Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. mars 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 50 – 11. mars 2000 Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 19, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720. Email til 2’aran: eydun@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Eyðun Klakstein. Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin. Rakel Helmsdal, rithøvundur Tað er bara eitt, sum kann savna allar føroyingar, - samstundis, - hvønn dag, - fleiri ferðir um dagin. Tað er hvørki politikkur, ítrottur ella grindadráp, tað er: TÍÐINDI. Rætt og slætt tíðindi. Næstan allir føroy- ingar uttan undantak eta morgunmat ella koyra til arbeiðis lurtandi eftir morguntíðindunum (og ikki at gloyma at veðurtíðindunum) klokkan hálvgum 8. Flest øll leggja sær døgðurasteðgin soleiðis til rættis, at etið verður afturvið tíðindunum kl. 20 minuttir yvir 12. Og í flestøllum heimum ljóðar tað nakað soleiðis kl. hálvgum 7 á kvøldi: „Hússsjj, vit lurta efir tíðind- unum, kanst tú ikki bíðja við at kloyma fingurin til aftaná!“ Hevði verið áhugavert at vita, um tey, ið hvønn dag oysa tíðindi niður í heilar okkara, eru greið yvir, hvussu stórt vald tey veruliga hava... Eru tey greið yvir, at tey satt at siga kunnu billa okkum næstan hvat-sum-helst inn, og at vit uppá standandi fót vilja trúgva tí. Hvussu nógv munnu ikki hava følt seg nipnan 1. apríl, tá tey hava trúð uppá okkurt 1. apríl-skemt, sum var í tíðindunum? Sum lótu vind- eyguni upp, tí kanónirnar á Skansanum skuldi roynast t.d.? Tí ivast í tíðindunum, tað gera vit ikki, hóast vit í skúlanum altíð fingu at vita, at man eigur at fáa upplýsningar frá so nógvum ymiskum keldum, sum gjørligt, fyri síðani at kunna døma um rættleikan av hesum. Tá vit hugsa um hetta, er tað løgið at hugsa sær, hvussu nógv av tí, vit hoyra í tíðindunum, eru óneyðug og irrelevant tíðindi, lang tíðindi um lítið og onki. T.d. ein dag har bert eitt eittans innslag er uttan- landatíðindi, og hetta bara er um eina óalmenna onki- uppá-seg vitjan hjá onkrum politikara í onkrum landi; - har tey í ítrottartíðindunum bera tíðinidi um, at onkur ætlar sær et seta eitt met, viðkomandi hevur ikki so frægt sum sett tað enn, tað er bara ein ætlan, ein hypotesa. Álvaratos, nær fara tey so siga frá um tað ella tað listafólkið, sum ætlar sær undir at gera eitt verk, ella tann og tann, sum í teoriini ætlar sær upp á mánan? Fyri slett ikki at tala um, at tað sær út til at bera til at nýta vikur uppá uppihaldsloyvi hjá einum barni úr Cuba, tá tað eru børn aðrastaðni í verðini, ið avgjørt eru verri fyri. Av og á kann eg ikki lata vera við at hugsa um, hvussu hesi tíðindi vera vald, hvørji kriteriir eru. Er tað tað, sum tey halda kann hava áhuga og fær fólk at verða sitandi við lurtitólið (tað skuldi jú líkasum verið óneyðugt her, har øll kortini lurta eftir øllum), ella er tað tað, sum hevur størstan týdning hjá tí tíðinda- manninum, ið velja skal tíðindini tann dagin? Og fyrst og fremt: Eru tíðindini ópartísk? Kunnu vit kenna okkum trygg í, at vit, meðan vit vera rurað í blund av øllum teimum óneyðugu tíðindunum, sum fara inn gjøgnum eitt oyra og út aftur gjøgnum hitt, ikki inn í millum verða fóðraði við tíðindum, ið eru litað av hugsanini hjá tíðindafólkinum ella kanska leiðsluni á stovninum, ið sendir tíðindini? Sum t.d. tá útvarps- maðurin ger eitt ummæli av onkrum listarligum í tíðindunum? Eru ummæli ikki av prinsipp altíð hugs- anin hjá júst tí, sum ger ummælið og ikki almenn tíðindi? Nei, eg veit ikki, men onkuntíð nemur tankin við meg.... „Hússssjj, tig nú! Klokkan er hálvgum sjey!!!“ »Klokkan er hálvgum sjey....« UPPLÝSINGAR. Amerikanska fregnartænastan CIA hevur nógvar upplýs- ingar um Føroyar liggjandi á heimasíðu síni. Men ikki alt er neyvt og dagført CIA fylgir við í Føroyum Eyðun Klakstein Amerikanska fregnar- tænastan CIA ger nógv burtur úr Føroyum á al- mennu heimasíðu síni. Partur av www.cia.gov er eitt yvirlit yvir øll lond í heiminum –Oein sokallað World Fact Book. Og har eru Føroyar eisini sloppin upp í part, og tað verður ikki gjørt minni burtur úr oyggjunum í Atlantshavi- num, enn øðrum stórum londum. Amerikumenn hava havt stóran áhuga fyri Føroyum, og í Svørtubók var staðfest, at USA legði dent á, at teir høvdu Før- oyar at ráða yvir. Strateg- iski týdningurin hjá Før- oyum vaks munandi eftir seinna heimsbardaga, tá USA vildi halda eystan- veldunum burtur frá Før- oyum og sjálvir hava ágóðan. Etniskir bólkar Á heimasíðuni hjá CIA eru nógvar upplýsingar at finna, tær flestu eru neyv- ar, men allar eru ikki dagførdar, og onkur mis- tøk hava sníkt seg uppí. Greitt verður frá um øll hugsandi viðurskifti, um landafrøði, fólk, politisku skipanina, fíggjarviður- skifti, samferðslu og hern- aðarmál. Lagt verður fyri við at greiða frá, hvar Føroyar liggja, og hvussu stórar tær eru. Um veðurlagið verður sagt, at vetrarnir eru mild- ir, summrini køld og van- liga er tað vindur og skýggjað ella mjørki. Upplýsingarnar um fólkatal og samanseting eru umfatandi og neyvar. Greitt verður frá, at í juli mánaði 1999 vórðu 41.059 íbúgvarar í Føroyum. Og síðani verður greinað, hvussu samansetingin av fólkinum annars er, hvussu kynsbýti og aldursbýti eru, hvussu burðaravlopið er, og síðani verður staðfest, at etniskir bólkar í Føroy- um eru norðurlendingar... Bente ríkisumboð Heimasíðan hjá CIA stað- festir, at tjóðardagur í Før- oyum er 16. apríl – dagur- in, tá danska drotningin hevur føðingardag... Drotning Margretha er eisini statsyvirhøvd í Før- oyum, og sambært heima- síðuni verður hon um- boðað av »Bente Klinte.« Tað er tó Vibeke Larsen, sum í løtuni virkar sum ríkisumboð í Føroyum, og sum avloysti Bent Klinte á sinni. Nógvar upplýsingar eru at finna um fíggjarviður- skifti í Føroyum, um framleiðslu, búskapar- vøkstur og annað, sum hevur tilknýti til landsbú- skapin. Upplýst verður, hvaðani føroyingar fáa sína orku frá, og har kemur CIA til tað niðurstøðu, at í Føroy- um finst eingin kjarnorka. Samskiftismøguleikarnir í Føroyum og til útlandið hava stóran týdning fyri fólkið, sum býr í Føroy- um, og faktabókin hjá amerikansku fregnar- tænastuni kemur eisini við neyvum upplýsingum um kaðalar, FM- og millum- bylgjusendara, og um hvussu møguleikarnir eru fyri at brúka fartelefon. 458 kilometrar av landsvegi Tá komið verður til sam- ferðslu verður staðfest, at í Føroyum er eingin jarn- breyt, men at tað finnast 458 kilometrar av lands- vegi, har av eru 8 kilo- metrar ikki asfalteraðir. Ein flogvøllur er í Før- oyum, men tað verður gjørt vart við, at hetta eru upplýsingar frá 1998... Heimasíðan hjá CIA reksar eisini týdningar- mestu havnirnar í Før- oyum upp. Tey koma fram til, at tær eru Havn, Klaks- vík, Tvøroyri, Runavík og Fuglafjørður. Heimasíðan hevur lítið at siga um hernaðarlig viðurskifti í Føroyum, men staðfest verður, at Føroyar hava ongan veru- liga her, men bara eina lítla løgreglustyrki og Coast Guard. Tað er onkursvegna forkunnugt at síggja so nógvar upplýsingar um Føroyar á eini amerikan- skari heimasíðu, men mistøkini eru nøkur og alt er ikki dagført. Tey, sum varða av heimasíðuni, siga, at tey hava ikki arbeiðsorku til at allatíðina at dagføra allar upplýsingarnar, sum liggja á heimasíðuni. Einki verður sagt um, hvør hevur latið ameriku- monnum allar upplýsing- arnar um Føroyar, men tað eru ymiskir almennir amerikanskir stovnar, sum hava latið CIA upplýs- ingarnar um heimasíðuna. Amerikanska fregnartænastan CIA ger nógv burtur úr Føroyum á heimasíðu síni Nr. 50 – 11. mars 2000 17 Høgni Mohr Ein dag í farnu viku ætlaði rull- andi redaktiónin sær til Sands. Haðar kom hon eisini í øllum góðum. Men annar blaðmaðurin og myndamaðurin fóru av mis- gávum umborð á Trónd í somikið góðari tíð, at teir í fyrsta umfari endaðu úti í Hesti. Ímeðan sat hin blaðmaðurin á Gomlurætt og bíð- aði eftir horvnu starvsfeløgunum. Ókent land Hvat er til ráða at taka, tá ið mann- ingin umborð á Tróndi smáflenn- andi staðfestir, at bíðað bert verður einar 10 minuttir í Hesti? Jú, vit báðir hildu, at best mundi vera at royna eitt sindur av góðum goml- um kolumbus-journalistikki. Hestur var eisini ókent land; í hvussu so er fyri blaðmannin. Hetta var fyrstu ferð, hann var út í Hesti, og so var tað ikki so frægt sum við vilja. Steffan og Jónvør Avtalað varð, at vit fóru at royna at finna børn í Hesti. Vápnaðir við myndatóli, A5- blokki og kúlupenni, lupu vit í land um níggjutíðina hendan morgunin. Børn vóru í eygsjón beinanvegin: Steffan Johannesen og Jónvør Silvurstein. Vit og tvey onnur í skúla Halló, ganga tit í skúla? — Ja. Hava tit frí dag? — Nei. Hvørjum flokki gongur tú í, lítli mín? — Fyrsta. Hvussu eitur tú so? — Steffan. Steffan, og hvat meira? — Johannesen. Johansen? — Ha? Johansen? — Nei. Eg eiti Steffan Johanne- sen (Pínadoy, sum eg eri dulur) Og hon sjálv, ert tú systir Steffan? — Nei. Hvussu nógv børn eru tit í skúl- anum her úti, Steffan? — Tvey onnur. Ørindi fyri Mary Hvat gera tit niðri á keiini nú. Hava tit frí? — Nei. Hví eru tit ikki í skúla, hvat feilar? Jónvør: — Vit eru komin oman á bátin. Plagdu tit at fara oman at hyggj- a, um nakar er, sum tit kenna? — Mnaaa. Nei, Mary plagar at fáa ein svartan posa við bløðum og sóvritt. Plagdu tit so at fara umborð eftir honum? — Ja. Fyri hana? — Ja. Og Mary, er hon lærarin hjá tykkum? — Nei. Hvør er hon? — Hon er tann, sum gongur í sætta. So. Plagdu tit at ganga ørindi fyri hana? — Ja. Hava tit fríkorter nú? — Mnnjaa. Men hoyr okkum, Jónvør, hvørj- um flokki gongur tú í? — Fjórða. Hvønn lærara hava tit? — Jóan Pætur. Trillar mostursonin Sig okkum, Jónvør, hvat dámar tykkum at búgva í Hesti. Er tað ikki deiligt? — Jú. Ikki keðiligt? — Nei. Álvara, tú lýgur ikki fyri okk- um, ha? — Nei. Eru nógv børn at spæla við? — Naaai...men eg eigi ein most- urson her. (Ein mosturson..?) Hvussu gamal er hann? — Hann er eitt ár. Sleppur tú at trilla hann, meðni? — Ja. Átta børn og eitt á veg Tú, Steffan, hvat gert tú um dag- arnar. Hevur tú nakran at spæla við? — Ja, ein sum er tvey ár yngri. (Jónvør: — Tað er beiggi mín.) — Lítli beiggi... Tímir tú at spæla við ein, sum bara er fimm ár? — Ja, vit spæla altíð Nintendo. (Eisini Nintendi her úti..!) Tað skal eg halda við. Hvussu nógv børn eru í Hesti? Jónvør: — Eeeee. Bíða nú. Fýra. fimm...eini átta. Ja, okkurt sóvritt. Steffan: — Fýra lítil, og eitt í buggilinginum hjá Helgu. Hjá Helgu? Hvør er hon? Steffan: — Mamma Mary. (Hygga tað raska). Jónvør, hava tit so mommur, pápar, ommur og abbar og eg veit ikki hvat kring tykkum? — Jaaa. Ikki eisini langommur og lang- abbar, ha? Jónvør: — Eg eigi eina lang- Í HESTI. Tá ið tú kemur í skeiva oyggj, og steðgurin bert er nakrar minuttir, skal berast skjótt at. Rullandi redak- tiónin fekk av óvart eitt stutt prát við tvey skúlabørn í Hesti Av óvart út í Hest ommu. Á, Jesus. Býr hon inni hjá tykk- um? — Mnnnei. Hon býr beint við síðuna av ommu. Hygga síggj. Hoyrið okkum, hvat fara tit at gera í dag, tá ið tit eru liðug í skúlanum. Spæla Nin- tendo? Jónvør: — Veit ikki. Eg plagi ikki at spæla so nógv. Eg plagi altíð at hyggja at. So, so. Bóndadóttir Tú, Jónvør; fert tú altíð at búgva í Hesti? — Tjaaa. Eg ætli mær at vera bóndi. Ætlar tú tað. Her úti? — Ja. Hyggja síggj. So pápin er bóndi. — Nei, mamma mín. Púra beint. Og hvat hava tit. Hava tit nógvan seyð og neyt eis- ini? — Jaaa. Hjálpir tú til á garðinum? — Ja. Hvat gert tú? — Eg plagi at vera við mammu og mjólka og sóvritt. Ja, og tað dugir tú? — Ja, vit hava maskinur at mjólka við. Og tú lítli Steffan. Fert tú eisini altíð at búgva í Hesti? — Tað veit eg ikki (Jónvør: — Hann fer kanska til Havnar í næsta ár) Á ja, fara tey at flyta? — Ja. So, so, men, Jónvør, tú fert ikki at flyta, ha? — Nei. Bestilla úr Skopun Nú fáa tit skjótt so fínt skip at sigla í, so tað verður so vælsignað. Men, sig okkum, hví er tað so gott at vera í Hesti? — Eg veit ikki. Deiligt veður. Men, hvat við Havnini. Tú hevur væl verið ofta í Havn. Hvat heldur tú um tað. Er tað ikki gott eisini? — Mnnjú. So fær mann okkurt bomm, ella okkurt sóvritt. Men ber ikki til at keypa drops her úti? — ......øø..... nei, her er eingin handil. Keypa tit so ordiliga nógv, tá ið tit eru í Havn? — Nei, vit plaga at bestilla úr Skopun. Ná. Og so fara øll oman á keiina og standa har og gníggja hendur, meðan bíðað verður eftir drops- unum? — Ja. (So, her er gott at vera, hóast ongin handil er...). Her er eisini friðarligt, ikki so? — Jú. Ongir bilar? — Nei, bara traktorar. Á, Jesus navn. Nú fer Tróndur skjótt. Hava tit fingið posan í land? — Ja. Nær skulu tit so aftur í skúla? — Um eina løtu. Bei, tit bæði... — Bei, bei... Aftur umborð á gamla Tróndi. Sjáldsamir gestir á sjáldsomum degi. Hin 29. február var, og blað- maðurin kundi skriva sær eina oyggj aftur at á listan við vitjaðum oyggjum. Næstu ferð vit fara út í Hest, fara vit at spyrja eftir Jónvør og Steffani. Og eftir nýgginda undri- num í buggilinginum hjá Helgu. Jónvør og Steffan í Hesti. Mynd: Jens Kr. Vang