Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. mars 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 50 - 10. mars 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 50 - 10. mars 2000 hvussu markskattatrýstið broytist, alt eftir hvussu stóran vinning oljuleiðin kastar av sær. sí talvu Í viðmerkingunum til lóg- aruppskotið um serskatt eru nakrar útrokningar av møguligum skattainntøkum gjørdar. Útrokningarnar eru gjørdar út frá einari oljuleið á stødd við Foinaven olju- leiðina, sum liggur í Het- landsrennuni, bretsku meg- in markið. Hendan leið er 250 mió. føt til støddar. Framleiðslu-, og kostnaðar- profilur eru gjørdir út frá upplýsingum frá viður- kendu bretsku ráðgevara- fyritøkuni Wood Mak- kenzie. Fíggjarmálastýrið vísir á, at útrokningarnar í viðmerkingunum til lógar- uppskotið eru har, fyrst og fremst til tess at vegleiða hvussu ymisku skattirnir verða roknaðir, ikki til tess at vísa á hvussu stórar skattainntøkurnar kunnu verða. Tó hava nógvar git- ingar verið seinastu árini um, hvussu nógv ein møgu- lig oljuvinna kann geva føroyska landskassanum. Omanfyri nevndu útrokn- ingar vísa, at við einum oljuprísi uppá $17/fat, so kann árliga inntøkan til landskassan koma upp á uml. 800 mió. kr. um árið av einari leið. Um nútíð- arvirðið av skattainntøkun- um frá slíkari oljuleið undir givnu treytunum verður býtt við framleiðandi árunum, so sæst at ein slík leið kann geva í miðal 141 mió. kr. av sær um árið í nútíðarvirði tey 16 árini hon framleiðir. Um farið verður víðari við hesum, so kundu speku- lativar samanteljingar verið gjørdar. T.d. at tað tekur einar 6 keldur av hesi stødd við líknandi oljuprísum til, at Føroyar kunnu hava eins stóra árliga inntøku av olju sum av ríkisstuðlinum úr Danmark. Um so funnu keldurnar eru størri enn tey 250 mió. føt sum dømið omanfyri er roknað við ella um oljuprísurin er hægri, so kann úrtøkan til føroyska landskassan enntá vera størri enn upphæddin, ið nú verður veitt sum ríkisstuðul. Fíggjarmálastýrið leggur tó stóran dent á, at slíkar útrokningar mugu takast við sera stórum fyrivarni, og kunnu bert í besta føri vera vegleiðandi (og í versta føri villeiðandi). T.d. er ikki greitt, um kostnaðirnir, sum roknað hevur verið við, eru rættir, tí ongin hevur fyrr roynt at leita eftir, og fram- leitt olju á føroyskum øki fyrr. Sum flestu kunnugt liggur eitt basalt-lag omaná størsta partinum av før- oyska landgrunninum, og hetta kann hava stóra ávirk- an á kostnaðin at bora olju- brunnar. Harumframt er stór óvissa um, hvussu nógv oljufeløg fara at søkja um loyvi at leita eftir olju í fyrsta útbjóðingarumfari. Oljuleiting undir Føroyum og møgulig føroysk úrtøka Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjamálum fekk flestu av sínum kolvetnisskatta- lógaruppskotum óskerd gjøgnum tingið. Við teimum er so støðið lagt undir skatting av komandi oljuinntøkunum. Sum partur av fyrireikingunum til skatting av oljuvinnu var landsstýrismaðurin m.a. í Alaska fyri at kunna seg við skattaviðurskifti, oljugrunnar ol. Á myndini vitjar landsstýrismaðurin Herfyri samtykti løgtingið endaliga seinasta partin av tí lógarverki, ið er karmurin um eina komandi oljuleiting við Føroyar. Sum tað seinasta av lógaruppskotunum sam- tykti løgtingið uppskot til broytingar í kolvetnisskattalóg- ini, tann parturin, sum snýr seg um serskatt. Eisini er óvissa um, hvussu nógvan pening feløgini fara at brúka at leita fyri í føroyskum øki. Hetta eru viðurskifti, ið hava alstóran týdning fyri, hvussu stór úrtøka landsins verður av einari møguligari oljuvinnu. Tá fyrsta viðgerð av lóg- aruppskotinum um serskatt var í tinginum, varð spurt JAN MÜLLER Fyrsta útbjóðingarumfar til oljuleiting er tískil nú um at byrja, og skjøtil verður skjótt settur á oljuleiting á føroyskum øki. Oljufeløgini hava bíðað leingi, og hava verið tolin, meðan føroy- ingar hava fyrireikað seg, men vit mugu ikki gloyma, at ein høvuðsorsøkin til, at alt hetta hevur tikið tíð eru tær samráðingar, sum hava verið um markið millum Føroyar og Bretland. Seinasti parturin av skattapakkanum - lógarupp- skotið um serligan skatt á oljuframleiðslu - var ein- mælt samtyktur á tingi og nú henda lóg verður kunn- gjørd, er samlaða skatta- trýstið á oljuframleiðslu kent. Í hesum sambandi hevur Sosialurin vent sær til Fíggjarmálastýrið, sum saman við Oljumálastýrin- um hevur staðið fyri at evna til skattatreytirnar, sum oljufeløgini skulu undir. Regin Hammer, fulltrúi og oljubúskaparfrøðingur vísir á, at markskatturin (margi- nalskatturin) verður hesin: sí talvu Leggið tó til merkis, at serskatturin hækkar í stig- um, alt eftir hvussu stóran vinning tann ávísa oljuleið- in kastar av sær. Tey 57,1% er so tað hægsta skattapro- sentið, ið ein oljuleið kann koma at gjalda við upp- skotnu skattaskipanini. Myndin niðanfyri vísir eftir einari meting av úr- tøkuni til føroyska lands- kassan av einari oljuvinnu, og ikki bert av skattainn- tøkum, men eisini av tí av- leidda virkseminum. Út- rokningarnar hjá Fíggjar- málastýrinum taka ikki hædd fyri møguligum av- leiddum virksemi, m.a. av tí orsøk at hetta verður mett sum ein ógjørlig uppgáva tí ikki ber til at siga hvussu nógvir brunnar verða bor- aðir, hvussu nógv avleitt virksemi verður, hvussu nógv av hesum virksemi verður í Føroyum: Av hes- um orsøkum ber heldur ikki til at siga hvørjir ‘ring- virkningarnir’ verða. Viðmerking: SVEINUR TRÓNDARSON Í gjár lat upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Tað eru teir tríggir Eli Smith, Ólavur á Váli og Eli Smith, sum sýna fram. Framsýningin er bert opin um vikuskftið og tað vil siga, at hon er opin seinna- partin í dag og í morgin aft- urat. Sýna fram í Smiðjuni Teir tríggir listamenninir Ólavur á Váli, Sámal Toftanes og Eli Smith hav framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í dag og í morgin Opið er frá kl. 15 til 20. Okkara kokkar - Sending nr. 4 Kjøt og sós Hetta skalt tú brúka: 1 kulottusteik uppá uml. 3. kg 1 leyk 200 gr. av soppum 1 l. av neytasoði 2 dl. av whisky Soleiðis gert tú: Steik kjøtið í 2-3 x 20 min við steðgum uppá 15 min. Sós: 1. Sker leyk og soppar í tunnar flísar og steik í grýtu, inntil alt er ljósabrúnt 2. Stoyt whisky í og lat kóka 3. Stoyt neytasoð í, fá uppá kók og ger útá við maisena. Eplir: 6 stór eplir 1 reyðan leyk 3 várleykir 100 gr. av soppum. Soleiðis gert tú: Rív eplir niður á eina plátu við bakipappíri Sker leyk, soppar og várleyk smátt og koyr á eplini Píska 4 egg saman og stoyt tey á eplini Set plátuna í ovnin í uml. 15. min. Tak plátuna út , rulla sum eina rullukøku og set inn aftur í ovnin í 15. min. Sker eplini í flísar og borðreið beinanvegin. Kaffidessert Hetta skalt tú brúka: 6 bløð av husblas 3 egg 75 gr. av sukri 125 gr. av sjokulátu 1 dl. av sterkum kaffi 4 dl. av róma Soleiðis gert tú:Set husblas í kalt vatn í uml. 5 min. Píska egg og sukur til alt er skúmandi Rív sjokulátuna niður í husblasið Stoyt kaffi í og rør væl saman Koyr síðani pískaðu eggini í Píska róman og koyr hann í til seinast. Dessertin kann pyntast við alskyns fruktum og róma. Gudmundur og Joen PeterKulottusteik við whiskysós og eplarullu Kaffidessert Eg trúgvi at tað eru mangir Føroyingar sum eru ikki sørt ørkymlaðir av prátinum um fullveldi ella ikki full- veldi. Hvat merkir orðið og hvønn týdning kemur tað at hava fyri hvønn einstakan av okkum? Hesin spurningurin er ógvuliga trupul, og hvat rætta svarið er, veit ongin. Nú er tað upp til politikk- arnar í samráðingum við donsku stjórnina, at fáa okkara fólk at trúgva uppá, hvat er tað besta fyri okk- um, sum búleikast her á klettunum. Vit eru øll, tá tað kemur til stykkið, ógvuliga góð við hesar oyggjar, sum hava givið okkum so nógv. Skulu liva saman Eg ætli mær ikki í hesari grein at leggja eftir hvørki Tjóveldisfólki ella Sam- bandsfólki, men bara minna á, at líkamikið hvat úrslitið av samráðinginum verður, so skulu vit øll liva saman á hesum klettum, eisini aftan á eina fólkaatkvøðu. Eg havi eina ógvuliga greiða støðu hesum viðvíkj- andi. Í Føroyum skulu vit Før- oyingar hava so nógv sjálv- stýri sum til ber. Eg haldi ikki og vóni ikki, at tað eru Føroyingar sum siga, at vit ikki skulu hava sjálvstýri í Føroyum. Eg havi eina greiða mein- ing um tað at hava ein stolt- leika, bæði sum eitt einkult menniskja og sum ein heil tjóð. Tann stoltleikin tú sjálvur eigur,ella merkir at tú eigur, kann ongin taka frá tær, hvørki ein politisk skip- an, ella ein ørvísi meining, enn tín egna. Tú skapar tín egna stoltleika, innan í tær sjálvum. Eg trúgvi ikki uppá nakra ávísa politiska skipan, sum ta einastu røttu, men eg trúgvi uppá menniskjini í skipanini. Ongari skipan er lív lag- að, hvar tað eru menniskjur, sum ikki hava rygg, moral ella karakter til at tora at siga, at tey til tíðir ikki strekkja til, ella taka skeivar avgerðir. Eg havi eina greiða mein- ing um, at vit í felagsskapi við annað land, ella onnur lond, geva okkara fólki, bestu kor at liva undir. Tøl eru ikki gandakynstur Tað sum eg havi lært um tøl higartil í lívinum sigur mær, at um tildømis inntøk- an minkar eina og eina hálva milliard, so eru tveir mátar at rætta upp, um vit skulu hava sama livistøði. Antin mugu vit spara eina og eina hálva milliard, ella skulu vit forvinna eina og eina hálva milliard. Vit siga at vit skulu hava eina skiftistíð, sum hósk- andi kundi verið uppá til- dømis 20 ár. Men eg ivist í, um tað er so lætt. Hettar vita allir Føroying- ar væl, at soleiðis hongur tað saman. Tað er einki hok- us pokus við tølum, líka- mikið um tú setir útrokn- ingar upp í stabbamyndum, ella tú brúkar fínar Power Point telduskipanir til fram- løgu. Samstarv er ikki gáva Eg haldi persónliga ikki, at tað sum vit fáa úr Danmark er ein gáva til okkara. Tað er ein forrætning, har báðir partar njóta. Eg haldi nemliga ikki at vit eru í Danska kongaríki- num, tí danir eru so fittir ella hava blá eygu, og eg haldi heldur ikki at Danmark eru í ríkisfelagskapi við okkum, tí vit eru so fitt. Fullveldi, stoltleiki og ábyrgd Eg meini at Samstarv ella Samband tænir okkum best, í menningini av okkara fólki bæði nú og framyvir. Føroyingar koyrdu landið á heysin Annars haldi eg at tað vóru vit Føroyingar, sum koyrdu landið á heysin, og at bank- abjargingin var besti handil, sum vit nakrantíð hava gjørt og koma at gerða. Eg meti okkum at hava fulla ábyrgd av landinum, um vit eru innanfyri ella utt- an fyri ríkisfelagsskapin, og mítt allarstørsta ynskji skal verða, at tey veiku og gomlu skulu hava tað gott, bæði áðrenn og aftaná møguligar broytingarnar, í okkara rík- isrættarligu viðurskiftum. Kaj Leo Johannesen Sambandsflokkurin