Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. mars 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindablaðið sosialurin Nr. 50 - 10. mars 2000 post@sosialurin.fo Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo 24 Nr. 50 – 11. mars 2000 Subject: Teldubræv Date: Wed 01. Mar. 1999 To: post@sosialurin.fo From: info@nordinst.aland.fi Reply to: info@nordinst.aland.fi Mánadagin 6. mars var EU-kommissionerurin, Frits Bolkestein, í Stockholm fyri at tosa við stjórnina um innflutning av tubakki og alkoholi til Svøríki. Sviar fingu undantaksloyvi, tá teir gjørdust limir í EU í 1995 og gongur hetta út 30. juni. Enn er eingin umsøkn komin frá Svøríki um at leingja undantaks- loyvið, og Bolkestein er heldur ikki sinnaður at leingja tað. Svenska undantakid EU loyvir innflutningi av alkoholi og tubakki frá øðrum limalandi, so leingi tað er til privata nýtslu. Hetta er eingin dropanøgd. Tú hevur rætt til at innflyta 800 sigarettir, 110 litrar av øli, 90 litrar av víni, 20 litrar av heitvíni og 10 litrar av spiritusi. Skalt tú skipa fyri brúdleypi ella størru veitslu, hevur tú rætt at innflyta størri nøgd. Alt hetta kann innflytast uttan mun til, hvussu leingi tú hevur verið uttanlands. Svøríki loyvir innflutningi av 300 sigarettum, 15 litrum av øli, 5 litrum av víni, 3 litrum av heitvíni og einum litri av spiritus. Sigarettir og rúsdrekkavørur eru munandi bíligari í hinum EU-londunum orsaka av einum lægri avgjaldi. Hvørt land í EU ásetur avgjaldið, tó ásetur EU minst loyvda markið. Helvtin av EU-londunum hava ongan skatt á víni, meðan Svøríki leggur 27 kr. á hvønn litur av víni. Á ølið leggja tey flestu limalondini 16 oyru á liturin fyri 5% øl. 16 oyru er mista avgjaldið. Svøríki leggur 1,47 kr. á liturin. EU – ein marknaður Bolkestein hevur fyrst og fremst vitjað í Stockholm fyri at greiða svium frá týdninginum av, at reglarnar fyri innara marknaðin í EU verða fylgdar. Eitt er at lond fáa undantaksloyvi, tá tey gerast limir, annað er at bygnaðurin í EU ikki kann vera samansettur av undantaksloyvum. Kappingin innan EU kan bert økjast við, at brúkarin kann keypa sínar vørur, har tær eru bíligast, og tí vil Bolkestein arbeiða fyri at fáa eins reglur fyri øll lond. Ringt er at siga nei til undantaksloyvi til nýggj limalond, tá fleiri av limunum hava undantaksloyvi, og hesum vil kommisserurin tí byrgja fyri. Svenski fíggjarmálarádharrin vónsvikin Bosse Ringholm, fíggjarmálaráðharri, var ikki sørt vónsvikin av vitjanini. Hann hevði ímyndað sær, at Svøríki kundi fáa eina hækkanar-avtalu sum Finland og Danmark. Finland hevur seravtalutil 2003 og Danmark til 2004. Ringholm harmast millum annað um, at bíligari rúsdrekka vil økja um rúsdrekkanýtsluna og harvið EU góðtekur ikki svenskan rúsdrekkapolitikk misnýtsluna. Hesum afturvísur tó ein kanning frá lærda háskúlanum í Lund. Ringt er at sammeta rús- drekkanýtsluna í Svøríki við onnur lond, tí myrkatalið er mett at vera rættiliga stórst. Avgjaldið Ein pakki av sigarettum kostar 34,50, ein fløska av Johnny Walker 280 kr., og ein fløska av miðalgóðum víni kostar 15 – 20 kr. meiri enn í Danmark – ella eini 60 kr. Á øðrum hvørjum arbeiðsplássi kanst tú keypa bæði sigarettir og spiritus til hálvan prís. Hetta eru smugl- aravørur, ið ósmædnar verða koyrdar runt frá ar- beiðsplássi til arbeiðspláss. Jú hægri avgjaldið er vorðið, jú størri er ferðslan av innfluttum loynivørum blivin, og tað sama er at siga um heimabrenningina, ið er í hæddini í hesum árum. Toll- og løgregluvaldið megnar at leggja hond á eini 10% av ólógligu vørunum. Hetta sigur tó ikki nakað um teirra dygd, men meiri um arbeiðsorku, og hvussu umfatandi svarti marknaðurin í veruleikanum er. Kirstin Didriksen, Stockholm Nýggj internet- útbúgving FJØLMIÐLAR. Universitetið í Ros- kilde í Danmark fer í august mánaði at bjóða eina nýggja eftirútbúgving til journalistar, programfólk og kunn- ingarfólk. Útbúgving fer at verða rópt Master of Computer-Mediated Communica- tion, og meginparturin av undirvísing- ini fer fram á internetinum. Gjøgnum parttíðarlesnað í tvey ár ber til at fáa eitt prógv í formiðling á internetinum. Fólk fáa eina teoretiska og praktiska vitan um at viðgera, meta um, leggja til rættis og menna formiðling gjøgnum ymsar altjóða internetmiðlar. Útbúgvingin kostar 40.000 krónur um árið, og hon er fyri fólk, sum ætla at nýta ella gerast betri til at skriva á internetinum. Fleiri upplýsingar fáast á www. cmc.ruc.dk. Lego og Maersk samstarva LEIKUR. Tvær av teimum stóru donsku fyritøkunum, Lego og Maersk Logistics, hava gjørt avtalu um samstarv. Framyvir verður tað Maersk-felagið, sum fær ábyrgd- ina av umsiting, sølu og goymslu av leikum og øðrum vørum hjá Lego. Longu nú fer Maersk undir hesa uppgávu í suðureuropa, meðan norður- og miðeur- opa verða yvirtikin seinni. - Vit hava umskipað okkara virksemi, og tað hevur millum annað havt við sær, at vit ikki hava egin starvsfólk á teimum útlendsku marknaðunum. Vit hava ístaðin samstarvsfelagar, sigur Goran Wahlberg, sum er stjóri fyri Global Distribution hjá Lego. Samstarvið við Maersk Logistics er part- ur av eini ætlan, sum Lego legði, tá felagið fekk sítt fyrsta undirskot í 1998. 44 tímar um døgnið við ítrótti SJÓNVARP. Ein stovnur í Karlsruhe, sum gera analysur av fjølmiðlum, er komin fram til, at týskir sjónvarpshyggjarar í 1999 høvdu møguleikan at síggja ítrótt í týskum sjón- varpinum 44 tímar hvørt samdøgur. Nógv verður gjørt við ítrótt í týskum sjón- varpi, og serliga er tað fótbólturin, sum fær ovmikið av senditíð. Í fjør vóru 4.600 tímar við fótbólti í týskum sjónvarpi. Tað stóð ikki líka væl til hjá teimum, sum dáma tennis, tí tey fingu bert 1654 tímar við teirra ítrótti á skíggjanum... Blaðfólkini trívast illa FJØLMIÐLAR. Fólkini, sum starvast á størsta blaðnum í Danmark, trívast illa á arbeiðsplásinum. Átta út av 10 høvdu farið í annað starv, um tey fingu eitt tilboð. Hetta vísir ein kanning, sum er gjørd av arbeiðsumhvørinum á Jyllands-Post- inum, skrivar blaðið Journalisten. Sambært fyrrverandi blaðfólkum á blaðnum, er tað leiðslan, sum hevur skuldina av vánaligu støðuni. Stephen King gevur bók út á internetinum BØKUR. Heimskendi rit- høvundurin Stephen King fer 9. mars kl. 00:27 at geva eina nýggja bók út á internetinum. Tað er út- gávufelagið Simon & Schuster, sum bara ætlar at geva hansara nýggjasta avrik út sum ein eBook, teir kalla. Stephen King hevur selt ræðubøkur, sum eingin annar, og nýggjasta bókin er skrivað stutt eftir, at hann varð úti fyri einum álvarsligum óhappi. Hann var ákoyrdur av einum bili, og nýggja søgan snýr seg um ein tumlara. Bókin kann keypast frá Simon & Schuster, og hon fer at kosta 2,5 dollarar – tað svarar til 20 krónur á leið. – Eg gleði meg til at finna út av, hvat fólk halda um hetta. Kanska er hetta framtíðin, sigur King. Í løtuni gongur filmurin The Green Mile, sum er bygdur á skaldsøgu hjá Stephen King í Havnar Bio, og filmurin er inn- stillaður til fleiri Oscar- virðislønir. Amerikanski rithøvundurin Stephen King gevur sína nýggju bók út á internetinum 29. februar fingu Anna Maria Justesen og Eyðun Gaard, Viðareiði, ein son. Hann var 48 cm. langur og vigaði 3305 gr. 1. mars fingu Fanny Peter- sen og Bjarni Poulsen, Við- areiði, eina dóttir. Hon var 57 cm. long og vigaði 4200 gr. 2. mars fingu Malan Han- sen og Torben Nielsen, Glyvrar, eina dóttir. Hon var 56 cm. long og vigaði 4100 gr. 3. mars fingu Sigrið Hen- riksen og Elias Jacobsen, Sørvágur, ein son. Hann var 55 cm. og vigaði 3920 gr. 3. mars fingu Annika og Jónsvein Nystrøm, Syðru- gøta, eina dóttir. Hon var 52 cm. long og vigaði 4150 gr. 3. mars fingu Turið Kjølbro og John Egholm, Velba- staður, eina dóttir. Hon var 53 cm. long og vigaði 4100 gr. FØÐINGAR KIRKJUR & SAMKOMUR Føstugudstænastur Sunnudagin 12. mars Sandavágur: kl. 18, Uni Næs Kvívík: kl. 17, urguleikari: M. Bjartalíð 1. sunnudag í føstu Havnar kirkja: kl. 11., Erland Beder Kaldbak: kl. 12, altarg., Sonja Klein Kirkjubøur: kl. 12.15, Heri Joensen Rituvík: kl. 11, Jónsvein Bech Fríðrikskirkjan: kl. 20.30. Konsert við United Voices Hvalvík: kl. 12, Marjun Bæk Tjørnuvík: kl. 12, Martin R. Jacobsen Kvívík. kl. 12, Hans J. Joensen, biskupur Vesturkirkjan: kl. 11, barnagudstænasta, Heri Joensen Argir: kl. 11, barnagudstænasta, Bergur D. Joensen Klaksvíkar sjúkrahús: kl. 10, Christianskirkjan: kl. 11, Norðoya Røktarheim: kl. 14.30, Hans Eiler Hammer Mikladalur: kl. 12, útvarpsgudstænasta. Niels Pauli Danielsen Eiði: kl. 11.40, skriftamál, kl. 12 messa (í missiónshús- inum) Norðskála: kl. 17, messa, Emil Olsen Skála: kl. 11, Selatrað: kl. 17, Jógvan Fríðriksson Vágur: kl. 11, altarg., Hov: kl. 13, Elsa Funding Skopun: kl. 12, altarg., Jákup R. Hansen Bøur: kl. 12, Miðvágur: kl. 15, familjugudstænasta, Uni Næs Sumba: kl. 12, Ólavur Rasmussen Sandavágs kirkja: Sunnudagin gongur talvan fyri Sunnu- dagsblaðið. Frá Ebenezer Sunnudagin kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 evangeliskt møti og kl. 21 útimøti. Mánadagin kl. 20 bønarmøti. Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Sunnudag kl. 11 morgunmøti, kl. 12.15 Sunnudagsskúli, kl. 18 Evangeliskt møti. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13: Sunnudagsskúli, kl. 19: Møti. Missiónsvikan á Hvítanesi verður 31. mars-2. apríl. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli, Eivind Brings- berg o.o luttaka. Mánadag til fríggjadag kl. 6: Morgunbøn. Øll eru vælkomin. Meinigheitshúsið í Havn Sunnudagin kl. 18 familjumøti v/ Niels Juul og Birgith Olsen. Hebron, Argir Sunnudagin kl. 18 Sangkórið í Hebron luttekur. Mánadag- in 13. mars hugnaløta fyri 12-16 ára gomul. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 06 morgunbøn, kl. 17 landsbøn, í morgin kl. 06 morgunbøn, kl. 11 morgungudstænasta, kl. 18 møti, kl. 22 útimøti (um viðrar). Mánadagin kl. 06 morgunbøn, kl. 20 bønarsamkomu- fundur. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin kl. 14 í Hoyvíkar skúla sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn og kl. 18 møti, har Egin Hendriksen við fam. luttaka. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti hjá Anniku og Alfred, Hákunargøta 5. Verið øll hjartaliga vælkomin. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoma v/ Dávid Jo- hannesen, presti. Evni: Trúbótin, í samband við 1000 ára haldi fyri kristniboðanini. Týsdagin kl. 16 í KFUK: Várgleði fyri børn. 1000-ára haldið Kirkjan, Kollafirði Sunnudagin kl. 16: Fyrilestur og konsert við Vestmanna sangkóri. David Johannesen: Evni: Martin Luther. Saron, Vestmanna Vikuskiftismøti heldur fram í kvøld kl. 20, Sam Jacobsen talar. Sunnumorgunin kl. 11 morgunmøti, Eyðun Miðberg talar. og kl. 18 endar vikuskiftismøti við Dánjal og Lív á Dul Jacobsen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Kirkjan, Norðskála Sunnudagsskúli verður í morgin 12. mars kl. 14.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Meinigheitshúsið á Skála Sunnudagin kl. 13.30 sunnudagsskúli og kl. 19 møti við Jógvan presti. Mánadagin kl. 19.30 kvinnumøti hjá Sjómanskvinnu- ringinum, Selatrað, Strendur, Hvalvík og Skálabotnur vera við. Hjartaliga vælkomnar allar kvinnur. Keldan, Skálafirði Ungdómslegan byrjar fríggjakvøldið kl. 20. Opið hús verður leygarkvøldið kl. 20, øll kunnu vera við. Sunnudagin kl. 17: Møti við ungdómi í Kelduni, barna- møti kl. 17. http://kort.olivant.fo/˜keldan/ Funningsfjørður Leygarkvøldið kl. 20 talar Ámund Berthelsen, menn av Strondum syngja. Sunnukvøldið kl. 18 talar Knút Larsen, Hannis syngur. Øll eru hjartaliga vælkomin. 1000-ára haldið Klaksvík, kirkjukjallarin Sunnudagin kl. 16: Fyrilestur. Felagssangur saman við kirkjusangarum, Martin R. Jacobsen, evni: Apostólsku fedrarnir. 1000-ára haldið Bygdahúsið í Dali Fyrilestur og konsert við Sandoyar manskóri, Sverri Eg- holm, evni: Heidnir siðir upp í okkara øld. Missiónshúsið í Skopun Leygarkvøldið kl. 20 møti v/Alfred Petersen, tær 4 ungu syngja, innsavnan til arbeiði. Sunnudagin kl. 15 familjumøti. Aftaná verður saft og køkur at fáa. Sunnukvøldið kl. 19 møti v/ Regin Høgnesen, Sandoyarbrøðurnir syngja. Innsavnan til húsið. Bønarmøti er 1/2 tíma undan hvørjum møti. Fríggja-, leygar- og sunnukvøldið er drekka og eftirmøti aftaná møtini. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli. Onki møti verður sunnukvøldið vegna missiónsviku í Vági. Øll eru hjarta- liga vælkomin. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11, breyðbróting, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 18 evangeliskur fundur, Osvald Kjærbo. Mánadagin kl. 20 bønarfundur. Ónsdagin kl. 20 Uppbygg. fundur. Samkoman, Sion Vági Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00, kl. 11.30: Sunnudags- skúli. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 373777. Århus Føroyskt møti í »Carmel« missiónshúsið (Klosterport nr. 6 – út móti Nørre Alle) leygarkvøldið 18. mars kl. 19.30 v/ Heri Elttør trúboðara. Kaffi verður eftir møti. Øll vælkomin. Ålborg Føroyskt møti verður í missiónshúsinum í Ålborg (Jernbanegade 16) sunnudagin 12. mars kl. 17 v/Hera Elttør, trúboðara. Kaffi verður eftir møti. Øll eru vælkomin. Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033. Eysturoy: Leygardagin 11. mars: Andreas Poulsen, tlf. 441086 Sunnudagin 12. mars: Hálvdan Simonsen, tlf. 441490 Norðoyggjar: Sigvald Kristiansen, tlf. 455045 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): Tlf. 371560 Suðuroy (suður): Tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi- dagar kl. 13–14. Tlf. 314544. Læknavaktir 3. mars fingu Annfríð og Magnus Neslíð, Toftir, ein son. Hann var 56 cm. lang- ur og vigaði 4000 gr. 5. mars fingu Heðin og Jana Mortensen, Hoyvík, ein son. Hann var 51 cm. lang- ur og vigaði 3325 gr. 6. mars fingu Gudny Fossa- berg og Egil Ellingsgaard, Hoyvík, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3050 gr. 7. mars fingu Anna S. Vang og Finnur Joensen, Kvívík, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 2590 gr. 7. mars fingu Sigrid Mid- jord og Kenneth á Argja- boða, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3145 gr. 8. mars fingu Tóra Hjør- leifsdóttir og Jørgin M.Á. við Úlvsá, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. lang- ur og vigaði 3200 gr. Um Gud vil, hava hjúnini Ruth og Robert á Lakjuni, Fuglafjørður, gullbrúdleyp leygardagin 25. mars. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 17.00. Tey, ið vilja gleða gullbrúðarparið við at koma, kunnu tekna seg innan 17. mars á tlf. 444332 ella 315390. Gullbrúdleyp 85 ár Týsdagin 14. mars verður Johan Syderbø í Klaks- vík, 85 ár. Føðingardagurin verður hildin hjá soninum Jógvani, á Garðavegi 19, millum kl. 16 og 20. ANDLÁT 3. mars: Hans í Beiti, Sørvágur, 85 ár 4. mars: Joen Pauli Garðalíð, Palli, Vestmanna, 64 ár Dagny Debes, Tvøroyri, 76 ár 5. mars: Gunnhild Eliasen, fødd Poulsen, ættað av Kirkju, bú- sitandi í Havn, 86 ár 6. mars: Ómar Elvarson, Reykjavík, sonur Elvar Jón Fribertson og Steindoru Andreasen, úr Leirvík, 24 ár Niclas Norðoy, ættaður úr Klaksvík, búsitandi í Keyp- mannahavn, 52 ár 8. mars: Tummas Fuglø, Hattarvík, 58 ár