leygardagur 11. mars 2000síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 50 - 10. mars 2000
26
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 50 - 10. mars 2000
Hetta vikuskiftið er seinasta
leikumfar í landskappingini
í flogbólti. Eftir skipanini
eru dystir eisini næsta viku-
skifti, men teir dystirnir
verða framskundaðir, tí
leygardagin 18. mars verður
steypafinala.
Ringa veðrið hevur havt
við sær, at nakrir dystir eru
útsettir, men væntandi verða
allir leiktir hetta vikuskiftið,
og í seinasta lagi áðrenn
komandi vikuskifti. Í yngru
deildunum er tað soleiðis,
at føroyameistaraskapurin
verður avgjørdur í eini viku-
skiftiskapping. Tann kapp-
ingin verður vikuskiftið 01.
og 02. apríl.
Kappingin nógv broytt
Hetta kappingarárið hevur
havt nógvar broytingar við
sær. Spæliskipanin er nógv
broytt, og nú verður leikt í
tveimum hálvleikum, og 10
min. steðgur er millum
hálvleikirnar Tvey sett eru
í hvørjum hálvleiki. Spælt
verður upp í 21 í hvørjum
setti og hvør bóltur telur
(running score).
Hesar broytingarnar góvu
nakrar trupulleikar fyrst í
kappingarárinum, men sum
frá leið hevur gingið væl.
Henda spæliskipanin verður
brúkt í flestu norðanlond-
unum, og er ein royndar-
skipan, sum norðurlond
hava tikið seg saman um.
Á aðalfundinum hjá Flog-
bóltssambandinum,
sum
verður í apríl er ætlanin at
umrøða nýggju skipanina,
og um neyðugt verða broyt-
ingar gjørdar.
Tað eru eitt sindur ymisk-
ar meiningar um, um nýggja
skipanin er betri enn tann
gamla, har m.a. spælt varð
um servuna. Kappingin í
meistaradeildunum hevur
ikki verið serliga spennandi
hetta kappingarárið, men
nøkur heilt óvæntað úrslit
hava verið, og tað skal vera
ein fyrimunur við nýggju
skipanini. Tey veikaru liðini
hava betri møguleika at
vinna nú enn tey høvdu fyrr
og burtursæð frá Fleyr hjá
monnunum og Mjølni hjá
kvinnunum, so hevur kapp-
ingin millum hini liðini ver-
ið sera spennandi.
Steypafinalan
Ein onnur broyting í flog-
bóltskappingini er eisini, at
ein steypafinala verður.
Hildið hevur verið, at ein
steypafinala hevur mangla
í flogbóltinum, og samtykt
varð tí, at ein roynd skuldi
gerast hetta kappingarárið.
Hetta fyrsta árið hevur
steypakappingin bara verið
fyri meistaradeildarliðini.
Liðið, sum vann Fleyr-
kappingina, skuldi spæla í-
móti liðnum, sum vann
Mjølnirkappingina.
Hjá
monnunum vann Fleyr báð-
ar kappingarnar og Mjølnir
og Fram hava spælt hálv-
finalu, tí Fram var í finaluni
í Fleyrkappingini og Mjøl-
nir í Mjølnirkappingini. Úr-
slitið av hesum dystinum
var, at Mjølnir vann, og fi-
nalan hjá monnunum stend-
ur tí millum stórfeløgini
bæði Fleyr og Mjølnir.
Hjá kvinnunum var støð-
an tann sama, tí Mjølnir
vann báðar kappingarnar.
Fleyr og Dráttur spældu tí
hálvfinalu, og tann dystin
vann Dráttur.
Høllin á Hálsi er
vertur
Finalurnar báðar verða
leygardagin 18. mars. Tann
fyrra verður kl. 15.00 og
tann seinna beint eftir, uml.
Flogbóltur um vikuskiftið
Flogbóltssambandið hevur í tíðindaskrivi umrøtt tær broytingar, sum hava verið í kappingini hetta árið, og niðurstøð-
a teirra er yvirhøvur positiv
kl. 17.00. Finalurnar verða
spæltar í høllini á Hálsi.
Vanligt er ikki at spæla
flogbólt í hesi høllini, men
av tí at eingin sitipláss eru í
Gundadalshøllini til áskoð-
ararnar, verða dystirnir á
Hálsi. Dystirnir verða spæl-
dir á langvølli, t.e. at áskoð-
ararnir síggja inn á síðuna á
vøllinum.
Teir dystir í meistara-
deildini, sum hava verið
leiktir í ítróttahøll hetta
kappingarárið hava verið á
langvølli. Tað ger, at spælið
verður øðrvísi og t.d. er
møguligt hjá leikarunum at
fara langt aftur at serva. Ju-
goslaviski venjarin hjá
Mjølni, Borko Ilic, dugir
hetta serliga væl, og hevur
tað verið avgerandi í dyst-
um í vetur.
Eisini er høllin høg og
breið, og tí koma bóltarnir
sjáldan upp í loftið og til
ber hjá leikarunum at renna
langt út og fáa bóltin aftur í
spæl.
Beinleiðis í sjónvarpi
Sjónvarpið fer at senda
beinleiðis frá finalunum.
Tað er ikki oftari enn so, at
til ber at síggja flogbólt í
sjónvarpinum, so øll tey,
sum ikki kunnu koma í høll-
ini, hava møguleikan at
síggja bestu liðini í før-
oyskum flogbólti.
Dystir um vikuskiftið
Meistaradeild kvinnur
Fríggjadagin 10. mars
Á Giljanesi kl. 18.00:
Dráttur-Mjølnir
Í Trongisvági kl. 21.00:
TB-ÍF
Leygardagin11. mars
Í
Gundadalshøllini
kl.
13.30:
Fleyr–Mjølnir
Meistaradeild menn
Fríggjadagin 10 mars
Í Sørvági kl. 18.00:
SÍ-Mjølnir
Á Kambsdali kl. 19.30:
ÍF-Fram
Leygardagin 11. mars
Í
Gundadalshøllini
kl.
15.30:
Fleyr-Mjølnir
Hjá monnunum stríðast Fram og Mjølnir um rætting til at ogna sær silvurmerkini
Judosamband Føroya hevur
nú sett ungdómslandsliðið,
sum skal umboða Føroyar í
altjóða judokapping í Dan-
mark í næsta mánað.
Til landsliðið eru úttiknir:
Jóhan Heini Poulsen, Jákup
Andrias Thomsen, Chri-
stoffur Olsen og Tórður
Strøm úr Havnar Judofelag,
og Petur Sigurð Johanne-
sen, Hjalmar Johannesen og
Rólant Waag Dam úr Sunda
Judofelag.
Landsliðsvenjari
er
Gunnar Hansen úr Havnar
Judofelag.
Landsliðið skal luttaka í
stórari altjóða judokapping
í Aalborg á páskum. Hetta
er ein kapping nevnd Lim-
fjords Cup við luttøku úr
øllum norðanlondum, Týsk-
landi, Hollandi, Belgia, Pól-
landi og aðrastaðni frá eis-
ini.
Venjing
Í samband við fyrireikingar
til hesa kappingina skipaði
Judosambandið fyri serlig-
um venjingarvikuskifti í
Havn herfyri, har Búgvi
Poulsen, sum er tann mest
royndi føroyski judoíðka-
rin, var høvuðsvenjari.
Venjingin var frá fríggja-
kvøldi til sunnukvøld, og
allir teir bestu unglingarnir
luttóku í venjingini. Ven-
jingin varð løgd til rættis so-
leiðis, at luttakararnir komu
ígjøgnum bæði gólv og
standandi venjing, eins og
venjing við halditøkum og
at koma leys úr halditøkum.
Luttakaranir lótu sera væl
at venjingini og søgdu seg
fáa hópin burtur úr.
Og tað skuldi eisini verið
møguleikar fyri tí. Tí ven-
jarin, Búgvi Poulsen, er ikki
hvør sum helst innan før-
oyskt judo. Hann hevur
fleiri ferðir verið Føroya-
meistari í judo, nakrar ferðir
hevur hann verið nr. 3 í
Norðurlandameistarakapp-
ing, eins og hann bæði hev-
ur verið nr. 3, 2 og 1 í Dan-
marksmeistarakapping.
Eisini í heyst og vetur
hevur gingið væl hjá Búgva.
Seinasta heyst varhann út-
leigaður frá felag sínum,
Hillerød, til felagið í Vejen,
sum var í altjóða kapping í
Magdeburg í Týsklandi, har
liðið gjørdist nr. 3.
Seinni gjørdist Búgvi
Sjællandsmeistari í vekt-
bólkinum -81 kg., og í ein-
ari altjóða kapping, sum
nevnist Hillerød Træf, gjør-
dist Búgvi eisini nr. 1 í -81
kg.
Av avbjóðingum fyri
framman hjá Búgva kunnu
nevnast DM og NM, sum
vera ávikavist í apríl og mai
mánað.
SJ
Ungdómslandslið í judo
Judolandslið fyri ungdómseildina er nú sett, og fyrsta uppgávan verður, tá liðið skal umboða Føroyar í altjóða
judokapping í komandi mánaði
Ungdómslandsliðið við venjarum. Standandi frá vinstru: Búgvi Poulsen,
venjari, Petur Sigurð Johannesen, SJF, Jóhan Heini Poulsen, HJF, Jákup
Andrias Thomsen, HJF, Gunnar Hansen, landsliðsvenjari. Húkandi: Rólant Waag
Dam, SJF, Hjalmar Johannesen, SJF, Tórður Strøm, HJF og Christoffur Olsen,
HJF
vunnin
tapt
sett-
dystir
v - t
sett
sett munur
stig
1 Mjølnir14
13 - 1
27
2
25
19
2 TB
15
8 - 7
19
18
1
12
3 Dráttur 15
8 - 7
19
18
1
12
4 Fleyr
15
5 -10
11
23
-12
7
5 ÍF
15
3 -12
11
26
-15
4
vunnin
tapt
sett-
dystir
v - t
sett
settmunur
stig
1 Fleyr
15
15 - 0
30
3
27
22
2 Mjølnir14
8 - 6
19
14
5
12
3 Fram
15
8 - 7
17
17
0
12
4 ÍF
15
3 -12
8
25
-17
5
5 SÍ
15
3 -12
11
26
-15
3
Støðan undan vikuskiftinum
1. deild, kvinnur
1. deild, menn
JÁKUP MØRK
Seks hondbóltsdystir verða
leiktir um vikuskiftið, og av
hesum kann bert hin eini
metast at vera uttan týdning
fyri endaligu støðurnar í
báðum teimum fremstu
hondbóltsdeildunum her á
landi.
Stjørnan kann tryggja
gullið
Fyrsti dysturin hjá kvinnu-
num hetta vikuskiftið verð-
ur í Runavík, har VB kemur
á vitjan hjá Tjaldrinum.
Sum so hava liðini bæði
ikki tað stóra at spæla fyri.
Tjaldur hevur higartil tapt
allar sínar dystir, og enda
uttan iva niðast á stigatalv-
uni.
VB hevur meginpartin av
árinum verið á fimta pláss-
inum, og hóast tað helst eru
fleiri meiningar um, at tær
væl kundu havt eina betri
støðu, so fáa tær ikki gjørt
nakað við hetta nú.
VB hevur tó sýnt ein fyri-
myndarligan stríðsanda, hó-
ast tær stóran part av árinum
einki hava havt at spælt fyri,
og tískil er væntandi, at tær
vinna sær tvey stig upp í
heldur soltna stigaposan.
Er stigaposin hjá VB solt-
in, kann ikki sigast tað sama
um tann hjá Stjørnuni.
Longu nú er hann somikið
rokaður, at klaksvíksgent-
urnar at kalla er føroya-
meistarar, og sunnudagin
hava tær so møguleika at
tryggja seg 100%.
Neistaliðið hevur tó eisini
sítt at stríðast fyri, tá tær eru
partur av silvurstríðnum,
men kortini mugu Klaks-
víksgentur metast um fa-
vorittar undan dystinum.
Spennandi verður tó at vita,
um Neistin kann gera ein
vørr móti suverenu Klaks-
víkingunum.
Seinasti
dysturin
hjá
kvinnunm verður í Vest-
manna, har VÍF og Kyndil
bresta saman. So at siga alt
árið hava hesi liðini, saman
við Neistanum, verið við í
silvurstríðnum, og fyri Kyn-
dil er tað nú um at vera sein-
asta útkall.
Higartil í ár hevur Kyndil
havt eitt sera gott tak á VÍF,
men skulu silvurvónirnar
varðveitast, er tó neyðugt,
at tær sýna annan hugburð
enn tann, sum varð galdandi
seinata vikuskifti.
Klassikarin í
Vestmanna
Hjá monnunum verða eisini
tríggir dystir leiktir hetta
vikuskiftið, og eisini her
verður lagt fyri leygardagin.
Tá koma føroyameistararnir
av Strondum til Havnar, har
teir skulu royna seg móti
hoyvíkingum.
Einki er at ivast í, at
strandingar eru heitir favo-
rittar at vinna hendan dyst-
in, og hetta er eisini alneyð-
ugt, um teir framhaldandi
skulu vera partur av FM-
stríðnum.
Hoyvíkingar hava hin-
vegin ikki so nógv at spæla
fyri, men eftir nøkur ser-
stakliga vánalig avrik sein-
astu tíðina, reistust teir na-
kað móti Neistanum herfyri,
tó at eingi stig spurdust
burtur úr hesum.
Liðini bæði verða helst
munandi skerd, tí fótbólts-
kappingin nú aftur er um at
fara í gongd. Sonevnda
klaksvíkskappingin verður
hildin um vikuskiftið, og
hetta merkir ivaleyst, at
hvørki John Petersen ella
Jákup á Borg, sum á fót-
bóltsvøllinum eru liðfelag-
ar, verða við leygardagin.
Sunnudagin verður so aft-
ur dystur í Havn, tá Neistin
skal royna seg móti kollfirð-
ingum. Neistin hevur hig-
artil vunnið allar dystirnar í
Stríðast um málmsbýtið
Hondbóltur um vikuskiftið: Seks hondbóltsdystir verða leiktir um vikuskiftið, tríggir hjaá hvørjum kyni. Hjá kvinn-
unum er tað silvurið, sum spenningurin nú snýr seg um, meðan gulldysturin hjá monnunum framvegis er knallharður
endaspælinum, og ilt er at
ímynda sær, at kollfirðingar
skulu gera nakað við hesa
sigursrøð.
Veikleikar vóru tó at
hóma á neistaliðnum miku-
kvøldið, tá leikt varð móti
hoyvíkingum, men hetta er
helst eisini ein spurningur
um motivatión.
Seinasti
dysturin
hjá
monnum verður í Vest-
manna, har seinasta útgávan
á hesum sinni av stóra
klassikaranum verður. VÍF
tekur ímóti Kyndli, og hóast
hesin dystur í ár ikki hevur
avgerandi týdning fyri bæði
liðini, so er einki at ivast í,
at hetta er ein dystur, sum
hvørgin parturin vil tapa.
Higartil hevur VÍF ligið
omaná í øllum innanhýsis
uppgerðunum í landskapp-
ingini, meðan Kyndil var
betri, tá tað snúði seg um
steypakappingina. Munurin
millum liðini hevur tó verið
sera tepur í øllum dystu-
num, og tískil hava vit helst
ein sera spennandi dyst í
væntu til leygardagin.
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 Stjørnan7
7 - 0 - 0
493
383
110
23
2 VÍF
6
4 - 0 - 2
398
356
42
15
3 Neistin 7
5 - 0 - 2
363
359
4
15
4 Kyndil 7
3 - 0 - 4
398
359
39
13
5 VB
7
1 - 0 - 6
424
452
-28
6
6 Tjaldur 6
0 - 0 - 6
285
452
-167
0
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
málmunur
stig
1 VÍF
9
7 - 0 - 2
610
472
138
25
2 Neistin 8
8 - 0 - 0
587
496
91
25
3 StÍF
8
6 - 0 - 2
582
493
89
23
4 Kyndil 8
5 - 0 - 3
562
489
73
17
5 KÍF
9
3 - 0 - 6
468
595
-127
7
6 H71
9
1 - 0 - 8
487
597
-110
4
7 Tjaldur 9
0 - 0 - 9
504
658
-154
3
Støðan undan vikuskiftinum
1. deild, kvinnur
1. deild, menn
JÁKUP MØRK
Seinastu tvey árini hava
føroyameistararnir
í
tíggjumannafarsróðri lut-
tikið í kapping á Scilly-
oyggjunum, og soleiðis
verður eisini í ár.
Hesu ferð verða menn-
inir tó ikki einsamallir á
ferðini, tí kvinnurnar á
Jarnbardi, sum í fleiri ár
hava verið í oddinum hjá
seksmannaførum, hava
sum kunnugt eisini boðað
frá luttøku.
Savna pening
Hjá tíggjumannaførunum
hevur tað verið Amarada
Hess, sum hevur stuðla
ferðini tey bæði undan-
farnu árini, og soleiðis
verður eisini í ár.
Amarada hevur eisini
stuðlað Jarnbardi í teirra lut-
tøku, soleiðis at teir hava
hjálpt til við tilmelding og
øðrum formalitetum, eins
og genturnar sleppa at nýta
bátin, sum Amarada Hess
hevur latið, tá tær nú skulu
venja seg við at rógva hetta
slag av bátum.
Fíggjarliga partinum taka
genturnar á bátinum sær av,
og í hesum sambandi verður
skipað fyri tiltøkum um
vikuskiftið.
Sunnudagin
fer
átta-
mannafarið, Knørrur, at
rógva aftur og fram millum
Vágsbotn og Molan í fýra
tímar, og í hesum sambandi
hava fólk møguleika at
stuðla við ávísari upphædd
fyri kilometurin.
Eftir róðurin verður drig-
ið millum stuðulsbrøvini,
og verða tríggir vinnarar
funnir, sum fáa ávíkavist
2.000, 1.000 og 500 kr.
Fiskibrunnur
verður
fyri yngstu áskoðararnar,
meðan tey vaksnu kunnu
vinna sær nakrar kakur,
ella bara hugna sær við
kaka og bollum.
Umframt
omanfyri-
standandi, skipar felagið
eisini fyri framsýning, nú
15 ár eru liðin, síðani róð-
rafelagið varð sett á stovn.
Hesi 15 árini hava
manningarnar
vunnið
hópin av róðrum og heit-
um, og verða steyp,
myndir og annað at síggja
hesum viðvíkjandi, um-
framt at Brendan, sum er
venjingarbáturin til kom-
andi kappingina, verður at
síggja.
Genturnar á Jarnbardi fara í vár at luttaka í kappróðri
á Scilly-oyggjunum, og hesum sambandi verður tiltak
niðri í Vágsbotni sunnudagin
Jarnbardur til Scilly
Nýggj karate-lið
Havnar Karate Felag hevur nú í eitt ár havt barnalið, og
mánadagin verður høvið hjá fleiri børnum at tekna seg
JÁKUP MØRK
Karate er helst ikki tann í-
tróttin, sum fær mestu um-
taluna her á okkara leiðum.
Nøkur ár eru tó kortini liðin,
síðani fólk her á landi, fóru
undir at íðka hesa ítrótt.
At byrja við var hetta kan-
ska ikki undir so skipaðum
viðurskiftum, men fyri 10
árum síðani varð Havnar
Karate Felag sett á stovn.
Mest vaksin at byrja
við
Fyrstu árini var tað at kalla
bert vaksin fólk, sum høvdu
nøguleika at luttaka í hesi
venjing, tó at nøkur ungfólk
sjálvandi eisini taldust mill-
um luttakararnar.
Ein teirra, sum tá byrjaði
venjingina, er Tonny Brims-
vík, sum alla tíðina hevur
hildið á við ítróttini. Í dag
er hann formaður í Havnar
Karate Felag, umframt at
hann eisini er venjari, og
millum íðkarar í Føroyum,
man hann helst vera tann,
sum er komin longst við í-
tróttini.
Fyri nøkrum árum síðani
búleikaðist Tonny í Dan-
mark, og tá eydnaðist tað
honum at fáa eitt fimta pláss
í kappingini um danska
meistaraheitið.
Fáa tey ungu við
Tonny hevur fyrr greitt frá,
at tað er sera týdningarmik-
ið at fáa børnini við í hesa
ítrótt á ungum aldri, soleiðis
at tey tíðliga læra, hvat í-
tróttin hevur at geva teim-
um.
Tískil varð seinasta ár far-
ið undir at venja barnalið,
og hetta hevur víst seg at
vera sera væl umtókt mill-
um luttakararnar. Nú hevur
fyrsta liðið so vant í eitt ár,
og hava øll átta á hesum liði
nú fingið orange litta beltið.
Nú er so høvi hjá nýggj-
um luttakarum at tekna seg.
Mánadagin, 13. mars, byrjar
nýtt lið, og tá eru øll væl
komin at royna seg.
Fyri áhugaðum kann upp-
lýsast, at vant verður tríggj-
ar ferðir um vikuna, og at
fyrsti mánaðurin verður
roknaður sum royndartíð,
og tískil er ókeypis fyri lut-
takararnar.
Venjingin fer fram í høl-
unum hjá Argja Róðrafelag.
Lesið alt um ítróttin um
vikuskiftið í týsdagsblaðnum
ella á alnetinum:
www.sosialurin.fo