Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. mars 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 50 - 10. mars 2000 Leygardagur 11. mars 2000 Tað einfalda valið Mynd: Jens Kristian Vang Bondini til heimbygdina vóru sterk. Tey skuldu ikki bara heim til Føroya, men heim aftur á Sand. Hjúnini Randi og Christian Joensen fluttu fyrr í ár heim til Føroyar, eftir at tey høvdu búð í Danmark síðani 1993. Úti er gott, men heima er best, staðfesta tey í dag. Lesið miðsíðurnar Korter í Hesti Soleiðis gekk, tá blaðmaður og mynda- maður endaðu í Hesti av óvart Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið undir- skrivaðu 4. januar 2000 eina semju, sum skuldi tryggja at viðurskiftini á Innheint- ingarøkinum komu í rættlag aftur, aftaná ósemjuna og arbeiðssteðgin, sum tók seg upp 19.11.1999. Hóast semjuna eru viður- skiftini ikki komin í rættlag aftur. Í fyrsta umfari søgdu 3 fólk upp, orsakað av ó- tolandi arbeiðsviðurskiftum undir táverandi leiðslu. Tey vórðu útifryst av leiðsluni, og tað var ikki brúk fyri teirra fakliga kunnleika. Seinni varð greitt í desen- traliseringsætlanini at nøkur ávís fólk vórðu útvald at arbeiða innan økið. Desent- raliseringsætlanin tóktist í stóran mun at verða ein beinleiðis útreinsan av ávís- um starvsfólkum. Tá hesi 3 siga upp verða tey biðin um at fara til hús í uppsagnartíðini, og leiðslan segði tá fyri hinum starvs- fólkunum, at nú var arbeiðs- friður og nú skuldi gongd koma á arbeiðið aftur við desentraliseringini. Tá so 4 fólk afturat søgdu upp vegna ótolandi arbeiðs- viðurskifti kom panikkur í leiðsluna. Tað eina starvs- fólkið av hesum 4 vildi leiðslan hava at fara til hús beinanvegin, meðan leiðsl- an troytti allar møguleikar at fáa hini 3 at taka upp- søgninar aftur. Øll tey 7 fólkini hava sagt upp, tí tey kundu ikki liva við at mismunur varð gjørd- ur millum arbeiðsfelagar í reinari hevnissøku. Eingin av teimum hevur fingið ann- að starv í boði. Á starvsfólkafundi á Inn- heintingarøkinum og á Streymoyarøkinum fríggja- dagin tann 25 febr. fingu starvsfólkini at vita frá Óla Heinesen, stjóra á T&S, at økisstjórin Birgit V. Ottosen fór at siga seg úr starvi og at óvist var, hvussu varð við Regini Thomsen, fyribils- setta leiðaranum á Innheint- ingarøkinum. Starvsfólkini fingu eisini at vita, at tey bæði, Birgit og Regin, ikki komu aftur til arbeiðis á Innheintingarøkinum. Ein av orsøkunum til at økistjórin fyri Innheinting- arøkið skuldi siga upp, varð at hennara óhepni leiðlsu- háttur nú eisini hevði breitt seg inn á Streymoyarøkið, og darvaði arbeiðnum har. Eftir fyrispurning frá starvs- fólkunum svaraði Óli Hein- esen, at Eyðfinn Hansen, økisstjóri, kom at virka sum leiðari fyri Innheintingar- økið Leygarkvøldið boðar Óli Heinesen í Útvarpi Føroya frá, at Birgit V. Ottosen ikki hevur sagt seg úr starvi, og at tað kemur ikki uppá tal, at tey 7 fólkini sum hava sagt seg úr starvi koma aftur til arbeiðis. Mánamorgun fáa 2 av teimum, sum hava sagt seg úr starvi, bjóða at koma aftur til arbeiðis. Mánakvøldið 28 febr. boðar Óli Heinesen í Sosi- alinum frá, at trý av teimum sum hava sagt upp kunnu halda áfram, meðan tað ikki kann koma uppá tal, at hini fýra, sum hava sagt seg úr starvi, koma aftur til ar- beiðis. Tey 3 fólkini, sum upp- runaliga ætlanin var skuldu í stýrið á Argjum at arbeiða, ynsktu at arbeiða innan Streymoyarøkið. Seinni hevur eitt av hesum fólkum eisini sagt seg úr starvi, so at samlaða talið á fólkum, sum nú hava sagt upp er sostatt komið uppá 8. Sum støðan er nú, vil ongin av teimum 8 starvs- fólkunum halda fram. Av hesum átta hava 4 fingið boð um at fara heim, ein er biðin um at fara av Innheint- ingarøkinum, og møta til ar- beiðis í Fíggjarmálastýri- num á Argjum, og 3 hava fingið boð um at arbeiða í uppsagnartíðini. Her er púra greitt, at leiðslan fer inn í málið aftur, og peikar út fólk, sum tey halda seg kunna góðtaka, meðan onnur, sum eru kom- in á ”svartalista” hjá teim- um og tískil skulu fáast av vegnum, fáa øðrvísi viðferð. Her er leiðslan á T&S so langt úti, at orð mestsum ikki eru fyri hesum. Vit fáa okkum ikki at trúgva, at hetta ikki fær avleiðingar fyri hesa leiðslu. Øll fram- ferðin er vanvirðislig mót- vegis starvsfólkunum og fullkomiliga í andsøgn við tann almenna starvsfólka- politikkin, sum løgmans- skrivstovan hevur sett í verk. Hetta málið vísur greitt, at grovur mismunur og grovt órættvísi er framt millum og mótvegis starvs- fólki innan almenna umsit- ing. Vit fara tí at heita á tygum harra løgmann, sum ovasta starvsfólkaleiðara, at taka hetta álvarsmál upp beinanvegin og fara vit tí við hesum skrivi at kæra gongdina í hesum máli. Fíggjarmálastýrið, sum er okkara sáttmálapartur, brýt- ur ferð eftir ferð gjørdar av- talur. Hetta eru vit von við. Men tað sum vit í hesum føri kæra er, at grovur mis- munur er gjørdur millum starvsfólk innan almenna umsiting, og at hetta er ein miðvís ætlan frá leiðslunar síðu. At skipaður mismunur og útreinsan av starvsfólki inn- an almenna umsiting ótálm- að fer fram, kunnu vit ikki livað við, og vóna vit at tyg- um heldur ikki kunnu liva við hesum. Einasta sum skal til fyri at fáa Innheintingarøkiða at virka aftur er, at øll fáa somu sømdir. Nú økistjórin er burtur er grundarlagið fyri uppsagnunum eisini burturi, og tí skuldi tað verið sjálvsagt at øll koma aftur til arbeiðis, og byrja verður av nýggjum aftur eftir leist- inum í semjuni frá 4. jan. 2000. Eingin skal billa okk- um inn, at ikki er nokk at tríva í, nú eingin innkrevj- ing hevur verið síðani sein- ast í nov. 1999. Løgmansskrivstovan hev- ur brúkt nógva tíð og orku uppá at orða ein almennan starvsfólkapolitikk, sum í sínum inngangi leggur upp til: _”at tryggja tann týdn- ing, sum mál, mið og menn- ing hava fyri at skapa trivna, dygd og samstarv.” Í øllum teimum brotum av starvsfólkapolitikkinum, sum higartil eru sett í verk, er høvuðssettningurin, at røtt framferð, rættvísi og virðing verður víst starvs- fólkunum. Men vísandi til ta viðferð, sum umsitingin á Toll og Skattstovuni — Innheint- ingarøkinum, hevur givið sínum starvsfólkum, kann ikki sigast at hetta arbeiðið hevur fingið tann avgerð- andi týdning, sum løgmans- skrivstovan leggur í ein skipaðan starvsfólkapoli- tikk, og at hetta arbeiðið tískil er nyttuleyst og har- afturat verður beinleiðis mótarbeitt av eini almennari stovnsleiðslu. Semjan, sum gjørd varð 4. januar, er ikki í gildi long- ur og gera tygum harra løg- maður einki við málið, sær Starvsmannafelagið seg noytt at taka neyðug stig fyri at tryggja, at okkara limir fáa eina rættvísa við- ferð. Vit fara ikki at góð- taka, at mismunur og órætt- vís viðferð verður gjørd mótvegis starvsfólkum. So- leiðis sum tygum, sambært øllum útsendum tilfari, ætla at skipa tann almenna starvsfólkapolitikkin, eigur ongin ivi at vera um, at tyg- um eru samdur við okkum í hesum. Tí vóna vit at tyg- um taka neyðug stig í hes- um máli. Gunnleivur Dalsgarð, formaður Viðmerking: KÆRA - Um at mismunur verður gjørdur á starvsfólki innan almenna umsiting Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum REYNI SERVICE Bilur við skaða til sølu Toyota Carina 2,0 Sli sedan árg. juli 1995 við skaða verður seldur fyri hægsta boð. Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040 Sosialurin - 311820 Haldarar ’ F¿royum: 320,-/‡rsfj. Haldarar ’ Europa: 490,-/‡rsfj. Onnur lond: Ymiskir pr’sir Internet: 240,-/‡rsfj.