fríggjadagur 11. september 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 11. september 2009 – Nr. 173 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 33
2. deild menn
Dagur
Dystur
Dómari
13.09
Víkingur-EB/S
Karl M. Poulsen
13.09
KÍ-B36
Kristian S.
Petersen
13.09
TB-AB
Páll
Augustinussen
13.09
Undri-07 Vestur
Eugen Voda
1. deild kvinnur
13.09
KÍ-Víkingur
Elsa Andreasen
13.09
Skála-B68/NSÍ
Jákup L. Stenberg
13.09
EB/S-AB
MB
Helgi L. Petersen væntar ikki, at
fuglfirðingar fara at flyta niður.
Teir hava í løtuni fimm stig til
níggjunda plássið, og tað hevur
avgerandi týdning, sigur hann.
- ÍF kann tryggja sær sætið við
at vinna ein ella tveir dystir
afturat. Tað er ein lyklastøða
samanborið við hini botnliðini.
Teir skulu spæla tríggjar ferðir á
heimavølli, og tí skal ganga sera
illa í hond hjá fuglfirðingum, um
teir ikki varðveita sætið í deildini.
Tað restar í øllum førum lítið í hjá
Jón Simonsen og hansara
leikararum, sigur Helgi L. Petersen,
sum leggur afturat, at avgerðin
kanska fellur longu leygardagin,
tá KÍ vitjar í Fuglafirði.
Gundadalur er eingin skansi
Komandi fimm uppgávurnar hjá
B36 eru móti liðum, sum eru á
ovaru helvt á stigatalvuni. Tað sær
Helgi L. Petersen als ikki sum ein
fyrimun hjá árstalsfelagnum.
- Eg vil greitt siga, at tað er ein
vansi. Liðið fekk eina
dreymabyrjan, men hevur fingið
millum lítið og einki burtur úr
seinastu 18 dystirnar. Leikararnir
hava havt lítið av viðgongd, og
tað merkist. B36 skal minst fáa
seks stig afturat, men í løtuni er
tað ikki nógv, ið bendir uppá, at
tað fer at eydnast. Komandi
mótstøðuliðini skulu stríðast fyri
altjóða fótbólti, pengum og
heiðursmerkjum, og tey vilja helst
fegin gera sítt til, at B36 ikki
verður millum tey bestu.
Gundadalur hevur ikki verið ein
skansi hjá liðnum í ár, og tí verða
heimadystirnir móti B68 og NSÍ
sera torførir, sigur Helgi L.
Petersen.
Men er liðið ikki ov gott til at
flyta niður?
- Tað hugsa fleiri, men tað meti
eg ikki. Hóast alt er liðið ikki betri
enn hini botnliðini, um tú hyggur
at leikarunum. Men í B36 meta tey
framvegis, at liðið er eitt topplið.
Og tí verður tað ikki ónátturligt
hjá teimum at skula vinna móti
HB, í Streymnesi og í Gøtu. Tað
hava teir gjørt fleiri ferðir áður. Tí
vænti eg ikki, at B36 fer at flyta
niður. Ein fyrimunur er eisini, at
liðið kann tapa dystir, uttan at tað
fær beinleiðis ávirkan á hini
botnliðini. Stigini fara ikki til ÍF, 07
Vestur og KÍ, men til ovaru liðini,
greiðir Helgi L. Petersen frá, sum
serliga væntar sær nógv av Jákupi
á Borg seinastu dystirnar.
- Hann hevur verið partur av
oddanum í landskappingini
seinastu 12 árini, og eg veit, at
hann als ikki góðtekur at flyta
niður, sigur Helgi L. Petersen.
07 Vestur fer at hótta
07 Vestur er nú aftur við í stríðnum
um at varðveita sætið í deildini.
Liðini hevur lagt klaksvíkingar aftur
um seg á stigatalvuni, og Helgi L.
Petersen væntar, at felagsliðið úr
Vágum fer at seta B36 undir stórt
trýst.
- Liðið hevur ofta tapt fleiri stig í
seinastu løtu. Og hóast teir hava
skotið fleiri mál og staðið seg væl, so
hevur mótstøðuliðið altíð verið
omaná, tá avtornar. Soleiðis hevur
brádliga ikki verið seinastu vikurnar.
Í framrættaða spælinum eru teir sera
vandamiklir, har Tór-Ingar Akselsen,
Tamba Yarjah, Morris Lewis og Jens
Erik Rasmussen serliga hava staðið
seg væl.
Er tað hugsandi, at 07 Vestur fer at
hóra undan?
- Ja, heilt víst. Men eg vænti ikki, at
teir klára tað. Eg dugi ikki at ímynda
mær, at teir fáa B36 aftur á
stigatalvuni. Teir hava sjálvsálit og
eru við gott mót. 07 Vestur fer at
hótta ovaru liðini, og tí krevur tað, at
serliga B36 skal fáa nøkur stig
afturat, sigur Helgi L. Petersen.
KÍ verður niðurflytari
Kappingarárið 2009 fer helst at
standa í søgubókunum hjá
Klaksvíkar Ítróttarfelag sum ein
vanlukka. Sigursvandað felagið
hevur verið í tungum sjógvi alt árið,
og um Helgi L. Petersen skal geva
eitt boð, spæla teir ikki í bestu
deildini komandi ár.
- Leiðslan gav teimum ungu
leikarunum møguleikan í ár, men tá
tað ikki hilnaðist serliga væl, varð
liðið styrkt munandi. Og tilgongdin
av Toda Jónsson, Hjalgrími Elttør,
Høgna Madsen, Páll Klettskarð, sum
nú er farin aftur til Danmarkar, og
Atla Danielsen er liðið á pappírinum
sanniliga nógv betri. Men eingin av
teimum er beinleiðis verjukendur. Eg
vildi mett, at tað var náturligt hjá
botnliðum, at tú keypti ein
verjuleikara fyri at stabilisera liðið.
Og tað hevur manglað higartil, sigur
Helgi L. Petersen.
Hvørja ávirkan fær Petur Mohr?
- Hann hevur nú havt tvær vikur
at sett sín dám á liðið. Og hyggja vit
at søguni, er greitt, at klaksvíkingar
undir hansara leiðslu fara at stríðast.
Men tað er kanska síðsta útkall hjá
KÍ longu sunnudagin, og tí vænti eg
ikki, at teir sleppa undan
niðurflyting, sigur Helgi L. Petersen.
Helgi
metir um
dystirnar
ÍF – KÍ
1
- Fuglfirðingar kunnu við
einum sigri leygardagin
tryggja sær sætið í
Vodafonedeildini komandi ár.
Og á heimavøllinum, har teir
ikki hava tapt síðan 1. juni,
vænti eg, at teir fáa trý stig.
Men tað verður ikki lætt, tí KÍ
skal hava stig sum skjótast.
Um tað vil heilt illa til hjá
klaksvíkingum, kann
niðurflytingin nær um
staðfestast um vikuskiftið.
B36 – HB
2
- Stigatalvan prógvar, at HB er
væl betri enn B36. Og tí fara
komandi føroyameistararnir at
vinna í Gundadali sunnudagin.
HB kann samstundis staðfesta
gullið móti grannunum, sum
eru í tungum sjógvi, og tað
verður stór movitatión. Eg
vænti, at HB vinnur tepurt.
AB – 07 Vestur X
Ein sera, sera torførur dystur at
meta um. AB hevur ikki verið í
niðurflytingarvanda seinastu
vikurnar, men hóast tað hevur
liðið vunnið fleiri stig. 07
Vestur er hinvegin farið undir
eina bjargingaroynd, og hevur
ikki tapt tríggjar ferðir upp í
slag. Spurningurin er, um
argjamenn framvegis eru
hugagóðir og fara at stríðast,
hóast liðið sum so einki hevur
at spæla fyri. Eg vænti mær
fleiri mál í hesum dystinum.
ÍF fer at hóra undan
grundgevingin oftast ikki haldbar.
Tildømis søgdu umboð frá B36 í
miðlunum undan kappingarbyrjan,
at liðið fór at fáa tað torført. Leiðslan
valdi at seta óroynda Mikkjal
Thomassen í venjarasessin, og
leiðslan gjørdi honum greitt, at hann
helst fór at fáa tað trupult. Tá kanst
tú ikki geva honum sparkið, tí
úrslitini ikki eru nøktandi, sigur Helgi
L. Petersen.
Dømi um venjarar, sum seinastu
árini eru sagdir úr starvi eru David
Jones í ÍF, Tony Paris í KÍ, Oddbjørn
Joensen í AB, Jóannes Jakobsen í
B68 og Krzyzstof Popczynski í HB og
TB.
AB hevur dugað betur
AB varð av fleiri mett sum ein av
komandi niðurflytarunum í
summarsteðginum. Tá vóru
argjamenn bara fýra stig frá teimum
niðastu liðunum, men nú eru
uppflytararnir av Argjum heili 12
stig frá niðurflyting.
Helgi L. Petersen metir, at
tilgongdin, sum AB fekk í summar,
var væl gjøgnumhugsa. Hini
botnliðini dustsúgvaðu bara tað, ið
var leyst, sum viðmerkjarin málber
seg.
- Fólk bíðaðu bara eftir, at
argjamenn skramblaðu saman. Men
venjararnir fingu sær leikarar í
steðginum, sum liðið veruliga hevði
tørv á. Málverjin Tórður Thomsen
hevur verið framúr, Mortan úr Hørg
hevur staðið seg væl á
vongverjaplássinum og Stig-Roar
Søbstad hevur verið vandamikil og
skotið mál, sigur Helgi L. Petersen,
og rósar venjarunum á Argjum.
- John Petersen var eisini skjótur
at finnast at sínum leikararum, tá
liðið hevði staðið seg væl í nakrar
vikur. Leikararnir vóru brádliga
hástórir, men teir fingu ein vátan
frammaná. Hann vísti á, at
argjamenn framvegis eru
uppflytarar og liðið skuldi stríðast
og strevast til tað seinasta. Allan
Mørkøre og John Petersen hava
fingið tað besta burturúr, og teir eru
júst rættir menninir til starvið, greiðir
Helgi L. Petersen frá.
Øll eru ov góð
ÍF, B36, 07 Vestur og KÍ. Tað er greitt,
at tvey av hesum feløgum ikki eiga
umboð í bestu føroysku
fótbóltsdeildini í 2010. Í løtuni eru
tað ikki fleiri enn fimm stig millum
botnliðið og nummar sjey. Tí verður
tað neyvan avgjørt fyrr enn á síðsta
leikdegi, hvør verður niðurflytari.
- Øll hava framvegis møguleikan
at bjarga sætinum. Og tað er sera,
sera torført at siga, hvør verður á
aftastu plássunum eftir seinasta
leikumfar. Satt at siga eru øll
botnliðini ov góð til at flyta niður,
sigur Helgi L. Petersen.
Soleiðis
spæla
botnliðini
ÍF:
12. september: KÍ á heimavølli
16. september: 07 Vestur á útivølli
20. september: HB á heimavølli
27. september: EB/Streymur á
útivølli
3. oktober: NSÍ á heimavølli
B36:
13. september: HB á heimavølli
16. september: EB/Streymur á
útivølli
20. september: NSÍ á heimavølli
27. september: Víkingur á útivølli
3. oktober: B68 á heimavølli
07 Vestur:
13. september: AB á útivølli
16. september: ÍF á heimavølli
20. september: KÍ á útivølli
27. september: B68 á útivølli
3. oktober: HB á heimavølli
KÍ:
13. september: ÍF á útivølli
16. september: B68 á útivølli
20. september: 07 Vestur á
heimavølli
27. september: HB á útivølli
3. oktober: EB/Streymur á
heimavølli