leygardagur 11. mars 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Dánjal Højgaard
Myndir:Jens Kr. Vang
Ein kaldan vetrardag mitt í
februar stóðu tey har.
Í túninum hjá mammu og
pápa Randi. Í býlinginum
Himmiríki Lítla á Sandi.
Við kufferti og tveimum
smábørnum í hond. Til
reiðar at byggja eina nýggja
framtíð heima á Sandi. Eftir
sjey ár í útisetu í Danmark.
O– Bygdarlív – tað er
lívið, staðfestir 28 ára
gamla Randi Joensen, tá ið
hon kemur pøst heim av
fiskavirkinum, har tey
longu hava havt boð eftir
henni og manninum
Christiani.
O – Havnin er ov stór. Hon
sigur mær einki, sigur
Randi. Og bendir
peikifingurin móti tummil-
snippinum, so at fingrarnir
vísa eitt stórt null.
Burtur í sjey ár
Hjúnini Christian og Randi
Joensen eru bæði ættaði av
Sandi. Í 1993 fluttu tey til
Esbjerg. Hetta var um tað
mundið, tá ið metstóra
fráflytingin úr Føroyum tók
dik á seg. Tey rýmdu
kortini ikki, men fóru niður,
tí at Christian – sum er
útbúgvin bilmekanikari –
skuldi á maskinmeistara-
skúla.
O Í Esberg skiftust tey um
at lesa og at arbeiða.
Christian fekk pappír sum
maskinistur, men bleiv ikki
liðugur at lesa til maskin-
meistara. So fór hann út at
arbeiða. Sum verksmiðju-
arbeiðari, bilmekanikari,
serarbeiðari og bussførari.
Randi fór eisini á skúla-
bonk. Fyrr í ár tók hon
prógv sum pedagokur, og
blekkið á prógvum var nóg
illa tornað, tá ið
familjan Joensen takkaði
fyri seg. Tey pakkaðu sínar
ognir í ein vørubil, keyptu
sær ferðaseðil við Norrønu
og stevndu móti Norður-
høvum.
Móti eini nýggjari
framtíð heima á Sandi.
Heima er best
– Úti er gott, men heima er
best. Tað er galdandi fyri
øll. Annars lúgva tey, sigur
32 ára gamli Christian
hugsunarsamur, tá ið vit
sita og fáa okkum kaffi og
vinarbreyð í hornasofuni
hjá verfaðirinum - bakar-
anum í Himmiríki Lítla.
O – Tað er gott at koma
heimaftur til friðin. Niðri
snýr alt seg bara effekt-
ivitet, sigur hann og fær sær
ein munn av tí heita kaffi-
num, sum vermamman
Karin hevur bryggjað.
O Uttanfyri skínir sólin
oman og niðan. Seyðurin
gongur á traðunum og smá-
fuglurin pikkar í svørðin.
Tað verður arbeitt í onkrari
veltu og hundarnir mala
aftur og fram millum túnini.
4 ára gamla Karina situr
við stovuborðið og fortelur
um øll vinfólkini í Esbjerg.
Jú, tey hava lovað at skriv-
að, men tað tykist slett ikki
at vera gingið upp fyri
henni, at hon ikki longur
skal síggja Louise, Jonat-
han, Andreas og øll hini
hvønn dag.
2 ára gamli Arnfinnur er
farin út við abbanum.
Navnarnir báðir eru farnir
at sígga til langabban, sum
ikki er nakar unglingi long-
ur, og kanska eru teir farnir
at geva seyðinum eisini.
Fyri børnini
– Hvat tað er so dregur? Áh
Jesus....
Randi smakkar eina løtu
uppá spurningin áðrenn hon
svarar:
– Tað var fyrst og fremst
fyri børnini. Vit vilja geva
teimum møguleika at vaksa
upp á sama hátt sum vit
gjørdu – úti á bygd, sigur
hon. Og greiðir frá, at tey
valdu at flyta heimaftur
áðrenn Karina var somikið
gomul, at hon skuldi í
skúla.
– Niðri er eitt sovorðið
jag alla tíðina. Upp til ar-
Heima í Himmiríki Lítla
FLYTING. Valið var einfalt. Tey skuldu
bara heimaftur. Ikki bert heim til Føroya.
Men heim aftur á Sand. Til familjuna og
friðsæluna á bygd
Randi og Christian og
børnini Karina og Arn-
finnur eru júst flutt heim-
aftur á klettarnar. Tá ið
alt er pakkað út fara tey
at byggja sær eina framtíð
heima á Sandi.
beiðis. Í barnagarðin. Til
handils. Aftur til hús. Tað er
eitt stressað lív. Her geva
fólk sær betri stundir at
liva, sigur hon.
Tað er týðiligt, at góða og
tætta sambandið við
familjuna heima á Sandi er
nakað, sum familjan
Joensen metir ógvuliga
høgt.
– Familjan er ein
tryggleiki. Hana kanst tú
altíð fara til, tá ið tú hevur
brúk fyri hjálp og stuðli. Í
Danmark fara tey til sosialu
skipanina við málum, sum
vit klára at greiða sjálvi,
sigur Christian.
– Í Danmark halda nógv
seg kunna liva uttan ommur
og abbar, men tað vísir seg
kortini, at børnini hava brúk
fyri teimum. Á donskum
dagstovnum fáa tey fólk at
spæla ommur og abbar, tí
børnini ongar hava sjálvi.
– Omman og abbin hava
nakað at geva børnum, sum
vit foreldur ikki kunnu á
sama hátt, sigur hann.
Eitt stabilt lív
Christian ætlar sær til skips,
og Randi heldur, at hon
hevur møguleikar at nýta
útbúgvingina í Sandoynni.
Tað hevur ljóðað, at ein
barnagarður er í umbúna á
Sandi. Hon heldur, at hon
eisini kundi arbeitt sum
dagrøktarmamma ella ser-
lærari. At fara til Havnar at
arbeiða er so avgjørt síðsti
útvegur, slær hon fast.
OFyribils ætlar familjan at
búgva heima hjá mammu
og pápa Randi. Møguliga
fara tey sum frálíður at
byggja egin hús heima á
Sandi.
– Vit hava eina vón um at
hava arbeiði, hús og heim
og samband við familjuna.
Lívið er broytt
Hóast avgerðin um at flyta
heim aftur var einføld, so
vænta Christian og Randi
kortini ikki at lívið í
Føroyum verður ein dansur
á rósum. Tað er ikki bert
flakavirkini sum hava skift
navn til fiskavirki, hesa
tíðina tey hava verið burtur.
Alt samfelagið er broytt og
fólkið við.
O– Tað verður ikki tað
sama. Gomul vinfólk, sum
vit kendu her eru flutt og
vinarløg eru fjaraði burtur.
Hetta skulu vit nú undir at
byggja upp av nýggjum,
sigur Randi.
Christian vísir avgjørdur
aftur, at familjan Joensen
kemur heimaftur við einum
rósinreyðum dreymi í
kuffertinum.
– Vit eru greið yvir, at vit
mugu stríðast fyri einum
gerandisdegi. Vit mugu
veruliga gera nakað. Vit
hava ikki sett okkum so
stórar
forvæntningar, sigur hann,
og skoytir uppí við einum
skeivum smíli:
– Vit eru greið yvir, at
sandingar eru teir, sum
skylda mest.
Tvøst, spik og epli heima hjá foreldrunum hjá Randi.
Bondini til heimbygdina eru sterk. Í tíðarskeiðnum, tey
hava búð í Danmark eru Randi og Christian gift og
bæði børnini doypt – í Sands Kirkju.
Aftur í Himmiríki
Tað er døgverðatíð og fam-
iljan er sessað við køks-
borðið.
Karin hevur borðreitt við
grind og spik. Randi skal
vera aftur á virkinum
klokkan eitt. Christian um-
hugsar antin hann skal fara
at hyggja til seyð ella um
hann skal fara og umvæla
tann gamla Mazda-bilin,
sum tey hava havt við sær
úr Danmark. Bilurin skal á
føroyskar plátur. Pappír
skulu ordnast. Tað er nokk
at gera.
Bakarin og abbasonurin
Eitt stabilt lív, sigur Christi-
an, og fer at greiða frá út-
boði og eftirspurningi á
sethúsum. Fyri nøkrum
árum síðani fingust reiði-
liga nýggj hús til keyps á
Sandi fyri eina hálva milli-
ón, men tey eru farin. Nógv
eru longur flutt heimaftur,
so familjan Joensen er sein
á sjóvarfallinum.
– Kanska kanst tú fáa
eina gomul hús bíliga. Men
skulu tey byggjast út og
setast í stand, ja so loysir
tað seg eins væl at
byggja, heldur Christian
fyri.
Arnfinnur eru komnir til
hús aftur. Tann tvey ára
gamli stendur á gólvinum
og smílist so hugagóður.
Hann er væl dubbaður og er
bæði í húgvu og fallhjálmi.
– Tað er stuttligt at fáa
børnini heimaftur – ikki um
at tala abbabørnini, letur í
bakaranum, áðrenn hann
hvørvur niður ígjøgnum
lemmin. Oman í bakaríið.
Sólin skínir framvegis á
Himmiríki Lítla, tá Karin
smoyggir seg í gummi-
stivlarnar og er til reiðar at
vinna eina kærkomna dags-
løn á fiskavirkinum. Spurd
um tey eru komin aftur í
himmiríki, svarar hon stutt
og stillisliga:
-Ja!