leygardagur 11. mars 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 50 – 11. mars 2000
Edvard Joensen
Myndir: Jan Müller
Teir síggjast víða um í landi-
num, tó kanska eina mest í meg-
inøkinum. Rossamenninir, ella
fólkini, tí tað eru so sanniliga
eisini konufólk við. Ferðandi í
bólki, hógliga fram eftir goml-
um gøtum ella sitandi hvílandi í
einhvørji lagd, har læligt er.
Hetta at ríða er ein lívsstílur,
sum rossafólkið ikki kann vera
fyri uttan. Ein av pionerunum,
Viljormur Tórsheim, lýsir tað
við at citera yrkingina »Hagin
og kirkjan« hjá Hans Andr.
Djurhuus:
Tú undrast, at eg ei sat í kirkj-
uni og bíndi,
meðan sólin í várgleði fjøllunum
kíndi;
kennir tú meg rætt, so veitst tú
væl at eg
má leita mær burtur hagar,
himinin er høgur,
hagar, lotið og fuglurin eitt
várkvæði kvøður;
tí er hagin nógv betri enn
kirkjan fyri meg.
Jú, ríðingin gevur góðar løtur,
sigur Viljormur. Løtur, sum ríka
bæði likam og sál.
Føðingardagar í røttum
umhvørvi
Tá Viljormur seinasta sunnudag
fylti 75 ár, helt hann føðingar-
dag í umhvørvinum, rossafólkið
kennir. Hann helt dagin í fjósi-
num saman við familju, vinum
og kenningum í Føroya Ríðing-
arfelag.
Viljormur greiðir frá degnum,
meðan vit sita í stovuni við
Dungagøtu, har alt ber brá av, at
her býr fólk, sum hevur áhuga í
og kennskap til ross. Tað verið
seg myndir, figurar ella hvat nú
alt er. Rossið hevur heiðurspláss.
Tað er soleiðis, sigur
Viljormur, at tá rossamenn fylla
runt, plaga reiðfólk at fara í
skrúðgongu at heilsa uppá. Er
tað arbeiðsdagur, koma tey um
kvøldið, men er tað frídagur,
koma tey fyrrapartin.
Tá Aksel Hansen, sum for-
restin var tann, sum tók stig til
75 ÁR. Ferðirnar á rossabaki eru sum heiligvágur fyri bæði likam og sál. Tá tú
hevur brúk fyri hvíld, fæst einki betri enn at seta seg á rossið og so ríða út í
sjálvan lekidómin, sigur reiðmaðurin, havnarmaðurin, Viljormur Tórsheim, sum
fylti 75 ár sunnudagin
So fróur eg ríði mín fljóta hest
at stovna Ríðingarfelagið, fylti
75 ár herfyri, fekk hann tað
geniala hugskotið at halda dagin
saman við rossunum so at siga.
Aksel lat leka út, at hann tók í
móti úti í fjósi sínum í Havnar-
dali. Kalt var í veðrinum, og har
stóð ein maður við eini stórari
grýtu og beyð heitan puns. Okk-
urt fekst upp í munnin aftrat, og
Sverri Trónd-Hansen heilsar upp á Viljorm Tórsheim
Ferðirnar á rossabaki eru sum heiligvágur fyri bæði likam og sál, sigur reiðmaðurin, Viljormur Tórsheim
Nr. 50 – 11. mars 2000
19
síðan varð tosað og reypað,
greiður Viljormur frá.
»Og so bjóðaði hann bara
heila bandanum niðan í Ríði-
felagshúsið til morgunmat«.
Hetta helt Viljormur vera so
óført, at hann avgjørdi, nú hann
sjálvur fylti trýfjórðingsøld, at
gera tað sama. Og tað eydnaðist
avbera væl, gleðist hann um.
Meira enn eitt kríatúr
Eingin ivi er um hjá Viljormi, at
hesturin er meira enn eitt kríatúr.
Hann er ein vinur, sum tú hevur
virðing fyri.
Og teir flestu reiðmenninir
hava tað soleiðis, sigur Viljorm-
ur, hóast okkurt undantak kortini
er.
Viljormur sigur, at hann varð
so rørdur av einum sangblaði,
sum abbasonurin hevði gjørt til
føðingardagin.
Á forsíðuni var mynd av hest-
um og eitt citat frá einum ameri-
kanskum hestamanni, sum ljóðar
soleiðis:
»Fyri mær er hesturin meira
enn ein vakur kroppur... Fyri
mær er hesturin eins og ein andi,
líkur Guði. Hevur nógv andlit,
nógvar myndir, nógvar áskoðan-
ir.«
Eins og hjá menniskjanum er
eisini lyndið í hestinum ójavnt,
greiðir Viljormur frá. Teir eru
líka ymiskir, sum teir eru nógvir.
Summir friðaligir, aðrir meira
bræsnir. Onkur hevur góðan
staðsans, meðan ein annar
kanska hevur lyndi til at eldast
skjótari enn aðrir.
Men har er eisini ymiskt, sum
spælir inn. Alt eftir um hesturin
verður nýttur sum ferðingar-
hestur ella kappingarhestur. Nú
er alt so »uppgearað«, og tað
merkir eisini hestarnar.
Viljormur sigur, at tú saktans
kanst hava ein ferðingarhest eini
15-17 ár. Men tað velst sjálvandi
eisini um, hvussu hesturin verð-
ur røktur og passaður. Tó sigur
Viljormur seg einki vita um, at
rossini hjá teimum í Ríðifelag-
num ikki eru væl viðfarnir. Tað
man vera rárasta hending, um
tað ikki er so, sigur hann.
Tað liggur í
Ríðing var líkasum ein eitt sind-
ur »familjubetónað« fyrr, greiðir
Viljormur frá. Tað vil siga, at
tað vóru ávísar familjur, kanska
serliga úr Havn, sum høvdu ross
at ríða á.
Serliga vóru tað dreingir og
menn, sum riðu í gomlum døg-
um. Men tað hava so sanniliga
eisini verið kvinnur, sum hava
sett allar upp á pláss, greiðir
Viljormur frá. Hann nevnir ser-
liga Magnhild í Horni úr Havn,
sum vann fleiri ríðikappingar í
fyrra parti av seinasta hundrað-
áraskeiði. Hon stóð ikki aftan
fyri nakran mann á rossabaki.
Men hetta er broytt seinnu
árini, sigur hann. Nú er tað
meira vanligt ,at fólk keypa ross.
Mestsum at keypa bil, heldur
Viljormur. Og uttan at hann
sigur tað, liggur tað líkasum í
luftini, at hann ikki heldur, at øll
hugsa seg nóg væl um, tá tey
keypa ross, eitt nú til børnini.
Og honum dámar avgjørt ikki,
um so skuldi verið, at rossið ikki
fær tað gott.
Tað kemur meira enn so fyri,
at ungar gentur fáa ross og ríða
dúgliga í byrjanini. Tað er líka-
sum ein móti, sum sæst um alt
Europa, sigur Viljormur. Men
fleiri verða líka knappliga burtur
aftur, sum tær vaksa til. So
verða rossini oftast seld øðrum.
Øll ross hava navn, eins og
hundar og fyri tann skuld eisini
fólk. Og rossamenninir kenna
flestu rossini í landinum. Men
tað kemur fyri, at ross verða
seld, og at tey samstundis skifta
navn. Viljormur Tórsheim dugir
ikki rættiliga at skilja, at fólk
kunnu gera so móti rossinum. Tí
tað hendir meira enn so, at ross-
ið kennist við navnið, og tí gerst
heldur ørkymlað, tá tað knapp-
liga verður nevnt okkurt heilt
annað. Tí býtt er tað ikki, alt
annað.
Viljormur sigur, at tað er ikki
við løttum sinni, ein veruligur
rossamaður letur rossið frá sær.
Eitt við natúruna
Tú fellur natúrliga inn í natúr-
una, tá tú fert ein túr á rossabaki
langt frá vanligari mannagongd.
Einki er, sum minnir um sivi-
lisatiónina. Burtur er allur larm-
ur av bilum, útvarpslurtum,
tosandi fólki, og hvat nú býurin
hevur at bjóða.
Saðiltaskan er fylt við mati og
drekka. Vinmenninir stíga á bak,
og so verður bara farið. Suður
ella norður. Í ella úr oyggj. Alt
eftir ætt og veðurlíkindum.
Onkur ungur er kanska við,
sum fær vegleiðing um, hvar
ríðast skal, so ikki verður skatt
ella oyðilagt nakað. Tí rossa-
fólkini eru natúrelskarar, sum
gleðast yvir tað, sum vakurt er í
skapanarverkinum. Staðarnøv-
nini verður prátað um. Tey
kenna tey flestu. Fuglar, sum
síggjast og hoyrast, verða við-
gjørdir. Dagsins mál verða tikin
upp. Tí her er mentað fólk, sum
ferðast. Einki tvætl og fjas,
hóast gavstrikkar eru, sum ikki
fara av vegnum fyri at spæla
hvørjum øðrum eitt puss, flennir
Viljormur.
Riðið verður at einumhvørjum
staði, har hvílt verður. Helst skal
lívd vera, so matpakkin kann
etast. Og avgjørt skal gras og
vatn vera, so rossini fáa sítt,
meðan reiðfólkið hugnar sær.
Hetta eru tær løturnar, sum
einhvør hevur brúk fyri og sum
eru nógv betri lekidómur enn
allir læknar og sálarfrøðingar
tilsamans, halda fleiri teirra, sum
hoyra til selskapið.
Viljormur sigur, at tað eru
tvey fólkasløg, hann sammetir í
hesi støðu, Tað eru rossafólkini
og sílaveiðufólkini. Tey fara út
fyri at fáa frið.
»Jú víst er tað gevandi at ríða
við góðum vinum«, sigur tann
75 ára gamli Viljormur Tórs-
heim, sum ikki ætlar at saðla av
fyribils.
Viljormur Tórsheim og abbadøtrar, sum hildu stóra føðingardagin
Aksel Hansen helt sín 75 ára føðingardag í fjósi sínum í Havnardali, og hetta helt Viljormur
vera eitt so gott hugskot, at hann gjørdi tað sama á sínum føðingardegi
Poul Mohr, Aksel Hansen og Viljormur Tórsheim