja skjaldur í allar
mátar upp til eitt samspæl við
áhoyrarnar, minnir rithøvundurin á
Í so máta líkjast tey kvæðun
um, har framførari og ’áhoyrarar’
geva hvørjum øðrum eitt slag av
mótspæli, sum fær framførsluna
at ganga upp í eina eind, sigur
Carl Jóhan Jensen.
Áhugavert brongl
Tað var til ein fyrilestur um
skjaldratraditiónina, at Carl
Jóhan Jensen fekk hugskotið
at tríva aftur hesa eftirhondini
heldur gulnaðu føroysku hevdina,
sum hann tekur til.
Eg helt meg hava eitt inni
hald, sum egnar seg væl at verða
miðlað í skjaldralíki. Listarliga
er skjaldrahevdin eisini rættiliga
áhugaverd at kanna nærri, netupp
tí fólk ikki altíð hava havt ta
stóru listarligu virðingina fyri
skjaldrunum. Tí hava tey eisini
kent seg fræls til at broyta og
brongla skjaldrini, so tað ofta er
rættiliga ivasamt, hvat orðini í
grundini merkja, sigur Carl Jóhan
Jensen.
Sum dømi nevnir hann kenda
skjaldrið »Rura, rura barnið«, har
reglan ’tak um legg og slá í vegg’
oftast verður fatað sum ein í so
harðligur máti at fáa barnið at
tiga. Men um vit hugsa okkum,
at orðið ’legg’ er ein bronglað
útgáva av orðinum ’leika’, verður
dámurin heldur hugnaligari.
Tá verður merkingin, heldur at
onkur roynir at ugga barnið við at
banka eina leiku móti vegginum,
so tað veit, at ein vaksin er til
staðar, greiðir Carl Jóhan Jensen
frá.
Í øllum førum hava skjaldrini
nakrar málsligar møguleikar,
sum tú ikki finnur aðrastaðni.
Serliga tá tað ræður um at
gera heimagjørd orð og í aðrar
mátar at brongla málið uttan at
merkingin verður skeiv ella málið
beinleiðis avskeplast.
Hvussu innihaldið í nýskjaldr
unum hjá Carl Jóhan Jensen
kann gera sær dælt av hesum
møguleikum, hoyrdu eitt nú
fleiri dømi um á G! í 2007. Her
er til dømis brot úr hansara
enduryrking av skjaldrinum
»Eg setti meg í Gøtulíð« við
innihaldsligum íblástri úr Visjón
2015 bóklinginum »Mál og Vegir«.
valdið dansar deiga
sjálvsmenningin feiga;
alskyns javnar lúrintút
fólksins ognir inn og út;
fittar gentur, stórir dreingir
hugsa væl og leingi,
tjóð skal fáa nýggjan skógv
annan hæl, aðra tá,
fimtan borgir handan sýn,
tjúgu skip og kápu blá,
hartil spæl og gullingrýn,
ongan ampa,
onki brýggj;
Hey, hulladihey,
eingin neyð,
eingin neyð.
Carli kallar til
skammleyst Skjaldrating
Mentan
Anna V. Ellingsgaard
blaðkvinna
anna@sosialurin.fo
Skjaldratingið verður sett á
Gamla Meiarínum leygarkvøldið
klokkan 19. Upplesturin
verður tikin upp á fløgu, sum
kemur út til jóla, tá bók við
nýskjaldrunum hjá Carl Jóhan
Jensen eisini kemur út
Áhoyrararnir slepp a upp í part, nú Carl Jóhan Jensen, rithøvundi, fer at festa síni tiltiknu nýskjaldur á fløgu