Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. mars 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 50 - 10. mars 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 50 - 10. mars 2000 House of Industry Vinnudagur í Norðurlandahúsinum Kendi danski vinnulívsmaðurin Asger Aamund heldur fyrilestur Eftir harðbalnar tíðir gongur nú aftur framá hjá føroyska vinnulívinum. Vit eru komin til eitt vegamót við stórum rembingum. Sjónarringurin verður alsamt víðkaður við nýggju kunningartøknini. Oljuvinnan er komin á okkum. Og ríkisrættarligar broytingar standa fyri durum. Í strembanini at gera føroyska vinnulívið enn betri ført fyri at fáa sum mest burtur úr hesum rembingum, hevur Vinnuhúsið valt at halda ein vinnudag fríggjadagin 7. apríl. Á hesum degi verður Ársins Virki valt. Innbodnir føroyskir røðarar fara at geva teirra boð upp á framtíðina, og kendi danski vinnulívsmaðurin Asger Aamund fer at siga sína hugsan um framtíðarsamfelagið og krøv til vinnuna. Ert tú vinnulívsfólk og kundi hugsað tær at luttikið á vinnu- degnum í Norður- landahúsinum, so set teg í samband við Vinnuhúsið áðrenn 27. mars. Kostnaður fyri tiltakið við døg- verða er 800 kr. Skrá fyri vinnudagin: Kl. 13.00-13.15 Formaðurin í Føroya Arbeiðs- gevarafelag bjóðar vælkomin, Wilhelm M. Johannesen Kl. 13.15-15.00 Framløgur um føroyska vinnu og framtíðina: Fiskivinnan - framtíðar gongdin innan høvuðsvinnuna, Meinhard Jacobsen Hava smáar og fjarskotnar fyritøkur eina framtíð? Magni Arge Kunningartøknin - rembingar, ið ávirka vinnuna, Niels Chr. Nolsøe Ein framtíð uttan heimamarknað, Kjartan Kristiansen Útvegan av eginkapitali Vilhelm Petersen Kl. 15.00 Steðgur - kaffi o.a. Kl. 15.40-16.00 Vinnulív, vinnupolitikkur og framtíðin, Anfinn Kallsberg, løgmaður Kl. 16.00-16.40 Framtíðarsamfelagið og krøv til vinnuna, Asger Aamund Kl. 16.40 Ársins virki: Hví velja ársins virki, Jan Mortensen Umboð fyri dómsnevndina greiður frá arbeiðinum. Framløga - ein lýsing av útvalda virkinum. Landsstýrismaðurin í Vinnumálum handar ársins virki virðisløn. Kl. 19.00-24.00 Døgurði fyri luttakarum á Vinnudegnum á Hotel Føroyum ÁRSINS VIRKI SANSIR TEL 355355 R. C. Effersøesgøta 30, FO-100 Tórshavn, Tel 31 18 64, Fax 31 72 78, fag@industry.fo næmingar, sum hava gingið á Fiskivinnuskúlanum, siga frá, at tann biologiski part- urin av fiskivinnuútbúgv- ingini kemur teimum heilt greitt til góðar, nú lærast skal um sjúkur og tílíkt. Skúlin og vinnan Føroyska vinnan hevur ikki gjørt tað brúk av skúlanum, sum hon átti at gjørt, heldur Jákup Andreasen, skúla- stjóri. Hann sigur, at hann sakn- ar, at vinnan býður til sam- starv við skúlan. Tí hann metir avgjørt, at tað eru ting, sum samstarvast kann um, og har hvør kann geva øðr- um nakað. Til dømis nevnir hann, at um ein starvsstova varð gjørd á skúlanum, kundi út- flutningsvinnan fingið nyttu úr henni. Tí alt, sum útflutt verður til matna, skal hava ymsar váttanir við um, at tað og tað er í lagi. Tað kundi saktans verið gjørt á Fiskivinnuskúlanum, sam- stundis sum næmingarnir eisini fingu brúkt eina slíka starvsstovu í síni útbúgving. Sjálvandi kostar ein slík útbygging, men stjórin heldur, at tað saktans hevði borið til at vunnið pengar- nar innaftur, um tær kann- ingar, sum kortini skulu gerast, vórðu gjørdar á skúl- anum. Tað mesta stjórin hevur frætt frá vinnuni er, tá ringt verður á skúlan at spyrja um næmingar at seta í starv, tá teir eru lidnir á skúlanum. Ein misskiltur skúli Stjórin á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna heldur, at boðskapurin um, hvør skúlin er, er ikki komin nóg greitt út. Fólk halda, at skúlin er til at læra fólk at fiska og hagreiða fisk umborð á skipi. Men hann er so nógv meira EDVARD JOENSEN Tað er bara næstan rætt, tá sagt verður, at talan er um ein fiskivinnuskúla. Hann kundi tað sama itið Matvør- uskúlin, tí tað er í grundini tað, alt snýr seg um, sigur Jákup Andreasen, stjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vest- manna. At skúlin verður nevndur, sum hann verður, kemst av, at tá vit tosa um matvørur og framleiðslu av slíkum í Føroyum, tosa vit at kalla bara um fisk. Av heilt nat- úrligum orsøkum. Men næmingarnir læra millum annað at kenna mikroorg- anismur, sum finnast í so mongum øðrum enn fiski. Til dømis í donskum kote- lettum ella svenskum høsn- arungum. Tí er tað bara ein hálvur sannleiki, tá sagt og hildið verður, at skúlin er ein fisk- ivinnuskúli burturav, sigur skúlastjórin. Ringar umstøður Tað er ikki tí at umstøðurnar til at kanna kotelettirnar eru nakað at reypa av. Tað eru tær í heila tikið ikki á skúla- num. Har er trongt og óarbeiðs- ligt, fyri at siga tað, sum tað er. Tríggir árgangir, sum halda til í hvør sínum húsi. Tað er rætt og slætt ikki nakað, vit kunnu bjóða fólki. Av tí sama verður heldur ikki fingið tað opti- mala burtur úr tí tilfeingi, sum er. Tann nógvi ótryggleikin, sum var í byrjanini, við at nú skuldi skúlin flytast, og so skuldi hann kortini ikki , og so framvegis, hevur sanniliga heldur ikki bøtt um støðuna. Fiskivinnuskúlin í Vest- manna er ein yrkisgymnas- ialur skúli. Tað vil siga ein skúli á sama støði sum hægri handilsskúli og hægri teknisk útbúgving. Men stjórin heldur ikki, at fólk eru rættiliga greið yvir, at støðið er tað, tað er. Fólk hava rætt og slætt lyndi til at undirmeta skúlan, heldur hann. Helst av ókennskapi. Útbúgvingin frá Fiski- vinnuskúlanum í Vest- manna gevur ikki beinleiðis atgongd til øll universitet úti í heimi. Tað er rætt. Men hon er rættiliga gott støði undir til dømis eini hægri biologiskari útbúgving. Fleiri universtitet krevja til dømis evna- og støddfrøði á hægsta stigi, og tað kann Fiskivinnuskúlin ikki bjóða í dag. Men so er okkurt uni- versitet í Danmark, sum ikki hevur so strong krøv. Og har er so møguleikin. Sagt verður eisini, at ung- dómsárgangirnir í Danmark eru minkandi, og roknast kann tí við, at krøvini fara at linka tilsvarandi. Eitt annað, sum víst er á, er at útbúgvingin frá Fiski- vinnuskúlanum vísir seg at vera ein góð barlast hjá komandi sjúkrasystranæm- ingum, sigur Jákup Andre- asen, stjóri. Sjúkrasystra- Skeiðvirksemi Fiskivinnuskúlin hevur í vár hildið skeið fyri fólki í før- oysku vinnuni. Bæði flaka- og alivinnuni. Hesi skeiðini hava verið hildin á Hotel Eiði, og und- irtøkan hevur verið rættiliga góð, sigur Jákup Andreasen, stjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Um aliskeiðini sigur stjórin, at miðað verður eftir at geva alarum og teimum, sum annars arbeiða í ali- vinnuni, eitt neyvari, teoret- iskt innlit í tað, tey arbeiða við. Sama er við flakavirkis- fólkunum, sum hava verið á skeiði um innaneftirlit á fiskavirkjunum. Jákup Andreasen sigur, at teir hava fingið positivar aft- urmeldingar um skeiðini. Serliga eru fólk væl nøgd við, at tað er rættiliga nógv bíligari at senda fólk á skeið í Føroyum, enn um tey skuldu uttanlands. Og tað ger væl saktans eisini, at fleiri fáa møguleikan. Jákup Andreasen sigur, at tað er rættiliga neyðugt at hava hesi skeiðini. Tí einki stendur í stað, heldur ikki føroysk vinna. Tú skalt alla tíðina vera klárur at taka í móti tí, sum kemur. Helst áðrenn tað kemur. Og her hevur skúlastjórin eitt hjartasuff. Hann heldur, at føroyskir politikarar og onnur vænta í meira lagi av skúlanum. Og tí hevur hann heldur einki ímóti. Men tað kostar, og tí tykjast tey, sum sita á pengunum at hava okkurt ímóti. Skúlin verður ov statisk- ur, heldur skúlastjórin. Hann vil fegin hava skúlan at vera livandi og mennandi. Men tað kostar pengar, og tað tykist at vera ilt at fáa fólk at skilja. Ikki tí, sigur Jákup And- reasen. Fiskivinnuskúlin klárar seg væl fíggjarliga, sum er. Men Tað er bara ikki nøktandi, at hava ein skúla, sum væntandi skal standa í stað, meðan allur heimurin annars flytist og broytist. Annars er áhugin fyri skúlanum ikki tann stóri. Tilmeldingarfreistin til komandi skeið er úti tann 15. mars. Tað vil siga í næstu viku. Men enn hava bara fýra boðað frá luttøku, sigur stjórin Jákup Andrea- sen. Hann vónar tó, at fleiri fara at boðað frá luttøku um vikuskiftið, sigur hann. EDVARD JOENSEN Vanligur føroyskur mamm- udøgurði. Cherrydampaðir krabbar við hvítleyki. Brosma í í grønari piparsós við perluleyki afturvið. Ella okkurt heilt annað, sum fer at kitla góman. Hvør veit? Men ein forkunnug kókibók er á veg frá Fiskivinnuskúl- anum í Vestmanna. Guðrun Gudmundsen, lærari á Fiskivinnuskúla- num, sigur, at hendan kóki- bókin er eitt sindur øðrvísi enn vanligar kókibøkur. Eitt er, at hon bara hevur upp- skriftir við sjómati. Men har fer at verða sagt frá, hvussu hagreitt verður frá tí fiskurin er fingin, til etið verður. Ikki tí. Tað verða ikki bara fiskarættir, uttan eisini rættir av skeljadjórum og øðrum, sum úr sjónum kem- ur. Guðrun Guidmundsen sigur, at í bókini verða einir stórthundrað rættir. Og teir fara at vera rættiliga ymisk- ir. Frá tí vanliga, føroyska mammudøgurðanum til tað meira eksotiska, sum næm- ingarnir hava funnið á Int- ernetinum. Talan verður um forrættir og suppur eins væl og høvuðsrættir og okkurt omaná. Hugskotið til bókina er komið so við og við. Tað byrjaði við, sigur Guðrun Gudmundsen, at næm- ingarnir hildu, at tað hevði verið stuttligt at gjørt ein faldara við onkrum upp- skriftum við fiskamati. Hugskotið vaks og mentist, til tað at enda varð til, at tey skuldu gera eina kókibók. Hendan verkætlanin verður so eisini brúkt sum partur av undirvísingini á skúla- num. Mangan hevur verið hild- ið, at føroyingar gera ov lítið burtur úr matinum, vit eta. Taka vit til dømis fisk, verður hann kókaður ella stoktur. Helst við nógvum hita ella kókaður, so hann fer í fillur. Aðrastaðni verður meira gjørt burtur úr mati sum list. Og tað vilja næmingarnir á Fiskivinnuskúlanum - ið eins væl kundi itið Matvør- uskúlin - eisini hava føroy- ingar at læra. So nú hava tey gjørt bart og eru farin undir at gera eina kókibók, har greitt verður frá hvussu væl og ymiskt til ber at borðreiða við tí, sum úr sjónum kemur. At geva bók út er ikki bara sum at siga tað. Tað kostar bæði stríð og pengar. Men tað ræddi tey tó ikki frá ætlanini. Farið varð und- ir at finna fíggjarligar stuðl- ar. Og tað hevur gingið heilt hampiliga, sigur Guðrun Gudmundsen, lærari á Fisk- ivinnuskúlanum. Tey hava eisini longu selt nøkur ein- tøk av bókini. Skúlabókagrunnurin skal geva bókina út. Tey á Fiskivinnuskúlanum hava latið rættindini til Grunnin. Ætlanin er, at bókin í útsjónd skal minna nakað um tað væl kendu og ógvu- liga væl umtóktu Góðaráð. Skapið og støddin fara at líkjast, eins og bókin skal prýðast við fotomyndum á sama hátt sum Góðaráð. Tað verður Per á Hædd, foto- grafur, sum skal taka mynd- irnar. Hetta arbeiðið verður farið undir í næstum, sigur Guðrun Gudmundsen. Sum við so mongum øðr- um bókum er ætlanin, at hendan skal koma út fram móti jólum. Mett verður, at prísurin fer at liggja um ein- ar 200 krónur. Sjóbitar í bók Á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna eru tey í ferð við at gera eina kókibók við uppskriftum av tí, sum úr sjónum kemur – Hendan kókibókin er eitt sindur øðrvísi enn vanlig- ar kókibøkur, sigur Guðr- un Gudmundsen, lærari á Fiskivinnuskúlanum Fiskivinnuskúlin í Vestmanna kundi tað sama itið Mat- vøruskúlin, tí tað er í grundini tað, alt snýr seg um, sig- ur Jákup Andreasen, stjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vest- manna