Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. mars 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 50 – 11. mars 2000 Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard Fyrsta bragdið hjá norð- manninum, Roald Amundsen, var at sigla leiðina norður um Ameriku, sum fyrsti maðu nakrantíð. Amudsen framdi nógv brøgd eftir hetta, millum annað var hann fyrsti maður á Suðurpólinum, men ferð-in noður um Amerika við lítla skipinum „Gjøa“ var eftir Amundsa egnu meining, nógv tann torførasta og besta eydn- aða ferðin hann gjørdi. Hon kom at standa alla ævi hans sum ein skínandi sól yvir lívs- verkið. Hóast Roald Amundsen var ríkmannasonur og familja hans átti nógvan pening, so var pen- Lítil og ikki nakað serligur á at lita. Hevði tað ikki verið útkiks- tunnan í fremru mastur, so líktist hann akkurát teimum smáu sandjaktunum, sum her plagdu at liggja. Fólk var onki at síggja, ongin hevði áhuga fyri „Gjøu“ Tey flestu vóru ivingarsom um hesa ferð, eg sjálvur eisini. Í salongini sat Amundsen saman við brøðrum sínum og Godfred Hansen. Hann sá troytt- ur út. Misálitið og tað tann ævigi bardagin við kreditorarnar høvdu brýnt mannin.“ Og sjálvur skrivar Amundsen tá teir endiliga loystu um mid- náttarleiðit 16. juni 1903 og vóru komnir í rúman sjógv. „Eg fór eftir eini fløsku av romm og skonkti øllum eitt glas. Nú eru vit endiliga slopnir av Amundsen vann á útnyrðingsleiðini RANNSÓKNARFERÐIR. Nógvir høvdu latið lív í royndini at finna eina siglingarleið norður um Ameriku. Tað allir hinir ikki megnaðu við stórum skipum og hópi av peningi kláraði Amundsen við einum lítlum 40 tonsara og fimm skipsfeløgum Teir lossa i „Gjøahavn“ ingatrot ein afturvendandi spurn- ingur hjá Amundsen. Hann nýtti so at siga hvørt oyra hann vann til sínar kanningarferðir og tað var ikki nógmikið. Um ikki væl- gerðarmenn høvdu hjálpt hon- um, so var hann neyvan komin so langt og kanska torførasti túrurin at seta skjøtil á var júst ferðin norður um Ameriku. Hetta júst tí at Amundsen enn ikki var kendur sum kanningar- fari. Tær síðstu túsund krónurnar lænti eitt systkinnabarn Roaldi. Hesin at Olav Ditlev Simonsen, og hann gjørdist seinni stórreið- ari. Olaf skrivar í dagbók síni hvat hann sá hendan dagin á Framnes-brúnni, tá 40 tonsarin „Gjøa“ var siglingarklár. „Báturin lá við bryggj-una. við kreditorarnar. Nú snýr tað seg um, at allir gera sína skyldu. Tað klára vit. Skál og góðan túr.“ Tann føddi leiðarin Teir løgdu leiðina vestur í hav og lagið umborð var gott. Tað er ikki hvørjum leiðara beskorið, at hava evnini at fáa gott arbeiðs- lag kring seg. Hesi evni eru viðfødd og Amundsen var so heppin, at hann dugdi at vera leiðari. Hann skrivar í dagbókini um arbeiðsbýtið umborð: „Vit hava skabt eitt tjóð-veldi umborð á Gjøu. Vit hava ikki strangar lógir. Eg veit sjálvur hvussu keðiligt tað er við strongum disiplini. Tað ber væl til at gera dygdararbeiði, um ikki lóg-in hongur yvir okkum. Grundað á mína royndir fyrr, so havi eg avgjørt at nýta frælsisprinsippið umborð, at lata einhvønn fáa kensluna av at vera sín egni harri á sínum ábyrgdar- øki. Á hendan hátt fáa vit mill- um skilagóð fólk, ein frían sjálv- saga, sum hevur nógv størri týdning enn tann tvungni. Hjá tí einstaka eggjar kenslan av at verða roknaður sum eitt sjálv- støðugt teinkjandi menniskja, heldur enn ein maskina, sum skal trekkjast upp. Arbeiðs- hugurin gerst betri og harvið eisini arbeiði. Vit arbeiða allir móti einum felags máli og lut- taka við gleði í øllum.“ „Gjøa“ hevði lítlan motor, men sigldi fyri tað mesta við seglum. Tann 25 juli, ella ein Nr. 50 – 11. mars 2000 23 Leiðin hjá Amundsen nirður um Ameriku sædd úr rúmdini, ein drúgv leið góðan mána seinni komu teir til Godhavn í útnyrðings-part-inum á Grønlandi. Her fingu teir 10 hundar, sum teir høvdu umbiðið frá hjálandastýrinum i Keyp- mannahavn. Eisini tóku teir ymiska útgerð til hundarnar umborð og royndu seg á hunda- sleðu. Fyri framman lá Melville- víkin. Teir nýtti 12 dagar at sigla tvørtur um hana og fyri framm- an lá Kap York við teimum vøkru fjøllunum, hetta økið liggur nakað sunnanfyri Thule. Amund-sen hevði stúrt fyri hes- um teininum, hevði roknað hann sum torførasta pettið yvir høvur á ferðini norður um Amerika. Men ferðin gekk sera væl. Amundsen skrivar: „Uttan nakrar trupulleikar komu vit yvir Melville-víkina, ið so nógv óttast. Ein innilig tøkk til tín Gud, sum førdi okkum so væl fram.“ „Gjøa“ setti nú kós móti Dalrymple Rock eftir út-gerð, sum var send upp við tveimum hvalabátum. Tá „Gjøa“ nærkað- ist landi, hoyrdust skotdun og undan einum ísfjalli komu ka- jakkir við grønlendingum um- borð. Tann eina bar danskt flagg og ein norskt. Tað vóru Knud Rasmusen og Mylius Erichsen frá tí stóru Grønlandsekspeti- tiónini, sum hevði til seting at savna tilfar um grønlendska mentan, áðrenn sivilisatiónin rættuliga tók tak í Grønland. Teir vistu um Amundsen og høvdu gjørt seg til at taka ímóti honum. Hesir kendu danir gloymdu ongantíð, at teir høvdu hitt Amundsen. Teir høvdu mist bøkur sínar og Amundsen gav teimum eitt sett av samlaðu verkunum hjá Goethe. Hetta kom væl við í polarnáttini. Knud Rasmussen og Mylius- Erichsen og grønlendsku hjálp- armenninir hjálptu til at fáa útgerðina umborð og Mylius- Erichsen gav Amundsen fýra av sínum bestu hundum, tá teir skiltust. Sum ein torvbátur „Gjøa“ var nú søkklaðin. Dekkið var fult. Har stóðu ikki færri enn 105 træ-kassar. Sjógv- urin stóð um svelgið. Tungt lastað legði „Gjoa“ út í Baffin víkina, sum er tiltikin fyri tunga aldu, rekandi ísfjøll og storm. Men ferðin gekk væl. Tað var næstan stilli allanvegin. Meða aðrir ofta høvdu verið í havs- neyð á hesum leiðum, slapp Amundsen yvirum uttan trupul- leikar. „Gjøa sigldi víðari gjøgnum Lancaster sundið. Tann 22 aug- ust fóru teir fyri fyrstu ferð í land í nýggja heiminum. Hetta hendi á Beechey oynni í Erebus víkini. So vítt menn vita, so var tað her Franklin helt til seinasta veturin. Franklin var leiðari á eini stórari enskari ekspeditión, við tveimum skipum, sum royndu at finna leiðina norður um Ameriku. Teir funnu leiðina, men megn-aður ikki at sigla ígjøgnum. Teir flestu doyðu á hesi ferð. Amundsen lærdi av Franklin, hann vildi ikki hava stór skip og nógvar menn. Ringt er at finna mat so norðalaga og stór skip eru heldur ikki so løtt at stýra sum smá. Tvinnir vegir Longu nú vóru funnar fleiri leiðir, har møguligt var at sigla norður um Ameriku, men enn hevði ongin framt bragdið. Hes- ar farleiðir eru frystar megin- partin av árinum og bara stutta tíð um summarið ber til at sigla. Her er ongin flógvur streymur, sum heldur sjógin ísfrían. „Gjøa“ kundi nú antin halda leiðina í vestan gjøgnum Barrov sundið ella í ein ýtsynning, gjøgnum Peel sundið og Frank- lin sundið. Amundsen hevði ikki nakað ítøkiligt at halla seg til, tá hann tók avgerð, men valdi útsynning, hann hevði eina kenslu av, at her fór ferðin at eydnast. So norðalaga og so tætt við magnetiska polin dugir ikki at nýta vanliga kump-ass. Her verður nýtt eitt serligt instru- ment, kallað ein deklinatiónsnál. Amundsen royndi nálina og hon vísti eisini í ein útsynning. Amundsen hevði eisini lagt hetta mál í Guds hendur og nú var hann ikki longur í iva. Stutt eftir hetta skrivar Amundsen í dagbókini: „Truplir dagar hava gjørt at eg ikki havi havt stundir at skriva í dagbók- ina.“ Stutt eftir at teir vóru farnir frá Beechey oynni sigldu teir fram við La Roquette oyggj- unum og vóru sostatt náddir longur enn nakað annað skip. Amundsen var bilsin. Meðan aðrir høvdu staðið rimmarfastir í ísinum, so opnaði ísurin seg fyri „Gjøu“ og lovaðu Amundsen inn í hetta jomfrúuliga farvatnið. Kanska var tað júst tí at „Gjøa“ var so lítil, at tað bar til at snúgva seg millum ís-flak-arnar. Men næstu tíggju dag-arnar regnaðu óhappini yvir teir. Toka og nógvur vindur, stormur. Og meðan ódnarveðrið herjaði kom eldur í maskinrúmið. Tað eydn- aðist at sløkkja áðrenn skaði stóðst av. Tvær reisur innan fýra samdøgur stóðu teir fastir á skerum. Seinnu ferðina var støðan álvasom. Eftir at hava staðið á skerinum í tvey sam- døgur, meðan brimið herjaði kring teir, hevði Amundsen tikið avgerð um at fara av skipinum. Men bestimaðurin, Anton Lund, bað hann royna enn einaferð. Teir kastaðu dekslastina yvir borð og í røttu løtuni, kom ein hvirla, sum hjálpti skip-inum av aftur skerðinum. Pettir av strá- kjølinum flutu kring skipið. Skifti ættin ikki, ella um skipið bara stakk tvey føtur meira, so var ferðin endað í eini vann- lagnu. Amundsen var fegin um at teir vóru slopnir leysir aftur og sum altíð, tá honum ikki gekkst eftir vil, so royndi hann at læra av mis-tøkunum. Skerið var stórt og væl sjónligt, sjálvt um tú næstan var niðri við sjóvar- málan. Teir høvdu bert nýtt út- kikkstunnuna í ísi, nú vóru teir í opnum sjógvi. Hevði ein maður verið í tunnuni, so vóru teir ikki endaðir á skerinum. Amundsen avgjørdi, at hereftir skuldi skipið ikki sigla ein metur uttan at maður var í tunnuni og ein á dekkinum. Funnu trygga vetrarhavn „Gjøa“ sigldi nú rættuliga innan- skers og kom suður í Rae sund- in. Leiðirnar Amundsen ferð- aðist vóru rættuliga væl kendan av evropearum. Nógvar kann- ingarferðir vóru gjørdar og um veturin bar til við sledu at feðast eftir ísinum. Men ongin hevði siglt leiðina áðrenn. Nú var slætt og tann 9. sep- tember funnu teir eina vælvarda vík á suður-strondini á King William Land beint við innsigl- ingina til Simpson sundið. Tann tronga boygda innsiglingin var sum gjørd til at verja móti ísi- num og norðanfyri var bakka- lendi, sum vardi móti tí alsamt kølandi høg-ættini, vanligasta ætt um veturin her á leið. Her var ríkiligt av vatni at finna og „Gjøa“ kundi liggja fyri ankar bert tveir metrar út landi. Amundsen var ovurfegin. Hann skrivar: „Um eg sat heima og hugsaði um eina vetrarhavn, so var var tað ómøguligt at hugsa sær eina betri enn hesa vit hava funnið Simpson sundið lá víðopið fyri teimum. Har var ongin ísur og regluligi súðurin var tekin um, at opið hav var fyri vestan. Men tann leiðin vísti burtur frá magnetiska pólinum, sum lá á Bothia Felix hálvoynni. Amund- sen dróg á bæði, opna havið fyri vestan, ella tryggja vetrar- havnin. Ein og hvør polar-ferð átti at hava eitt vísunda-ligt sikti, annars var ringt at fáa myndugleikarnar at játta pening. Vetrarhavnin sigraði. Hann doypti hana „Gjøa“ havn. Tann 1. okto-ber byrjaði ísurin at frysta. Tann 3. oktober lá „Gjøa“ innifryst. Tvey ár skuldu ganga, áðrenn hon aftur fór at sigla. Karibu ella reinsdjór Tær fyrstu karibuurnar, tað er eskimoiska navnið fyri reinsdjór dagaðu undan. Amundsen bað beinanvegin sínar menn og at tveita alt teir høvdu í hondunum og fara á reinsdjóraveiðu. Eftir ræðuleikarnar umborð á „Belg- icu“ viðmeginlandið á Suður- pólinum, óttaðist Amundsen skyrbjóð verri enn hin versta. Frá bókmentum um polarleiðir- nar visti hann eisini, at skyrbjóð var størsta hóttanin móti manna- lívi her. Fleiri vóru deyð at skyr- bjóð enn av hungri og kulda. Ongi framstig vóru gjørd i granskingini av skyrbjóð síðan ferðina við „Belgicu“ Eitt ástøð- ið segði, at sjúkan komst av bakteriuálopið og at ein kundi sleppa undan sjúkuni við at eta frískan dósamat. Eitt annað ástøðið sum kom fram beint áðrenn „Gjøa“ legði til havs segði, at skyrbjóð stavaði frá súrari eitran av blóðinum, men ongin verulig frá-greiðing lá aftanfyri, hvat hetta vildi siga. Amundsen helt lítið um hesar teoriir. Hann helti seg til vitan- ina, hann sjálvur hevði vunnið umborð á „Belgicu“ og hesin lærdómur var í stuttum eskimo- maturin hjá Fredrik Cook og heimaráð frá kópaveiðumonn- um.. Amundsen setti sít álit á frískan mat. Hann hevði eisini eina rúgvu at multiberum við, og hesi vóru longu í vikinga- tíðini kend sum góður heilivágur móti skyrbjóð. Í dag vita vit, at nógvar C vitaminur eru í multi- berum. At í 100 gr. av multiber- um eru 80 mg av C vitminum, meðan appelsinir og sitrónir hava bert 50 mg C-vitaminir pr 100 gr. Torfør veiða „Gjøðahavn“ lá beint við ferða- leiðina hjá reins-djórunum. Tað eina fylgið fyri og næsta eftir kom fram við teimum, men ikki var lætt at veiða reinsdjórini. Tey vóru sera stygg og ringt var at fjala seg á slættlendinum á King Williams Land.. Tó var hetta sera spennandi veiða og teir høvdu tað stuttligt. Amund- sen luttók ikki í veiðuni. Hann syrgdi fyri at fáa kropparnar umborð. Hann var ikki serliga kønur við byrsuni, hann var nærsýntur og vildi ikki brýka brillur. Honum dámdi ikki veiðu. Hann vildi heldur roynda hundasledurnar, nú fyrsti kavin var lagstur. Aftur og fram gekk, hann mátti finna seg tolin i øll- um teim beistagerður, hundarnir bjóða einum, sum vil læra kynstrið at koyra eina hunda- sledu. Reinsdjórakropparnir hópaðu seg á dekkinum á „Gjøu“. Eftir fáum vikum høvdu teir nógmikið at mati til allan veturin. Frostið syrgdi fyri at halda kropparnar frískar. Vetur í Gjøahavn Ferðin hjá Amundsen frá tí hann byrjaði at fyrireika heima í Nor- egi og fyrsti langi teinurin tvørt- ur um Atlantshav, norður við vesturstrond Grønlands, yvir um Baffin víkina og heilt niður til „Gjøahavn“ er turrisligur lesn- aður. Men undir fyrsta vetrinum broyttist hetta turrisliga og heldur keðiliga til nakað sera spennandi og tað vóru ikki norð- menninir, sum vóru orsøk til at lívið gjørdist eitt sindur meira stuttligt. Tað vóru eskimoarnir, sum livdu her á leiður og sum komu at vitja „Gjøu“. Nú kom rættu- ligt lív í. Amundsen var uttan at vita tað tann føddi fólkalívsfrøð- ingurin og hann dugdi sera vær vil upprunafólkinum. Hann hevði stóra virðing fyri teimum og visti at hann kundi læra nógv av teimum. Tey høvdu yvirlivað í mong túsund á her á leiðum og ongin visti betur enn tey hvussu ein skuldu bera seg at her í oyð- uni. Frá tí løtu Amundsen fyrstu ferð hitti eskimoarnar kom rættuligt lív í dagbøkurnar og hetta fara vit at lesa meira um í næstu grein.Vit fara eisini at lesa um hvussu hann fullførdi ferðina og hvussu annars gekkst, tá hann skuldi vinna pengin burtur úr royndunum frá hesi ferð.