leygardagur 11. mars 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánakvøldið kl. 19
hevur Føroya Blað-
mannafelag limafund,
og á hesum fundi verð-
ur Jørn Astrup Hansen,
stjóri í Føroya Banka.
gestur.
Tá bankastjórin hittir
fjølmiðlafólk, plagar
hann at koma við tíð-
indum frá bankanum.
Men hetta verður ein
øðrvísi fundur, tí Jørn
Astrup Hansen fer at
tosa um, hvat hann
heldur um ta viðgerð,
hann og serliga bankin
hava fingið í fjølmiðl-
unum.
Fundurin verður á
Parnassinum á Hotel
Hafnia.
SVEINUR TRÓNDARSON
Fyrr í hesi vikuni skrivaðu
vit, at løgreglan hevði fingið
tvær fráboðanir um harð-
skap seinasta vikuskiftið.
Løgreglan greiddi sjálv frá
hesum og sagt varð, at
hendingarnar báðar - tí talan
var um sjálvstøðugar hend-
ingar, skiltu vit - vóru farnar
fram inn í Club 20.. Hetta
var bara ikki so, tíverri.
Veruleikin er nevniliga, at
hendingarnar fóru fram í
Klubbagarðinum og ikki
inni í Club 20.
Skaðar umdømi
Toni Dam, sum starvast í
Club 20, sigur við Sosialin,
at tað er sera óheppið, at
Club 20 verður tengd at
slíkum hendingum, sum als
ikki hava nakað við staðið
at gera, tí teir persónarnir,
sum vóru meldaðir, sleppa
als ikki inn í Club 20.
– Vit hava eina sera greiða
og einfalda linju, sum sigur,
at vit ikki loyva slíkum per-
sónum inn. Fólk, sum vit
kenna fyri harðskap, og
fólk, sum fyrr hava barst
inni í Club 20, sleppa bara
ikki inn og so einfalt er tað,
greiðir Toni frá.
Tí, heldur hann, er tað
sera óheppið, at teirra dans-
istað verður drigið upp í eitt
mál, sum tað als ikki hevur
nakað við at gera.
– Men vit hava verið úti
fyri hesum fyrr, og tað er
ótrúliga keðiligt, at alt, sum
hendir har um vegir, verður
tengt at Club 20, sigur Toni.
Stórt virksemi
Tað er einki yvir at dylja, at
júst økið, sum Toni Dam,
tosar um er eitt av teimum
mest vitjaðu økjunum á
kvøldi og um náttina.
– Klubbin heldur til har
og tað ger Club 20 eisini.
Men umframt tað eru eisini
tvær matstovur og ein films-
høll, so tað sigur seg sjálvt,
at tað kemur nógv fólk.
Men tey koma ikki øll til
okkara, sigur Toni.
Eins og øll onnur dansi-
støð, hevur Club 20 eisini
fólk í starvi, sum hava til
uppgávu at ansa eftir, at alt
gongur friðarliga fyri seg
innandura. Men kundu teir
persónarnir ikki forðað fyri,
at slíkt hendi á økinum utt-
anfyri?
– Nei, tað kunnu teir ikki,
tí teir hava ikki loyvið til
tess. Duravørðarnir arbeiða
í Club 20 og ikki í Klubba-
garðinum og tí hava teir
einki at gera har, sigur Toni
Dam.
Sum umboð fyri Club 20,
hevur hann eisini gjørt vart
við seg á løgreglustøðini,
fyri at fáa teir at vera meira
neyvir við sínum upplýsing-
um til fjølmiðlarnar.
– Og tað kann hava verið
við til at skatt okkara virk-
semi og tað kann ikki vera
meiningin, at løgreglan skal
gera tað, sigur Toni.
Løgreglan
váttar rættingina
Løgreglan í Havn váttar fyri
Sosialinum, at tað, sum
Toni Dam førir fram, er
rætt.
– Tað er rætt, at tilfeldini
eru hend uttanfyri Club 20
og ikki inni. Men annað til-
feldið er meldað, sum tað
er hent inni í Club 20. Tí-
verri hava vit so brúkt Club
20 sum adressu og vit eru
sera kedd um vit hava gjørt
Club 20 ónáðir, sigur Súni
Vinther.
Hann greiðir frá, at tá fólk
umtalar Club 20, so er tað
ikki altíð, at tey hava verið
inni í klubbanum.
– Tað verður brúkt, sum
ein adressa. Men vit geva
teimum eina umbering fyri
at vera brúktar í hesum sam-
anhanginum, sigur Súni
Vinther at enda.
Astrup
hittir fjøl-
miðlafólk
Í Klubbagarðinum
- ikki í Club 20
Tað var ikki rætt, tá vit fyrr í vikuni skrivaðu, at nevnin hevði verið á lofti í Club 20, hóast
løgreglan var keldan. Hendingin fór fram í garðinum
Løgtingið ger av hvør at-
kvøður til fólkaatkvøðuna
Á heimasíðuni hjá landsstýrinum um fullveldi verður sagt, at føroyingar, sum hava valrætt til
løgtingsval, sleppa at atkvøða til fólkaatkvøðuna um fullveldið. Hetta samsvarar ikki við tað, sum
Høgni Hoydal áður hevur sagt hevur sagt um sama mál. »Hatta er heldur ikki rætt« sigur Høgni
Hoydal »tað fer løgtingið fer at gera av í lógini um fólkaatkvøðuna«
SVEINUR TRÓNDARSON
Í umleið tvey ár hevur
henda samgongan arbeitt
fyri at vinna føroyingum
fullveldið. Frá byrjan var
sagt, at føroyingar sjálvir
skulu avgera lagnu landsins
við eina fólkaatkvøðu og tá
tað var sagt, reistist ein ann-
ar spurningur.
Høvr skal hava atkvøðu-
rætt til eina slíka fólkaat-
kvøðu.
Hesin spurningur er ong-
antíð svaraður serliga neyvt
og tí ganga fólk og bíða. Og
verður farið inn á fullveld-
isheimasíðuna, so sæst, at
tað er ein spurningur, sum
upptekur fólk, tí har stendur
hann nevniliga eisini.
Hava valrætt
til løgtingsval
Tá spurningurin stakk seg
upp av fyrstan tíð var svarið
hjá m. a. Høgna Hoydal,
landsstýrismanni í sjálvstýr-
ismálum, at heimarætturin
skuldi staðfesta hvør hevði
atkvøðurætt til fólkaatkvøð-
una
og
heimarætturin
skuldi, sambært samgong-
uskjalinum, vera staðfestur
1. januar 1999.
Vit skriva nú marts 2000
og enn er eingin heimarætt-
ur staðfestur og enn er einki
endaligt svar komið upp á
hvør skal hava atkvøðurætt
til fólkaatkvøðuna.
Og tó. Á heimasíðuni,
stendur spurningurin um at-
kvøðurættin og har stendur
eisini eitt svar. Men tað
samsvarar bara ikki við tað,
sum samgongan fyrr hevur
sagt.
Har verður spurt: »Hvørji
fara at hava valrætt á fólka-
atkvøðuni um tann nýggja
sáttmálan millum Føroyar
og Danmark. Fara lesandi
og sjómenn uttanlands og
onnur við tilknýti til Føroy-
ar at hava valrætt?«
Svarað verður: »Tað er
ikki endalig støða til hetta,
men tað mest sannlíka er,
at tað vera tey sum hava
valrætt til løgtingsval, ið
sleppa at luttaka á fólka-
atkvøðuni um tann nýggja
sáttmálan«.
Ikki rætt
»Hatta er ikki heilt rætt. Tað
er ikki nakað, sum verður
avgjørt av okkum her, men
tað verður Løgtingið, sum
fer at gera av hvør fer at
hava valrætt til fólkaatkvøð-
una« sigur Høgni Hoydal.
Hann greiðir frá, at tað
eru embætisfólk, sum hava
svarað upp á handan spurn-
ingin og at tey tí hava tikið
útgangsstøði í verandi lóg-
gávu.
Men er tað ikki óheppið,
at fullveldisheimasíðan sig-
ur eitt og Landsstýrismað-
urin í sjálvstýrismálum eitt
annað?
»Tað er tað sjálvsagt, men
embætisfólkini hava ikki
spurt okkum um handa
spurningin. Tí er hann kom-
in at standa sum hann er«
sigur Høgni »Men tað er
ikki tí, at tey hava gjørt nak-
að skeivt. Tey hava bara tik-
ið støði í verandi lóggávu.
Tá sáttmálin skal til viðger-
ar í tinginum skal løgtingið
senda hann til fólkaatkvøðu
við eini lóg, sum millum
annað ásetur hvør hevur at-
kvøðurætt«.
Tit hava fyrr nevnt heim-
arættin sum ein lykil til at-
kvøðurættin til fólkaatkvøð-
una, men hann er ikki stað-
festur enn, hví og verður
hann
staðfestur
áðrenn
fólkaatkvøðuna?
»Tað er rætt, at tað í sam-
gonguskjalinum stendur, at
heimarætturin skuldi setast
í gildi í Føroyum 1. januar í
fjør, men tað hevur víst seg
ikki at vera gjørligt undir
verandi
skipan«
sigur
Høgni Hoydal »og tí má
hann bíða til sáttmálin kem-
ur í gildi«.
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 50 - 10. mars 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 50 - 10. mars 2000
Lærararnir til reiðar at
herða tiltøkini so hvørt
–Tey rættindi, sum vit hava vunnið okkum, sleppur eingin at røra, sigur Elsa
Birgitta Petersen, formaður í Føroya Lærarafelag
uryvir høvdið á okkum.
– Men teir mugu eisini
verða greiðir yvir, at tað
kostar pening, tí eftir hesi
nýggu lógini verða nógv
størri krøv sett til lærarar-
nar.
– Og tað mugu teir eisini
rinda fyri, tí sum er, eru teir
føroysku lærararnir longu
við at vera afturútsigldir aft-
urímóti starvsfeløgunum í
grannalondunum, sum í
flestu førum hava bæði betri
løn og styttri arbeiðstíðir
enn teir føroysku lærararnir
hava.
–Tað einasta, vit krevja,
er sostatt, at myndugleik-
arnir betala fyri ta fólka-
skúlalóg, sum teir sjálvir
hava sett í verk, sigur for-
maðurin í Lærarafelagnum.
Herða tiltøkini
Elsa Birgitta Egholm sigur,
at Lærarafelagið fer at
brúka tey amboð tað hevur
í eini ósemju sum hesari.
Tí hava allir teir sáttmála-
settu lærararnir lagt arbeiðið
niður.
Men harumframt hevur
Lærara eisini boðað frá
blokadum.
Sostatt eru lærararnir til
reiðar at herða tiltøkini.
– Fyribils hava allir lim-
irnir í lærarafelagnum lagt
arbeiðið niður í øllum
teimum nevndum, sum teir
sita í.
Einasta nevndararbeiði,
sum lærarar taka lut í nú, er
tað, sum er beinleiðis tæn-
astuskylda hjá teimum.
Men ein av teimum
nevndunum, sum limirnir í
Lærarafelagnum hava lagt
arbeiðið niður í, er nevndin,
sum ger uppgávurnar til
próvtøkurnar í summar.
Umframt tær eru fleiri
nevndir, sum lærarar sita í.
Men harafturat hevur
Lærarafelagið eisini blok-
erað øll størv, sum eru lýst.
Sostatt kunnu limirnar í
lærarafelagnum ikki søkja
størv, sum eru lýst.
Fyribils hevur hetta rakt
størvini sum lærugreinaráð-
gevararar, sum eru lýst á
Miðstøðini fyri Undirvís-
ingaramboð.
Men verða onnur størv
lýst, kunnu lærarar heldur
ikki søkja tey.
Formaðurin í lærarafel-
agnum leggur afturat, at
verður tað neyðugt, eru tey
eisini til reiðar at herða til-
tøkini, men tað verður so
hvørt, sum tað kemur, m.a.
við fleiri blokadum.
Fáa frið á Argjum
Annars sigur Elsa Birgitta
Petersen, at tey fara ikki at
blokera inngongdirnar til
fíggjarmálastýrið á Argjum,
tí tað halda tey ikki er neyð-
ugt.
– Tað, at lærararnir hava
lagt arbeiðið niður, hevur
elvt til so stóran ruðulleika,
at vit lata tað verða við tað,
sigur hon.
Hon sigur, at enn dugir
ikki at siga, hvat skal til fyri
at fáa samband ímillum
partarnar aftur.
ÁKI BERTHOLDSEN
–Eg frykti fyri, at hetta
verður drúgvt.
Føroya Lærarafelag hev-
ur brynjað seg til ein langan
arbeiðssteðg.
Elsa Birgitta Petersen,
formaður í Føroya Lærara-
felag, sigur, at tá ið sem-
ingsroyndirnar slitnaðu týs-
kvøldið, var tað so langt í-
millum partarnar, at hon
dugdi illa at ímynda sær
eina loysn.
Men hon vísir samstundis
á, at lærararnir eru til reiðar
at fullføra tað, sum teir eru
byrjaðir uppá.
– Tey rættindi, vit hava
fingið, skal ongin røra aftur,
sigur hon.
Høvuðskravið hjá lærar-
unum er, at teir vilja hava
betri stundir til at gera tað
eyka arbeiði, sum tann
nýggja fólkaskúlalógin á-
leggur teimum.
– Myndugleikarnir hava
smoygt eina nýggja lóg nið-
Tað er við bivandi hjarta at
vit senda tey smáu í skúla
–Børnini ganga
og mala í býnum
mitt í skúlatíðini
og tað er til stór-
an ampa hjá okk-
um foreldrum,
sigur formaðurin
í foreldraráðnum
í Hoyvík
ÁKI BERTHOLDSEN
–Hetta kann ikki halda fram
rættiliga leingi afturat.
Thordur Thorsteinsson,
formaður í foreldrafelag-
num í Hoyvíkar Skúla, er
ikki heilt álviligur við støð-
una, sum hevur tikið seg
upp, eftir at teir sáttmála-
settu lærararnir løgdu ar-
beiðið niður fyrr í vikuni.
Hann sigur, at støðan er
rættiliga ótrygg og at tað er
við bivandi hjarta, at for-
eldur senda tey smáu børn-
ini í skúla.
Hann vísir á, at skúlin í
Hoyvík mann vera størsti
barnaskúli í landinum, tí har
ganga børnini bara til og við
sjeynda flokk.
Men samstundis munnu
fáir skúlar vera so hart
Læraramynd
raktur av arbeiðssteðginum,
sum júst Hoyvíkar Skúli, tí
heilir 14 av teimum 24 lær-
arunum hava lagt arbeiðið
niður.
Sostatt eru bara 10 lær-
arar eftir, og tað tað førir
við sær, at flestu børnini
hava rættiliga nógvar frítím-
ar inn ímillum.
Men hann minnir eisini á,
at Hoyvíkar Skúli er beint
við Vegin Langa, sum er ein
av høvuðsvegunum.
– Tí hava rættiliga nógv
foreldur stóran ampa av, at
– Tað er eisini trupult at
leggja tímarnar saman, tí so
gera lærararnir verkfalsrakt
arbeiði og tað kunnu teir
ikki.
Formaðurin í foreldrafel-
agnum sigur, at nógv for-
eldur hava tikið avleiðing-
lata børnini fara í skúlan, tí
ongin vissa er fyri, at børn-
ini ikki fara oman á vegin í
onkrum frítíma.
Lærararnir
sum
eru,
kunnu ikki átaka sær á-
byrgdina av børnunum, í-
meðan tey hava frítímar.
arnar av hesum og hava rætt
og slætt tikið børnini úr
Skúla.
Hetta er eisini trupult, tí
nógv foreldur arbeiða.
Men hendan trupulleika
hava summi foreldur loyst
við at senda børnini til
ommur og abbar at ferðast
og m.a. eru nøkur børn farin
út á bygd at ferðast.
Men í hesum sambandi
renna foreldrini seg í ein
annan trupulleika, og tað er,
at tey hava skyldu til at
senda børnini í skúla.
Tó kann undantak gerast
í serligum førum, tá ið tala
ner um smábørn og hetta
frávikið brúka foreldrini nú.
Thordur Thorsteinsson
sigur, at støðan er ótolandi
og hann vónar, at partarnir
taka samráðingarnar upp-
aftur.
Og hann heldur avgjørt,
at, at tað er Landsstýrið,
sum hevur skyldu til at taka
samráðingarnar uppaftur.
– Landstýrið hevur sett
eina fólkaskúlalóg í verk. Tí
mugu teir eisini gjalda fyri
hana og tí má ábyrgdinin at
taka samráðingarnar upp-
aftur, eisini liggja á Lands-
stýrinum.
– Ella mugu teir taka lóg-
ina avaftur, sigur Thordur
Thorsteinsson.
Í hesum døgum eru nógv skúlabørn at síggja í havnargøtum mitt í skúlatíðini og tað er til stóran ampa hjá foreldrunum,
sigur Thordur Thorsteinsson, formaður í foreldrafelagnum í Hoyvíkar Skúla
Vit fara at herða tiltøkini so hvørt tað verður neyðugt. Men teir fara ikki at forða
fíggjarmálaráðharranum at sleppa til arbeiðis, sigur Elsa Birgitta Petersen