leygardagur 11. mars 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 50 - 10. mars 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 50 - 10. mars 2000
Partarnir á arbeiðsmarkn-
aðinum skulu greiða alt
Ein av týdningarmiklastu orsøkinum til, at so fá fólk hætta sær undir at stovna egið virki í Dan-
mark og øðrum ES-londum er, at nógvar lógir og reglur leggja haft um hugin og fyritakssemið,
skrivar Vinnuhúsið
ÓLAVUR Í BEITI
– Tvey lógaruppskot, sum
eru løgd fram av Javnaðar-
flokkinum, kunnu — um
tey verða samtykt —
merkja, at føroyski arbeiðs-
marknaðurin fer at broytast.
Um uppskotini verða sædd
sum partur av einari størri
heild, har danskar og ES-
arbeiðsmarknaðar lógir fara
at mynda okkara arbeiðs-
markna, verður úrslitið, at
vit fáa ein líka stirvnan ar-
beiðsmarkna sum fleiri av
ES-londunum, skrivar Vinn-
uhúsið.
– Fyri nøkrum vikum síð-
ani legði Javnaðarflokkurin
lógaruppskot fyri tingið um
»skyldu arbeiðsgevaranna
at boða løntakarum frá um
setanartreytir teirra«. Før-
oya
Arbeiðsgevarafelag
hevur gjørt vinnunevndini
greitt, at felagið einki hevur
ímóti, at seturnarviðurskiftir
koma undir skipaðar karm-
ar, men eftir okkara tykki
er hetta nakað, ið partarnir
á arbeiðsmarknaðinum eiga
at greiða sínamillum. Eisini
hevur felagið víst á, at før-
oyskir lógarkarmar eiga at
vera hóskandi fyri okkara
arbeiðsmarkna, og ikki eitt-
hvørt avskrivað ES direktiv.
– Nú er so eitt annað lóg-
aruppskot lagt fram, ið setur
reglur fyri hópuppsagnum.
Talan er eisini um eina
danska lóg, grundað á eitt
ES-direktiv. Eisini í hesum
føri heldur Føroya Arbeiðs-
gevarafelag, at talan er um
viðurskifti, ið náttúrliga
hoyra heima í avtalum mill-
um partarnar á arbeiðs-
marknaðinum.
Pappírsarbeiði
– Javnan hoyra vit politik-
arar tosa um tørvin á ar-
beiðsplássum og nýggjum
møguleikum úti um landið.
Men somu polittikarar geva
kanska ikki gætur, at ein av
týdningarmiklastu orsøki-
num til, at so fá fólk hætta
sær undir at stovna egi virki
í Danmark og øðrum ES-
londum er, at nógvar lógir
og reglur leggja haft um
hugin og fyritakssemið.
– Í dag hava nógv smærri
virkir her á landi ongan til
burturav at orðna pappírs-
arbeiðið. Um vit høvdu allar
tær arbeiðsmarknaðarlógir,
ið eru í Danmark, bar slíkt
ikki til. Prísurin fyri ein ar-
beiðsmarkna, ið er neyvt
stýrdur við lógum er, at
gongdin verður móti fleiri
størri virkjum ella eini mið-
savnan. Tey smáu virkini
hava snøgt sagt ilt við at
klára tær umsitingarligu
byrðarnar og tær fíggjarligu
bindingarnar, ið fylgja við
umrøddu lógarstýring.
– Tí hongur tað ikki sam-
an, um polittikarar okkara
bæði tosað um at spjaða ar-
beiðspláss um landið og
samstundis seta umsitingar-
ligar fótonglar fyri fólk, ið
vilja stovna egið virkið.
Og at enda verður sagt í
tíðindaskrivinum, at undir
kreppuni mitt í 90‘unum, tá
alt lá stilt, royndu fleiri á-
grýtnir menn at stovna
nýggj fiskavirkir, hóast út-
litini vóru alt annað enn
góð. Um ein lóg um hóp-
uppsaginir var galdandi tá,
samsvarandi tí uppskoti, ið
er lagt fram, vildi kanska
onkur teirra setst aftur við
ætlanum
sínum.
Lógin
merkir, at hesir menn kundu
rokna við at koma at gjalda
løn til arbeiðsfólki væl
longri enn upsagnartíðirnar
í sáttmálanum siga, um
virkið ikki gekk.
Brúk er fyri hoyring í vinnuni
Til tess at skapa betri samljóð millum vinnuna og landsstýrismannin í
fiskivinnumálum hevur Jørgen Niclasen lagt uppskot fram um nýtt
fiskivinnuráð
ÓLAVUR Í BEITI
Í viðmerkingunum til upp-
skotið, sigur Jørgen Nicla-
sen, fiskivinnumálaráðharri
m. a. at í uppskotinum um
fiskivinnuráð verða uppgáv-
urnar undir teirri fyrru skip-
anini við fiskivinnuráði og
Fiskivinnu
Starvsnevnd
lagdar saman, og eitt minni
ráð verður skipað til at røkja
tær uppgávur, sum í dag
eiga at verða viðgjørdar í
fiskivinnuráðnum.
– Eftir núgaldandi lóg
skal
landsstýrismaðurin
leggja allar umfatandi fisk-
ivinnuspurningar fyri fiski-
vinnuráðið til ummælis.
Fiskivinnuráðið kann av
sínum eintingum taka fisk-
ivinnumál til viðgerðar og
geva landsstýrismanninum
tilmæli.
Fiskivinnuráðið
sendir í minsta lagi eina ferð
um árið landsstýrinum frá-
greiðing og tilmæli, men
skipanin hevur ikki virkað
væl, og trupult hevur gingist
at fáa valt nýtt fiskivinnuráð
eftir nýtt løgtingsval, sum
ásett er í lógini.
– Eisini hava einstøk fel-
øg sýtt fyri at tilmæla um-
ÓLAVUR Í BEITI
Jørgen Niclasen, fiski-
málaráðharri, hevur nú
lagt uppskot fram um
vinnuligan fiskiskap, og
sigur m.a. í viðmerkingu-
num til uppskotið, at løg-
tingið samtykti at herða
ásetingarnar um loyvda
luttøku hjá útlendskum á-
hugamálum at vera við í
føroyskum fiskiskipum.
Ásett varð, at nú skuldu
2/3 av eigararunum lúka
oman fyri nevndu treytir
ímóti helvtin framman-
undan. Harumframt varð
ásett, at eigararnir av 2/3
av ognarpeninginum eis-
ini skulu lúka somu treytir
um tilknýti til Føroyar.
– Treytirnar um eigara-
viðurskifti vórðu aftur
broyttar við, tá ásett verð-
ur, at teir føroysku eigar-
arnir av ognarpeninginum
eisini skulu hava 2/3 av
atkvøðurættinum í felag-
num.
Grannskoð-
arakanning
– Í teimum málum, sum
Fiskimálastýrið
hevur
viðgjørt, har talan hevur
verið um, at útlendsk á-
hugamál hava verið uppií,
er komið fram, at áseting-
in um ognarpening er
ikki nóg neyv, tí hetta
fevnir ikki um ábyrgdar-
pening.
– Harumframt kunnu
avgerðir verða tiknar, hó-
ast treytirnar um sjálvan
atkvøðurættin í felagnum
verða loknar sambært lóg-
ini. Tí verður skotið upp,
at orðið »ognarpeningur«
verður strikað. Í staðin
verður ásett, at eigararnir
av í minsta lagi 2/3 av
eginpeninginum, herundir
partapeninginum
um-
Ásetingin um
ognarpening
er ikki nóg
neyv
Fiskimálastýrið ynskir, at tað veru-
liga eru føroysk áhugamál, sum
standa aftan fyri íløgur í fiskifør
framt ábyrgdarpeningi-
num, sum somuleiðis eiga
í minsta lagi 2/3 av at-
kvøðurættinum og av-
gerðarrættinum í felag-
num, skulu lúka treytirnar
í stk. 2.
– Fiskimálastýrið ynsk-
ir, at tað veruliga eru før-
oysk
áhugamál,
sum
standa aftan fyri íløgur í
fiskifør. Í tí sambandi
verður skotið upp, at
treytir kunnu verða settar
um
íløguførleika
hjá
teimum einstøku eigarar-
unum aftanfyri ætlanirnar.
Til tess at greina hetta
nærri kann Fiskimálastýr-
ið biðja um grannskoðar-
akanningar av eigararu-
num hvør sær, til tess at
staðfesta teirra íløgufør-
leika sammett við teirra
lutfalsliga part av íløguni,
sigur Jørgen Niclasen m.
a. í viðmerkingunum
Lógarbrot
Viðvíkjandi spurningi-
num um lógarbrot, sigur
Jørgen Niclasen, at Fisk-
imálastýrið metir, at um
fiskifarið verður dømt fyri
lógarbrot, skal fiskifarið
eisini kunna verða dømt
at endurrinda fiskiveiðu-
eftirlitinum á sjónum fyri
tær útreiðslur, sum kann-
ingarnar í havn kostaðu
eftirlitinum.
– Í hesum sambandi
skal tó verða lagt afturat,
at hesar útreiðslur hósk-
andi áttu at verið roknaðar
upp í upphæddina, tá virði
á veiðunøgd verður inn-
drigið í slíkum førum.
Men til tess at tryggja lóg-
argrundarlag fyri hesum,
verður skotið upp, at hetta
er beinleiðis ásett í lógini,
sigur fiskimálaráðharrin
m. a. í sínum viðmerking-
um til uppskotið.
Dagtilhaldið Lugarið í Leirvík
LUGARIÐ, sum teir hava
valt at kalla tað, liggur væl
fyri mitt í bygdini við góð-
um útsýni til fiskaríhavnina,
og tað sum har gongur fyri
seg. Hølið hevur fyrr verið
nýtt sum kiosk, tað er ikki
stórt, men hugnaligt, hóast
enn vantar nakrar myndir á
vegginum.
Á lítlari samkomu sum
leygardagin var fyri teim
sum stuðla hava tiltakið vi
peningi og sjálvbodnum ar-
beiði, hugleiddi Osmund
Justinussen, sum jú hevur
sínar røtur í Leirvík, um tað
fjøltáttaða umhvørvi sum
Mánadagin 6. mars tóku leirvíksingar nýístandgjørt høli í nýtslu til dagtilhald
eitt lugar var, ella rættari
hevði verið.
Tað at hava verið uppi-
haldsrúm, sovirúm, køkur,
skaffirúm, fundarrúm, møti-
salur, skrivi- og lesirúm,
o.a. var tað eyðsæð at eitt
slíkt rúm rúmdi nógvum
upplivingum og nógvum
ymiskum frásagnum. Her
vóru bæði tey lokalu og
verðinsmálini greidd út í
æsir.
Hann ynskti stigtakarun-
um eydnu við tiltakinum og
ynskti góða undirtøku.
Bygdarráðsformaðurin
Sjúrður Eliasen hugleiddi
um hølini, sum nú varð sitið
í. Upprunaliga bygd til ís-
goymslu í 40‘unum, – tí eis-
ini kalla íshúsið, tó at ísur
ongantíð varð gjørdur har,
men borin í leypi tá kavi var.
Eina drúgva tíð var nógv
fiskaarbeiði
har
við
fiskarúgvum langt út á veg-
in. Seinri sum egningarhøli
fyri teir størru útróðrarbát-
arnar fyri so at enda sum
kiosk og nú dagtilhald.
Mangt var at minnast aft-
ur á, og ymiskar vóru søg-
urnar, sum longu hesa løt-
una vóru havdar á lofti.
Lugarið fer tað fyrstu tíð-
boð í fiskivinnuráðið. Nýtt
fiskivinnuráð er tí heldur
ikki tilnevnt í dag, sigur
Jørgen Niclasen.
Samfelagsligan
týdning
Sambært viðmerkingunum,
so er Fiskivinnu Starvs-
nevndin millumlið millum
landsstýrismannin og fiski-
vinnuráðið. Landsstýris-
maðurin leggur uppskot til
lógir, kunngerðir og reglu-
gerðir, sum hava við fiski-
vinnuna at gera, fyri Fiski-
vinnu Starvsnevndina til
ummælis.
Fiskivinnu
Starvsnevndin hevur virkað
eftir galdandi skipan. Sam-
bært galdandi lóg verða eftir
hvørt løgtingsval eftir til-
mæli frá vinnuni 16 mans
tilnevndir sum limir í Fisk-
ivinnu Starvsnevndini.
Sambært nýggja uppskot-
inum verður eitt minni ráð
skipað til at røkja tær upp-
gávur, sum í dag eiga at
verða viðgjørdar í fiskivinn-
uráðnum. Tað er meting
landsstýrismansins, at brúk
er fyri hoyring í vinnuni,
sum eisini á henda hátt
kann seta síni sjónarmið
fram.
– Haraftrat hevur fiski-
vinnan so stóran samfelags-
ligan týdning fyri Føroyar,
og spurningurin verður eis-
ini settur, um tað vanta
virknir felagskapir, sum ar-
beiða við samfelagsligum
spurningum í fiskivinnuni,
sum t.d. brúkaraspurning-
um, náttúruvernd v.m. Tað
verður eisini uppgávan hjá
fiskivinnuráðnum at við-
gera tílík mál, sigur Jørgen
Niclasen.
ina at hava opið frá kl. 10
til 12 og frá kl. 14 til 18,
inntil funnið er útav hvørjar
best egnaðu tíðirnar eru og
hvussu tørvurin fer at laga
seg.
Hølið er ætlað pension-
istum og fólki, sum eru
komin nakað til árs, at stytta
teimum stundir.
Eit tlítið køksskapilsi er,
so møguleiki er eisini at
gera sær ein kaffimunn.
Vit ynskja lorvíksingum
tillukku og eydnu við tiltak-
inum.
Leiðslupyramidan
er á veg innaftur
Stigveldi er á veg innaftur
á arbeiðspláss í Danmark,
aftan á fleiri ár, har tað
var mett at verða best við
flatum leiðslubygnaði,
miðspjaðing og leiðslu-
bólkum.
Ein nýggj kanning sum
er gjørd í samstarvið mill-
um Handilsháskúlan í År-
huus og Ledernes Hoved-
organisation vísir, at ser-
lig innan ta privatu vinn-
una eru fleiri leiðslulið á
virkunum. Ársøkin til
hettar er helst, at royndir
við fløtum leiðlsubygnaði
og sjálvstýrandi arbeiðs-
bólkum, ikki hevur givið
tey ynsktu úrslitini alla-
staðni - og serliga ikki á
framleiðsluvirkjum.
Á fleiri virkjum hevur
verið trupult at fingið
starvsfólkini at taka ar-
beiðsábyrgd, og tá so er,
kann hugtakið við tí flata
leiðslubygnaðinum ikki
brúkast.
At altjóða ferðaleiðaradagur
var í farna mánaði, merktist
sjálvandi eisini hjá føroysku
leiðarunum. Fyri at markera
dagin, høvdu tey skipað fyri
nøkrum túrum, har ávíka-
vist kvøldskúlanæmingar
og pensionistar vóru boðin
við, soleiðis at tey kundu
royna nakað av tí, sum ferð-
aleiðarar her heima skipa
fyri.
Í Tinganesi
Ein túrur varð gjørdur eftir
íslendingaslóðum í gomlu
Havnini og á Tinganesi. Tey
luttakandi vóru næmingar,
sum í løtuni ganga til ís-
lendskt á kvøldskúlanum.
Byrjað varð við minnis-
merkið eftir Niels R. Fin-
sen. Men nyttar tað nakað
hjá fólki, sum kenna Havn-
ina væl og virðiliga, at fara
túr eftir so heimkunningum
gøtum?
At tey luttakandi vóru væl
nøgd við túrin, er lítið at
ivast í. - Hetta var ein stak
hugnaligur túrur og søgur-
nar góvu knappliga væl-
kendum gøtum og húsum
nýtt lív, helt onkur fyri, og
fleiri vóru eisini tey, sum
tóku undir við hesum.
Onkur annar helt nakað
soleiðis fyri: - Rundferðin
var sera áhugaverd. Eg havi
altíð havt áhuga fyri gomlu
Havnini, men allíkavæl vór-
u nógv støð og frásagnir,
sum eg einki visti um. Ís-
lendingin Karl Einarsson -
Karl Dunganon - og hansara
skemtibrøgd hevði eg til
dømis ongantíð hoyrt um
fyrr.
- Ja, tað var skemtiligt at
hoyra ymiskar søgur, sum
knýta seg til húsini úti í
Havn, t.d. sethúsini hjá
Handilsforvaltaranum, sum
eisini hava verið fongsul í
sínari tíð, og tað var heppið,
at vit høvdu fingið avtalu
um at sleppa inn at síggja
nøkur av fundarhølunum í
landsstýrinum.
- Eg hevði verið rundferð
í gomlu Havnini við ferða-
leiðara áður, og helt at hetta
fór bara at vera endurtøka,
men hesaferð vóru frásagn-
irnar ikki tær somu og fram-
bornar á ein heilt øðrvísi
hátt. Eisini var tað eitt upp-
livilsi at síggja tey nýrest-
aureraðu hølini í Skansa-
pakkhúsinum.
Ferðaleiðarar í Tinganesi
vóru Jóhanna Traustadóttir
og Bette Johansen.
Í SvF at gekkast
Sama dag høvdu pensionist-
ar í Kollafirði fingið inn-
bjóðing at vitja í Sjónvarp-
inum og í Norðurlandahús-
inum í Havn saman við
ferðaleiðarum úr Kollafirði,
og høvdu 25 teknað seg til
túrin.
Í Sjónvarpinum tók Ivan
Niclasen ímóti teimum og
vísti teimum runt í húsinum.
Serliga áhugavert hjá teim-
um eldri var at vera í Gekk-
astudionum og sleppa at
mala hjólinum. Tey fingu
eisini nógv av vita um sjón-
varpið og um, hvussu um-
støðurnar eru hjá teimum at
arbeiða.
Aftaná varð farið niðan í
Norðurlandahúsið til ein
Ferðaleiðarar ferðaðust
Í samwbandi við altjóða ferðaleiðaradagin, 21. februar, skipaði Ferðaleið-
arafelagið fyri tiltøkum
drekkamunn.
Úr
Norðurlandahúsinum varð
farið ein túr við bussinum
út á Hamaran á Argjum,
haðani útsýnið yvir Havn-
ina var sera vakurt henda
kalda,
men
klára
vetrardagin. Áðrenn koyrt
varð norðuraftur, varð eisini
farið ein túr gjøgnum
nýggju býlingarnar oman-
fyri Havnina, so at fólkini
kundu fáa eina mynd av,
hvussu Havnin veksur.
- Vit vóru heppin, at
ferðaleiðararnir
bjóðaðu
okkum henda túrin. Um vet-
urin hugsar man minst um
at fara útferð, men vit fingu
ein frálíkan túr burturúr,
segði ein av luttakarunum
aftaná. Øll vóru sera glað
fyri at hava verið við, og
ferðaleiðararnir, Gunnvá
Dam og Ólavur Hansen,
lata heilsa og takka Kolla-
fjarðar kommunu fyri, at tey
vildu gjalda fyri bussin og
drekkamunnin í Norður-
landahúsinum.
MBF fingið nýggjan buss
Seflutningstænastan fyri brekað í Havnini hevur úr at gera, og nú var gamli
bussurin somikið slitin, at neyðugt var at skifta hendan út. Nýggi bussurin
varð tikin í nýtslu fríggjadagin
JÁKUP MØRK
Síðani fyrsti bussurin til ser-
flutningstænastan kom til
landið í 1984, er hetta ein
tænasta, sum hevur vundið
nógv upp á seg, og sum hev-
ur verið til stóra gleði fyri
rørslutarnað í høvuðsstað-
num.
Staðin fyri
løgmansveitsluna
Byrjanin til hesa tænastu hjá
MBF er ein lítil søga í sær
sjálvum, greiddi Súsanna
Nolsøe frá. Í gomlum døg-
um var vanligt, at løgmans-
veitsla var á hvørjum ári,
men í 1981, sum var ár teir-
ra brekaðu, gjørdi táverandi
løgmaður, Pauli Ellefsen,
av, at eingin veitsla skuldi
verða.
Ístaðin varð peningurin
latin til MBM at nýta í til
ymisk tiltøk hetta árið. Har-
umframt vórðu fleiri pe-
ningagávur latnar felags-
skapinum hett árið, og tá av-
tornaði, hevði MBM fingið
inn 75.000 kr. meira, enn
tey høvdu latið út úr kass-
anum.
Hesin peningurin varð
síðani nýttur sum partur hjá
MBF til keyp av bussi,
meðan restin varð goldin av
Føroya Landsstýri og Tór-
shavnar Býráð við 100.000
hvør.
Bussurin kom so til land-
ið í 1984, og síðani hevur
tænastan
verið
virkin.
Seinni hevur Klaksvíkar
Kommuna eisini sett á
stovn líknandi tænastu, og
sum skilst, eru eisini aðrar
kommunur, sum arbeiða við
at seta á stovn slíka tænastu.
Betri umstøður
Hesin bussurin tænti so sín-
um endamáli í drúgt áramál,
men fyri nøkrum árum síð-
ani, var hann somikið nógv
slitin, at neyðugt var við
nýggjum bussi.
Hetta var tó mitt í ringastu
krepputíðum, og tískil gjør-
dist talan bert um eina fyri-
bils loysn, tá ein brúktur
danskur bussur varð keyp-
tur, sum kundi røkja upp-
gávuna.
Nú er hesin so aftur skift-
ur út, og sigast má av sonn-
um, at talan nú er um eina
munandi betran av umstøð-
unum.
Fyrst og fremst er nýggi
bussurin, sum er ein væl-
vaksin Mercedes Benz,
nógv rúmligari enn gamli
bussurin.
Hetta
í
sær
sjálvum ger, at tað nú er
møguleiki at hava fleiri
ferðafólk við. Í gamla
bussinum bar til at kroysta
tríggjar koyristólar saman,
men í hesum er væl rúm fyri
fimm koyristólum, umframt
at hjálparfólk teirra eisini
fáa sitið í bussinum.
Harumframt er hesin
bussurin somikið høgur inn-
an, at gjørligt er at standa
upprættur innan, og hetta
lættir sjálvsagt munandi um
arbeiðia hjá teimum, sum
koyra í bussinum.
Í gamla bussinum gramdu
fólk seg eisini ofta um, at
tað gjørdist ov kalt inni, tá
hurðin varð latin upp og aft-
ur, men hesum er eisini tikin
hædd fyri í nýggja bussi-
num. Ein hitablásari syrgir
fyri, at luftin inni í buss-
inum alla tíðina er passaliga
heit, og er hetta serliga nak-
að, sum tey eldru ferðafólk-
ini eru fegin um.
Sum tað sæst á myndini, so fær Doris Hansen, formaður í MBF, uttan trupulleikar
staðið upprætt í bussinum. Hetta er ein av fleiri fyrimunin við nýggja bussinum
Mynd: Jens K. Vang
-Góðir brúktir frá
REYNI SERVICE
REYNI SERVICE
OpiÝ: Mn.-fr. 8.00-17.00
TOYOTA CAMRY
2,2 GL
Skrás.: 02-04-98
Km.: 24.000
Prísur: 218.600,- Garanti**
TOYOTA COROLLA
1,6 Xli H/B
Skrás.: 31-10-96
Km.: 35.000
Prísur: 108.600,- Garanti*
FIAT PUNTO
60 S
Skrás.: 30-01-97
Km.: 42.000
Prísur: 79.600,- Garanti*
FORD FIESTA
1,3
Skrás.: 29-04-96
Km.: 104.000
Prísur: 66.600,-
TOYOTA CAMRY
2,2 XL
Skrás.: 21-12-91
Km.: 80.000
Prísur: 98.600,- Garanti*
TOYOTA AVENSIS
2,0 SOLPLUS
Skrás.: 23-12-98
Km.: 15.000
Prísur: 208.600,- Garanti**
TOYOTA CARINA
1,8 Gli
Skrás.: 26-03-96
Km.: 58.000
Prísur: 129.600,- Garanti*
TOYOTA CARINA
1,6 GL
Skrás.: 01-11-89
Km.: 154.000
Prísur: 49.600,-
Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040
* Brúktir bilar yvir 75.000 kr. verða seldir við
BRÚKTBILAVÁTTAN
** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti frá fyrstu
skrás. dato
Sosialurin - 311820
Sýnaður
04-98
Sýnaður
02-00
Sýnaður
10-98
Sýnaður
12-98
Sýnaður
10-98
Sýnaður
02-96
Sýnaður
04-96
Sýnaður
10-96
Sýnaður
03-96
TOYOTA CARINA
1,6 STATION
Skrás.: 18-06-90
Km.: 59.000
Prísur: 59.600,-
Sýnaður
02-99
NISSAN MAXIMA
3,0 AUT. GEAR
Skrás.: 15-12-87
Km.: 135.000
Prísur: 69.600,-
MITSUBISHI PAJERO VAN
Skrás.: 05-10-95
Km.: 85.000
Prísur: 138.600,-
TOYOTA COROLLA
1,6 H/B GINZA
Skrás.: 30-04-96
Km.: 34.000
Prísur: 112.600,- Garanti*
TOYOTA COROLLA
1,3 SEDAN
Skrás.: 12-02-96
Km.: 16.000
Prísur: 97.600,- Garanti*
TOYOTA COROLLA
1,3 Xli H/B
Skrás.: 10-05-90
Km.: 105.000
Prísur: 52.600,-
Sýnaður
12-99
Sýnaður
01-97
Sýnaður
04-96
Sýnaður
10-99
TOYOTA HIACE 10 PERS.
BUSSUR
Skrás.: 16-06-95
Km.: 160.000
Prísur:138.600,- Garanti*
Sýnaður
06-99
SKAL
SÝNAST!
Sýnaður
11-97
Sýnaður
12-98
AVHEINTINGARTILBOÐ
VØRUVOGNUR
MITSUBISHI GALANT
T DIESEL
Skrás.: 25-08-89
Km.: 287.000
Prísur: 15.000,-
TOYOTA CAMRY
1,8 XL
Skrás.: 28-01-87
Km.: 197.000
Prísur: 10.000,-
TOYOTA CAMRY
2,0 Xli AUTOM.
Skrás.: 22-10-87
Km.: 205.000
Prísur: 15.000,-
HONDA
CIVIC 1,5
Skrás.: 01-06-86
Km.: 175.000
Prísur: 12.000,-
Støkkið inn
á gólvið!