Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. mars 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 50 - 10. mars 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 50 - 10. mars 2000 Kanningarstjóri kanna løgmann Dynamitt 2000 á Strondum Grækarismessu- hald í Fuglafirði Skótarnir í Fuglafirði skipa fyri grækarismess- uhaldi á Bugnum í morg- in, sunnudagin, kl 17. Frits Johannesen fer at flyta fram røðu, Fugla- fjarðar Hornorkestur spælir, og skótarnir ganga skrúðgongu. Boð- ið verður til ein drekka- munn í skótahúsunum eftir haldið á Bugnum - og skótarnir møta í skót- ahúsinum ein hálvan tíma undan. Løgtingsformaðurin hevur tilnevnt Páll Niel- sen, advokat til kanning- arstjóra sambært §38, stk. 2 í stýrisskipanarlóg- ini at fáa greiðu á, um løgmaður framdi brot á § 5, stk. 2 í løgtingslóg um ábyrgd landsstýris- manna, tá hann tann 18. februar 1999 svaraði fyrispurningi frá Dan R. Petersen tingmanni við- víkjandi leiguútreiðslu- num hjá aðalstýrunum. Í kvøld verður stórt dans- ikvøld á Strondum, sum Strálan skipar fyri. Tað er tann vælumtókti bólkurin Dynamitt 2000, ið spælir. Ætlanin var, at teir skuldu spæla á Kambsdali síðsta viku- skifti fyri jól, men vi9ð tað, at veðrið varðs o vánaligt, varð tiltakið av- lýst. men nú verður so møguleiki at hoyra teir. Bólkurin er settur sam- an við tónleikarum úr Dynamitt og Kjølum - ein bólkur, sum setir lív í alt dansifólkið. Møguleiki verður eis- ini at keypa sær okkurt til matna. Norðmenn granska laksalúsina Laksalúsin er ein stórur trupulleiki fyri alivinn- una. Alilaksurin trívist ikki væl um hann hevur lús og lúsin verður eisini mett at verða ein hóttan ímóti villum laksi. Síðani 1995 hava norðmenn miðvíst arbeitt við granskingarverkætlanum um hevda snúltarin og í dag er vitanin væl størri. Granskingarverkætl- aninar, sum í stóran mun eru fíggjaðar gjøgnum »Norges Forsknings- råd«, eru gjørdar um lív- frøðina hjá lúsini, hvussu hon spjaðir seg og trup- ulleikarnir, ið alivinnan hevur av henni. Áðrenn 1995 snúði granskingin serliga um menning av nýggjum evnum at drepa lúsini við. Seinnu árini hevur granskingin gjørt meira burturúr, á hvønn hátt ar- beiðast skal í vinnuni, fyri at fyribyrgja spjað- ing av laksalús. Í dag vita granskarar meira um, hvussu viðurskifti sum saltinnihald og hiti í sjóg- num ávirka møguleikar- nir hjá lúsini at yvirliva. Funnið er m.a. fram til, at nøgdin av laksalús øk- ist, um hitin í sjógnum er hægri enn vanligt um heystið og veturin, og at samband er ímillum trup- ulleikan av lús á ávísum alistøðum og streym- og vindviðurskiftunum í al- iøkinum. Fyri at halda trupul- leikanum niðri hava norðmenn gjørt eina nat- ionala skipan, har reglu- liga verður fylgt við, hvussu nógv lús er á laksinum. Um talið á lúsum fer upp um ávíst mark verður avlúsað. Eitt av úrslitunum av granskingarverkætlanu- num seinnu árini er, at granskarar nú arbeiða við at menna eina vaksinu ímóti laksalús. (Forskningsnytt). Minningarorð um Nanny Joensen f. 3.9.1942 – d. 28.2.2000 og ommubørn vóru títt prýði og tú oysti teimum av tínum kærleika. Nú er tómt í Tippinum. Takk fyri alt tú gav okkum øllum. Harrin styrki teg Poul Johannes, Páll, Torbjørn, Jan, Birgir, Sóley og Heidi við makum og børnum. Orð kunnu ikki siga hvat ið rørist í okkum. Æra verið minni um teg góða Nanny, hvíl í friði. Seinasta heilsan frá vinkonunum Ikki vardi okkum, tá ið vit vóru saman úti hjá Solveig – og skemtaðu og hugnaðu okkum, at hetta fór at verða síðsta ferðin, vit sótu saman á henda hátt, tú skuldi bara til Havnar at fáa ordna hettar inngrebi, ið læknarnir høvdu sagt, var skjótt gjørt. Men hvat? Tú setti okkum stevnu aftur tórskvøldið – ja vit vóru har tá, bert tveir tímar fyrr og ikki í somu ørindum, nei góða Nanny, tú vart í kistu, og nú standa vit her og spyrja: Hví – hví góða Nanny? Tú varð so frísk og røsk, ja full av lívi, hví tú, sum hevði so nógv at geva okkum øllum, sum hildu av tær – hví Nanny? Her fáa vit ikki svar uppá okkara hví, men einaferð verður svara uppá hvørt hví. Tú var altíð tann, sum tók tað tunga takið – kom og gerið tað og tað, nú standa vit og hugsa, hví tú hevði ein so stóran skund, altíð at hjálpa – tí tín tíð var avmarkað. Ja, nú hevur tú frið og hvíld eftir títt stríð. Títt heim, maður, børn Skattalógin til skatt- apolitisk endamál Um skattalógin verður nýtt til at loysa ymisk onnur endamál enn skattapolit- isk, verður lógin skjótt so torskild, at hon ikki verður at skilja hjá skatta- borgarum, og hartil verður hon munandi tyngri at umsita hjá skattafyrisiting- ini., svarar fíggjarmálaráðharrin Flemmingi Mikkelsen ÓLAVUR Í BEITI Flemming Mikkelsen, løg- tingsmaður Sambandsfloks- ins spurdi fíggjarmálaráð- harran Karsten Hansen, um fíggjarmálaráðharrin hevur ætlanir um at leggja lógar- uppskot fyri Løgtingið um serskatting av hjúnum í hesi tingsetuni? Í drúgva svarinum, sigur Karsten hansen, at lands- stýrið hevur arbeitt við at gera skattalógina einfaldari seinastu árini. Nærum allir frádráttir eru avtiknir. Nakr- ir eru tó lagdir um til út- gjaldsskipanir, t.d. rentu- stuðul í staðin fyri rentufrá- drátt, ferðastuðul í staðin fyri ferðafrádrátt, telefon- stuðul í staðin fyri telefon- frádrátt, stuðul til konu- og barnapening í staðin fyri frádrátt í inntøku. Annars eru bert fáir frádráttur eftir, t.d. frádráttur í inntøkuni fyri inngjøld til eftirlønar- skipanir og frádráttur fyri meirútreiðslur vegna inn- tøkugevandi arbeiði í út- londum. Pensjónistfrádrátt- urin og barnafrádrátturin eru eftir sum vanligir frá- dráttir í skattinum. – Henda umskipan gjørdi tað óneyðugt hjá 70% av skattaborgarunum at senda inn sjálvuppgávu. Fíggjar- málaráðharrin heldur tí, at ein eigur at vera varin við nú afttur at byrja at brúka skattalógina til onnur enda- mál enn at krevja skatt inn. Endamálið við automati- seringunum, sum eru gjørd- ar og koma at verða gjørdar, kunnu tá vísa seg at vera nyttuleysar. Skattaobjekt – Um skattalóggávan verður broytt soleiðis, at inntøkan hjá hjúnafeløgunum verður løgd saman og síðani býtt í tvey, ella møguliga tann hjúnafelagin, sum onga inn- tøku hevur, kann flyta upp til kr. 140.000 frá hinum hjúnafelagnum til skattingar hjá sær sjálvum, áðrenn hon verður skattað, so er hetta eitt stórt stig á vegnum aftur til gomlu skattaskipanina, har húskið var skattasub- jekt. – Í fyrsta lagi hevði ein tílík broyting ført til stóra ógreiðu um hugtakið skatt- skyldug inntøka, sigur Karsten Hansen. Í øðrum lagi hevði ein tílík broyting ført við sær krav um, at skattaskipanin bæði skuldi kunna skatta einstaklingar og hjún. Hetta hevði ført til eina dýrari skattaumsiting. 30 mió. kr. – Um skattalógin verður broytt soleiðis, at inntøkan hjá hjúnafeløgunum verður løgd saman og býtt í tvey, áðrenn hon verður skattað, so minka landsskatta- og kommunuskattainntøkurnar við umleið 30 mió. kr. – Henda upphædd hevði væntandi vaksið munandi tey næstu árini. Tað er tó sera ilt at meta um, hvussu nógv hjún høvdu valt at lat- ið annan hjúnafelagan verið heima, og tískil er sera ilt at meta um, hvussu nógv skattainntøkurnar høvdu minkað tilsamans, sigur Karsten Hansen at enda í svarinum til Flemming Mikkelsen. EDVARD JOENSEN Tað var ikki gjørligt at fáa viðmerkingar frá Lønar- deildini til nevndu grein, áðrenn hósdagsblaðið fór til prentingar. Men eftir, at blaðið var prentað, ringdi Olavus Jespersen til okk- ara, so ein viðmerking Lønardeildin heldur siðvenjuna Lønardeildin heldur ta siðvenju, hon alla tíðina hevur havt, sigur Olavus Jespersen í viðmerking til grein um vaskikonurnar hjá Toll- og Skattstov- uni, sum stóð í Sosialinum í hósdagin kundi fáast frá Lønardeild- ini. Olavus Jespersen sigur, at Lønardeildin hevði kannað, hvussu vanlig mannagongd var, tá vaski- fólk varð sett í starv hjá Toll- og Skattstovuni. Tey fingu greitt at vita, at goldin varð vanlig tíma- løn umframt fimm krónur, tí arbeitt verður vanliga um kvøldið. Tá gjørt verður høvuðsreint, verða goldnar sjey krónur eyka um tíman, sigur Olavus Jespersen. Hetta er tað, Landsstýrið, og seinni Fíggjarmála- stýrið, hevur góðkent og praktiserað, sigur Olavus Jespersen. Hann sigur, at Lønar- deildin kann ikki gjalda nakra eftirløn til vaskifólk á Toll- og Skattstovuni sambært sáttmála av teirri einfaldu orsøk, at eingin sáttmáli er millum Lønar- deildina og Føroya Arbeið- arafelag um hesi fólkini. Flemming Mikkelsen, løgtingsmaður Sambands- floksins SVEINUR TRÓNDARSON Gongur alt, sum Poul Nyrup Rasmussen ætlar, so verður fólkaatkvøða um evruna, sum danskt gjaldoyra, tann 28. september. Hesum boðar forsætisráð- harrin frá í tíðindaskrivi fyrradagin. Poul Nyrup Rasmussen leggur í skrivinum dent á, at stjórnin avgjørt er fyri at fara upp í evropeiska peng- asamstarvið, men at stjórnin eisini hevur lagt dent á at hetta ikki er gjørt, fyrr enn danir sjálvir hava viðgjørt málið gjølla. Hann vísir eisini á, at dan- ir gjørt eitt gott arbeiði fyri ein positivan økonomiskan politikk við lágari inflatión, sunnum búskapi og ikki ov høgum arbeiðsloysi. Eisini greiðir Poul Nyrup frá, at Socialdemokratiski flokkurin fer at hava eyka landsfund júst um evruna í apríl mánað, og at tað har verður endaliga avgjørt, at fólkaatkvøðan í Danmark verður tann 28. september í ár. Blandaða móttøku Uppskotið um eina skjóta fólkaatkvøðu um evruna hevur fingið blandaða mót- tøku í Danmark. Flokkarnir høgru megin miðjuna, Vinstri og Kon- servativu eru stak fegnir um, at fólkaatkvøðan verður so skjótt sum yvirhøvur tilber, meðan SF, Eindarlistin og Junirørslan, sum bara er umboðað í Evropaparla- mentinum, eru misnøgd við avgerðina. Vinstri og teir Kon- servativu siga, at tað hevur avgjørdan týdning fyri danskan búskap at gerast partur av evrusamstarvinum og at hetta ongantíð verður gjørt ov skjótt. Konservativi Bendt Bendtsen heldur, at eitt hálvt ár er nóg mikið til eitt gjølligt kjak, men hann fær ikki viðhald frá øllum. SF, Eindarlistin og Juni- rørslan halda, at tað er at spæla høgt spæl við veljar- unum, at kroysta eina fólk- aatkvøðu niður yvir teir nú, men teir taka stríðið sum tað kemur. Jens Peter Bonde, úr Juni- rørsluni, er í øðini um at fólkaatkvøðan verður í sep- tember. Hann sigur, at tað er óseriøst tí tað ber ikki til at fáa eitt fullbúgvið kjak um eitt so álvarsligt mál upp á bara seks mánaðir. Val- granskarin Ole Tonsgaard er samdur við tí, sum Jens Pet- er Bonde sigur. Hann held- ur, at Nyrup í øllum førum átti at bíða eftir kanningini, sum fýra óheftir búskapar- frøðingar gera av BMS (ØMU) - skipanini. Eygleiðarar í Danmark siga, at danski forsætisráð- harri við fólkaatkvøðuni tryggjar sær politiskan frið í eina tíð. Hetta málið fer at taka so nógva tíð og fer at krevja gott tvørpolitiskt samstarv, at hann fær ar- beiðsfrið. Samstundis tryggjar hann sær, at evrufólkaatkvøðan ikki fellur saman við stjórn- arfuldin hjá ES, sum verður í desember mánað. Føroyingar atkvøða ikki Í sambandi við fólkaatkvøð- una hevur Kristian Thulesen Dahl, úr Danska Fólka- flokkinum sagt, at føroy- ingar og grønlendingar eis- ini eiga at vera spurdir við fólkaatkvøðuna. Hann ger í blaðsamrøðu greitt, at føroyingar og grønlendingar við einum donskum ja, verða tvungnir til at brúka evruna, sum gjaldoyra og tí eiga teir eis- ini at vera spurdir. – Men tað verður av ong- um, sigur Høgni Hoydal. Føroyingar skulu ikki at- kvøða um evruna, tí vit eru ikki limir í ES: Vit hava eitt nú í uppritinum staðfest, at vit skulu knýta okkara pengaskipan at tí donsku, tí hon er støðug og fara danir upp í evrusamstarvið, so eiga vit at leggja okkum upp at tí. Men vit fara ikki upp í og tí skulu vit heldur ikki atkvøða um málið. Danir atkvøða um evruna Tað hevur fingið blandaða móttøku í Danmark, at veljar- arnir aftur skulu til fólkaatkvøðu um ein ES spurning Stórur áhugi fyri Rás 2 Klaksvíkingar eru hugaðir at samstarva við Rás2, men næsta vikan fer at vísa, hvat ítøkiligt spyrst burtur úr EYÐUN KLAKSTEIN Útsendu menninir hjá Rás 2 lata væl at fundunum, teir høvdu í Klaksvík hósdagin. Umboð fyri Rás 2 vóru í Klaksvík fyri at tosa við lokal fólk um samstarv og at lodda dýpið millum norð- oyingar. Og hesin góðveðursdag- urin eydnaðist eftir øllum at døma væl. - Áhugin er stórur fyri Rás 2 millum klaksvíkingar, og vit høvdu eisini nakrar fínar fundir, sigur Petur Jac- obsen, sum er stjóri á Rás 2. Rás 2 fundaðist við Norð- oya Sparikassa, sum hevur keypt sendaran, sum skal setast upp á Brúnaskarði í næstu viku. Hesin fundur snúði seg ikki um redaktionel viður- skifti, tí Norðoya Sparikassi hevur boðað frá, at teir als ikki fara at leggja seg út í , hvat Rás 2 sendir. Teirra uppgáva hevur útilokandi verið at skaffa umstøður fyri, at Rás 2 kann senda til Klaksvíkar. Rás 2 áhugað í Pegasus Hinvegin varð tosað um meira praktiskt samstarv, tá Rás 2 fólkini vóru á fundi við Studio Pegasus og lok- alblaðið Norðlýsið. Studio Pegasus, sum skjótt hevur tvey ár á baki, hevur góðar umstøður at virka undir, og tí er Rás 2 rættiliga áhugað í samstarvi við studioið í Klaksvík. Men Petur Jacobsen kann ikki siga okkum frá nakrar endaligari avgerð, tí ein slík er ikki tikin enn. - Næsta vikan kemur at vísa, hvat ítøkiligt spyrst burtur úr fundinum við Studio Pegasus, sigur stjór- in á Rás 2. Í løtuni verður einasta sendingin, sum Útvarp Før- oya framleiðir uttan fyri høvuðsstaðin, gjørd í Studio Pegasus, og Steintór Ras- mussen, sum rekur Studio Pegasus, hevur í Sosialinum áður nevnt møguleikan fyri øktum samstarvi við Útvarp Føroya. Men í løtuni er tað Rás 2, sum ger tað uppsøkjandi ar- beiði í Klaksvík, og tí fer eitthvørt kanska at spyrjast burtur úr innan ov leingi. Norðlýsið kanska við Einasta lokalblað í Føroy- um heldur til í Klaksvík, og Oliver Joensen, blaðstjóri á Norðlýsinum, er eftir øllum at døma sinnaður at sam- starva við Rás 2, tá teir fara at senda til og úr Klaksvík. Norðlýsið, sum kemur út eina ferð um vikuna, hevur sína redaktión nærindis Studio Pegasus. Hvussu samstarvið millum Rás 2 og Norðlýsið fer at vera, er eingin avgerð tikin um enn. - Okkara fyrsta mál er at senda til Klaksvíkar, og tað fer at lata seg gera innan stutta tíð, kanska í næstu viku. Síðani er ætlanin at fara at senda úr Klaksvík, sigur Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2. Hann sigur, at tosað hevur verið um møguleikan at senda lokalt tilfar úr Klaks- vík og bara til klaksvíking- ar, og hóast hetta er tekniskt gjørligt, ivast stjóri á Rás 2 í, um tað formella sendi- loyvið, sum Rás 2 hevur, loyvir hesum. - Tað er mest upplagt, at vit fara at gera ávísar send- ingar og at senda ávís tíðar- skeið úr Klaksvík, sigur Pet- ur Jacobsen. Sendarin á Brúnaskarði fer at senda á 107,0 MHz, tá hann verður tendraður. Um alt gongur væl, bæði tekniskt og við veðrinum, verður møguliga sent til Klaksvíkar og størri part av Eysturoynni í næstu viku. Júst afturkomin av seminar Nýggir viðgerðarhættir innan: • Andlitsrøkt • Húð- og kropsrøkt • Fótarøkt • Viðgerð móti arrum og rukkum • Massagu v/aromaterapi • Kosmetikki Nógv góð tilboð av kosmetikki Húðrøkt v/ Jørnu 660 Søldarfjørður • Tel. 44 11 86 Sosialurin - 311820