Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-11, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. september 2009síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 11. september 2009 – Nr. 173 Vodafone-deildin Dagur Dystur Dómari 12.09 ÍF-KÍ Eiler Rasmussen 13.09 NSÍ-B68 Petur Reinert 13.09 Víkingur-EB/S Rúni Gaardbo 13.09 B36-HB Dagfinn Olsen 13.09 AB-07 Vestur Lars Muller 1. deild menn Dagur Dystur Dómari 12.09 Víkingur-B71 Bent T. Linklett 12.09 B68-NSÍ Jón K. Í Brekkuni 12.09 FC Hoyvík-VB/S Alex Troleis 12.09 MB-HB Birgir Sondum 13.09 TB-Skála Ransin N. Djurhuus - Tað er ikki eins lætt hjá leiðslunum at geva venjarunum sparkið. Teir hava fingið væl longri snór enn teir undanfarnu. Men allir sleppa ikki at halda fram í komandi kappingarári, sigur Helgi L. Petersen, fótbóltsviðmerkjari, um venjararnar hjá botnliðunum, sum brynja seg til kappingina um at varðveita sætið í bestu deildini uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Jákup Mikkelsen og Aleksander Djordjevic, Piotr Krakowski, Mikkjal Thomassen og Jón Simonsen hava ikki fingið nøktandi úrslit í sínum feløgum í hesum kappingarárinum. Sum høvuðsvenjarar í ávikavist KÍ, 07 Vestur, B36 og ÍF standa teir við evstu ábyrgdini, um kappingarárið gerst ein vanlukka. Tí er tað undir sera stórum trýsti, at teir í løtuni brynja seg til endaspurtin av Vodafonedeildini. Men leisturin er eftir nógvum av døma broyttur. Áður bíðaðu føroysku fótbóltsleiðslurnar ikki leingi við at skifta venjaran út, um úrslitini ikki vóru nøktandi. Og tað hava tey serliga ikki verið hjá KÍ, B36 og ÍF í hesum kappingarárinum. Hinvegin eru nýggir venjarar lagdir afturat ymsu venjaratoymunum, og hesir skulu nú syrgja fyri, at feløgini varðveita sítt sætið í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Longri snór í ár Rúni Nolsøe var í fleiri ár ein av stuðulsleikarunum hjá HB. Fyrikomandi vágbingurin var sera væl umtóktur millum fjeppararnar, og flestu reyð og svørtu hjørtuni í høvuðsstaðnum frøddust, tá tað undan farna kappingarári varð greitt, at Nolsøe varð settur sum nýggjur høvuðsvenjari. Men úrslitini vóru ikki nøktandi. HB rann aftaná oddanum, og í summarsteðginum varð Sámal Erik Hentze, sum nú stendur á odda fyri liðnum, settur afturat venjaratoyminum. Í vetur frættist, at Rúni Nolsøe og HB ikki kundu semjast um framhaldandi samstarv, hóast sáttmálin hjá Rúna Nolsøe eisini var galdandi fyri 2009. - Eg vænti heldur ikki, at Aleksander Djordjevic og Jákup Mikkelsen, Mikkjal Thomassen og Jón Simonsen allir halda fram í venjarasessunum í komandi ári. Talan er um venjarar, sum hava eitt ávíst tilknýti til sítt felag, og sum eru hetjur millum fjeppararnir. Tí er tað ikki eins lætt hjá leiðslunum at geva teimum sparkið. Teir hava fingið væl longri snór. Men eg vænti ikki, at tað stendur øllum í boði at halda fram sum venjarar í komandi kappingarári, sigur Helgi L. Petersen. Hann metir, at serliga B36 og KÍ ikki hava haldbarar orsøkir at skifta venjaran. - Leiðslurnar hava viðgingið, at venjarin ikki altíð hevur ábyrgdina av vánaligu úrslitunum. Einsamøll er Venjar- arnir rúka til kom- andi ár Eg minnist ikki, nær tvey so góð lið hava flutt niður. Men soleiðis er fótbóltur, sigur Helgi L. Petersen, fótbóltsviðmerkjari.