Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. mars 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 50 - 10. mars 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Viðmerking: Sambært útvarpi Føroya pá- stendur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at um lær- arar fara ein tíma niður í undirvísingartíð, eru før- oyskir lærarar teir av lærar- um í norðanlondun, ið fáa stytstu undirvísingartíð- (pultstímar). Hetta er ein pástandur, sum fíggjarmálaráðharrin eigur at prógva! Hvussu nógv er meðal undirvísing- artíðin hjá lærarum í hinum norðanlondunum? Fyri nærum tveimum ár- um síðan fingu vit eina nýggja fólkaskúlalóg. Lóg- Undirvísingartíðin hjá lærarum Opið bræv til øll foreldur í Føroyum in er meinlík donsku lógini, og har vita vit, at lógin hevði stórar broytingar við sær innan skúlagátt — og kostaði nógvan pening at fáa setta í verk. Í Føroyum halda vit, at vit kunnu fylgja við gongdini í okkara grannalondum uttan, at tað skal kosta nakað. Her mugu okkara landsins kostnu menn ásanna, at skulu vit seta arbeiðsplássum nýggj tíðarkrevjandi krøv, má tíð fylgja við — hetta er eisini galdandi innan landsins størsta arbeiðspláss, fólk- askúlan.(Her er tíðarkravið entá lógarkravt) Nýggja fólkaskúlalógin er eftir mínum tykki góð, og hóskar væl til rákið, sum er innan skúlan kring allan heimin. Skúli og skúlaskap- ur eru partar, ið siga nakað um støði í samfelagsmenn- ingini. Hvør minnist ikki Ein partur av føroysku fólk- askúlalærarum eru farnir í arbeiðssteðg. Á fleiri skúl- um valdar ruðuleiki. Nú er skjótt eitt ár frálið- ið, síðan vit ávaraðu mynd- ugleikarnar um, at játtaðu teir ikki pening til at fremja nýggju fólkaskúlalógina í verki, so fóru vit í arbeiðs- steðg. 31. sept. í fjør gjørdu vit eina semju fyri at geva myndugleikunum enn ein møguleika at umhugsa seg. Vit krevja ikki, at fólkaskúl- alærararnir skulu hava meira í løn enn hini á al- menna arbeiðsmarknaði- num, sum fingu 6,5% í løn- arhækking fyri tvey ár. Men, tað vit krevja er, at politikararnir halda nýggju fólkaskúlalógina. Vit krevja, at teir skulu geva lærarunum ein møguleika at fremja hana í verki. Hendan lóg hevur álagt lærarunum hóp- in meira arbeiði. Arbeiði, ið als ikki kann fremjast innan verandi karmar. Tað eru børnini vit stríð- ast fyri. Vit stríðast fyri at lógin, sum eftir ætlan skal geva okkara børnum og ungu eina nýmótans út- búgving, skal virka, og gerst tað bert, um tíð verður sett av til nýggju uppgávurnar. Foreldur og lærarar mugu saman fáa politikararnar at skilja, at tað ikki ber til at fáa hesa lógina at virka, um tíð og peningur ikki fylgir við. Tá fólkaskúlalógin var framløgd fyri tingið, vístu bæði Føroya Lærarafelag og fleiri skúlanevndir, m.a. tann í Havn, á, at lógin fór at verða dýr at fremja í verki, men tað var sum at sletta vatn á gás. Føroya Lærarafelag heitir tí á øll foerldur um at stuðla lærarunum í at geva børnu- num ein dygdar skúla, sum ikki smæðist burtur millum teir í okkara grannalondum. Føroya Lærarafelag Elsa Birgitta P. Petersen rokið, sum stóst av kann- ingini, sum segði, at danskir skúlanæmingar vóru nakrir ar vánaligastu lesarum í Eu- ropa? Skúlalógin ásetur lærar- um og skúlaleiðarum nýggj- ar uppgávur, sum ikki er undirvísing, men samstarv, ráðgeving og ikki minst menning, og hvør kann ikki taka undir við slíkum, hetta eru rák, ið allir samfelags- stattir eru við í. Vit mugu, og tá serliga um vit ætla okkum at verða sjálvstøðugt land, gera okk- um greitt, hvat vit vilja við fólkaskúlanum — okkara felags framtíð at frama. Torfinn Højgaard, lærari Tøkk Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu meg á 90 ára degnum tann 7. februar 2000, takki eg hjartaliga. Joen Davidsen Elduvík Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum, ið mintust meg og familjuna á 80 ára føðingardegnum 13.2.2000. Blíðar heilsanir Eivind Gudmundsen Neyðtikin av Ekstablaðnum Tað skal beinan vegin vera sligið fast, at eg ikki standi inni fyri einum einasta orði, eg í fríggjadagsútgávuni av Ekstrablaðnum eri endur- givin fyri at siga um rús- drekkaávirkaðar politikarar í Føroyum. Tað er rætt, at Carl Johan Albrechtsen frá Ekstrablað- num ringdi til mín hósdag- in. Men tað er ikki rætt, at hann hevur ført samrøðu við meg til blað sítt. Blaðmaðurin frá Ekstra- blaðnum hevði hoyrt, at eg, eins og onnur fjølmiðlafólk í Føroyum, hevði viðgjørt orðaða rúsdrekkapolitikkin hjá Tjóðveldisflokkinum, og bað hann meg senda sær greinina gjøgnum faksið. At senda blaðmanni á donskum blað eina grein úr okkara blað, sum hevur ver- ið á prenti, helt eg vera púra náttútligt. Men tað var ikki í mínum tonkum, at avleið- ingin fór at verða ein so ó- saklig og følsk grein, sum sakliga málið er viðgjørt er, at blaðmaðurin kallar meg fyri redaktør på avisen. Hevði hann tosað við meg í meira enn tveir minuttir, hevði hann vitað, at hetta ikki var rætt. Sosialurin ætlar sær fram- haldandi at viðgera fullveld- ismálið opið og óheft, hóast Ekstrablaðið ber boð um nakað annað. John Johannessen, blaðmaður á Sosialinum Meðan Karsten situr á kassanum SÍÐANI hetta landsstýrið tók við eru fleiri og fleiri pengar komnir í landskassan, men um somu tíð forfarast fleiri av teimum týdningarmestu og grundleggjandi al- mennu stovnunum, sum føroyska samfel- agið tvs. føroyski skattborgarin hevur brúkt tíggjutals ár at byggja upp. Tað, sum vit hava tikið sum nakað givið, tí vit fegin hava viljað latið skattapengar okkara til tað, nevniliga eitt gott almanna- og heilsu- ver og eina góða samferðslu er lands- stýrið nú við at syndra. Vit endurtaka: um somu tíð sum landskassin fyllist við peng- um, verða lívstýðandi almennir stovnar niðurpíndir og syndraðir. Tað sigur heldur ikki so lítið, at fíggjarmálaráðharrin noktar skúlaráðharranum at liva upp til ta lóg teir sjálvir hava samtykt. Vit hava víst á hesi viðurskifti á hesum stað fyrr og hava roynt at rópa varskó, men tað tykist ikki at vera nakað, sum fær landskassaráðharran at rakna við ella innsíggja, hvat tað er fyri kavabólt hann hevur koyrt á rull á al- mannaøkinum við beinari kós móti av- grundini. Hetta er ikki hørð tala, hetta er tó tann beiski veruleikin. STØAÐAN á heilsuøkinum er við at gerast sera álvarslig. Og her er greitt, at Lands- sjúkrahúsið rillar. Heldur niðurpíningin av okkara høvuðssjúkrahúsi fram, so verður tað ikki seinur dagur, at tað ikki vendist við aftur. Landsstýrisfólk yppa øksl og siga, at LS hevur fingið pengar til íløgur. Men hetta bøtir ikki um raksturin. At LS skal virka sum røktarheim um somu tíð, sum hesin lívsneyðugi stovnurin ikki fær nóg nógvar pengar til vanliga raksturin, er eisini fullkomiliga burturvið. Og hvat sigur ábyrgdarpersónurin á økinum! Jú hon yppir eisini øksl. Staðfestir bara at støðan er ring, men kann einki gera við tað, tí ov fá røktarheim eru. Hon hevur onga skjóta loysn á trupulleikanum.Og úti í Tinganesi situr Karsten Hansen so fast á kassanum, at talan verður hvørki um at byggja røktar- heim ella lata fleiri pengar til raksturin av LS. Tað sær ikki mætari út enn at fíggjar- málaráðharrin hevur gjørt undirhondsav- talu við Fólkaflokk um at syndra almanna- verkið. Um so er, at landsstýrið vitandi leggur hvørkratak um lívstýðandi almenn- ar stovnar fyri at spara upp til fullveldið, so eigur Føroya fólk at fáa hetta at vita. Við slíkum politikki, so setir landsstýrið sjálvt fót fyri sínum fullveldisætlanum. Til fólkaatkvøðuna fer fólkið at staðfesta, at landsstýrið hevur niðurpínt almenna tæn- astuverkið, og tá verður fullveldið taparin. Tá kunnu vit sanna orðatakið, at man - te. landsstýrið - liggur, sum tað hevur reitt. Okkara høgt elskaða dóttir SÚSANNA JAKOBA JÓHANNA HANSEN Tvøroyri varð kallað heim til Harran hósmorgunin 9. mars, 19 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju sunnudagin kl. 13. Tey, sum vilja minnast Súsannu við blómum ella kransum, verða heldur biðin um at lata eina pen- ingagávu til ungdómsarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini – konto nr. 422753-2 í Føroya Banka. Marna og Karl ✝ tann, Ekstrablaðið hevur prentað. Eitt dømi um, hvussu ó- Danir spart 90 milli- ardir í verjuútreiðslum Fyri at lata Nato ráða yvir landaøkjum í Føroyum og í Grønlandi, hevur danski staturin síðani 1976 spart næstan 90 milliardir í verjuútreiðslum JOHN JOHANNESSEN Svartabók hevur alt í einum, við síðuna av Hvítubók, fingið ein týðandi leiklut í fullveldismálinum. Í niðurstøðuni í Svøtubók stendur, at Føroyar í NATO høpi fyri danir høvdu bæði hernaðarligan og fíggjarlig- an áhuga. Hesa niðurstøðu hevur landsstýrið kannað nærri í sambandi við fullveldismál- ið og funnið sær ein trumf, tað kann nýta móti dønum í ríkisrættarligu samráðing- unum. Úrslitið av hesari kanning varð kunngjørt fyri fjøl- miðlunum á tíðindafundi um fullveldismálið í Tinga- nesi fríggjamorgunin. Stóri trumfurin er, at tá ríkisveitingarnar til Grøn- land og Føroyar eru drignar frá teimum 90 milliardun- um, staturin í verjuhøpi hev- ur spart, orsakað av ríkis- felagsskapinum, er avlopið hjá statinum kortini knapp- ar 30 milliardir krónur. Seinasti møguleiki Hóast landsstýrið hevur hendan trumf, vísir tað stað- iliga á, at hann ikki fer at verða nýttur at duka danir í høvdi við undir ríkisrættar- ligu samráðingunum. – Vit vænta opnar og siði- ligar samráðingar, sum í staðin fyri at líta aftureftir líta frameftir. Tí fara vit ikki at tveita hesi tøl á borðið framman fyri dønum og siga, at teir hava vunnið meira enn vit í ríkisfelags- skapinum, sigur Anfinn Kalsberg. Bæði løgmaður og vara- løgmaður siga, at kannigin er gjørd fyri, at tað ikki skal koma upp á tal, at landsstýr- talið fyri 1999 at vera 100, og síðani eru indekstøl svar- andi til virðið á krónuni fyri hini árini sett fyri hvørt ein- stakt ár. Til dømis er indeks- talið í 1976 33. Síggja vit burtur frá um- rokningunum hjá føroysku embætismonnunum, hevur staturin spart knappar 53 milliónir í verjuútreiðslum av ríkisfelagsskapinum. Verður ríkisveitingin drigin frá, er talan um eina upp- hædd á góðar 18 milliardir krónur. NATO limaskapur krevur eitt gjald á 3 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni hjá Danmark. Men øll hesi árini hava danir bert rindað eitt gjald á umleið 2 prosent. Orsøkin til hetta er ríkis- felagsskapurin. ið fer til Danmarkar á bidd- araferð, tá farið verður undir ríkisrættarligu samráðingar- nar. – Tilmælið frá Sam- bandsflokkinum sigur, at ætlanin hjá okkum minnir um eina biddaraferð til Dan- markar. Hetta haldi eg vera ógvuliga keðiligt, tí tað kann fáa danir at halda tað sama. Men gera teir tað, hava vit hesi tøl, sum prógv fyri tað øvugta, sigur løg- maður. Høgni Hoydal vísir sam- stundis á, at ríkisfelagsskap- urin hevur givið báðum pørtum í hvør sínum lagi. Dagførdar útrokningar Tá sagt verður, at talan er um 90 milliónir, danski stat- urin hevur spart, er ikki tal- an um heilt reel tøl, men um dagførdar útrokningar. Embætismenn hava um- roknað sparda peningin fyri hvørt einstakt ár síðani 1976 til tað virði, krónan hevur í dag. Teir hava sett indeks- Svartabók hevur brádliga fingið ógvuliga týðandi leiklut í fullveldismálinum. Útrokningar, ið eru bygdar á part av niðurstøðuni í hernaðarfrágreið- ingini, vísa, at danir hava spart 90 milliardir í verjuútreiðslum orsakað av ríkisfelagsskapinum Mynd: jens Kristian vang Jonhard Eliasen, búskaparfrøðingur, hevur staðið fyri útrokningunum Mynd: jens Kristian vang