fríggjadagur 11. september 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 • 11. september 2009
Vikuskifti 29
Stásilig arkitektteknað
hús við panoramaútsýni
Sí fleiri hús á inni.fo
PF inni
Niels Finsensgøta 37
Postboks 364
FO-110 Tórshavn
Telefon 35 42 00
inni@inni.fo
– trygt og ómakaleyst til hús
Tú fært ikki betri útsýni yvir Havnina og Nóls
oyarfjørð enn úr hugnaligu og liviligu húsunum,
ið standa í gangifrástøðu til miðbýin.
Fyrsta fatanin
Húsini standa í náttúruvøkrum
og barnavinaligum umhvørvi við
blindan veg og eru løtt at koma
til. Tú hevur bø og haga beint við
hondina, men samstundis tekur tað
bert eina løtu at ganga oman í býin,
og tú fært bilin heilt til hurðina.
Uttanfyri er alt grivið upp, drenað
og steinsett av nýggjum omanfyri
húsini.
Ljós og luft – stílur og snið
Húsini, ið eru arkitektteknaði,
eru væl innrættað og livilig.
Stílurin er ljósur og strammur
undirstrikaður av frálíka ljósinum
frá takvindeygunum í erva og
stóru vindeygunum í stovuni,
sum geva eitt frálíkt ljós inn í
húsini. Tú hevur panoramaútsýni
yvir Havnina og út yvir allan
Nólsoyarfjørð, so vindeyguni verða
so at siga samband millum inni
og úti. Tú kennir teg ongantíð
innibyrgdan, men verður heldur
inspireraður og lættur í huga. Stóra
og góða útigólvið móti suður- og
vesturskyninum gevur møguliga
fyri at njóta hvørja góðveðursløtu.
Niðasta hædd
Niðasta hædd er innrættað og
mest sum øll gjørd av nýggjum, og
hon er løtt at gera til sjálvstøðuga
íbúð, um tað ynskist. Alt er snotiligt
og væl gjørt úr góðum tilfari.
Innan
Í erva er hjallur, inngongd, durur,
gongd, baðirúm, 2 kømur, køkur
/ alrúm og útsýnisstova, bryggers
við egnari inngongd, millumgongd,
baðirúm og hjúnarúm við útgongd
til terassu. Í neðra er inngongd,
vaskirúm / fýrrúm, kamar /
skrivstova, sjónvarpsstova,
millumgongd, baðirúm og 2 kømur.
Fakta
Adressa .........Skotarók 6, Tórshavn
Byggiár ..........1992 / 2005
Hæddir...........2
Gólvvídd.........uml. 200 m2
Grundøki........512 m2
Prísuppskot ....kr. 2.800.000,00